mánadagur 4. mai 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindi
Nr. 84 - 4. mai 2009
ítøkiligar
avtalur
við
nýggjar keyparar spurdust
burtur
úr
á
sjálvari
framsýningini, men hon
ivast onga løtu í, at avtalur
fara at spyrjast burtur úr,
soleiðis
sum
útlitini
á
amerikanska marknaðinum
eru í løtuni.
- Alt
tekur
tíð,
og
viðurskifti skulu umhugsast
gjølliga. Hetta er ein tíð við
ótryggleika
á
altjóða
fíggjarmarknaðinum, og tí
leypur eingin framav.
At amerikanski laksa
marknaðurin er áhugaverdur
í tíðum, sum hesum, er lítið
at ivast í, og Sosialurin veit
um føroyskar laksafyritøkur,
sum langt áðrenn ESE-
framsýningina høvdu fingið
í lag avtalur við keyparar í
USA.
- Eg havi skilt, at áhugin í
USA fyri føroyskum laksa
vørum bæði snýr seg um
feskan laks, ísaðan laks og
portiónir úr laksi. Jú, fyri
føroyskar alarar sær hetta
spennandi og avbjóðandi
út, leggur hon aftrat.
Lena sigur, at soleiðis,
sum
hon
hevur
skilt
føroyskar alarar, sum vóru
við á ESE, er heldur ikki
eingin áhugi fyri sílum.
- Eg skilti eisini, at
hampiliga stórur áhugi er
fyri øðrum fiskasløgum,
sum Føroyar hava í sínum
útboði, men hetta vita tey,
sum við vóru og umboða
hesi fiskasløg, betri at siga.
Lena L. Mohr sigur, at
leikluturin hjá Sansum var
at sniðgeva og byggja ein
føroyskan landabás, sum
gav føroyskum útflytarum
optimalar karmarar um at
gera góðar handlar – ein
bás, har okkara fyritøkur
kunnu
»branda«
seg
optimalt.
- Ein slíkur básur skal
vera tíðarhóskandi og vera
attraktivur mótvegis teim
um, vit vilja skulu vitja
okkum,
sigur
stjórin
í
reklamufyritøkuni Sansir.
Jóhan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, í práti við
Meinhard Jacobsen, stjóra í Faroe Seafood
Føroyski landabásurin tók seg væl út í høvuðshøllini á ESE
í Brússel. Hann var høgt bygdur, sjónligur og nógv vitjaður
av útlendskum keyparum, sum ikki minst vístu áhuga fyri
føroyskum laksavørum, men eisini øðrum vørum, sum
Føroyar hava í útboði
Politikari skotin
Næstformaðurin í sosialistaflokkinum í Albania varð myrdur leygarkvøldið. Myndugleikarnir siga, at ein ókendur
maður skeyt Fatmir Xhindi í býnum Roskover, sum er einar 100 kilometrar frá høvuðsstaðnum Tirana. Sambært
myndugleikunum sat Xhindi í bili sínum, tá hann bleiv raktur av seks skotum. Hann varð alt fyri eitt fluttur á
sjúkrahús, men doyði stutt eftir. Formaðurin í sosialistaflokkinum, Gramoz Ruci, segði við fjølmiðlarnar, at talan er
helst um eitt politiskt morð. Hann vísti á, at hetta er ein rembingartíð. Albania hevur júst fingið fótin inn um í NATO
og søkti um ES-limaskap í síðstu viku. Harafturat verður val um sjey vikur.