Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-01, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. mai 2009síða 33

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 83 - 1. mai 2009 33 tíðindi granska í hesum viðurskiftum. Spyr bara ein týskara, um tað er líka mikið fyri hansara samleika, hvussu leikluturin hjá nazismuni verður settur í samband við týska søgu. Tað verður ofta sagt, at tað eru vinnarirnir, sum skriva søguna. Tí vita vit alt um brotsverk móti mannaættini, sum týskarar framdu móti jødum undir krígnum, men minni um tær 20 milliónir týskararnar, harav 3 milliónir doyðu, sum m.a. russar og polakkar róku úr Eysturevropa í árunum stutt eftir annað heimskríggj. Kanska kunnu vit eisini venda hesum við og siga, at tað eru tey, sum vilja og sleppa at skriva søguna, sum hava best møguleika fyri at vinna sær viðurkenning frá samtíð og eftirtíð. Søgan er ikki ein passivur partur av samleikanum hjá einum fólki; hon er ein aktivur partur, sum skapar nýggjan samleika og viðurkenning. Tað eru ikki fortíðarinnar hendingar í sjálvum sær, men tann varðveitta og tulkaða søgan, sum skapar samleikan hjá einum fólki. Tí er tað so avgerandi, at vit sum fólk áhaldandi minnast til at fyrihalda okkum til tann søguliga arvin. Søgan um Merkið lærir okkum, at røkja vit ikki okkara egnu søgu, so er vandi fyri, at onnur fara at gera tað. Føroyingar hava stríðst fyri at vinna merkinum viðurkenning, og vit eiga ein ríkan søguligan arv, m.a. eitt av heimsins elstu tingum og eina heilt serstaka kvæðamentan, sum Merkið eigur at vera savningarmerkið um. Fólkaræðið hevur fornar røtur í Føroyum og Havnin hátíðarheldur í ár 100 ár sum virkandi fólkaræði. Tað er gott, at útlendskir granskarar ríka føroyska søgugransking, men tað ber bara ikki til at ganga út frá, at útlendskir granskarar fara at leita eftir føroyskum sjónarhornum. Tað er fyrst og fremst okkara uppgáva at fyrihalda okkum til tann føroyska siðaarvin, soleiðis at hann kann ríka samleika okkara. Tað er ikki einans fortíðarinnar stríð fyri at vinna Merkinum viðurkenning, sum gevur tí virði, men eisini samtíðarinnar stríð fyri at røkja tann siðaarv, sum Merkið umboðar. Merkið fekk ikki sítt endaliga virði í apríl 1940. Vit mugu ikki gloyma, at stríðið fyri Merkinum er eitt áhaldandi stríð fyri at fáa tað at vera eina ímynd uppá ein sterkan og fjølbroyttan føroyskan samleika. Sum fólk hava vit skyldu til at fyrihalda okkum til allan tann fjølbroytta siðaarvin, sum er okkum givin. Tað eru ikki øll fólk, sum hava gjørt tað. Stutt eftir at egyptiski forsetin Anwar Sadat (1918-1981) varð myrdur í 1981, rópti tann muslimski leiðarin fyri drápsmennirnar sigursælur: “Eg havi dripið Farao!”. Anwar Sadat var við øðrum orðum ikki ein rættur egypti, enntá ikki ein muslimur, men ein Farao frá eini heidnari tíð, sum skuldi týnast. Orsøkin skal lutvíst finnast í tí, at fleiri muslimsk lond høvdu gloymt at røkja tann partin av sínum síðaarvi, sum hevði røtur í tíðini áðrenn muslimsku útbreiðsluna í 600-talinum. Tvørturímóti høvdu fleiri av teimum beinleiðis sýtt fyri, at nakað annað enn rein islamisk mentan hevði nakað virði. Tann óhepna avleiðingin var, at samtíðarinnar samleiki gjørdist trongur, einstáttaður og ótolsamur. Hendan søgan átti at lært okkum, at tað er skyldan hjá øllum fólkum at fyrihalda seg til allan tann fjølbroytta siðaarvin. Vit eiga m.a. gjøgnum atfinningarsama gransking og eitt væl útbúgvi fólk at menna okkara samleika so nógv, at vit eisini megna at taka ímóti øllum avbjóðingum, sum tann altjóðagjørdi heimurin leggur á okkum. Tað, sum ikki drepur okkum, tað ger okkum sterkari. Merkið, hevur í sjálvum sær einki virði, men tað er í breiðastu merking stríðið fyri at fáa tað at umboða eitt sterkt samfelag, sum skapar virði á tí. Gloyma vit at røkja okkara siðaarv í øllum hansara søguliga og samfelagsliga fjølbroytni, so røkja vit heldur ikki okkara samleika sum fólk. Latið ei søguna doyggja Nú skal eg vera tann seinasti til at halda uppá, at føroyska samfelagið stendur á ovastu rók millum heimsins mest framkomnu tjóðir, men hvat hjálpir tað at stríða seg uppá Mont Blanc, um eingin ella uppaftur verri einans kappingarneytar koma at siga frá hendingini? Tá kann søgan koma at síggja eitt sindur øðrvísi og minni virðilig út. Tað einasta, sum er minni virðiligt er, at verða settur uppá tindin av øðrum, uttan at vilja tað – sum onkur útgáva av søguni um viðurkenningini av Merkinum leggur upp til. Hóast føroyingar ikki standa á ovasta rók og heldur ikki eru samdir um, hvussu vit náa tindin, so kann væntast, at leiðin, sum onnur stinga út í kortið, ikki verður so virðilig, sum tann, ið vit vildu fest á blað. Sum fólk mugu vit ikki lata søguna doyggja. Fyri alt í verðini mugu vit ikki lata alla føroyska samleikagransking upp til fólk, sum hava onnur áhugamál enn føroyingar. Tá er vandi fyri, at Merkið verður ein virðisleys ímynd uppá nakað, sum bretar eiga heiðurin fyri at hava viðurkent føroyingum ella nakað, sum føroyingar ikki sjálvir hava stríðst fyri. Ta fyrru tulkingina av flaggsøguni finna vit í enskum søgubókum, tað seinnu finna vit m.a. í donskum søgubókum. Tað føroyska sjónarmiðið uppá søgu okkara fara útlendskir søgufrøðingar ongantíð at geva okkum. Tað noyðast vit at lata okkara egnu søgufrøðingar um at geva okkum.