mánadagur 15. oktober 2001síða 10
‹ fyrra síða allar 18 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 199 - 16. oktober 2001
19
Í longum løtum var
VB sera væl við í
dystinum móti VÍF,
men í seinna hálvleiki
fekk VÍF átta mál á
rað og avgjørdi
harvið dystin
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Meistararnir úr VÍF fingu
ein ordans hvøkk, tá tær
sunnuadgin vitjaðu í Vági.
At dysturin var torførur,
var einki at ivast í, men
neyvan høvdu tær í VÍF
grunað, at tað skuldi gerast
somikið torført, sum tað
bleiv.
Jacklin var bjargingin
VB var liðið, sum hevði
munin
meginpartin
av
dystinum, og eftir at hava
ført við einum máli í hálv-
leikinum, komu tær tíðliga
í seinna hálvleiki upp á 14-
10, og sigurin tóktist vera
komin heilt nær.
VÍF fekk tó snarað øllum
á høvdið, tá tær innan fyri
11 minuttir skutu átta mál á
rað, og á liðnum tykist ikki
vera ivi um, at var tað ikki
fyri hesa løtuna, so hevði
dysturin verið taptur.
- Fram til tá hekk spælið
hjá okkum als ikki saman.
Talan var um fyrsta dystin,
og tá hesin so eisini var
tann á pappírinum torfør
asti dysturin, sum vit kundu
fáa, so gav hetta okkum
eyka nervar, sigur Jórun
Ludvig, sum í ár er á
liðnum hjá VÍF.
- Hasa løtuna í seinna
hálvleiki
fingu
vit
tó
knappliga alt at rigga, og
ikki minst var tað Jacklin,
sum bjargaði okkum. Eg
haldi næstan, at hon skor-
aði upp á allar royndirnar
hja sær, og tað er púra víst,
at var tað ikki fyri hana, so
høvdu vit tapt dystin, sigur
Jórun.
Má ikki vaksa
Saman við liðfeløgunum
kann hon tó fegnast um, at
tað hóast alt eydnaðist VÍF
at vinna dystin. Sum nevnt,
so var hetta helst tann á
pappírinum torførasti dyst-
urin, og at fáa tvey stig í
slíkum, er so avgjørt ikki at
forkasta.
At VB-kvinnurnar hin-
vegin munnu iðra seg, er
einki at taka seg aftur í. Tær
hvødu fram til gyltu løtuna
hjá VÍF takið dystinum, og
fleiri vóru helst, sum
vónaðu og roknaðu við, at
VÍF fyri fyrstu ferð í meira
enn eitt heilt ár skuldi tapa
ein landskappingardyst.
Soleiðis gjørdist ikki,
men hinvegin sýndi avrikið
hjá VB, at tær hels verða
sera drúgvar hetta kapping-
arárið, og einki er at ivast í,
at tær fara at stríðast fyri, at
munurin til VÍF ikki skal
gerast størri enn tey bæði
stigini, sum eru.
Dysturin í tølum:
VB-VÍF 17-22 (8-7)
Málskjúttar:
VB: Gabriella Fekete 9(3),
Regina Radó 3, Gurið
Mortensen
2,
Margret
Augustinussn 1, Durita
Rouch 1, Sólrun Krosslá 1
VÍF: Jacklin Durhuus 7,
Sóley Mikkelsen 4, Nico-
leta Radu 3, Fríða Marj-
unardóttir
2,
Nikolina
Eyðbjørnsdóttir 2, Jórun
Ludvig 2, Ioana Rápa 1,
Alis Høghamar 1
Brotskøst: VB 4, VÍF 3
Útvísingar: VB 2, VÍF 1
Dómarar úr Kyndli: Uni
Wardum & Hannis Ward-
um
Talan var ikki um
meistaraspæl frá
meistarunum, men
tað var kortini ríkiligt
til at basa kollfirðing-
unum
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Vestmenningar
settu
sunnudagin sjøtul á sítt
kappingarár, tá teir á
útivølli – í Vestmanna –
vunnu ein tryggan sigur á
Kollfirðingum.
Rótut
Sum skilst á lagnum, so var
talan tó ikki um nakað
meistaraspæl frá gullvinn-
arunum. Serliga í fyrra
hálvleiki var dysturin rætti-
liga rótutur, men tað eydn-
aðist tó kortini vestmenn-
ingum at vinna sær eina
hampuliga leiðslu áðrenn
steðgin.
Munurin í steðginum var
sum kunnugt seks mál, og
tá so vestmenningar nýttu
fyrstu løtuna av seinna
hálvleiki til at skjóta fimm
mál á rað, var dysturin í
roynd og veru avgjørdur.
Kollfirðingar fingu eitt
sindur betri skil á, eftir at
hava gjørt nýtslu av einum
time-out, men nærhendis
vestmenningurm komu teir
ongantíð.
Týdningarmikil sigur
Fyri VÍF mundi týdning-
urin av úrslitinum vera
nógv størri enn týdningurin
av spælinum. Stigini eru jú
tey, sum telja, og onkur
kundi kanska borið ótta
fyri, at kollfirðingar fóru at
gera okkurt sprell móti
meistarunum. Ikki minst tí
hesir skulu til at finna sær
tveir nýggjar vengir, nú
bæði John Zachariasen og
Martin Hummeland eru
staddir uttanlanda.
Kollfirðingar megnaðu
tó ikki at gera nakað stór-
vegis, og nú teir hava leikt
tveir dystir, eiga teir fram-
vegis fyrsta stigið tilgóðar.
Í fjør var støðan nakað
líknandi, og tá var tað ikki
fyrr enn í seinnu kapping-
arhálvu, at teir fóru at gera
um seg, men tá var ov seint
til at hugsa um heiðurs-
merki. Skal sama gongdin
ikki endurtaka seg í ár,
verður helst neyðugt við
nøkrum
stigum
nakað
skjótt.
Dysturin í tølum:
KÍF-VÍF 19-32 (7-13)
Málskjúttar:
KÍF: Iljan Topic 5, Regin
Petersen 5, Jákup Dam
3(3), Kristian Madsen 2,
Finn Heri Johannesen 2,
Vagnur
Johannesen
1,
Durica Tomic 1
VÍF: Sámal Joensen 8,
Agnar Joensen 8, Danut
Negro
8(2),
Ragnar
Zachariasen 5, Ingi Olsen 4
Brotskøst: KÍF 5, VÍF 2
Útvísingar: KÍF 5, VÍF 8
Dómarar úr Tjaldri: Trúgvi
Mortensen & Kári Hansen
VB-VÍF 17-22 (8-7):
VB misti takið á meistarunum
KÍF-VÍF 19-32 (7-13)
Eingir
trupulleikar
19
18
Nr. 199 - 16. oktober 2001
Men Hvidovre hevur
yvirtikið besta
málverjan í felagnum
hjá Øssuri Hansen
1. DEILD DANMARK
Jóannes Hansen
Tað gongst ikki væl hjá
Hvidovre og B93, sum
ávikavíst Óli Johannesen
og Øssur Hansen spæla við.
Í vikuskiftinum vóru Óli
Johannesen og teir í Århus,
og har vann heimaliðið, FC
Århus, 2–1. Hvidovre kom
á odda í trettanda minutti,
men í 2. hálvleiki sóu teir
350 áskoðararnar heimalið-
ið skorað tvær ferðir. Teir
javnaðu í 65. minutti, og
teir skoraðu sigursmálið
tveir minuttir undan leik-
loki.
B93 hevði torføran setn-
ing hesa ferð. Teir vóru í
Haderslev, har HFK Søn-
derjylland stríðist fyri at
endurvinna plássið, sum
teir í summar mistu í super-
liguni. Áhugin fyri liðnum
har suðuri tykist framvegis
at vera stórur. Tað vóru
1.588 áskoðarar, og teir sóu
heimaliðið vinna 3–2.
Skifta málverja
Tá Hvidovre var í Århus,
var besti málverjin hjá
teimum leikbannaður, tí
hann varð útvístur næst-
síðsta vikuskifti. Málverjin
eitur Stephan Andersen.
Talan er um ein so mikið
góðan málverja, at hann er
U–21 landsliðsmálverji.
Nú frættist, at tað eru
onnur enn danir, sum hava
lagt til merkis, at Hvidovre
hevur ein góðan málverja.
Feløg
í
Onglandi
og
Hollandi eru áhugað at
keypa málverjan, og mill-
um áhugaðu feløgini verður
Bolton nevnt. Í hesum fel-
agnum í bestu eingilsku
deildini eru frammanundan
tríggir danskir spælarar –
Bo Hansen, Per Frandsen
og Henrik Tømrer Petersen.
Hvidovre er kent fyri at
ala góðar málverjar. Eitt
dømi um hetta er Peter
Schmeichel, sum vardi
Hvidovre málið, áðrenn
hann fór at spæla við
Brøndby og síðani varð
seldur til Manchester Uni-
ted.
Hvidovre hevur longu
syrgt fyri at tippa holið,
sum kanska fer at koma
millum stólparnar. Teir
hava plaserað Svarta Per
hjá Øssuri Hansen og B93.
Felagið á Eysturbrúgv er í
svárari kreppu. Teir hava
givið spælarunum loyvi at
skifta felag, um nakar vil
hava teir, og undan viku-
skiftinum flutti besti mál-
verjin, Nicolas Nielsen, til
Hvidovre.
Farum vil upp
Í toppinum í næstbestu
deildini styrkti Farum um
sína støðu. Tað vil siga, at
tað eru góðir møguleikar
fyri, at superligu fótbóltur
verður í Farum, um so
Lyngby flytir norður hagar
ella ikki. Farum vann topp-
dystin á heimavølli ímóti
Frem úr Valby við 2–1.
Randers Freja hevði vitj-
an av næstan hundrað ára
gamla
stórfelagnum
úr
Odense, B1909, og tað end-
aði 1–1.
Flogbóltur, menn:
Føroyameistararnir
ÍF fóru illa mannaðir
til Sørvágs at spæla
móti nógv umrødda
SÍ-liðnum, sum hevur
góðan møguleika at
gera seg galdandi í
toppinum. Leygar-
dagin hølvaðu teir ÍF
av
FLOGBÓLTUR
Emil Lisberg Jacobsen
Um vit hyggja eftir settúr-
slitum, so var mest sann-
førandi sigurin av øllum í
fyrsta umfari av meistara-
deildunum hjá monnum og
kvinnum tann hjá SÍ móti
ÍF. Sørvingar vunnu 3-0 og
vunnu øll settini stórt.
Hetta er rættiliga merkis-
vert, tí seinasta kappingarár
var SÍ púra einsamalt í
botninum, meðan ÍF lá í
toppinum og endaði sum
føroyameistari. Men tá tað
er sagt, skal beinanvegin
leggjast afturat, at bæði lið-
ini síggja nógv øðrvísi út í
dag samanborið við fyri
einum ári síðani.
Hjá SÍ sær tað sera
spennandi út. Teir hava
fingið Borko Ilic sum leik-
andi venjara, og harum-
framt er Rajko Petrovic,
sum spælir á diagonalinum,
komin til Sørvágs úr Jugo-
slavia. Og tá SÍ so eisini
hevur leikarar sum Jón
Nielsen og Suna Hansen, er
talan um eitt sterkt lið.
ÍF hevði tríggjar heilt
ungar leikarar við til Sør-
vágs. Av teimum, sum í fjør
vóru við til at vinna gull, er
Odd Eliassen tann, sum
størst saknur man vera í.
Hann er farin av landinum,
og
leygardagin
spældi
beiggi hansara Bartal hev-
ari í hansara stað. Boban
Ilic kom til landið fríggja-
dagin, og tað sigur seg
sjálvt, at tað er eitt sindur
møtumikið at skula spæla
dyst longu dagin eftir.
Annars er ikki so nógv at
siga um dystin. Settúrslitini
siga tað mesta sum sigast
skal, og tað verður áhuga-
vert at fylgja SÍ í vetur.
Tá eitt ítróttarlið fær
góð úrslit, virkar tað
mennandi á nógvum
økjum. Á Tvøroyri er
áhugin fyri flogbólti
vaksin nógv hesi sein-
astu árini, og nú TB
hevur fingið útl-
endskan styrk, er væl
hugsandi, at áhugin
fer at økjast enn
meira. Og tað er
positivt fyri allan
býin
FLOGBÓLTUR
Emil Lisberg Jacobsen
Tey, sum fylgja við í før-
oyskum ítrótti, kenna væl
TB. Ítróttarfelagið, sum
varð stovnað í 1892, er tað
elsta í landinum og eigur
sítt egna pláss í føroyskari
ítróttarsøgu.
Tað er fyrst og fremst fót-
bóltur, fólk hugsa um, tá
TB verður nevnt. Serliga í
70-árunum og fyrst í 50-
árunum gjørdi TB um seg á
fótbóltsvøllinum, og higar-
til hevur felagið vunnið før-
oyameistaraheitið í mans-
fótbólti sjey ferðir, seinast í
1987. Seinastu árini hevur
TB ikki verið partur av før-
oysku fótbóltselituni, men í
ár eydnaðist tað so at vinna
2. deild og flyta upp aftur í
bestu deildina.
Samstundis sum tað hev-
ur gingið niður á bakka við
fótbóltinum á Tvøroyri,
hevur felagið lagt seg eftir
at menna flogbóltin á
staðnum – serliga kvinnu-
flogbóltin.
Gudrid Nolsøe og Juanna
S. Joensen munnu vera
kendastu flogbóltsnøvnini
av Tvøroyri. Seinastu árini
hava tær báðar spælt í Dan-
mark og hava staðið seg
væl.
Her heima í Føroyum
hevur TB ongantíð verið
føroyameistari í flogbólti,
men tað er heldur ikki fyrr
enn seinastu árini, at TB av
álvara er farið í holt við at
skapa
traditiónir
innan
flogbóltin.
Okkurt árið hevur TB
verið væl við í kappingini,
men í ár sær út til, at tað er
serlig grund til bjartskygni.
Fyrsta teknið um, at TB
ætlar sær okkurt í ár, kom
næstsíðsta vikuskifti, tá tær
leikandi lætt vunnu Fleyr-
kappingina í Havn, og
næsta teknið kom í Klaks-
vík leygardagin, tá tær eyð-
mýktu Mjølnir 3-0 í Klaks-
vík.
Fremsta orsøkin til, at tað
hevur gingið so væl hjá TB
í seinastuni, er, at felagið
hevur fingið dugnalig útl-
endsk fólk til liðið. Emanu-
ele Leoni úr Italia er venj-
ari, og við sær hevur hann
34 ára gomlu Lilian Popes-
cu úr Rumenia. Harum-
framt er 20 ára gamla Maja
Popovich úr Bosnia-Herse-
govina komin á liðið. Hóast
sín unga aldur hevur hon
longu roynt seg á hægsta
stigi bæði í Týsklandi og
Italia, og bæði hon og
Popescu hava longu víst
sínar dygdir. Dygdir, sum
kunnu føra TB langt í ár.
Maja Popovich er annars
systir Marinu Popovich,
sum er leikandi venjari hjá
Drátti.
Tær hava gott eyga fyri
spælinum og kunnu geva
føroysku
leikarunum
á
liðnum eina rúgvu.
Stórur áhugi
Tað sigur seg sjálvt, at
áhugin á Tvøroyri fyri flog-
bólti er vaksandi í hesum
døgum. Serliga millum
børnini er undirtøkan stór,
bæði millum gentur og
dreingir. Enn er flogbóltur
á Tvøroyri fyrst og fremst
ein kvinnuítróttur, men ein
av málsetningunum hjá fel-
agnum er eisini at menna
áhugan millum mannfólk-
ini. Felagið hevur einki lið í
teimum vaksnu deildunum
hjá monnum, og vit skulu
heilt niður til Dreingir 16
fyri at finna eitt TB-lið á
manssíðuni. Sum við øllum
øðrum ítróttum er tað
gongdin hjá teimum vaksnu
liðunum, sum hevur nógv
at siga fyri áhugan hjá
teimum yngru, so her
skuldi ligið væl fyri. Og í
mun til aðrastaðni hevur
TB heldur ikki hina stóru
føroysku
vetrarítróttar-
greinina, hondbóltin, at
kappast við.
Áhugin millum fólk er
eisini stórur, nú felagið
hevur satsað við at fáa
útlendskan styrk. Hetta við
at fáa útlendskar leikarar til
landið er ofta sum eitt
lottarí. Summir fella ikki
til, aðrir fáa skaðar, og upp-
aftur aðrir liva stutt og
greitt ikki upp til vónirnar,
sum eru settar til teir. Her
hevur flogbólturin verið
munandi hepnari enn bæði
fót- og hondbólturin, og tað
sær eisini út til, at TB hevur
valt rætt. Tí umframt at tað
ger sjálvt liðið betri, nørir
tað eisini um áhugan fyri
liðnum og ítróttinum, og
tað er ein stórur partur av
vinninginum. Tey ungu fáa
betri hug at íðka ítrótt, og
um liðið fær góð úrslit, er
tað eisini mennandi fyri
sjálvan býin, sum fær nak-
að positivt at standa saman
um. Hetta hava vit sæð so
nógva aðrastaðni, og tað er
nógv sum talar fyri, at vit
eisini fara at síggja tað á
Tvøroyri í nærmastu fram-
tíð.
Óli missir málverjan
SÍ-ÍF 3-0 (25-11, 25-6, 25-12):
Botnliðið lagt seg á odda
Sørvingar eru her avmynd-
aðir eftir sigurin í Fleyr-
kappingini, og nógv bendir á,
at hetta neyvan verður tann
seinasti á árinum
Mynd: Jákup á Stongunum
Okkurt rumblar á Tvøroyri
C
M
Y
K
18