Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-04, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. mai 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 84 - 4. mai 2009 Avstralia útsetir veðurlóg Altjóða búskaparkreppan fær nú ávirkan á tilgongdina til at avmarka broytingarnar í veðurlagnum. Avstralska stjórnin hevði ætlanir um at seta eina nýggja veðurlagslóg í gildi næsta ár, men um vikuskiftið kunngjørdi stjórnin, at lógin er útsett fyribils í eitt ár. Samstundis ætlar stjórnin at veita teimum størstu CO2-dálkarunum stuðul, sum teir kunnu laga seg til tær komandi broytingarnar. Kevin Rudd, forsætisráðharri, sigur, at sjálvt um veðurlagslógin er útsett, fer Avstralia at halda fast um málið, sum er at skarva 15 prosent av CO2-útlátinum innan 2020. Hann legði afturat, at Avstralia er sinnað at fara upp á 25 prosent, um hioni londini gera tað sama. Heimspressan er ymisk á máli við­ víkjandi H1N1-bein­ kríminum. »Kreppan er av« skrivar NRK. BBC skrivar, at »Svínakrím breiðir seg um USA«, og heims­heilsustovnurin WHO ávarar móti líkasælu H1N1-Beinkrím Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Heimspressan er í morgun ósamd um hvønn veg tað ber við nýggja kríminum, H1N1-beinkrím. Í morgun slær norska kring­varpið NRK stórt upp, at »Kreppan er av«. Tey skriva, at afturlatingin av fyri­tøkum í Meksiko Býi mest líkt verður tikin aftur mikudagin, og siterar for­set­ an í Meksiko, Felipe Cald­er­ ón, fyri at siga, at landið hev­ ur tamarhald á farsótt­ini. - Vit eru í støðu til at vinna á H1N1-virusinum, segði Felipe Calderón í eini samrøðu, ið varð varpað út í út- og sjónvarpi, skrivar NRK. Víðari skrivar NRK, at heilsumálaráðharrin José Angel Córdova upplýsir, at afturlatingin av fyritøkum helst verður tikin aftur miku­ dag, um hóttanin frá virus­in­ um heldur áfram at minka. Hetta er galdandi fyri mat­ støð, barrir, klubbar, films­ hallir, leikhús og venj­ing­ar­ miðstøðir, ið vórðu biði­n um at lata aftur 28. apríl. BBC ósamd Meðan NRK skrivar at út­brotið av H1N1-bein­krím­ in­um er við at vera av, skriv­ ar bretska kringvarpið BBC, at farsóttin breiðir seg um USA. - Heili 226 tilburðir av H1N1-beinkrími eru stað­ festir í 30 ymiskum statum í USA, og fleiri tilburðir eru í væntu, siga am­er­ik­ ansk­ir heilsumyndug­leikar, sam­bært BBC. Víðari skrivar BBC, at talið av staðfestum til­burð­ um í USA er økt frá 160 til 226, men at myndugleikarnir siga hetta vera orsakað av at kanningarúrslitini koma inn nú, heldur enn at tað eru fleiri tilburðir. Hinvegin skrivar BBC, at ein ser­frøð­ ingur frá amerikanska sjúku- og fyribyrgingar­ stovn­inum CDC sigur vir­us­ ið verða rímiliga útbreitt. - Í roynd og veru sirkul­ erar virusið kring alt USA í løtuni. Men tað merkir ikki at øll eru smittað, men inn­an smáu samfeløgini, siterar BBC Dr. Anne Schuchat frá CDC fyri at siga. WHO ávarar móti líkasælu Heimsheilsustovnurin WHO ávarar móti at lond lækka tilbúgvingarstigið í samband við útbrotið av H1N1-beinkríminum. Omanfyri 900 tilburðir eru staðfestir í fimm heims­ pørtum, sigur WHO, og myndugleikar mugu vera á varðhaldi. Virus vaksa og minka í virkni, sigur WHO, og leggur afturat at tað er alt ov tíðliga at siga um út­brot­ ið hevur toppa í Meksiko, har tað eftir øllum at døma breyt út. Henda ávaringin er komin eftir at meksikanskir mynd­ ug­leikar um vikuskiftið søgdu, at tilburðirnir av vir­ us­inum sóu út til at vera mink­andi. Talsmaður hjá WHO, Gregory Hartl, sigur, at tað er ein stórur møguleiki fyri at virusið kemur aftur, ser­ liga tá vit nærkast kaldari tíðum. Hann leggur afturat, at kanska hevur virknið toppa fyri hesaferð, men at tað ikki merkir at vandin er av. Ósamd um gongdina við H1N1-beinkríminum 985 tilburðir skrásettir 20 lond hava alment boðað frá tilsamans 985 tilburðum av H1N1-beinkrími kring heimin H1N1-beinkrím Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Meksiko hevur boðað frá 590 royndar­stovu­skrá­sett­ um tilburðum millum menn­iskju, harímillum 25 deyðsføll. Høga talið av deyðum úr Meksiko er orsakað av fram­hald­ andi kanningum av áður tiknum royndum. USA hevur skrásett 226 tilburðir við roynd­ um á royndarstovum, har­ ímillum eitt deyðsfall – ein tvey ára gomul meksikansk smágenta. Hesi londini hava skrásett tilburðir, ið eru staðfestir á royndar­stov­ um, uttan nakran deyða. – Bretland (15), Danmark (1), El Salvador (2), Eyst­ urríki (1), Frakland (2), Hong Kong (1), Italia (1), Írland (1), Ísrael (3), Kanada (85), Kolumbia (1), Kosta Rika (1), Niður­lond (1), Ný Sæ­land (4), Spania (40), Sveis (1), Suðurkorea (1) og Týskland (8). Eini hyggjuráð frá heimsheilsustovninum til fólk, ið ætla sær at ferð­ast, eru at útseta ferð­ ina, um tey kenna seg illa fyri ella sjúk, og fyri fólk, ið hava fingið sjúku­ tekin eftir altjóða ferðir um at leita sær læknahjálp sambært lokalum veg­ leið­ingum. WHO mælir framvegis frá at seta í verk ferða­ bann til ávís støð ella at lata landamørk aftur. Heimspressan er ymisk á máli um gongdina við nýggja H1N1-beinkríminum. Norska kringvarpið skjýtur útbrotið niður, meðan bretska kringvarpið ávarar um at tað hevur breitt seg um flestu statirnar í USA