Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-10-15, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. oktober 2001síða 6

‹ fyrra síða allar 18 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 199 • týsdagur • 16. oktober 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo FSF er næstan í somu støðu, sum teir vóru í fyri átta árum síðani, áðrenn Allan Simon- sen tók ábyrgdina á seg LANDSLIÐSVENJARI Jákup Mørk Í gjár var tað greitt, sum hevur verið alt meiri sann- líkt seinastu dagarnar. All- an Simonsen hevur boðað Fótbóltssambandinum frá, at hann er ikki sinnaður at halda fram í venjarasessin- um, sum hann hevur sitið í seinastu átta árini. Fyrra- partin fríggjadagin skipar FSF fyri samkomu, har All- an Simonsen fer at siga far- væl við føroyingar og før- oyskan fótbólt. – At Allan Simonsen nú ynskir at royna nýggjar leiðir, kemur ikki óvæntað á okkum. Vit skilja hann væl og ynskja honum alt tað besta, sigur Jens Erik Magnussen, formaður í landsliðsnevndini. Jens Erik Magnussen ásannar samstundis, at teir eftir øllum at døma ikki fara at kunngera navnið á nýggja venjaranum fríggja- dagin ella fyrstu vikurnar. – Tað er ikki neyðugt hjá okkum at koma við nakrari panikkloysn. Í løtuni vita vit ikki hvør verður venjari. Vit kanna marknaðin í løt- uni, og vit taka okkum neyðugu tíðina. Tað hevur týdning, at vit so skjótt, sum tað ber til, fáa ein ábyrgdarmann, men tað er ikki alneyðugt, at vit skunda okkum óneyðuga nógv. Ongar landsliðsupp- gávur verða á skránni hesu megin ársskiftið, sigur Jens Erik Magnussen. Føroysk loysn Møguleikin hevur verið nevndur, at ein føroyingur kann taka við starvinum. Mest upplagda boðið hevði verið Jógvan Martin Olsen, sum hevur verið næsti mað- ur hjá Allani Simonsen seinastu seks árini. Men hann hevur gjørt avtalu við NSÍ. Jens Erik Magnussen sigur, at teir hava tosað við føroyskar venjarar um landsliðsstarvið, men hann vil ikki siga við hvørjar. Um teir hava tosað við mest upplagda boðið, so hevur Jógvan Martin Olsen eftir øllum at døma borið seg undan. Ikki sum at siga tað Jens Erik Magnussen sigur, at teir hava tosað við útl- endskar venjarar, men teir hava ikki havt beinleiðis samráðingar við nakran. – Vit royna í løtuni at finna fram til, hvat vit vilja hava. Hetta hevur fleiri síð- ur. Ein er tann fíggjarliga. Um vit vilja hava ein kend- an útlendskan venjara, sum er í fulltíðarstarvi hjá okk- um, og sum stóran part av árinum býr í Føroyum, so skulu vit rinda so nógv meiri, enn vit hava gjørt higartil. Sambært roknskapinum hjá FSF so hevur Allan Simonsen fingið eina lítla hálva millión um árið fyri at hava ábyrgdina av lands- liðnum. Allan hevur ikki verið nógv í Føroyum. Hann eigur eitt felag, sum fæst við klædnafram- leiðslu, og hann hevur m. a. umboðað hetta felagið, meðan hann hevur verið landsliðsvenjari. Vilja tit hava ein venj- ara, sum skal búgva í Før- oyum? – Tað veldst um nógv viðurskifti, eisini tey fíggj- arligu. Vit halda, at tað er bæði positivt og ikki posit- ivt, at venjarin býr í Føroy- um. Men hetta mugu vit tosa um í nevndini og við tann ella teir, sum vit fara at samráðast við um venjara- starvið. Men tað er greitt, at um vit vilja hava ein topp- venjara úr útlandinum, og at hann skal búgva í Føroy- um mest sum alla tíðina, so skulu vit væl longri niður í lumman, enn tað higartil hevur verið neyðugt at fara, staðfestir Jens Erik Magnussen. Íblásturin Allan Simonsen og Fót- bóltssambandið komu í samband við hvønn annan, tá lutur varð kastaður um, hvussu londini skuldu bólkast í EM undankapp- ingini í 1994 og í 1995. Jens Erik Magnussen ringdi úr Manchester til Allan Simonsen, sum tá var venjari hjá Vejle. Allan var áhugaður í starvinum og kom fyrstu ferð til Føroya í februar 1994. – Hann var góður íblást- ur. Vit vóru í úrslitaligum aldudali, og Allan var við til at lyfta okkum. Hann setti ikki krøv, men hann kom við nýggjum hugsan- um, sum tað var lætt hjá okkum at taka undir við. Hvar hevur hann verið størsti íblásturin? – Hann vildi spæla fram- rættað, og tað hevur sæst aftur á øllum landsliðunum. Harafturat vórðu viður- skiftini kring landsliðið styrkt nógv. Tekniska manningin hevur riggað framúr væl. Vit hava gott fólk, og tað er einki at liggja omaná, at tað var All- an Simonsen, sum hevði royndirnar og kom við hug- skotum um, hvussu hetta skuldi skipast, og hvussu viðurskiftini kring dystirn- ar skuldu fyriskipast. – Allan hevur syrgt fyri, at viðurskiftini kring liðið og á liðnum eru meiri føst, og tað var eftir, at hann var komin við hugsanini um, at tað var neyðugt, at kapp- ingarárið varð longt, at vit broyttu steypakappingina, sigur Jens Erik Magnussen. Tíðin búgvin Allan Simonsen undirstrik- ar, at tað er ikki tí, at hann hevur gjørt sáttmála um annað starv, at hann hevur gjørt av at gevast í Føroy- um: – Tíðin er búgvin til, at landsliðið og eg fáa nýggjar avbjóðingar. Tað er betri at gevast, meðan leikur er góður. Hetta er betri, enn tað hevði verið, um tað seinni hevði verið neyðugt, at samstarvið helt uppat upp á ein keðiligan máta. Inni í blaðnum siga hjálp- arvenjarin, ein fyrrverandi landsliðsspælari og liðfor- maður og ein núverandi landsliðsspælari og fyrrver- andi liðformaður sína hugs- an um tíðina við Allani Simonsen sum venjara. Flogbólturin er byrjaður: TB og SÍ tykjast sera sterk Allan Simonsen takkar fyri seg Hetta er betri, enn tað hevði verið, um tað seinni hevði verið neyðugt, at samstarvið helt uppat upp á ein keðiligan máta, sigur Allan Simonsen, nú hann hevur gjørt av at steðga sum landsliðsvenjari 11 10 Nr. 199 - 16. oktober 2001 Jóla sølustevna verður á Giljanesi 24.-25. november. Teir handlar, fyritøkur og onnur, sum ætla at vera við, verða biðin um at siga frá skjótast gjørligt á telefon 333050 ella 211072. Miðvágs Róðrarfelag Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi viðv. hesum feløgum: Nevnd og stjórn er farin frá. Feløgini eru send Føroya Skiftirætti til tvingsilsavtøku 12. oktober 2001 eftir § 87, jvb. § 86 í Sp/-lógini og § 117 jvb. § 118 í P/F-lógini. Skrásetingar-nr. Sp/f 296, Sp/f Vestís undir tvingsilsavtøku, 380 Sørvágur. Skrásetingar-nr. Sp/f 551, Sp/f Fok undir tvingsilsavtøku, 100 Tórshavn. Skrásetingar-nr. Sp/f 674, Sp/f Tónar undir tvingsilsavtøku, 600 Saltangará. Skrásetingar-nr. Sp/f 740, Sp/f Klaksvíkar Radiohandil undir tvingsilsavtøku, 700 Klaksvík. Skrásetingar-nr. Sp/f 1662, Sp/f D. Brockie undir tvingsilsavtøku, 100 Tórshavn. Skrásetingar-nr. Sp/f 1987, Sp/f Hjá Mariu undir tvingsilsavtøku,700 Klaksvík. Skrásetingar-nr. Sp/f 2210, Sp/f Runavíkar Skipshandil undir tvingsilsavtøku, 620 Runavík. Skrásetingar-nr. Sp/f 2490, Sp/f Hespan undir tvingsilsavtøku, 100 Tórshavn. Skrásetingar-nr. Sp/f 2542, Sp/f Lág undir tvingsilsavtøku, 900 Vágur. Skrásetingar-nr. Sp/f 2561, Sp/f 21/9-1994 undir tvingsilsavtøku, 600 Saltangará. Skrásetingar-nr. Sp/f 2585, Sp/f Atlantic Partnes undir tvingsilsavtøku, 370 Miðvágur. Skrásetingar-nr. Sp/f 2721, Sp/f Viking Fisk undir tvingsilsavtøku,530 Fuglafjarðar. Skrásetingar-nr. Sp/f 2804, Sp/f Blómukjallarin hjá Petur á Hædd undir tvingsilsavtøku,700 Klaksvík. Skrásetingar-nr. P/F 2807, P/F Ting Form undir tvingsilsavtøku, 100 Tórshavn. Skrásetingar-nr. Sp/f 2811, Sp/f Krúnan Invest undir tvingsilsavtøku, 370 Miðvágur. Skrásetingar-nr. Sp/f 2821, Sp/f KT-Tænastan undir tvingsilsavtøku, 100 Tórshavn. Skrásetingar-nr. Sp/f 2889, Sp/f Interact undir tvingsilsavtøku, 100 Tórshavn. Skrásetingar-nr. Sp/f 2891, Sp/f Savi undir tvingsilsavtøku, 100 Tórshavn. Skrásetingar-nr. Sp/f 2892, Sp/f Mai undir tvingsilsavtøku, 900 Vágur. Skrásetingar-nr. Sp/f 2893, Sp/f 19. Juli 1999 undir tvingsilsavtøku, 620 Runavík. Skrásetingar-nr. P/F 2908, P/F frá 10/9-1999 undir tvingsilsavtøku, 100 Tórshavn. Skrásetingar-nr. Sp/f 2918, Sp/f O.J. Rasmussen undir tvingsilsavtøku, 620 Runavík. Skrásetingar-nr. Sp/f 2922, Sp/f Skósmiðjan í SMS undir tvingsilsavtøku, 100 Tórshavn. Skrásetingar-nr. Sp/f 2960, Sp/f Millennium undir tvingsilsavtøku, 100 Tórshavn. Skrásetingar-nr. Sp/f 2983, Sp/f Fagralíð undir tvingsilsavtøku, 100 Tórshavn. Skrásetingar-nr. Sp/f 2992, Sp/f Allcom undir tvingsilsavtøku,700 Klaksvík. Skrásetingar-nr. Sp/f 3010, Sp/f KT-Centrum undir tvingsilsavtøku, 100 Tórshavn. Skráseting Føroya tann 12. oktober 2001 Kristin Balle Uppsetan og skipan av barrum Brúdleyp Rundar føðingardagar Starvsfólkaveitslur Ársveitslur Reseptiónir og tílíkt Til: Hans á Lag Sp/f Tlf. 21 93 83 hanslag@post.olivant.fo Sosialurin 311820 FØROYA BETONG SAGING Gerðisvegur • 620 Runavík • Tel. 447543 • Fax 448898 v/Hjaltur Tausen Sosialurin - 311820 VEGG SAGING Hurðar,vindeygu, veggir, garðar o.a. GÓLV SLÍPING GÓLV SAGING Rennir, keiøki, asfalt, upptøka og burturbeining o.a. HOL SAGING Frá Ø 24 mm. til Ø 450 mm. GÓLV FRESING Nýggj tænasta til allar havnir í Føroyum. Nú bora vit eisini hol í allar støddir av dekkum til fríhold. Nýggjar TANNPROTESUR Broytingar og umvælingar av gomlum protesum Kliniskur tannteknikari BERGUR Á REYNATRØÐ Børkuvegur, 620 Runavík Tlf. 448480 Opið er mánadag-fríggjadag frá kl. 9-16 www.sosialurin.fo C M Y K 10