fríggjadagur 1. mai 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 83 • 1. mai 2009
Vikuskifti
6
Tær sparka konsekvent allar
aðrar av metsølulistunum, fáa
lesarar kring allan heim at halda
ondini í spenningi og gera sínar
skaparar til heimsstjørnur. Kortini
tvíhalda bókamentafólk um, at
krimisøgur sjáldan eru verdar at
brúka tíð uppá. Røttum skaldskapi
kunnu tær í øllum førum ikki
bólkast saman við, verður oftast
sagt.
Tí kann tað undra, at tað
herfyri eydnaðist danska krimi
serfrøðinginum Peter Kirke gaard
at smugla eitt heilt skeið í
krimi bókmentum inn á Føroya
málsdeildina á Fróð skapar
setrinum.
Peter Kirkegaard smílist eitt
sindur loyndarfullur
– Tað hongur saman við, at tað
er eydnast summum høvundum
at smugla góðan skaldskap
inn í krimibókmentir. Á hesum
skeiðnum havi eg millum annað
víst á svenska høvundan Arne
Dahl sum eitt frálíkt dømi um,
at at tað bæði innihaldsliga
og málsliga ber væl til at lyfta
krimibókmentir upp á eitt
skaldsligt støði, sum stendur mát,
sigur krimiserfrøðingurin.
Samseki krimilesarin
Peter Kirkegaard er tó skjótur at
viðganga, at tað finnast ótrúliga
nógvar vánaligar krimibøkur, og
at hesar í stóran mun hava sett
alla krimisjangruna í bás sum
lættisoppalesnað.
– Flestu krimibøkur eru stutt
sagt ov illa skrivaðar. Tær
breggja sær av at endurspegla
veruleikan, bara við at nevna
hann, men uttan at koma við
nýggjum vinklum á evnini, tær
viðgera. Víst kennir lesarin seg
aftur í trupulleikunum, men tá
gátan er loyst, er alt við tað sama
aftur, og søgan er gloymd, sigur
Kirkegaard, sum hinvegin heldur
tað vera lætt at skilja, hví fólk eru
so hugtikin av hesum søgunum
eina lítla løtu í hvussu er.
– Tað er jú ein vakur tanki,
at beint sum stóra vanlukkan
hótt ir, kemur ein detektivur, ein
journalistur ella politiið eftir
øll um tí ónda og syrgir fyri at
rudda upp. So kunnu vit øll kenna
okkum minni einsamøll eina løtu
og droyma søtt um, at rættvísið
tíbetur sigraði. Sjálvt um onki í
veruleikanum hevur flutt seg ein
tumma.
At lesarin kortini er so skjótur
at tríva í næstu krimibók, krevur
allíkavæl eina forkláring, sum
stingur eitt sindur djúpri, heldur
Peter Kirkegaard. Sambært hon
um mugu krimilesarar sigast at
vera eitt slag av masochistum,
sum finna fragd í at lata seg pína,
fyri síðani at njóta sæla nøgd
semið, tá stóra grøðingin kemur.
Eina góða krimi at
Krimilesarar elska
at verða píndir
fyri síðani at njóta
sælu grøðingina,
tá rithøvundurin
fær alt í rættlag
aftur, sigur krimi
ser frøð ingurin
Peter Kirkegaard,
sum herfyri
smuglaði svarta
lambið í
bókmentum inn á
Fróðskaparsetrið
Bókmentir
Anna V.
Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Tað má sigast at vera eitt
kvetti, at tað er eydnast einum
krimihøvunda sum Arne Dahl
at smugla góðan skaldskap
inn í krimibókmentirnar, sum
annars ikki hava serliga
gott orð á sær, heldur danski
krimiserfrøðingurin, Peter
Kirkegaard
Mynd: Jens Kristian Vang