mánadagur 4. mai 2009síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12 tíðindi
Nr. 84 - 4. mai 2009
Lena L. Mohr, stjóri
í Sansir, sigur, at ein
framsýning sum ESE
í Brússel í fyrsta lagi
hevur til endamáls
at geva føroyskum
útflytarum høvi at
røkja síni viðskifta
fólk og hitta tey andlit
til andlits. - Tað hevur
so ómetaliga stóran
týdning at varðveita
tey viðskiftafólk, tú
samstarvar við. Hetta
eru fólk, tú hevur álit
á, tú kennir teirra
gjaldføri, teirra brúks
mynstur, og tú veitst,
at tey halda gjørdar
avtalur, sigur stjórin
í Sansir, sum hevði
høvuðsábyrgdina
av føroyska
landabásinum
ESE
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Føroysku fyritøkurnar og
útflytararnir,
sum
hava
luttikið á stóru og aftur
vendandi
fiskivinnufram
sýningini í Brússel, Europ
ean
Seafood
Exposition
(ESE),
eru
nú
komnar
heimaftur.
Tilsamans
13
føroyskar
fyritøkur,
sum
bjóða út vørur úr fiski og
krabbadýrum, hava luttikið á
10 básum á framsýningini.
Allar fyritøkurnar vóru undir
einum »hatti« – einum felags
landabási í høvuðshøllini -
har Faroe Island sera sjónligt
stóð ovast uppi.
Av 10 fløggum framman
fyri høvuðsinngongdina til
tær mongu hallirnar, sum
vóru
karmur
um
hesa
størstu matvøruframsýning
av sínum slagi í Evropu og
kanska øllum heiminum,
hekk føroyska Merkið trið
fremst, aftanfyri amerikan
ska og kanadiska flaggið.
Soleiðis hekk føroyska
flaggið so ógvuliga sentralt,
longu áðrenn tú komst inn
um høvuðsdyrnar.
Sosialurin hevur skilt, at
tað er ikki av reinari tilvild,
at føroyska Merkið hevði
hesa
plasering.
Hetta
hongur saman við, at Før
oyar vóru millum tey lond,
sum gjørdu hesa stóru
matvøruframsýning møgu
liga. Frammundan vóru
nógvar smærri framsýningar
kring um í Evropu, har
útflytarar kundu sýna fram
sítt vøruútboð, men sum
árini gingu, fingu vit hesa
stóru framsýning, sum er
framsýningin
fram
um
allar.
Og Føroyar høvdu við
Faroe Seafood sín leiklut í
hesi savning.
Føroyska Merkið, sum
hekk so frammarlaga til
høvuðsinngongdina, er eitt
sterkt »symbol« og ein
greið útmelding um, at
okkara tjóð er við.
Tó at vit eru ein lítil tjóð
í hesum høpi, eru Føroyar
vorðið eitt kent andlit á
ESE-framsýningini, har vit
hava luttikið flestu árini.
Sjónligur básur
Tað
var
reklamuvirkið
Sansir,
sum
stóð
fyri
sniðgevingini og fyri at
byggja føroyska landabásin
upp.
Uttanríkisráðið
og
soleiðis fyrrverandi Samvit
skipaði fyri føroysku lut
tøkuni.
Føroysku
fyritøkurnar,
sum vóru við á ESE
hesaferð, vóru Vestsalmon,
Bakkafrost,
Orca,
JFK,
Sandoy
Seafood,
Delta
Seafood, TG Seafood, PRG
(Fiskavirkið í Gøtu), Faroe
Seafood,
Landshandilin,
Fiskamarknaður
Føroya
(FMF) og Nevið.
Talið av básum undir
føroyska hattinum var 10,
harav Orca og Nevið deildu
ein bás, og feløgini Sandoy
Seafood, Delta Seafood og
TG Seafood deildu ein.
Føroyska ferðavinnan var
eisini partur av føroyska
tiltakinum í Brússel við
Atlantic Airways, Hotel
Føroyum og Green Gate
Framsýningin læt upp
týsdagin 28. apríl og var
opin til og við hósdagin 30.
apríl.
Samstundis, sum stóra
matvøruframsýningin var,
var
eisini
ein
onnur
framsýning við tøkni til
framleiðslu úr eitt nú fiski
og krabbadýrum.
Lena L. Mohr, stjóri í
Sansir og sum var verk
ætlanarleiðari í sambandi
við føroyska landabásin í
Brússel, sigur, at tey fingu
nógvar positivar reaktiónir
um básin og plaseringina
av honum.
- Vit fóru til Brússel
leygardagin fyri, at fram
sýningin læt upp týsdag, og
vit komu heimaftur síðsta
fríggjadag.
Hon vísir á, at vitjandi,
sum tey tosaðu við á ESE,
vóru stak væl nøgd við
føroyska básin.
- Tey søgdu, at básurin
var ógvuliga sjónligur og
lættur at finna. Haraftrat
var hann bygdur nokso
høgur. Vit høvdu lagt gólv
á básin, og tað gjørdi sítt til
at gera hann attraktivan.
Hon sigur, at hvør básur
sær skal hava sínar møgu
leikar og umstøður, og
soleiðis skal eisini hvør
básur hava sínar møguleikar
við frámerkjum.
Røkja viðskiftafólk
Lena L. Mohr vísir á, at ein
slík framsýning í fyrsta lagi
hevur til endamáls at geva
føroyskum útflytarum høvi
at røkja síni viðskiftafólk
og hitta tey andlit til
andlits.
- Hetta er tað størsta og
týdningarmiklasta við eini
slíkari stevnu, tí tað hevur
so ómetaliga stóran týdning
at varðveita tey viðskifta
fólk,
tú
frammanundan
samstarvar við. Hetta eru
fólk, tú hevur álit á, tú
kennir
teirra
gjaldføri,
teirra brúksmynstur, og tú
veitst, at tey halda gjørdar
avtalur.
Hon vísir á, at sjálvandi
hevur tú sum útbjóðari
eyguni opin fyri nýggjum
møguleikum, og soleiðis
var eisini á ESE hesaferð.
- Serliga vóru tað ameri
kanskar
fyritøkur,
sum
vendu sær til føroyskar
laksaútflytarar, nú alivinnan
í Chili, sum hevur verið ein
stórur útbjóðari á ameri
kanska
marknaðinum,
dregist við ILA-smittu.
Lena L. Mohr sigur seg
ikki vita við vissu, um
Føroyska Merkið
hevði heiðurspláss
á altjóða messu
Lena L. Mohr, stjóri í reklamufyritøkuni Sansir, var verkætlan
arleiðari og skipaði fyri, at Føroyar høvdu ein sjónligan og
attraktivan bás á ESE
Karzai stillar uppaftur
Forsetin í Afghanistan, Hamid Karzai, var fyrrapartin hjá almennu valnevndini og boðaði frá, at hann stillar upp til
forsetavalið, sum verður tann 20. august. Samstundis boðaði hann frá, at varaforsetin, Karim Khalili, stillar upp saman
við sær, og at tað ger ein fyrrverandi varaforseti eisini. Hamid Karzai, sum hevur verið afghanskur leiðari, síðani
Taliban-stýrið bleiv felt í 2001, segði longu í síðstu viku, at hann hevði gjørt av at stilla uppaftur. Eygleiðarar siga tó,
at forsetin er ikki so væl umtóktur nú, sum tá hann bleiv valdur. Tað er ógreitt, um nakar fer at stilla upp ímóti Karzai.
Onnur valevni skulu skráseta seg innan átta dagar.