mánadagur 15. oktober 2001síða 9
‹ fyrra síða allar 18 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 199 - 16. oktober 2001
17
Sandoyingar hugsa
um at styrkja um
liðið við útlendskum
spælarum, og uttan
mun til hvør verður
venjari, so skal hann
búgva á Sandi
ÚTLIT
Jóannes Hansen
Leygardagin gjørdist tað
greitt, at B71 komandi
kappingarár skal spæla í 2.
og ikki í 1. deild. Tað var
ikki akkurát hetta, sum teir
á Sandi høvdu vónað og
eisini roknað við. Undan
kappingarbyrjan hildu teir
seg hava fólk til eitt pláss í
hvussu so er omanfyri
strikuna,
men
soleiðis
gekst tað ikki. B71 vann
tríggjar ferðir, eina ferð var
javnleikur, og teir løgdu
rygg til fjúrtan tap. Samlaði
málmunurin var 17–52.
Hetta bar níggjunda plássið
við sær, og B71 tapti sam-
anlagt kvalifikatiónsdystir-
nar ímóti Skála 4–2.
Síðstu stigini fekk B71,
tá teir í fimtanda umfarin-
um vunnu 3–2 á heimavølli
ímóti HB.
Í
fyrsta
umfarinum
vunnu sandoyingar 1–0 á
heimavølli
ímóti
EB/
Streymi, og teir vunnu
eisini útidystin ímóti EB/
Streymi. Á Sundalags-
stevnuni vunnu teir 1–0 og
fóru við stóra steypinum og
øllum stignum.
Lokali samleikin
Síðani B71 í 1989 fyrstu
ferð kom í 1. deild og tók
øll á bóli við at vinna
meistaraheitið, hevur tað
gingið upp og niður. Í 1990
var B71 í 2. deild, og har
vóru teir aftur í 1998.
Í níti árunum vóru bestu
úrslitini steypasigurin í
1993 og bronsukrónurnar í
1994. Tá fór at detta
burturav meistaraliðnum
frá 1989, og síðani fjórða
plássið í 1995 hevur tað
snúð seg um at halda lið-
num í bestu deildini.
Í hesum stríðnum hevur
verið neyðugt við fremm-
andari arbeiðsmegi. Onkra
ferðina hava útlendskir
spælarar hjálpt til, og í ár
hevur meiri enn helming-
urin av spælarunum verið
aðra staðni frá í Føroyum.
Einasti spælarin, sum var
við í 1989 og sum hevur
verið við alla tíðina síðani
tá, og sum framvegis er
B71 spælari, er Eli Hentze.
Hann er 31 ára gamal, og
hann ætlar sær at vera við
aftur komandi ár, tá B71
skal stríðast við ÍF, FS
Vágar og Sumba um upp-
flytingarplássini:
– Tað hava verið nógvar
broytingar
hjá
okkum
seinastu árini. Umstøð-
urnar
hava
kravt
tað.
Royndirnar siga okkum, at
tað er alneyðugt, at lokali
samleikin er sterkur og
sjónskur. Tað vil siga, at
undir øllum umstøðum skal
venjarin búgva her suðuri
hjá okkum. Annars er
vandin stórur fyri, at talan
verður um eitt lið, sum
venur á tveimum støðum,
og at felagið mest sum
hvørvur.
Tað
er
sera
óheppið.
Grundarlagið
Á Sandi eru fleiri evnaríkir
og ungir spælarar. Men
veteranurin og liðformað-
urin heldur ikki, at B71
sleppur undan at leita aðra
staðni eftir styrki. M. a. tí
tað framvegis er ein veru-
leiki – hóast tað er nógv
meiri arbeiði á Sandi nú,
enn tað var fyri fáum árum
síðani – at fleiri av ungu
monnunum fara burtur.
– Tað var ikki greitt
fyrrenn leygardagin, hvar
vit skulu spæla komandi ár.
Tí er tað nústaðni, at vit
fara undir fyrireikingarnar
til komandi kappingarár.
Vit hava tosað um møgu-
leikan at fáa útlendskar
spælarar henda vegin. Tað
hava vit havt fleiri góðar
royndir
av,
sigur
Eli
Hentze, og hugsar í tí
sambandinum eitt nú um
málverjan, Waldemar No-
wisci, 40 ára gamla pól-
verjan, sum saman við
konuni og børnunum so at
siga er vorðin sandoyingur.
Síðani Skála vann
triðju deild í fjør,
hevur elevatorurin
hjá liðnum bert
gingið uppeftir
UPPFLYTING
Jákup Mørk
Tað var sjálvandi ein
fegin liðformaður hjá
Skála, sum Sosialurin
fekk orðið á, beint eftir at
hann saman við liðfeløg-
unum hevði staðfest, at
komandi árið skulu teir
spæla í bestu mansdeild-
ini.
Tað er annars bert eitt
ár síðani, at Skálamenn
kundu erpa sær av at hava
vunnið triðju deild, og
spurdur, um hann hevði
roknað við fyrstu deildar-
fótbólti, tá teir í fjør
vunnu triðju deild, segði
Pauli, at tað hevði hann
so avgjørt ikki droymt
um.
- Vit settu okkuim sum
mál at stabilisera okkum í
deildini. Hetta mál skuldi
millum annað røkkast við
at seta Eugen Voda sum
venjara. Hann fekk okk-
um í rættiliga góða venj-
ing frá kappingarársbyrj-
an, og eftir at vit beinan
vegin vóru í oddinum,
hava vit sjálvandi roynt at
hanga í.
Tað kann kanska ljóðað
eitt sindur løgið, men
eins og nýggi venjarin
soleiðis átti sín lut í góða
árinum, so varð hein
sagdur úr starvinum fáar
dystir undan kappingar-
loki.
Um hetta sigur Pauli, at
sum støðan bleiv, so var
hetta eitt neyðugt stig at
taka, uttanm at liðskip-
arin tó vil siga nágreini-
liga frá, hvat tað var, sum
hendi, tá venjarin varð
sagdur úr starvinum.
Mugu hava styrk
Eftir stóru løtuna, ið sum
kunnugt varð grundløgd
fyri viku síðani á Sandi,
spurdu vit at enda lið-
skiparan um, hvørjar
vónir hann hevur um
framtíðar tilveruna hjá
felagnum í fyrstu deild.
- Tað havi eg so slettis
ikki hugsað nakað sum
helst um enn. Tað verður
allar helst neyðugt við
styrki uttanifrá, men hin-
vegin haldi eg at funda-
mentið á liðnum er á eini
leið, so heilt ógjørligt
verður tað als iki, sigur
altso Pauli Hansen at
enda.
Grundarlagið er nóg gott
- Vit settu okkuim sum mál at stabilisera okkum í deild-
ini, sigur Pauli um árið, sum sunnudagin endaði við at
Skála flutti upp úr aðru deild
Mynd: Álvur Haraldsen
spælt inn, at Skála ikki
hevði fyri neyðini at satsa
nakað sum helst. Grovt
sagt, skuldu teir bara hava
hesar 90 minuttirnar at
ganga, uttan at sandoyingar
skutu alt ov nógv mál, og tí
sóust teir ongan tíð tveita
alt fólið fram í royndunum
at skora.
Hinvegin gjørdu skála-
menn heldur ikki tað
mistak at taka alt fólkið
aftur, men hildu alla tíðina
tveir mans á toppinum.
Hetta var við til at forða
fyri einum veruligum trýsti
frá B71, tí teir máttu eisini
ansa eftir møguleikanum
fyri kontraálopum. Sjálv-
sagt eigur at ansast eftir
hesum, men tað tóktist tó
eitt sindur løgið, at sand-
oyingar
løgdu
somikið
nógv í verjupartin. Grund-
að á úrslitið í fyrra dyst-
inum, so var tað sum so
líkamikið, um Skála skor-
aði einaferð. treytirnar hjá
B71 vóru framvegis at
skjóta fýra mál, men tað
tóktist, sum um viljin til
hetta ikki var nóg stóru.
Tað eydnaðist tó sand-
oyingum at fáa eitt mál
hampuliga tíðliga í seinna
hálvleiki. Rúni í Soylu varð
skumpaður í ryggin í brots-
teiginum, og úr 11 metrum
umsetti Eli Hentze trygt í
málið.
Nøgdir um eitt mál
Hóast hetta ikki var nóg
mikið at venda dystinum,
so tóktist tað sum um
sandoyingar hóast alt vóru
nøgdir um at vinna dystin.
Teir høvdu helst sæð
beiska veruleikan soleiðis,
at tað var vónleyst at vinna
við nóg nógvum málum, og
tí mundi tað um ikki annað
kennast sum ein troyst, at
teir hóast alt vunnu seinna
dystin.
Sjálvandi hevði Skála
vilja vunnið dystin, men tá
dómarin hevði bríkslað fyri
seinastu ferð, tustu fólk inn
á vøllin, soleiðis at ein
nærum skuldi trúð, at Skála
veruliga
hevði
vunnið
dystin. Tað høvdu tey
kanska ikki, men uppflyt-
ingin var í øllum førum ein
veruleiki, so tað var øll
orsøk til at fegnast, og so
mundi lagið ikki gerast
verri av, at fýrverkið kring
vøllin dundi, meðan sjam-
panjupropparnir
vórðu
sendir í allar ættir.
Dysturin í tølum:
Skála-B71- 0-1 (0-0)
0-1: Eli Hentze (br.) 57.
Skála er í fyrstu deild við
samanlagt 4-2
Skála: Leivur Justinussen –
Ronnie
Hansen,
Pauli
Hansen, Janus Trygvason –
Marius Joensen, Tummas
Olsen, Sveinur Justinussen,
Pauli Hansen, Kaysten
Rasmussen – Bogi Greger-
sen, Alexandur Johansen
B71: Waldemar Nowicki –
Bergleif Sólsker, Ib Mohr
Olsen, Bernhard Petersen –
Kári Sørensen, Rúni í
Soylu, Kári Nielsen, Eli
Hentze, Sverrir Kjærbo –
Páll á Reynatúgvu, Jón-
svein Thomsen
Tað skal ganga
fyri seg á Sandi
Vit hava tosað um
møguleikan at fáa útlendskar
spælarar henda vegin. Tað
hava vit havt fleiri góðar
royndir av, sigur Eli Hentze
millum annað
Mynd: Álvur Haraldsen
17
16
Nr. 199 - 16. oktober 2001
Hóast talan gjørdist
um eitt tap í seinna
upp- og niðurflyting-
ardystinum móti B71,
so kom samlaði
sigurin hjá Skála
ongan tíð í vanda, og
fyri fyrstu ferð er
liðið nú at finna í
bestu mansdeildini í
fótbólti
UPP-/NIÐURFLYTING
Jákup Mørk
Tað man vera langt síðani –
um nakran tíð - at so nógv
fólk hava verið savnað til
fótbóltsdyst á Skála, sum
talan var um leygardagin.
Ikki tí at veðrið var so
øgiliga nógv betri, enn tað
hevði verið seinastu vik-
una, men neyvan man fót-
bóltsliðið hjá Skála áður
leikt ein somikið týdningar-
miklan dyst, sum talan var
um sunnudagin. Talan var
um seinna dystin um upp-
og niðurflyting, og eftir
knúsandi 4-1 sigurin á
Sandi fyri viku síðani,
mundu flestu skálafólkini
halda, at nú skuldi tað verið
heilt víst, at Skála skal
spæla fótbólt í fyrstu deild.
Broytt sandoyarlið
Í mun til aðrar dystir, sum
B71 hevur spælt hetta árið,
vóru
stórar
broytingar
gjørdar
á
liðnum
til
seinasta dystin.
Eitt var, at Piotr Kra-
kowski hevði avloyst Kára
Reynheim á venjarabeink-
inum, men tað var tó á vøll-
inum, at størstu broytingar-
nar vóru framdar. Av
mongu avbygdarmonnun-
um, sum í ár hava mannað
liðið hjá B71, var bert
Bernhard
Petersen
at
síggja, og ístaðin vóru boð
send eftir onkrum av
gomlu kempunum, soleiðis
at holini á vøllinum kundu
tippast. Millum annað vóru
bæði Páll á Reynatúgvu og
Rúni í Soylu at síggja, so
tað var sjónligt, at sandoy-
ingar royndu seg við koll-
veltandi broytingum, til
tess at vinna seg aftur inn á
Skála.
Við hjálp frá undanvind-
inum sá tað eisini eina løtu
út til, at sandoyingar veru-
liga trúðu uppá, at tað
kundi lata seg gera at venda
dystinum. Fyrsta korterið
ella so var talan um eitt
langt sandoyarálop oman
móti illa skipaðu Skála
verjuni, og onkur møgu-
leiki spurdist eisini burt-
urúr.
Nærmari enn einum stút-
ara á tvørtræið frá Bergleifi
Brimvík komu sandoying-
arnir tó ikki, og spakuliga
komu skálamenn alt betri
við í dystin. Tað vóru ser-
liga teir tríggir á miðásini,
Pauli Poulsen, Pauli Han-
sen og Alexandur Johansen,
sum stýrdu spælinum hjá
heimaliðnum, men eisini
stóðst vandi fleiri ferðir av,
tá Marius Joensen streyk
upp í høgru.
Størsta møguleikan fekk
Pauli Hansen, tá hann
brádliga kom at standa heilt
leysur, men við einari
kvikari fótparadu eydnaðist
kortini Waldemar Nowicki
í sandoyarmálinum at forða
fyri.
Ongan tíð vandi á ferð
Sum fyrri hálvleikur leið,
so kundi ein hildið, at
heimaliðið í seinna hálv-
leiki fór at gera sær dælt av
vindinum, og harvið leggja
eitt stórt trýst oman á sand-
oyarmálið. Hetta hendi tó
ikki, og størsta orsøkin til
tað mundi vera, at vindurin
nú var hæsaðu somikið, at
talan ikki gjørdist um
nakran munandi fyrimun av
hesum.
Helst hevur tað tó eisini
Skála-B71 0-1 (0-0):
So er Skála uppi
So er tað greitt. Skála hevur
fyri fyrstu ferð tryggjað sær
umboð í bestu føroysku
mansdeildini í fótbólti
Mynd: Álvur Haraldsen
Marius tykist ikki at hava funnið rætta stevið, men hjá Alexanduri er eingin ivi, og tey, sum vóru fyri, fingu karm av gyltu
dropunum, sum sprændu úr sjampanjufløskunum
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
16