Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-04, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. mai 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 84 - 4. mai 2009 - Skal nakað álit verða ímillum Javn­ aðarflokkurin og fakfelagsrørsluna, má flokkurin leita aftur til røturnar og fáast á beina kós, segði Ingeborg Vinther á fyrsta mai­dags­haldi hjá Javnaðarflokkinum í Suðuroy Fyrsti mai Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Tað er onki samband ímillum Javnaðarflokkin og arbeiðararørsluna longur. Tað staðfesti Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, í fyrsta maidagsrøðu á Tvøroyri fríggjakvøldið. Javnaðarflokkurin skipaði fyri haldinum og hevði bjóðað Ingeborg Vinther at halda eina kveikjandi røðu, sum tey málbóru seg. Men var røðan hjá Inge­ borg Vinther kveikj­andi, var hon í øllum førum eisini rættiliga atfinningar­som ímóti Javnaðar­flokkinum. Hon staðfesti, at síðani Javnaðarflokkurin var stovnaður, hevur hann verið kallaður ein arbeiðara­ flokkur og í eitt langt áramál var tætt samband ímillum Javnaðarflokkin og fakfelagsrørsluna. - Flokkurin var einasta politiska verjan fyri sátt­ málatryggjaðum rættindum hjá løntakarunum og hjá teimum eldru, sjúku og veiku. - Men so hevur ikki verið tey seinastu árini og nú verða sparingar og skerj­ ingar gjørdar, sum raka tey hart. - Tað er ringt hjá okkum at fáa eyga á nakran Javnaðarpolitikk og fak­ felagsrørslan fær ikki eitt tað einasta uppskot um arbeiðsmarknaðarmál til hoyringar longur, tí alt verður bara skundað ígjøgnum Løgtingið. - Flokkurin er farin langt av kós og javnaðar­hug­sjón­ ina síggja vit ikki í polit­ikk­ inum, ið verður førdur, staðfesti forkvinnan í Før­ oya Arbeiðarafelag. Aftur á beina kós Ingeborg Vinther helt fyri, at skal Javnaðarflokkurin aftur bera heitið ein arbeiðaraflokkur, má stýrast aftur á beint. - Skal nakað álit verða ímillum flokkin og verka­ fólk og fakfelags­rørsluna, má leitast aftur til røturnar fyri aftur at koma á rætta kós. Hon helt eisini, at tað nyttar lítið altíð at umbera seg við, at tað ber ikki til at føra javnaðarpolitikk, tá ið flokkurin er í samgongu. Hon staðfesti, at í dag eiga verkafólk og fakfelags­ rørslan ongan góðan í føroyskum politikki. Hon staðfesti eisini, at borgarligur politikkur hevur ongantíð verið arbeiðara­ politikkur og verður tað ongantíð. - Tað eigur at verða tætt samstarv ímillum fakfeløg og ein arbeiðaraflokk og sjálvandi eigur samskifti at vera ímillum fakfeløgini og flokkin um tey ymsu arbeiðsmarknaðarmálini, segði Ingeborg Vinther. Bíðar eftir kreppuloysnum Hon sipaði eisini til bú­­ skaparkreppuna, sum herjar og sóknaðist eftir einum boði upp á, hvussu vit loysa trupulleikarnar, sum krepp­- an elvir til. - Einasta kreppuloysn, vit hava hoyrt um, er at verka­ fólkið skuldi frásiga sær lønarhækkingina, tey høvdu rætt til at fáa fyrsta mai, sum um tað hevði loyst nakra kreppu. Men forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag staðfesti, at har eru fakfeløgini ikki at vika, tí tey skulu hava ta lønarhækking, tey hava rætt til eftir sáttmálanum. Hon vísti á, at prísirnir eru nógv hækkaðir og tað loysir onga kreppu at strika lønarhækkingar ella at fara niður í løn. - Tað bara útsetir pínuna hjá kreppuraktum fyritøk­ um, tí minkar eftir­spurn­ ingurin eftir eini vøru, nytt­ ar lítið at lækka lønirnar. Hon vísir eisini á, at tað ið tað gongst einum virki væl, fer lønin ikki upp, tí tá verður at kalla alt útgoldið eigarunum í vinningsbýti ístaðin fyri at seta av til at standa ímóti við. Ingeborg Vinther mist Javnaðarflokkin burtur - Tað nyttar lítið altíð at umbera seg við, at tað ber ikki til at føra javnaðarpolitikk, tá ið flokkurin er í samgongu. Skal nakað álit verða ímillum Javnaðarflokkin og verkafólk og fakfelagsrørsluna, má leitast aftur til røturnar fyri aftur at koma á rætta kós, segði Ingeborg Vinther í atfijnningarsamari fyrsta maidagsrøðu hjá Javnaðarflokkinum fríggjakvøldið Javnaðarfólk fingu av grovfílini frá forkvinnuni frá forkvinnuni í Føroya Arbeiðarafelag Sosialurin í morgin: Verja tey góðu virðini í samfelagnum Í blaðnum í morgin tríva vit aftur í aftur fyrsta maidagshaldið á Tvøroyri, sum Javnaðarflokkurin skipaði fyri og har heilt nógv fólk varð komið saman at lurta eftir røðum og at hoyra tónleik Í røðu síni segði Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins og lands­stýrismaður í fíggjarmálum, at avbjóð­ingin í dag er at verja tey góðu virðini í samfelagnum og har Bergur Dam, sum hevur verið næstformaður í Javnaðar­flokkinum í eitt áramál, staðfesti, at á okkara døgum snýr stættarstríðið seg um at bjarga sjálvari mannaættina. Kann raka Afrika meint Tað kann fáa sera óhepnar avleiðingar, um tað skuldi hent, at virusini HIV og Influensa A (svínakrímið) verða blandað saman. Serfrøðingar hjá Heimsheilsu­stovninum siga, at fólk, sum eru HIV-smittað, eru í serliga stórum vanda fyri at fáa Influensa A, um tey koma í samband við ta sjúkuna. WHO ásannar, at vandin fyri einari samanrenning millum Influ­ ensa A (svínakrímið) og HIV er størstur í Afrika, og stovnur­ in mælir tí øllum myndugleikum til at skipa so fyri, at fólk har fáa alla neyðuga hjálp, skuldi tað hent, at Influensa 1 verður staðfest har. Einasti uggin er, enn enn er eingin tilburður av Influensa 1 staðfestur í Afrika, sigur WHO. Taliban avrættar embætismenn Taliban-rørslan har norðuri í Pakistan hevur avrættað tveir embætismenn hjá pakistonsku stjórnini, sum vórðu tiknir og burturfluttir leygardagin. Ein talsmaður fyri Taliban sigur, at teir báðir embætismenninir vórðu hálshøgdir, og at teir máttu bøta við lívinum fyri tveir Taliban.-leiðarar, sum fullu í bardaga við stjórnarherin í síðstu viku. Pakistanska blaðið Dawn skrivar, at avgerðin hjá Taliban at avrætta embætismenninar vísir, hvussu svikalig friðaravtalan millum stjórnina og Taliban-rørsluna í landspartinum Swat er. USA og demokratiskar kreftir í sjálvum Pakistan hava funnist at stjórnini fyri at gera avtalur við Taliban.