Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-04, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. mai 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 84 - 4. mai 2009 Hóast vit í ár skriva 2009, tey flestu í Føroyum hava tað gott og allir arbeiðar­ ar fríggja­dagin fingu lønar­hækkan, so meta arbeiðarar­nir, at tað framvegis er tørvur á at halda hátíðarhalda 1. mai, tí arbeiðarin í Føroyum verður ov lítið virdur 1. mai Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Myndir: Jens K. Vang Fríggjadagin var 1. mai. Sum á hvørjum árið, varð hetta hátíðarhildið á Vagl­inum í Havn, har ymiskir røðarar greiddu frá viður­skiftunum hjá arbeið­ar­unum. Somu­ leiðis váttaði Hans Joensen, at arbeiðs­gevarafeløgini og arbeið­ara­feløgini hava hildið fund, har tosað var um at útseta lønarhækk­anina, sum allir arbeiðarar fingu fríggjadagin. – Vit vóru á fundi við arbeiðsgevarafeløgini, har vit tosaðu um at strika lønarhækkingarnar, men hetta kundu vit sjálvandi ikki ganga við til, og tað vita arbeiðsgevarafeløgini væl, og tey plaga ikki at fara frá einum sáttmála, segði Hans Joensen, for­ maður í Havnar Arbeið­arar­ felag, við Rás2 fríggja­ dagin. Somuleiðis staðfesti hann, at tørvur altíð er á lønar­ hækking til tey lægstløntu. – Lønirnar hjá okkum mugu hækka, tí prísirnir vaksa óansæð, segði Hans Joensen fríggjadagin. Somuleiðis ber Hans Joensen banga fyri, at kreppan, øll tosa um, kann raka tey lægstløntu hart. Hesum tekur Petur Skeel Skarðsá, arbeiðari, undir við, og tað bar hann fram í síni røðu fríggjadagin. Kreppan rakar arbeiðaran – Tá ið tað sansar at fíggj­ arliga, tí bankar, ráðgevar av ymiskum slagi og vinnu­ lívsfólk ikki hava duga sær hógv, verður ofta fyrst lagt eftir teimum, sum eru niðast á lønarstiganum – nevniliga okkum verka­fólki. Tað eru vit, sum fyrst verða koyrd til hús, tá bylgjurnar bróta, tó at tað eru vit, sum kosta arbeiðs­gevarum minst. – Onnur starvsfólk, sum sita longri uppi á løn­ar­ talvuni, hava uppi í fleiri mánaðir uppsagnartíð, og soleiðis merkja arbeiðs­ gevarar ikki so skjótt spar­ ingar, tá hesi verða søgd úr starvi, sum tá ið vit fáa sekkin, segði Petur Skeel Skarðsá millum annað. Hann legði tó afturat, at tey sjálvandi ikki gleðast um uppsagnir hjá øðrum, men hann harmast, at tað altíð eru verkafólkini, ið fyrst verða rakt. Vantandi virðing – Nú fólk verða søgd úr starvi kring um landið, freistast tú at spyrja, hvar virðingin fyri okkum og okkara førleikum er? Sam­ felda svarið, sum man liggja mongum verkafólki á munni, man vera, at hon er sum Harra Guð veit, segði Petur Skeel Skarðsá eisini. Hetta sást á onkran hátt eisini á fólkamongdini, sum var komin saman á Vagli­ num. Nakrir fáir politikarar, umboð fyri fjølmiðlar og onkur afturat. Meira var ikki, men hugsast kann, at tað hava verið nøkur, sum hava lurtað eftir haldinum í útvarpinum hjá Kring­ varpinum. Arbeiðaradagur framvegis neyðugur Jóhan Carl Dam, nevndarlimur í Havnar Arbeiðsmannafelag, fanst harðliga at politisku skipanini Nakrir fáir politikarar vóru møttir at hátíðarhalda arbeiðaradagin Snorri Fjalsbak, stjóri á lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum, Hans Joensen, formaður í Havnar arbeiðsmannafelag, og Petur Skeel Skarðsá, arbeiðsmaður, søgdu allir nøkur orð Ónøgd við Sarkozy Næstan tveir triðingar av teimum fronsku veljarunum siga seg vera vónsvikin av tí, sum forsetin, Nicolas Sarkozy, hevur avrikað, síðani hann bleiv valdur í embætið fyri tveimum árum síðani. Tað vísir ein nýggj meiningakanning. Har sæst, at 64 prosent av teimum spurdu eru ónøgd við forsetan og arbeiði hansara, 24 prosent siga seg vera nøgd, og 11 prosent hava onga meining um spurningin. Blaðið Metro, sum hevur gjørt kanningina, Sarkozy hevur á leið somu undirtøku í fólkinum, sum undanmaður hansara, Jacques Chirac, hevði, tá hann hevði sitið tvey ár í forsetaembætinum. Óvissa um Boston Globe Boston Globe, sum er tað 17. størsta dagblaðið í USA, siglir í sera tungum sjógvi, eftir at samráðingar um at tryggja framtíð blaðsins, slitnaðu um vikuskiftið. Við samráðingarborðið sótu umboð fyri eigararnar og umboð fyri starvsfólkini, men tey kundu ikki finna eina semju, sum kundi tryggja, at blaðið kann halda fram. New York Times, sum eigur Boston Globe, hevur lagt trýst á starvsfólkini fyri at fáa tey at góðtaka broytingar, sum kunnu tryggja tilveru blaðsins, men higartil uttan úrslit. Leiðslan í New York Times kunngjørdi í gjár, at fæst ikki semja alt fyri eitt, kemur Boston Globe ikki útaftur. Tað eru 137 ár, síðani Boston Globe kom út á fyrsta sinni.