fríggjadagur 1. mai 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 83 - 1. mai 2009
Dánjal 25 ára starvsdag
Gutti Jacobsen, skipari á Rituni, handar Dánjal Húsgarð blómutyssi í sambandi við 25 ára
starvsdagin
Mynd: Jens Kristian Vang
Í dag, 1. mai, eru liðin 25 ár síðani Dánjal Húsgarð á
fyrsta sinni fór umborð eitt strandferðsluskip at arbeiða.
Hetta var gamla Ternan, sum røkti farleiðina úr Havnini
inn á Skálafjørðin. At byrja við røkti hann starvið sum
slaktari samstundis sum hann sigldi við gomlu Ternu,
men tá hann í 1992 varð biðin um at gerast skipari, bar
ikki longur til at røkja starvið sum slaktari eisini. Tá
gamla Terna seinni varð løgd fór Dánjal Húsgarð umborð
á Rituna, har hann seinnu árini hevur siglt sum
stýrimaður og skipari. Dánjal er annars væl kendur sum
bæði slaktari og ikki minst fimleikari. Meiri verður at
lesa um Dánjal í blaðnum mánadagin.
Ingibjørg
er navnið
Tórshavnar býráð avgjørdi í
gjárkvøldið, at navnið á síðu
gøtuni vestureftir við Karla
magn usarbreyt, skal verða
Ingi bjargargøta.
Gøtunavnanevndin vísir til
Aligastrímu, 6. ørindi:
Karlamagnus Pippingsson
Ingibjargar barnið
bæði gleðir hann úlv og ørn
í blóði hirðir hann jarnið
Ingibjørg er sostatt móðir
Karlamagnus, og tískil eitt
sera hóskandi navn. At gøt an
fekk nýtt navn merkir, at
nýtast kann vanlig vinstra og
høgra tal merking.
Býráðið samtykti einmælt
tilmælið.
Landsverk, Tinghúsvegur 5,
Postsmoga 78, 110 Tórshavn
Tel. 340 800, Faks 340 801,
lv@lv.fo, www.landsverk.fo
Kilowatt, Krónur og Koltvísúrni
Landsstýriskvinnan í innlendismálum
hevur tikið stig til at seta tiltøk í verk til
tess at minka um orkunýtslu í almennum
bygningum og harvið eisini at minka um
CO2-útlátið.
Landsverk er tí farið undir at kanna al-
mennar bygningar og at skráseta møgu-
leikarnar at minka um orku nýtsluna.
Síðani verður farið undir at fremja ítøkilig
orkusparandi tiltøk, sum kunnu vera alt
frá at skifta og broyta bygningslutir til at
broyta nýtsluatburð.
Í hesum sambandi skipar Landsverk fyri
ráðstevnu við heitinum Kilowatt, Krónur
og Koltvísúrni , sum fer at snúgva seg um
orkusparing í húsum og bygningum.
Ráðstevnan verður í Norður landa húsi
num 20. mai kl. 09.00
Ráðstevnan vendir sær til ráðgevarar,
byggimeistarar, stovnsleiðarar, hús a-
vørðar og byggimyndugleikar. Á ráð-
stevn uni verður møguleiki at fáa innlit í
hugsanir og vitan hjá serfrøðingum.
Skrá fyri dagin
Kl. 09:00
Skráseting og morgunkaffi
Kl. 09.30
Ráðstevnan verður sett av
Anniku Olsen,
landsstýriskvinnu í
innlendismálum.
Kl. 09.45
Bygging og orkunýtsla í
Føroyum. Ole Jensen,
arkitektur, Landsverk
Kl. 10.15
Varandi orka
Jarðfeingi
Kl. 10.45
Steðgur
Kl. 11.00
Orkusparandi tiltøk í
verandi bygningum. Kim
Wittchen, senior forsker,
Statens Bygge forsknings-
institut – Energi og miljø
Kl. 11.45
Matarsteðgur
Kl. 13.00
Avleiðingar av
orkusparandi tiltøkum.
Anna Pia Koch, senior
konsulent, Tekno logisk
Institut – fugt og inde klima.
Kl. 13:45
Steðgur
Kl. 14.00
Orkusparing og/ella
byggilist. Mikael Koch,
arkitektur, Danske Arkitekter,
ráðgevi innan burðardygga
bygging,
Kl. 14.45
Samandráttur – kjak
Ráðstevnan endar umleið kl. 15.30. Fyrilit
verða tikin fyri broytingum í skránni.
Kostnaður og tilmelding
Tilmelding til ráðstevnuna fer fram við at
senda ein teldupost til ligr@lv.fo ella við at
ringja á tlf. 540 806.
Luttakaragjald er 800 kr. og verður at
flyta á konto 128 2206 í Eik banka.
Viðmerkið ”Orkuráðstevna”.
Freistin at tekna seg er 18. mai 2009,
kl. 12.00. Eru spurningar til ráðstevnuna,
ber til at venda sær til:
Ole Jensen á 540 875 ella olej@lv.fo
Ráðstevna
Ráðstevna um orkusparing í húsum og bygningum
Landsverk er stovnur undir Innlendismálaráðnum og hevur um hendi vega- og havnamyndugleika-
uppgávur og byggiharrauppgávur. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur
landsvegir, havnir, bygningar og flogvøllir, herundir tyrlupallar.
Landsverk, Tinghúsvegur 5,
Postsmoga 78, 110 Tórshavn
Tel. 340 800, Faks 340 801,
lv@lv.fo, www.landsverk.fo
Vegur gjøgnum Leirvíkar bygd
Arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um:
· gerð av landsvegi gjøgnum Leirvíkar
bygd, ca. 1640 m
· tvær rundkoyringar við tilhoyrandi
íbindingum
· íbindingar oman á Kráatanga
· tvær brýr
· grótkast / laðing
· dýping av bátahyli
· leiðingar o.a.
Høvuðsarbeiðið skal vera liðugt í
seinasta lagi 1. desember 2010.
Lisitatiónin verður hjá Landsverki,
Ting húsvegur 5, FO-110 Tórshavn
hósdagin 4. juni 2009, kl. 14.00.
Ástaðarfundur týsdagin
19 mai 2009. , kl. 10.00.
Møtt verður við kirkjuna í Leirvík
Útbjóðingartilfarið verður bert útflýggjað
digitalt og kann bíleggjast frá týs deg-
num 5. mai 2009, við at venda sær til:
Landsverk
Tinghúsvegur 5
Postsmoga 78
FO-110 Tórshavn
Tel. 340 800
lv@lv.fo
Útbjóðingartilfarið verður útflýggjað
móti einum veðhaldi til støddar
kr. 5.000, ið verður at flyta á
konto nr. 134.228.4 í Eik.
Veðhaldið verður afturgoldið, um
útbjóðingartilfarið er aftursent óskalað
í seinasta lagi eina viku eftir lisitatiónina,
t.e. 9. juni 2009.
ÚTBJÓÐING
Við hesum verður arbeiðið viðv. veg gjøgnum Leirvíkar bygd boðið út
í almennari lisitatión.
Landsverk er stovnur undir Innlendismálaráðnum og hevur um hendi vega- og havnamyndugleika-
uppgávur og byggiharrauppgávur. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur
landsvegir, havnir, bygningar og flogvøllir, herundir tyrlupallar.