fríggjadagur 1. mai 2009síða 35
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 83 - 1. mai 2009
35
Ábyrgdarøkið
Ábyrgdin hjá nýggjum leiðara fevnir m.a. um tilbúgving,
fyribyrging, váðameting, málsviðgerð, góðkenning,
eftirlit, vegleiðing, og annars ásetingum, ið eru fevndir
av bruna- og tilbúgvingarlógini. Leiðarin skal hava
fakliga vitan á hesum ábyrgdarøkjum.
Tann, ið settur verður, skal halda stovninum á høgum
vitanarstøði viðv. fyribyrging, brunatrygd, sløkking,
bjarging og tí, ið knýtir seg at hesum.
Fakligur førleiki
Sóknast verður eftir fólki, ið hevur hollan kunnleika,
starvsroyndir og útbúgving innan m.a.
• kommunala og landsfevnandi tilbúgving,
• brunatrygdarligar byggireglur og brunatekniskar
serfyriskipanir um vandamikil evni,
• vanliga og óvanliga byggimálsviðgerð á teim yisku
byggiligu økjunum og,
• skal hesin umframt evna at lata stovnsins vitan koma
myndugleikum, vinnuvirkjum og almenninginum til
kunnleika og gagns.
Dentur verður lagdur á góðar persónligar eginleikar, at
setti persónurin er fyrikomandi, hevur góð samstarvs-
evni, dugir at skipa fyri á arbeiðsøkinum og at taka
sjálvstøðugar avgerðir í minni sum stórum málum.
Setanarviðurskifti
Løn, viðbøtur og setanartreytir annars, verða sambært
sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkis-
felag. Tænastustaðurin er á skrivstovuni í Tórshavn.
Tann, ið settur verður, skal kunna taka við starvinum
tann 1. juli 2009.
Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) verður
at senda til Tilbúgvingarstovn Føroya, Tinghúsvegi
64 Tórshavn, og skal vera skrivstovuni í hendi innan
11. mai 2009. Brævbjálvin eigur at merkjast »Starv
á Brunaumsjón landsins«. Stovnurin skilar sær rætt
til at velja ein umsøkjara til starvið ella at vraka allar
umsóknirnar og at søkja av nýggjum.
Umsóknir, prógv, førleika- og útbúgvingarlýsingar o.a.
verða viðgjørd í trúnaði.
Nærri upplýsningar um starvið kunnu fáast frá Petur
Olsen, deildarstjóra á tel. 35 66 10 ella 21 50 46.
Teldupostur: brl@brl.fo
T i n g h ú s v e g i 6 4 • F O - 1 0 0 T ó r s h a v n • T l F . + 2 9 8 3 5 6 6 1 0 • F a x + 2 9 8 3 5 6 6 1 1 • b r l @ b r l . F O • w w w . b r l . F O
Byggifrøðingur, verkfrøðingur ella arkitektur til Brunaumsjón landsins
Starvið at taka við leiðsluni á Brunaumsjón landsins er leyst at søkja.
Leys størv í
Tórshavnar kommunu
Tórshavnar kommuna
Pedagogur til Dagstovnin á Hamrinum
Søkt verður eftir einum pedagogi til barnagarð, fyri pedagog í barnsburðarfarloyvi,
at arbeiða 37 tímar um vikuna at byrja 8. juni 2009. Farloyvistíðin er fyribils fram til
31. januar 2010.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og
Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum skulu vera hjá
Dagstovninum á Hamrinum, Glyvursvegur, 160 Argir, í seinasta lagi
mánadagin 18. mai 2009.
Nærri fæst at vita
um starvið við at venda sær til Elisabeth Henriksen, stovnsleiðara ella Maibritt
Simonsen, varaleiðara, á telefon 32 20 03 / 22 57 84, ella við at vitja heimasíðu
okkara: www.123hjemmeside.dk/dag-ham
Pedagogur til Býlingshúsið inni á Gøtu
Søkt verður eftir einum pedagogi til vøggustovu at arbeiða 30 tímar um vikuna at
byrja 1. juni 2009 ella eftir nærri avtalu.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og
Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum skulu vera hjá
Býlingshúsinum inni á Gøtu, Ovaragøta 30 B, 188 Hoyvík, í seinasta lagi
mánadagin 18. mai 2009.
Nærri fæst at vita
um starvið við at venda sær til Poulu Ejdesgaard, stovnsleiðara, telefon 31 77 01.