fríggjadagur 1. mai 2009síða 34
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 83 - 1. mai 2009
lýsingar
Lærarastørv í
Viðareiðis Skúla
Hesi størv verða lýst leys at seta frá 1. august 2009:
• 1 fast fulltíðarstarv
• 1 tíðaravmarkað fulltíðarstarv vegna lækkað tímatal
og avlopstímar
• 1 tíðaravmarkað fulltíðarstarv fyri lærara í
barnsburðarfarloyvi – fram til 18. des. 2009
• Møguliga 1 starv á umleið 6 avlopstímar. Endaliga
tímatalið verður ásett eftir 1. sep.
• 1 stuðul við pedagogiskari ábyrgd 22 tímar um vikuna.
Uppgávan er at virka sum stuðul hjá næmingum við
serligum tørvi.
Tey, ið sett verða skulu:
• undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiði
skúlans
• duga at samstarva
• verða fús at taka á seg tær uppgávur, ið eru í
skúlanum
• vera við til áhaldandi at menna skúlan
Skúlanum tørvar lærarar, ið m.a. kunnu átaka sær
at undirvísa í:
• føroyskum, donskum og enskum
• støddfrøði, náttúru/tøkni og lívfrøði
• kristni og søgu
• handaverki og list
• tónleiki og ítrótti
• flokslærari í 1. fl.
• flokslærari í 6. og 7. fl.
Førleikakrøv
Læraraútbúgving ella samsvarandi førleika í nevndu
lærugreinum.
Ynskiligt er, at umsøkjarar hava starvsroyndir í fólka
skúlanum.
Lønar- og setanartreytir
Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan
so at tey, ið sett verða, eru tænastumannasettir lærarar
frammanundan.
Lærarastørvini verða lønt sambært avtalu millum Føroya
Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið í lønarflokkunum 18.1
– 29.2.
Stuðulsstarvið verður lønt eftir sáttmála millum Føroya
Pedagogfelag og Fíggjarmálastýrið.
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvi, c.v. og møgulig viðmæli
skulu vera skúlaleiðaranum í hendi í seinasta lagi
týsdagin 12. mai kl. 12.00.
Viðareiðis Skúli
Heygavegur 7
FO – 750 Viðareiði
Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til
skúlaleiðaran, Jensebeth Absalonsen, á tlf. 45 11 80 ella
23 10 80.
Í Viðareiðis skúla Viðareiðis skúli hevur komandi skúlaár 55 næmingar
frá 1. – 7. flokk. 7 lærarar og ein stuðul starvast í skúlanum. Tú kanst
lesa meira um okkum á heimasíðuni www.skulin.fo/vid
Viðareiðis Skúli
Heygavegur 7 · FO – 750 Viðareiði
Tlf. 451180 – 588052 · T-postur: vid@skulin.fo
Sálarfrøðingur
Vit søkja eftir sálarfrøðingi til Blákrossheimið
Vilt tú, saman við hinum starvsfólkum okkara,
ganga á odda við at eggja til lívsbroytingar?
Sum sálarfrøðingur á Blákrossheiminum kemur
tú at hava avgerandi ávirkan á viðgerðina,
virka sum bólkaleiðari og hava staksamrøður
við búfólk, avvarandi og ambulantar samrøður.
Fyri rætta umsøkjaran kann talan vera um, at
tú fært ábyrgd av allari viðgerðini. Supervisión
av starvsfólkum er eisini eitt arbeiðsøki.
Viðgerðin á Blákrossheiminum er ein sálar
frøðilig og sosialpædagogisk viðgerð, sum
m.a. byggir á kognitiva broyting, skipað við
bólkaarbeiði og staksamrøðum.
Vit arbeiða støðugt við at menna viðgerðar
tilboð okkara, herundir at arbeiða við eftir
meting og kemur tú at hava ein týðandi leiklut
í hesum.
Vit rokna við at tú:
• ert útbúgvin sálarfrøðingur ella ert við at
verða liðugur við tína útbúgving
• ella hevur tikið psykoterapeut/
familjuterapeut útbúgving eftir aðra longri
ella miðallanga grundútbúgving.
• hevur evni at arbeiða sjálvstøðugt
• ert álitisvekjandi, álítandi og hevur góð
samstarvsevni
• vilt arbeiða samsvarandi Blákross
hugsjónini
Løn/setanartreytir:
Lønin og aðrar setanartreytir verður ásett
smb. sáttmála. millum Fíggjarmálaráðið og av
varandi yrkisfelag.
Setan:
15. august, ella eftir avtalu.
Umsókn:
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Um hetta hevur tín áhuga, send okkum so
eina umsókn, sum skal vera okkum í hendi í
seinasta lagi 1. juni. Umsóknin skal sendast
til:
Blákrossheimið
Att.: Olga Magnussen, leiðari
Lynggøta 12
FO100 Tórshavn
Nærri fæst at vita um starvið við at
venda sær til Olgu Magnussen, leiðara á
Blákrossheiminum á tlf. 315575/585574
ella send ein teldupost til olga@blakross.fo
Blákrossheimið, ið er eitt viðgerðarheim fyri rúsdrekka
og rúsevnismisnýtarar, er stovnsett av Bláa Krossi Føroya
við góðkenning frá Føroya Landsstýri. Á heiminum eru 9,5
ársverk. Pláss er fyri 15 búfólkum.