Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-10-15, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. oktober 2001síða 8

‹ fyrra síða allar 18 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 199 - 16. oktober 2001 15 Flogbóltur, menn: Mjølnir vann tvey maratonsett móti Fram leygardagin, men í síðsta enda vóru tað teir úr Havn, sum fóru við sigrinum FLOGBÓLTUR Emil Lisberg Jacobsen Sum tey flestu høvdu roknað við, eydnaðist tað hjá Fram at vinna á Mjølni, men havnarliðið mátti veruliga kempa fyri sakini, og í roynd og veru lá Mjølnir eitt skifti í triðja setti til at vinna dystin 3-0. Dystargongdin var í stutt- um tann, at Mjølnir vann tvey tey fyrstu settini, sum bæði vóru sera drúgv. Fyrsta settið vunnu klaks- víkingar 28-26, og í øðrum setti bleiv tað heili 31-29! Í triðja settinum førdi heima- liðið eitt skifti 10-5, men so vendi gongdin, og Fram vann at enda hetta settið 25-17. Fjórða sett endaði 25-13 til Fram, sum eisini vann tað avgerandi fimta settið 15-5. Altso ein 3-2 sig-ur til Fram, men Mjølnir beit væl frá sær og hótti eisini við at vinna dystin. Tað var fyrst og fremst stríðsandin, sum lyfti Mjølnir upp í byrjanini av dystunum. Allir kempaðu væl, og tað lá væl fyri hjá Rúna Elttør, sum er sterk- asta álopsvápnið hjá Mjølni, at sláa bóltarnar niður í gólvið hjá Fram. Hjá Fram vóru tað fyrst og fremst Rúni Weihe og leik- andi venjarin Romica Pascu, sum syrgdu fyri at geva Mjølni skarpam gang hesi bæði fyrstu settini. Og tað vóru eisini serv- urnar hjá Rúna Weihe, sum kanska var høvuðsorsøkin til, at Mjølnir fánaði so líð- andi. Við støðuni 10-5 til Mjølnir í triðja setti fekk hann við nøkrum góðum jump-servum javnað støðuna til 10-10, og hetta var tað, sum meir enn nakað annað vendi dystin- um í Klaksvík leygardagin. Eftir at Fram hevði fingið tamarhald á í triðja setti, fór orkan so smátt at ganga undan hjá Mjølni, og Fram fekk ta sálarligu yvirvág- ina, sum er so sera týdning- armikil í flogbólti. Villurn- ar, sum teir høvdu gjørt tvey tey fyrstu settini, vórðu lúkaðar burtur, og at enda hevði Fram ólíka lætt- ari við at vinna síni trý sett, enn Mjølnir hevði havt við at vinna síni tvey. Saman- umtikið ein væl uppiborin sigur til Fram, men teir máttu stríðast fyri tí. Orðini omanfyri eigur Jákup á Stong- um úr SÍ, sum hevur fingið eina flúgvandi byrjan uppá flog- bóltsárið. Hann held- ur, at SÍ við núver- andi liðnum kann vinna bæði steypa- finaluna og meistara- deildina FLOGBÓLTUR Emil Lisberg Jacobsen Í fjør gjørdi SÍ sera lítið um seg í meistaradeildini hjá monnum, har teir endaðu aftast, men sluppu undan niðurflytingini, tí einki av ovastu liðunum í næstbestu deildini kundi flyta upp. Eitt sigandi dømi um skilið var í Havn, tá SÍ spældi móti Fleyr. Dysturin var nóg illa byrjaður, tá ein av SÍ-leikarunum meiddi sær fótin og ikki fekk spælt víðari. Teir høvdu ongan eykamann, og tí vann Fleyr dystin 3-0 eftir at hava spælt í ein minutt. Støðan var tá 1-0 til Fleyr... Jákup á Stongum úr SÍ sigur, at tað stóð illa til í fjør og eisini hevur gjørt tað í fleiri ár. Hann heldur at vána árið í fjør eisini fekk fólk í felagnum at siga, at antin mátti okkurt álvarsligt gerast, ella fór alt fyri bakka. Millum favorittarnar Sørvingar valdu at bretta upp um ermar í staðin fyri bara at lata standa til, og í ár hava teir eitt lið, sum sambært teimum flestu hevur góðar møguleikar fyri at strúka heilt upp á toppin. Teir hava sett Borko Ilic sum leikandi venjara, og teir hava eisini fingið ein jugoslaviskan leikara, sum eitur Rajko Petrovic. Harumframt eru leikarar so sum Jón Nielsen, Jón Falk- vard og veteranurin Suni Hansen við á liðnum. Næs- tsíðsta vikuskifti skipaði Fleyr fyri síni árligu kapp- ing upp undir landskapp- ingarbyrjanina, og SÍ gjørdi ikki mætari enn at vinna hesa kappingina. Og leyg- ardagin fylgdu teir upp við at vinna 3-0 móti ÍF í fyrsta landskappingardystinum. Men hvat ætlar SÍ sær so í ár? – Tað er jú altíð vanda- mikið at byrja so væl, sum vit hava gjørt, men heilt erligt, so fara vit eftir at vinna alt tað vit kunnu vinna, sigur Jákup á Stong- um. Men hann leggur afturat, at tað sjálvandi veldst um so nógv. Tað kann henda nógv gjøgnum eitt langt kappingarár, men við tí liðnum, teir hava beint nú, ivast Jákup ikki í, at hesin málsetningurin er realist- iskur. – Liðið er gott. Og vit hava longu vunnið móti øllum hinum liðunum í deildini, sigur hann og sip- ar við hesum til Fleyr- kappingina, sum SÍ jú vann. Hetta ger eisini, at teir longu hava tryggjað sær pláss í steypafinaluni, sum verður spæld seinni í kappingarárinum. Gevast ov tíðliga – Trupulleikin hjá okkum hevur so at siga altíð verið, at vit missa leikarar. Eg veit ikki hví, men tá leikarar koma í ein ávísan aldur, fella teir frá, sigur Jákup á Stongum. Hann vísir á, at liðið sum er nú, er rættiliga ungt burtursæð frá Suna Hansen og so teimum báðum útlendingunum, sum eru 28 og 27 ára gamlir. – Eg veit ikki hvar teir fara, men teir spæla ikki flogbólt. Ætlanin er, at teir báðir útlendsku leikararnir hjá SÍ eisini skulu taka sær av nøkrum av teimum yngru liðunum, og Rajko Petrovic skal eisini venja kvinnurnar hjá SÍ. Jákup á Stongum sigur, at felagið við hesum roynir at geva teimum ungu góða venjing – nakað sum vón- andi fer at vaksa um áhugan hjá teimum ungu at spæla – og at halda fram við at spæla, tá tey gerast eldri. Sóljan vann sær fyrstu stigini í ár, tá uppflytararnir tey bæði seinnu árini hittust á Strondum, og størsta orsøkin til sigurin var uttan iva nýggi stórskjúttin hjá liðnum HONDBÓLTUR Jákup Mørk Undan kappingini í ár mundu tey flestu rokna við, at uppflytararnir úr aðru deild, StÍF, neyvan fóru niður við brestin, og í øllum varð roknað við, at tær vóru betri fyri, enn Sóljan var, tá tær fyri einum ári síðani høvdu leiklutin sum upp- flytarar. Tamarhald á Um so er, skal ikki vera sagt her, men tað tykist í øllum førum soleiðis, at Sóljan í dag er munandi betri fyri, enn tær vóru fyri einum ári síðani. Fyrsta dystin taptu tær tepurt fyri VB, sum verður roknað millum sterkastu liðini, og sunnudagin eydn- aðist tað so vágagentunum at ogna sær øll stigini inni á Skála. Ikki óvæntað, so var tað fyrst og fremst skotstyrkin hjá Asta Petrouskiene, sum gjørdi av við uppflytararn- ar, men hóast týdningurin av hesum sjálvsagt er ovur- stórur, so tykist restin av liðnum nú eisini at fylgja betri við, enn tær gjrødu fyri einum ári síðani, tá Simona Dziugyte var stór- skjúttin á liðnum. Liðið er sum so eisini rættiliga ungt, og tí var helst eisini væntandi, at menningin á liðnum fór at verða sjónlig, men hinvegin hevði neyvan nakar roknað við, at byrjanin hjá liðnum fór at verða somikið góð, sum hon í veruleikanum hevur verið. Hesa ferð hevði Sóljan fult tamarhald á dystinum frá fyrsa bríksli. Tær vunnu sær beinan vegin ein hampuliga stóran fyrimun, og eftir hetta vendist ikki hjá heimaliðnum. Munurin vaks stútt og støðugt alla tíðina, og tá heimaliðið fram móti dyst- arenda minkaði nøkur fá mál um munin, var alt langt síðani avgjørt. Dysturin í tølum: StÍF-Sóljan 17-25 (7-11) Málskjúttar: StÍF: Sunfríð B. Jacobsen 5(2), Anna Maria Berthel- sen 5, Ileana Manulescu 4, Poula Olsen 1, Anna B. Danielsen 1, Birna Mikkel- sen 1 Sóljan: Asta Petrouskiene 11, Marjun Johansen 4(2), Sólja Jóanisdóttir 3, Jóh- anna í Horni 3, Herthe J. Simonsen 2, Heidi S. Har- aldsen 1, Heidi Maria Aks- elsen 1 Brotskøst: StÍF 3, Sóljan 2 Útvísingar: StÍF 1, Sóljan 1 Mjølnir-Fram 2-3 (28-26, 31-29, 17-25, 13-25, 5-15): Mjølnir loypti hvøkk á Fram Fram hevði trupulleikar, men at enda drógu teir longra stráið í einum spennandi dysti í Klaksvík Mynd: Alexandar Djorovic Vit fara eftir øllum StÍF-Sóljan 17-25 (7-11): StÍF bumbað niður 15 14 Nr. 199 - 16. oktober 2001 Kvinnuliðið hjá Neistanum lat ongan iva vera um, hvør eigur besta liðið í høvuðsstaðnum, tá tær sunnudagin góvu Kyndli ein rættiligan bank HONDBÓLTUR Jákup Mørk Eftir kvinnudystin sunnu- dagin ímillum Kyndil og Neistan, er einki at ivast í, hvat felag hevur sterkasta kvinnuliðið í høvuðsstaðn- um. Tølini lúgva sjáldan, og tað at Neistin megnaði at skjóta tvífalt so nógv mál sum Kyndil, boðar eisini frá einum risastórum styrk- ismuni. Eitt lítlan vørr Fyrstu løtuna av dystinum var tó ikki nógv, sum bendi á, at munurin skuldi gerast somikið stórur ímillum liðini bæði. Neistin var helst tað lið- ið, sum byrjaði betri, men eftir eina sera nølandi byrj- an, kom Kyndil tó meira við í spælið, og tær vunnu seg eisini heilt nær Neistan- um, men tá Neistin fram móti endanum av hálvleik- inum vann sær góðan fyri- mun í tveimum yvirtals- støðum, skrædnaði millum liðini bæði. Í seinna hálvleiki syrgdu tær bláu alt fyri eitt fyri, at sjógvur varð lagdur ímill- um liðini, og so var liðugt hjá Kyndli. Stríðsviljin, sum annars hevði verið sjónligur stóran part av dystinum, var nú fullkomu- liga horvin, og hóast trygga leiðslan gjørdi, at nærlagn- ið á Neista-liðnum hvarv til tíðir, so nart hetta ongan tíð við tann veruleika, at talan fór at gerast um ein sigur av teimum heilt tryggu. Mugu stríðast Hóast Kyndil neyvan fær nýtt úrslitið í dystinum til nakað sum helst, so stað- festi dysturin um ikki ann- að, at tað er neyðugt hjá liðnum at stríðast sum ein heild, um úrslitini skulu batna. Eftir at liðið í fjør misti somikið nógv av fólki, at allar vónir um eina heiður- liga endastøðu mundu hvørva, sær munandi betri út í so máta hetta kapping- arárið. Nakað av frágongd hevur tó verið aftur hetta árið, men hinvegin skuldi tilgongdin av leikarum ver- ið somikið stór, at tað skuldi vigað upp ímóti. Tað er tó ikki nóg mikið, bert at hava góðar leikarar, um úrslit skulu røkkast. Stríðsviljin eigur eisini at vera til staðar, og hesin manglaði í ólukkumát sunnudagin. Fyri viku síð- ani sýndu tær í dystinum móti Stjørnuni, at liðið kann spæla upp ímóti teim- um stóru, men hesaferð fingu tær so eisini prógv fyri, at hetta ikki gerst uttan ein stóran innsats frá hvørj- um einstaknum leikara. Bílig bakgrund Nú tveir dystir eru farnir av kappingini, er Neistin á odda í kvinnudeildini. Kanska hevur bakgrundin verið heldur bílig, men lið- ið hevur tó í løtum sýnt, at tær væl eru førar fyri at spæla heilt góðan hondbólt, og aloftast er liðandin eisini í topp, so tað kann væl verða, at liðið aftur í ár fer at gera seg galdandi í heið- ursmerkjarøðin. Ikki minst er tað ein sera stórur styrkur, at liðið nú aftur hevur Gunnleyg Berg at dúva upp á í strikuspæl- inum. Eftir eitt ár í Íslandi er sjónligt, at hon hevur tik- ið seg sera nógv fram – bæði tekniskt og taktiskt – og ikki minst koma evni hennara til sín rætt í verju- spælinum. Har umframt tykist liðið eisini at vera væl mannað á bakplassunum, tó at tað kanska er í væntandi breiddini á hesum, at størsti veikleikin á liðnum skal finnast. Enn hevur hetta tó ikki kostað nakað, men spurningurin er so, um liðið sleppur eins óskalað ígjøgnum dystirnar, tá mót- støðan verður størri. Fyrsta ábendingin um hetta fæst helst longu hósdagin, tá Stjørnan kemur á vitjan. Dysturin í tølum: Kyndil-Neistin 14-28 (5-11) Málskjúttar: Kyndil: Annika Ljósstein 6(2), Ann Hansen 3(1), Lotte Sørensen 3(1), Marjun Tróndarson 1, Maina Rubeksen 1 Neistin: Gunnleyg Berg 7, Katrin á Neystabø 6(1), Birita Wardum 5, Kára á Dunga 4, Rakul Augustin- ussen 3(1), Mildrid Jacob- sen 2, Susan Brockie 1 Brotskøst: Kyndil 7, Neistin 2 Útvísingar: Kyndil 5, Neistin 5 Dómarar úr StÍF: Pole Hansen og Jústines Justin- ussen. Tóktust hava tamar- hald á dystinum, men við hvørt kundi ein ynskt sær størri konsekvens í døm- ingini. Flogbóltur, kvinnur: Uttan nakað serligt hóvasták vann TB 3-0 móti Mjølni í Klaksvík. Samstundis sum hetta var fyrstu ferð nakrantíð, at TB vann á Mjølni í Klaks- vík, er tað eisini fyrstu ferð í mong Harrans ár, at Mjøln- ir-kvinnurnar hava tapt so dyggiliga á heimavølli FLOGBÓLTUR Emil Lisberg Jacobsen Fyri fyrstu ferð nakrantíð vunnu flogbóltskvinnurnar hjá TB landskappingardyst í Klaksvík móti Mjølni. Og tá tað so endiliga eydnaðist, var tað sera sannførandi. Tað er sera sjáldan, at Mjølnir tapir á heimavølli, men leygardagin kundu tær einki gera móti einum sera vælleikandi TB-liði, sum uttan iva verður sera tungt hjá hinum at syfta í ár. Ser- liga teir báðir nýggju útl- endsku leikararnir Lili Pop- escu úr Rumenia og Maja Popovich úr Bosnia-Herse- govina skaraðu framúr, og í teimum báðum hevur TB veruliga fingið tveir kant- spælarar á sera høgum støði. Tí er einki at siga til, at vónirnar á Tvøroyri eru stórar. Og tað hoyrir eisini við til søguna, at hini bæði sterku liðini í meistara- deildini, Dráttur og Mjøln- ir, eru viknað í mun til sein- asta kappingarár. Hjá Mjølni eru Tina Jacobsen og Margit Pouls- en ikki við í ár. Tær báðar gjørdust ávikavist Ársins blokaduleikari og Ársins móttøkuleikari í fjør, so tað sigur seg sjálvt, at hetta er sera svárur missur hjá Mjølni. Men spurningurin er, um tær høvdu gjørt so stóran mun móti TB, sum stýrdi dystinum frá byrjan til enda og vann sera trygt. TB var betri á øllum økjum. Mót- tøkurnar, servurnar og hev- ingarnar – alt riggaði betur hjá suðuroyarliðnum enn hjá Mjølni, ið hevur fingið fleiri ungar leikarar inn á liðið og sum týðiliga ikki hevur somu styrki sum seinastu árini. Bara tað at tapa 3-0 á heimavølli er so óvanligur kostur hjá Mjølni, at tað sæst, at okk- urt stórt er á veg á Tvøroyri. Ov tíðliga? Tað er sjálvandi alt, alt ov tíðliga at útrópa TB sum føroyameistara, men inntil víðari mugu tær bara finna seg í at vera FM-favorittar. Komandi leygardag spæla tær á útivølli móti føroya- meistarunum Drátti, sum vunnu sín fyrsta dyst í kappingini móti ÍF. Vinnur TB eisini á Giljanesi, eru báðir teir – á pappírinum – truplastu dystirnir í kapp- ingini vunnir, og so hótta tær við at taka allan spenn- ingin úr kappingini, tí um hvørki Mjølnir ella Dráttur fær gjørt nakað við TB, er ringt at fáa eyga á nakran annan sum kann. Men enn eru nógvir dystir eftir, og sjálvt flogbóltsleikarar mugu duga at hava bæði beinini á jørðini. Kyndil-Neistin 14-28 (5-11) Sorl í lokauppgerðini Ikki minst er tað ein stórur styrkur hjá Neistanum, at Gunnleyg Berg nú aftur er at síggja á liðnum Mynd: Álvur Haraldsen Mjølnir-TB 0-3 (17-25, 13-25, 15-25): TB vann fyri fyrstu ferð í Klaksvík Hóast tað enn er stutt fráliðið í kappingarárinum, so mugu tvørákvinnurnar longu finna seg í verða róptar fyri fremsti FM- kandidaturin Mynd: Alexandar Djorovic C M Y K 14