mánadagur 4. mai 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 84 - 4. mai 2009
Skjálvti í Guatemala
Enn er einki frætt um, at nakar stórvegis skaði hendi, tá
ein jarðskjálvti var í miðamerikanska landinum Guate
mala í gjár. Amerikanski jarðfrøðistovnurin sigur, at
skjálvctin var 6,1 á Richter-stiganum. Sambært amerik
anska jarðfrøðistovninum var jarðskjálvtin í einum øki
nærhendis býnum Santiago Atitlan, sum er 68 kilometrar
frá høvuðsstaðnum Guatemala City Í grannalandinum.
Fólk í grannalandinum El Salvador siga, at tey kendu
skjálvtan, men heldur ikki haðani er frætt um nakran
skaða, skrivar Reuters.
Fríggjadagin 1. mai
hevði Dánjal Húsgarð
25 ára starvsdag hjá
Strandferðsluni. Vit
prenta her eina sam
røðu, sum Vilmund
Jacobsen, blaðmaður
á Sosialinum, hevði
við Dánjal fyri einum
góðum ári síðani
Hann er lágur á vøkstri,
men fimur og sterkur. Árini
eru vorðin 67, men aldurin
hjá honum er bara eitt tal.
Uppvøkstur og barnaskúli
vóru í Hoyvíkini, og lívsins
skúli byrjaði umborð á
snelluskipinum Hoyvík við
Virgari Frýdal á Velbastað
sum skipara. Teir fiskaðu í
Grønlandi og løgdu veiðina
upp í Føroyingahavnini.
Maðurin er Dánjal Hús
garð, sum nú í mong ár hev
ur siglt fyri Strandfaraskip
Landsins - og seinastu árini
sum stýrimaður og avloysari
sum skipari við Rituni.
Starvið ein dreymur
Dánjal var sera virkin í ung
dómsárum. Hann hevur
verið virkin í øllum sínum
arbeiðslívi, og nú hann
stundar móti pensjónsaldri
er einki, sum bendir á, at
hann ætlar sær at helma í.
- Mær dámar hetta arbeiði
sera væl. Manningin er frá
lík og ferðafólkini um fjørð
in tað sama. Hetta er ein
dreymur. Nú árini leggjast
til, er treytin fyri framhaldi,
at eg kann halda fram at
sigla sum stýrimaður við
Rituni – og ikki sum skipari.
Mær dámar at tosa við fólk,
og tá tú sum stýrimaður
heintar fyri ferðaseðilin,
kemur mangt áhugavert
prát í lag.
Vanliga eru tríggir mans á
hvørji vakt, skipari, stýri
maður og maskinmaður.
Manningin er eina viku um
borð og eina viku í landi.
- Vaktirnar eru langar. Tú
møtir á bryggjuni klokkan
06.30 og ert ikki leysur av
skipinum aftur fyrr enn um
23-tíðina. Samlaða tíma
talið gjøgnum eina viku er
96. Onkur løta er tó til
hvíldar mitt á degi.
Fimleikur fylti nógv
Longu áðrenn Dánjal fór
fyrsta túrin til skips við
Hoyvík sum 22 ára gamal á
sumri í 1963, hevði hann
lært til pylsumakara í Smær
uni, tikið prógv sum fim
leikaralærari í Danmark –
og verið á slaktaraskúla í
Svøríki, har hann eisini
hevði arbeitt eitt skifti sum
sveinur.
Eg fekk stóran áhuga fyri
fimleiki, tá eg fór úr Hoy
víkar skúla og í millumskúla
– ja, eg vil siga, at tað var
næstan bara fimleikurin,
sum hevði mín áhuga. Aðr
ar lærugreinir søgdu mær
minni, fyri ikki at siga lítið
og einki.
Eins og Dánjal gjøgnum
lívið hevur havt stóra gleði
av sínum førleika í fimleiki,
kom eisini lærdómurin sum
slaktari honum til góðar, tá
hann seinni fór undir egið
sláturvirki, sum hann hevði
í nøkur ár.
Í heili 13 ár – frá 1. januar
í 1980 – hevði Dánjal eitt
sonevnt old-boys lið í fim
leiki undir Havnar Fimleik
arafelag. Á mannamunni
varð liðið vanliga rópt
”stjóraholdið hjá Dánjali í
Hoyvík”, og tann eina vetur
in var luttakaratalið oman
fyri sjeyti. Nógvir av luttak
arunum kundu verið nevnd
ir, tí flestir vóru teir kendir,
og millum hesar var eitt nú
Eiler Jacobsen, fyrrverandi
skipari og reiðari.
- Vit høvdu framsýning á
hvørjum ári, og okkurt árið
vóru fleiri enn fimmti fim
leikarar við til framsýning
ina, sigur Dánjal.
Við Fiskanes
á saltfisk
Vit venda nú aftur til tíðina
í 1963, tá Dánjal sum 22
ára gamal hevur verið sín
fyrsta túr við Hoyvík, sum
vit nevndu í áðni.
- Eg kom aftur um heystið
og steðgaði stutt heima. Tá
fór eg við trolaranum Fiska
nesi við Pola Johannesen
sum skipara og Dánjali
Paula á Hvítanesi sum
fyrsta stýrimanni. Vit fóru
til Vesturgrønlands á salt
fisk, og hesir túrar vardu
vanliga einar 3-4 mánaðir.
Dánjal var við Fiskanesi,
til skipið varð selt í 1965.
- Nú var eg so smátt farin
at hugsa um skiparaskúla,
men áðrenn eg fór í skúla í
1967, var eg fyrst ein túr
við Vágbingi og síðan sum
kokkur við Austerlits við
Bartali á Strondum sum
skipara, sigur hann.
Livdi sum greivi
Eftir at hava tikið skipara
prógv í 1968 – og enntá við
virðisløn, var hann aftur
vorðin skúlatroyttur og fór
nú niður til Danmarkar at
sigla við einum gomlum
coust’ara
úr
Svendborg,
bygdur í 1938. Tá hann hevði
siglt í eina tíð við hesum
skipi, kom hann heimaftur
og fór á stýrimansskúla.
- Eg fekk stýrimansprógv
í 1972, og tá tímdi eg ikki
at ganga meira í skúla, sigur
Dánjal.
Í eini trý ár sigldi hann
nú úti sum stýrimaður og
skipari við stórum super
tangabátum, ið sigldu um
allan knøttin.
- Meðan eg sigldi undir
liberiskum flaggi, hevði eg
íbúð í San Fransisco. Eg var
ógiftur, og tað var ein skatta
fyrimunur at hava bústaðin
burturi. Hesi árini livdi eg
sum ein greivi, sigur hann.
Viðgerð fyri magasár
Í endanum av hesi sigling
merkti hann, at okkurt var
galið við maganum, og tað
vísti seg, at Dánjal tá gekk
við magasári.
- Eg vildi ikki viðgerast
har yviri, og tyrla fleyg meg
til Los Angeles, haðani eg
kom við flogfari heim til Dan
markar. Eg kom á Hvidovre
Sjúkrahús, har eg varð við
gjørdur og gjørdist frískur.
Eitt skifti var hann við
einum sonevndum skelja
súgvara úr Frederikssund í
Danmark. Hetta var ein lítil
og gamal bátur. Teir veiddu
skeljar til høsnafóður.
Í 1978 var Dánjal eisini
við einum lítlum donskum
tangabáti, sum sigldi mill
um grønlendskar havnir.
Hevði egið sláturvirki
Í 1979 kom Dánjal heim aft
ur til Føroya og byrjaði at
arbeiða hjá Føroya Keyps
samtøku.
- Men her var eg bara í eitt
hálvt ár ella so. Nú hevði eg
hug at byrja fyri meg sjálvan
sum slaktari. Fyrst fekk eg
mær hølir í kjallaranum hjá
pápa mínum, men tá eg nøk
ur ár seinni giftist og bygdi
míni egnu hús, innrættaði eg
meg í kjallaranum hjá mær
sjálvum.
Um heystarnar fletti Dánj
al seyð fyri fólk, og tá tann
tíðin var av, keypti hann
neyt til sláturs, umframt at
hann drap og skar sundur
neyt fyri bøndur.
Fór við
strandfaraskipi
- Um summarið lá sláturvirk
semið stilt, og tað var tíðliga
á sumri fyri 24 árum síðan,
at eg fyrstu ferð fór umborð
á gomlu Ternu í sigling um
Vestmannasund. Tá eg í
1992 varð biðin um at føra
gomlu Ternu í regluligari
sigling millum Skálafjørðin
og Havnina, kundi eg ikki
bæði røkja sláturvirksemið
og starvið hjá Strandfara
skipum Landsins.
Um hetta mundið gavst
Dánjal við sláturvirksemin
um.
- Tá gamla Terna seinni
varð løgd, og eg fekk kjans
við Rituni um Nólsoyarfjørð,
tók eg eina avgerð, sum eg
øll árini síðan havi verið
sera fegin um, sigur Dánjal
Húsgarð, ið veit um hópin
av søgum at siga, sum rúm
ikki er fyri á hesum sinni.
Fimleikari,
slaktari
og skipari