fríggjadagur 1. mai 2009síða 5
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
5
Nr. 83 • 1. mai 2009
umgangur. Men
tað hendir seg, at øll
familjan fer til Havnar at svimja,
og tá skal ofta etast aftaná. Tá
verður tað kortini ikki nøkur dýr
matstova.
Eitt er hvat børnini krevja. Eitt
annað er arbeiðið. Tá Ingi Olsen
fer at keypa klæðir, er tað hampi
lig klæðir, ið egna seg til starvið.
Í bankanum má eg vera
hampiliga klæddur, og tí verður
tað keypt javnt, sum er neyðugt.
Eg kann ikki siga, at eg eri serliga
mótatilvitaður. Men til handbóltin
skal eg hava góðar skógvar og
til summarvenjingina góðar
renniskógvar. Teir vil eg gjarna
gjalda eitt sindur fyri. Men tað
er ikki so farligt við restini av
venjingarklæðunum. Tað
verður ofta bara til t
shirt og shorts.
Tá tað kemur til
tøkniligu íløgurnar,
vil Ingi Olsen ikki siga
seg renna eftir tí nýggjasta og
smartasta. Kortini finnast fleiri
sjónvørp í húsinum. Genturnar
hava eitt og dreingirnir eitt,
og eitt stendur í stovuni. Ein
flatskermur og tvey av gamla
slagnum.
Flatskermarnir eru so nógv
praktiskari. Tá tað skal skiftast
út aftur, verður tað heilt víst flat
skermar, og teir kosta heldur ikki
meir enn vanligu sjónvørpini. Teir
taka einki pláss, og kunnu heingj
ast á veggin.
Fartelefonin er nýggj, men hana
eigur arbeiðsplássið.
Eg seti ikki nøkur serlig krøv
til mína fartelefon. Hon skal bara
vera góð til at arbeiða við. Heima
havi eg eina góða teldu, og eitt
fast internethald, sum umframt
at vera hent, eisini vísir seg at
vera neyðugt, tá mann hevur
skúlabørn. Børnini lata allar upp
gávur inn umvegis internetið, og
konan, sum syngur við kórinum
Sólarmagn, fær sínar sangir
umvegis netið, sum hon so kann
venja heima.
Børnini elska teldur,
men tað er tilvitað, at
tey ikki sleppa at spæla
teldu allan dagin.
Eg brúki nógva tíð til
handbólt, men restina av
tíðini raðfesti eg so høgt
sum gjørligt til børnini.
Gjarna, so eg kann venja
tey á teimum liðum, tey
eru á. Tað er eisini ein
máti at vera saman uppá.
- Til handbóltin skal eg hava góðar skógvar og til summarvenj-
ingina góðar renniskógvar. Teir vil eg gjarna gjalda eitt sindur fyri
- Vit koyra 50-60.000 kilometrar um árið