mánadagur 15. oktober 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 18 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 199 - 16. oktober 2001
13
Tað eydnaðist
Neistanum at vinna
væntaða sigurin í
lokaluppgerðini, men
tað er einki at siga til,
um kyndilsmenninir
vóru vónbrotnir, tá
tað ikki eydnaðist
teimum at halda fast
um sigurin
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Nýggjar tíðir eru í før-
oyskum hondbólti, og ein
avleiðing av hesum er tann
sannroynd, at tað ikki long-
ur kann roknast fyri ein
sjálvfylgja, at leikarar støð-
ast í sama felagið ár eftir ár.
Kanska eru bestu dømini
um hetta júst tey bæði
havnarfeløgini.
Neistin
hevur í øllum førum trivist
væl við nýggju gongdini,
og tað er neyvan at taka
munnin ov fullan, um sagt
verður, at gullmerkið fyri
hálvum øðrum ári síðani
ikki hevði komið til høldar
uttan fólk aðra staðni frá.
Hjá Kyndli hevur gongd-
in fyri tað mesta verið júst
hin øvugta, og undan hes-
um kappingarárinum hevur
liðið sæð fleiri av stinnastu
leikarunum sínum leita sær
til onnur feløg at spæla
hondbólt.
Soleiðis vóru ikki færri
enn tríggir leikarar á neista-
liðnum sunnudagin, sum
áður hava roynt seg í
Kyndli, og hetta var í øllum
førum ein av orsøkunum
til, at Neistin hesa ferð
mátti roknast sum favoritt-
ur í lokaluppgerðini.
Kyndil var betri
Fyrstu longu løtuna av
dystinum sást tó millum
lítið og einki til, at tað eftir
bókini skuldi vera Neistin,
ið var hitt betra liðið.
Neistaliðið hevur kanska
størri nøvnini av grannun-
um báðum, men tað er nú
eina ferð soleiðis, at dystir-
nir skulu spælast, áðrenn
stigini verða býtt, og hetta
tóktust neistamenninir als
ikki at hava sansað sunnu-
dagin.
Her kundu teir lært nakað
av mótstøðuliðnum, tí hvør
tann einasti leikarin á
kyndla-liðnum tóktist frá
fyrstu løtu at vera sera
uppsettir. Við ágrytnum
verjuspæli syrgdu teir fyri,
at Neistin ongan tíð fekk
frið at koyra tungu kanón-
irnar í skotstøðu, og haraft-
urat gav hetta eisini fleiri
skjótálop, sum í allar flestu
førunum góvu úrslit.
Trý mál vóru soleiðis á
muni í hálvleikinum, men í
veruleikanum var hetta
buldrandi órættvíst, og í
Neistanum
munnu
teir
prísa sær lukkuliga fyri, at
at Jacob Jónsson mest sum
einsamallur megnaði at
fylgja so dánt við Kyndli.
Íslendingurin tók ferð eftir
ferð
ábyrgd
í
annars
tannleysa álopinum, og
sum skotini hjá honum
sótu, kundi sjálvt ikki tann
annars sera væl spælandi
Lars Black gera nakað við
tey.
Dýrur missur
Í seinna hálvleiki var eisini
líkt til, at gongdin frá fyrra
hálvleiki skuldi halda fram.
Kyndil helt á við sama
ágrýtna spælinum, og eftir
tá munurin var størstur,
høvdu teir vunnið seg upp á
16-11, men tá raknaði
Neistin brádliga við.
Heini Joensen, sum ann-
ars hevði verið ein skuggi
av sær sjálvum, skoraði
tvey mál á rað, og tað tókt-
ist, sum um hetta var
startskotið til liðfelagarnar.
Brádliga gjørdist verjan
meira livandi, álopsspælið
gekk skjótari, og hjá Kyndli
var nú greitt, at teir máttu
stríðast av øllum alvi, um
teir skuldu halda fast um
leiðsluna.
Tað var tó ein dyggur
smeitur hjá Kyndli, at teir
júst um hetta mundi mistu
Janus
Einar
Sørensen.
Strikuspælarin, sum nú er
liðskipari, var óheppin í
einum falli, og tað skuldi
vísa seg, at hesin missur
gjørdist ov tungur fyri
Kyndil.
Fyrstu ferð, at Neistin var
á odda í dystinum, var tá
Heini skeyt teir upp á 18-
17, og hóast Kyndil enn
eina ferð megnaði at svara
aftur, os tóktist tað tá
soleiðis, at Neistin hevði
týdningarmiklu sálarligu
yvirvágna. Tað var tó nær
við at kosta teimum sera
dýrt, at teir ikki í nóg stóran
mun kundu gera sær dælt
av yvirtali, tá Kyndil eina
løtu hevði tveir mans úti.
Ístaðin kom Kyndil upp
aftur á javnleik, 23-23, men
í sínum seinasta álopi eydn-
aðist Neistanum at skora,
og tá teir so eisini megnaðu
at halda fast í verjupart-
inum seinastu sekundini,
kom sigurin hóast alt til
høldar.
Einstaklingaavrik
Talan var um næsta av
tveimum møguligum sigr-
um hjá Neistanum, og
sjálvandi er hetta nakða,
sum eigur at geva gott móti
í bláu leguni.
Tað skerst tó ikki burtur,
at talan í báðum førum hev-
ur verið um teprar sigrar,
og tú finnur neyvan nakran
áskoðara,
sum
heldur
Neistin vera óhepnan við at
hava fingið fýra stig hig-
artil.
Tað tykist í løtuni so-
leiðis, at hóast liðið ikki er
nóg væl samanspælt, so eru
einstaklingarnir
somikið
sterkir, at hesir kunnu
avgera dystin sjálvir. Sum
nevnt, so var Jacob Jónsson
orsøkin til, at Neistin ikki
varð afturúrsiglt longu í
fyrra hálvleiki, men eisini í
seinna
hálvleiki
sýndu
íslendingurin sítt virði.
Millum annað skeyt hann
fýra av teimum fimm sein-
astu málunum, og tað ber í
øllum førum boð um ein
leikara, sum ikki er bangin
um at taka ábyrgd á seg.
Nógv at byggja á
Í Kyndli er einki at ivast í,
at menn iðra seg um tapta
dystin móti grannunum,
men hinvegin er heldur
einki at ivast í, at bæði
venjari og leikara eiga at
finna nógvar lutir í dyst-
inum, sum eru verdir at
hava í huga til komandi
dystirnar.
Ikki minst verðru tað
týdningarmikið, at liðið
framhaldandi sýnir eins
góðan vilja á vøllinum.
Viljin kann bera liðið langt,
tí hóast talan í stóran mun
er um ungt fólk, so er
talentið til staðar í ríkiligt
mát. Høgni Klein er veru-
liga vaksin við uppgávuni
hetta kappingaárið, og tað
sama má eisini sigast um
Lars Blak, sum higartil
hevur loyst skadda Johan
Danielsen av.
Verjuparturin er eisini
hampuliga
sterkur,
og
megnar liðið at halda fast
um og menna hendan partin
eisini, er als ikki óhugs-
andi, at liðið fer at spæla
okkurt puss við nøkur av
teimum liðum, sum hava
ætlað sær ein leiklut í
oddinum hetta árið.
Dysturin í tølum:
Kyndil-StÍF 23-24 (13-10):
Málskjúttar:
Kyndil:
Jónleif Sólsker
8(3), Leif Mikkelsen 5,
Janus Einar Sørensen 3,
Ragnar Simonsen 2, Høgni
Klein 2, Niels Viggo Nicla-
sen 2, Gunnar Wardum 1
Neistin:
Jacob Jónsson
10(1), Ári Rouch 3, Kári
Mortensen 3, Hans Áki
Dal-Christiansen 3, Finnur
H. Petersen 1, Elmar Ósá
Brotskøst: Kyndil 3, Neist-
in 4
Útvísingar: Kyndil 10,
Neistin 4
Dómarar úr StÍF: Pole Han-
sen og Jústines Justinussen.
Kyndil-Neistin 23-24 (13-10):
Heppin grannasigur
Hans Áki Dal-Christiansen slapp fyri fyrstu ferð at royna seg ímóti Kyndli, og parturin hjá altíð stríðsfýsna vongspælaranum lá
so ikki eftir
Mynd: Álvur Haraldsen
Eini grannauppgerð líkt, so var talan um hópin av nærdystum í dystinum. Her eru bæði Hanus
Kúrberg og Elmar Ósá komnir niður á jørðina, men framvegis hevur verjuspælarin fatur í
manni sínum
Mynd: Álvur Haraldsen
13
12
Nr. 199 - 16. oktober 2001
Jens Kristian Hansen
hevur sjálvur alt gott
at bera Allani
Simonsen, sum hann
heldur hava stóran
part av ábyrgdini fyri
leikligu framgongd-
ina, sum landsliðið
hevur havt
EFTIRMETING
Jákup Mørk
Ein hin fyrsti leikarin, sum
Allan Simonsen tók inn á
føroyska landsliðið, tá hann
gjørdist venjari, var Jens
Kristian Hansen, sum tá var
22 ára gamal.
Nú átta ár seinni ber til at
staðfesta, at júst Jens
Kristian er ein av leikarun-
um, sum hevur havt treyta-
leyst álit frá landsliðsvenj-
aranum, og sæð í ljósinum
av hesum er tað heldur ikki
løgið, at skoðsmálið frá
verjuleikaranum fyri tað
mesta er positivt.
- Fyrst og fremst haldi eg,
at hann fekk føroyska
landsliðið at leggja størri
dent á fótbóltsspælið, held-
ur enn sparkarí, og ein av
orsøkunum til, at hetta lat
seg gera, var at hann altíð
er sera væl fyrireikaður.
Tað er næstan altíð soleiðis,
at
mótstøðuliðini
hava
spælt akkurát soleiðis, sum
hann hevur sagt undan
dystinum, og tí hevur
taktiska uppleggið aloftast
verið sera beinrakið, sigur
Jens Kristian um nú fyrr-
verandi landsliðsvenjaran.
- Nakað annað er so tað,
at hann helst hevur verið ov
lítið í Føroyum, og tískil
ikki hevur sæð nóg nógv til
teir heimligu leikararnar,
heldur Jens Kristian.
Kanska tiltrongt
Tá vit at enda spyrja Jens
Kristian, um tann tíðin var
komin, har tað var neyðugt
við einum nýggjum venj-
ara, heldur hann fyri, at tað
var tað kanska.
- Allar helst er tað eitt
gott hugskot at taka hetta
stigið nú. Spurningurin er
kanska eisini, hvussu nógv
afturat hann hevur at geva
okkum, og kanska vildu
summir
av
leikarunum
eisini, at eitt skifti skuldi
fara fram.
- Ikki tí. Eg havi sjálvur
havt alt gott at bera honum.
Tá eg ikki havi havt forfall,
havi eg verið við hvørja
ferð, og eg eri ongan tíð
settur á beinkin, so eg skal
so ikki klaga um nakað,
sigur Jens Kristian Hansen
at enda.
Hjálparvenjarin heldur
ikki, at fakligi førleikin
var sterkastas síðan hjá
landsliðsvenjaranum,
men hinvegin leggur
hann áherslu á, at Allan
Simonsen hevur lært
føroyingar, hvussu
mann fyrireikar seg til
altjóða dystir
EFTIRMETING
Jákup Mørk
Seinastu seks av teimum
áttu árunum, sum Allan
Simonsen
hevur
verið
føroyskur landsliðsvenjari,
hevur Jógvan Martin Olsen
av Toftum verið hjálpar-
venjari.
Hevur lært okkum
nógv
Tí er hann kanska tann per-
sónurin, sum hevur verið
mest knýttur at Allani
Simonsen, og tá vit mána-
morgunin spurdu hann,
hvat hetta hevði givið
honum, sigur Jógvan Mart-
in, at tað fyrst og fremst er í
fyrireikingararbeiðinum, at
styrkin hjá Allani hevur
ligið.
- Sjálvandi hevur hetta
givið mær eitt innlit í
landsliðsarbeiði, sum eg
annars ikki hevði havt, men
men fyrst og fremst haldi
eg, at Allan hevur lært
okkum at hyggja øðrvísi at
teimum avbjóðingum, sum
altjóða fótbóltur gevur okk-
um.
- Hann hevur alla tíðina
lagt sera stóran dent á
fyrireikingarnar, og her
hevur einki verið latið til
tilvildina.
Hetta
hevur
gjørt, at órógvandi ele-
mentini í landsliðsarbeið-
inum hava verið ógvuliga
fá. Hvør einasti persónur í
ferðalagnum hevur kent
sína uppgávu, og við at
leggja alt í slíkar rutinur,
hevur hann lyft fyrireik-
ingarnar upp á eitt nógv
meira professionelt støði.
- Til dømis kann nevnast
fyribrigdið, tá leikarar hava
onkrar smávegis snuddir. Í
Føroyum er tað aloftast
soleiðis, at tú tá sigur
venjaranum frá, fyri at vita,
hvat skal gerast. Her havur
Allan alla tíðina havt ta
greiðu støðu, at hetta er
ikki hansara borð. Er
leikari skaddur, re tað lækni
og fysioterapeutur, sum tú
skalt tosa við, og soleiðis
hevur tað verið í øllum
viðurskiftum kring liðið.
Fakligi førleikin
Sjálvur
hevur
Jógvan
Martin tikið tey venjara-
skeiðini,
sum
FSF
í
samstarvi við DBU hevur
boðið føroyskum venjarum,
og spurdur, um Allan eisini
hevur givið sær fakligan
íblástur,
sigur
Jógvan
Martin, at tað hevur verið í
nógv minni mun.
- Nú er tað avmarkað,
hvørjar royndir eg havi sum
venjari, men eg haldi meg
kunna siga, at tað ikki var á
hesum økinum, at styrki
hansara lá. Tað var nú
heldur ikki nakar veikleiki,
men styrki hansara lá
avgjørt í fyrireikingunum,
og eg haldi heilt víst, at
framgongdin, sum Føroyar
hava havt seinnu árini fyrst
og fremst er íkomin, tí
leikararnir hava verið nógv
betri fyrireikaðir.
- Sjálvsagt eru leikararnir
eisini betri fyri nú, men
hetta er eitt arbeiði, sum
verður gjørt úti í feløg-
unum, tó at Allan eisini
hevur viðvirkað til, at
fótbóltsárið hjá okkum er
longt við hálvum øðrum
mánaði hesi árini.
At
enda
spurdu
vit
Jógvan Martin, um hann
hevði nøkur góð ráð til FSF,
nú teir skulu til at leita sær
eftir nýggjum venjara, men
tí
spurninginum
helt
komandi NSÍ-venjarin seg
langt burtur frá at svara.
-
Handan
spurningin
haldi eg, at tú skalt seta
onkrum øðrum persóni,
segði Jógvan Martin Olsen
at enda.
Magni Jarnskor
heldur, at størsta
broytingin, tá Allan
Simonsen gjørdist
landsliðsvenjari, var,
at allir karmar kring
liðið gjørdist meira
professionellir
EFTIRMETING
Jákup Mørk
Ein teirra, sum var við, tá
føroyskur fótbóltur trein
inn á altjóða pallin í 1988,
og sum eisini var við, tá
skiftið fór fram á lands-
liðsvenjarasessinum,
er
Magni Jarnskor, sum eisini
hevði tann heiður at vera
liðskipari í fleiri av dyst-
unum hjá føroyska lands-
liðnum.
Gekk høgt upp í
smálutirnar
Um tær broytingar, sum
fóru fram á liðnum, sigur
Magni, at tað fyrst og
fremst var virðingin fyri
venjaranum,
sum
varð
størri, og so nevyleikin,
sum Allan Simonsen legði í
fyrireikingarnar.
- Hann fekk hetta vanliga
føroyska sløsaríið burtur.
Eg minnist onkrar av fyrstu
ferðunum, sum vit vóru,
har onkur leikari kom
nakrar minuttir ov seint til
onkran fund. Hetta kundi
hann slettis ikki góðtaka,
og tað fingu spælararnir so
sanniliga eisini at vita.
- Eisini gekk hann sera
høgt uppí, at leikararnir
vóru so væl fyri sum
gjørligt. Føroyingar hava
tað ofta soleiðis, at vit fara
at keypa og soleiðis. Tá
hann kom til, var tað slutt
við hesum. Frítiðin varð
nýtt til at hvíla í, og eisini
syrgdi hann fyri, at matur
og annað var í lagi. At hann
hevur verið við so leingi,
gjørdi eisini, at tú lurtaði
eftir manninuim, tí tú vart
greiður um, at maðurin
visti, hvat hann tosaði um.
Motiverandi
At enda spurdui vit Magna,
hvussu tað kendist, tá hann
afturi í 1994 fekk at vita, at
Føroyar høvdu fingið Allan
Simonsen at venja lands-
liðið.
- Tað ljóðaði heilt fan-
tastiskt, at ein somikið
stórur leikari, sum eisini
hevði verið tann besti í
Europa, skuldi gerast venj-
ari hjá okkum.
- Tað var veruliga nakað,
sum fólk løgdu til merkis,
og fyrstu tíðina haldi eg
eisini, at hetta var eyka
motiverandi fyri leikarar-
nar, tí tú vildi veruliga gera
títt ítarsta til at sleppa at
arbeiða saman við einum
slíkum leikara, sigur Magni
Jarnskor at enda.
Fekk okkum at spæla
Tá eg ikki havi havt forfall, havi eg
verið við hvørja ferð, og eg eri ongan
tíð settur á beinkin, so eg skal so ikki
klaga um nakað, sigur Jens Kristian
Hansen
Fyrireiking og fyrireiking
Fekk skil á
eg haldi heilt víst, at framgongdin, sum Føroyar hava havt
seinnu árini fyrst og fremst er íkomin, tí leikararnir hava verið
nógv betri fyrireikaðir, sigur hjálparvenjarin seinastu seks
árini
tú vildi veruliga gera títt
ítarsta til at sleppa at arbeiða
saman við einum slíkum
leikara, sigur Magni Jarnskor
millum annað um Allan
Simonsen
C
M
Y
K
12