mánadagur 15. oktober 2001síða 11
‹ fyrra síða allar 18 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 199 - 16. oktober 2001
21
Klaksvíkingar og
vestmenningar vunnu
stórsigar meðan
meistaraliðið úr
Havnini skuffaði við
teprum sigri
TALV
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Vestmenningar byrjaði við
einum sonnum braki tá teir
vunnu 4-0 á einum sera
skerdum kollfjarðaliði í
fyrsta umfarinum av lið-
kappingini.
Unglingurin
Eyðálvur Johannesen, sum
ikki hevur telvað nógv
seinastu tvey árini, hevði
IM John Rødgaard yvir av
sær á fyrsta borði, og varð
tað ein ov stór uppgáva hjá
unga kollfirðinginum. Tor-
bjørn Thomsen, John Ja-
cobsen og Kári Durhuus
mannaðu hini borðini hjá
vestmenningum, og talan er
tí um eitt sterkt lið sum
hevur heilt góðar møgu-
leikar í ár.
Hans Kristian Simonsen
sum vanliga situr á fyrsta
borði hjá kollfirðingum, fer
til Spania at telva HM fyri
ungdómar undir 18 ár.
Eisini umboðar Miriam
Olsen Føroyar í bólkinum
undir 14 ár. Telvað verður í
døgunum 20. okt — 4. nov.
Í Havn dystaðust HT 1 og
HT 2 móti hvørjum øðrum.
Hetta er fyrstu ferð Havnar
Telvingarfelag hevur tvey
lið í fremstu deildini. HT2
góvu favorittunum harða
mótstøðu og stjólu loksins
hálvtannað stig frá teimum.
Martin Poulsen — fyrsta
borði hjá HT1 - vann eftir
bert fimtan leikum tá Jóhan
Gaard bukkaði ein mann
burtur. Olaf Berg megnaði
ikki at knekka Óla Joensen,
og mátti taka til takkar við
hálvum stigi, meðan Herluf
Hansen hinvegin vann trygt
sítt talv á triðja borði á Jo-
han E. Hansen. Jógvan Næs
á HT2, vann eitt spennandi
talv ímóti Andrias Ziska.
Andrias leyp á við konga-
gambittinum, offraði fyri
eitt álop, sum tó vísti seg
ikki at vera nóg gott.
Sostatt ein góð byrjan hjá
lítla havnarliðnum, og held-
ur skuffandi byrjan hjá
meistaraliðnum frá í fjør.
Hvalvíkingar iðra seg
Mest spennandi dysturin í
fyrstu deild var í Hvalvík,
har klaksvíkingar vitjaðu.
Steintór Rasmussen var
ikki við í ferðalagnum og tí
vórðu boð send eftir Mr.
KTF, Petur Hans Poulsen.
Ólavur Simonsen hevði
hvíta fólkið ímóti Martin
Brekká á fyrsta borði, men
rakk tað bert til ein javn-
leik. Ólavur offraði fyri
álop, men var í roynd og
veru heppin at fáa javnt.
Rani Nolsøe - sum í mong
ár sat á fyrsta borði —
megnaði sína fyrstu upp-
gávu á øðrum borði til fuln-
ar tá hann vann á Finnbjørn
Zachariassen eftir at hava
staðið nógv verri í mið-
spælinum. Finnbjørn fann
ikki vinnandi leikin og eftir
tað brast múrur hansara
saman.
Á triðja borði vann
Tummas Martin Anthon-
iussen heldur heppið á
Sámal Christiansen, meðan
Petur Hans leikti javnt
ímóti Bergur Magnussen.
Ein góður sigur hjá klaks-
víkingar, sum uttan iva
hava allar møguleikarnar at
enda á ovastu rók. Hval-
víkingar muga iðra seg
eftirsum teir saktans kundu
vunnið hendan dyst.
Eftir eitt umfar er sjálv-
sagt ógjørligt at meta um
komandi leikgongdina í
fremstu deildini. At siga at
klaksvíkingar verða ringir
at syfta, er tó ikki at fara
heilt skeivur.
2. deild —
favorittarnir vunnu
Sandavágsmenn við Torkil
Nielsen á fyrsta borði,
vunnu stórsigur 3,5-0,5 á
gøtumonnum um vikuskift-
ið. Favorittarnir svíktu ikki.
Reinhold Isaksen bjargaði
gøtumonnum hálva stigið
ímóti Gutta Petersen.
Runavíkingar og vest-
menningar býttu stigini,
meðan toftamenn við bert
trimum monnum og uttan
Jens
Kristian
Hansen,
vunnu 2,5-1,5 á klaksvík-
ingum. Teir fáa tó bert 1,5
stig fyri stríðið. Eitt straff-
stig verður nevnliga tikið
frá teimum eftirsum teir
bert møttu við trimum
telvarum.
Í 3. deild verða teir úr HT
3 ringir at basa. Við monn-
um sum Súna Ziska á lið-
num sær kappingarárið hjá
teimum ljóst út, og fer HT
allarhelst at hava umboðan
aftur í 2. deild næsta ár. HT
3 vann 3-1 á HT 4.
VT og KT býttu stigini,
men eisini í hesum dysti
missur KT eitt stig tá teir
bert møttu við trimum telv-
arum. Sandavágsmenn við
feðgunum Magna Thomas-
sen og fyrrverandi lands-
liðsleikaranum í fótbólti,
Ari Thomassen, taptu teirra
dyst ímóti Róki. Feðgarnir
fingu stigini hjá heimalið-
num; Magni leikti javnt og
Ari vann.
FM í útisetu
Eins og undanfarin ár
verður útisetaføroyameist-
arin funnin í føroyska
talvfelagnum
í
Keyp-
mannahavn. Átta telvarar
royna seg, har allir telva
ímóti hvørjum øðrum.
Tvey umfør eru leikt, og
ikki óvæntað hevur fimm-
faldaði
føroyameistarin
Heini Olsen fult stigatal.
Hetta hevur Finnbjørn Vang
eisini megnað, eitt nú við at
vinna á Terja Petersen, sum
saman við Carl Eli N.
Samuelsen, Pól Martin
Hansen og Regin Reinert
hava eitt stig. Aftastir eru
Ian Leyni og Dannie Niel-
sen við ongum stigi.
Tíverri kundu flestu av
hinum fremstu telvarnum í
felagnum ikki luttaka á
hesum sinni. Talvið hesa
vikuna er millum Carl Eli
og Heina úr fyrsta um-
farinum.
Flóvin á ferð
Fyri tveimum árum síðani
tók Flóvin Tór Næs ta stóru
avgerð
at
telva
kring
Evropa burturav í eitt ár.
Hann fekk í hesari drúgvu
talvferð nógvar royndir,
umframt kontaktir sum
gera tað lættari hjá honum
at finna góðar kappingar.
Eisini verður hann bjóðað-
ur til ymsar kappingar.
Hann er í løtuni í lestrar-
ørindum á flatlondum, men
forðar tað ikki fyri fram-
haldandi talvaktiviteti kring
miðevropa.
Flóvin luttekur í hesum
døgum í sterkari opnari
kapping í Hollandi, tiltikna
Hoogeveen
kappingin.
Hann er styrkismettur sum
nummar 32 av 46 telvarum.
Illa hevur gingist í hond hjá
Flóvini, tí eftir fyrstu trim-
um umførunum hevur hann
enn fyrsta stigið til góðar.
Fyrsta talvið tapti Flóvin á
einum russiskum stórmeist-
ara. Kappingin fevnir um
níggju umfør.
Talvið hesa vikuna
Carl Eli N. Samuelsen — Heini Olsen
FM í útisetu (1)
Nimzoindiskt
1.d4 Rif6 2.c4 e6 3.Ric3 Bb4 4.Fc2 c5 5.e3 Ric6
6.Rif3 0-0 7.Bd3 (Hvítur blandar variantar saman,
sum ger at svartur útjavnar) 7...d5 8.cxd5 exd5 9.a3
cxd4 10.Rixd4 Rixd4 11.exd4 Re8+ 12.Be3 Bd6
(Svartur hevur minst javnt spæl) 13.h3 Bf4! (Hvítur
má nú leika passivt) 14.Rid1 Fd6 15.0-0 Rie4
16.Bxf4 Fxf4 17.Bxe4 dxe4 [17...Rxe4? 18.Ric3]
18.Re1 Bf5 19.Rie3 Rad8 (Offrar finnu fyri álop)
20.Fc5 Be6 21.Fxa7 Rd6 22.Kf1
Bxh3! (Áhugavert offur, sum tó ikki sikkurt vinnur)
23.gxh3 Ff3 24.Fa4 Red8 25.Rig2? [25.Fa5! hesin
leikur bjargar helst hvítu støðuna] 25...Rg6 26.Re3
(Riddarin verður mótoffraður, men til fánýtis. Sigast
skal tó at hvítur var í svárari tíðarneyð) 26...Fxg2+
27.Ke2 Rf6 28.Rf1 Rf3 29.Fa5 [29.Rxe4 Rxf2+
30.Rxf2 Fxe4+ 31.Kf1 Re8] 29...Rc8 30.Fd2 f5
(Panikkur, men støðan er tó tapt kortini) 31.Rc3
Rfxc3 32.bxc3 Ff3+ 33.Ke1 Rxc3 0-1
1. Deild
HT
HT 2
2.5-1.5
Martin Poulsen (2085)
Jóhan Gaard (1835)
1-0
Olaf Berg (2040)
Óli Joensen (1790)
0.5-0.5
Herluf Hansen (2035)
Jóhan E. Hansen (1730)
1-0
Andrias Ziska (1955)
Jógvan Næs (1715)
0-1
TFS
KTF
1-3
Martin Brekká (2070)
Ólavur Simonsen (2235)
0.5-0.5
Finnbjørn Zachiasen (2050)
Rani Nolsøe (2185)
0-1
Sámal Christiansen (1850)
Tummas M. Antoniussen (1965)
0-1
Bergur Magnussen (1735)
Petur H. Poulsen (1795)
0.5-0.5
KT
VT
0-4
Eyðálvur Johannesen (1640)
IM John Rødgaard (2315)
0-1
Karl L. Johansen (1680)
Torbjørn Thomsen (2210)
0-1
Alvin Joensen (1640)
John Jacobsen (1910)
0-1
Árant Djurhuus (1175)
Kári Durhuus (1755)
0-1
Støðan eftir 1. umfar
1. VT, Vestmanna
1-0-0
0
4,0
2. KTF, Klaksvík
1-0-0
0
3,0
3. HT, Tórshavn
1-0-0
0
2.5
4. HT 2, Tórshavn
0-0-1
0
1.5
5. TFS, Hvalvík
0-0-1
0
1,0
6. KT, Kollafjørður
0-0-1
0
0,0
2. Deild
VT 2
RT
2-2
Jákup á R. Andreasen (1655)
Bjarki Ziska (1805)
0.5-0.5
Jón Mikkelsen (1655)
Brandur K. Jacobsen (1665)
0.5-0.5
Jóan Pauli Johannesen (1465)
Henrik W. Joensen
1-0
Ingolf Debes (1220)
Eyðun Lamhauge (1625)
0-1
TT
KTF 2
2.5-1.5
Helgi Joensen (1740)
Vagn Heldarskarð (1605)
1-0
Wensil Højgaard (1730)
Jan Simonsen (1315)
0.5-0.5
Justines Hansen (1650)
Ebbe Petersen (1215)
1-0
- Rani Tómasson (1145)
0-1
ST
GT
3.5-0.5
Torkil Nielsen (2080)
John Joensen (1750)
1-0
Bernhard Augustinussen (1835)
Jákup F. Joensen (1715)
1-0
Gutti Petersen (1630)
Reinhold Isaksen (1710)
0.5-0.5
Sonni Nielsen (1745)
Heri Thomsen (1375)
1-0
Støðan eftir 1. umfar
1. ST, Sandavágur
1-0-0
0
3.5
2. RT, Runavík
0-1-0
0
2,0
3. VT 2, Vestmanna
0-1-0
0
2,0
4. TT, Toftir
1-0-0
-1
1.5
5. KTF 2, Klaksvík
0-0-1
0
1.5
6. GT, Gøta
0-0-1
0
0.5
3. Deild
ST 2
Rókur
1.5-2.5
Magni Thomassen (1495)
Karl M. S. Jensen (1315)
0.5-0.5
Ari Thomassen
Hans E. S. Jensen (1225)
1-0
Allan Eldevig
Bergur Johannesen (1355)
0-1
Rúni Jacobsen
Dánjal P. Olsen (1380)
0-1
KT 2
VT 3
2-2
Niclas M. Joensen (1725)
Jógvan Egholm (1300)
1-0
Hans Petur Joensen (1655)
Rógvi Hansen (1075)
1-0
Hans Martin Andreasen (1305)
Bárður Joensen
0-1
- Finnur Johannesen
0-1
HT 3
HT 4
3-1
Suni Ziska (1765)
Poul Poulsen (1720)
1-0
Jákup A. Jensen (1625)
Herluf Mortensen (1325)
0-1
Jón Andreasen (1610)
Andrias Jacobsen (1280)
1-0
Ronny í Lon (1440)
Rógvi Mortensen (1120)
1-0
Støðan eftir 1. umfar
1. HT 3, Tórshavn
1-0-0
0
3,0
2. Rókur, Oyri
1-0-0
0
2.5
3. VT 3, Vestmanna
0-1-0
0
2,0
4. ST 2, Sandavágur
0-0-1
0
1.5
5. KT 2, Kollafjørður
0-1-0
-1
1,0
6. HT 4, Tórshavn
0-0-1
0
1,0
Liðkappingin 2001/2002 - 1. umfar
Favorittsigrar í 1. deild
21
20
Nr. 199 - 16. oktober 2001
Landsliðsmaðurin
spældi síðstu tíggju
minuttirnar, tá
Esbjerg á heimavølli
vann 2–0 á OB
ÚTISETI
Jóannes Hansen
Ein føroyskur fótbóltsspæl-
ari afturat hevur strítt seg
upp í donsku superliguna.
Talan er um fyrrverandi
NSÍ spælaran Christian
Høgna
Jacobsen,
sum
sunnudagin fyri fyrstu ferð
kom á liðið hjá Esbjerg.
Tað
restaðu
tíggju
minuttir, tá venjarin hjá
Esbjerg, Viggo Jensen, setti
Christian Høgna á liðið fyri
Henrik
Nielsen.
Hesin
hevði ein minutt framman-
undan skorað til 2–0, sum
gjørdist endaliga úrslitið.
Tað var eftir venjingina
hjá besta Esbjerg hópinum
leygarmorgunin,
at
Christian Høgni fekk boð
um, at hesa ferð skuldi
hann ikki spæla á seriu-
liðnum, men at hann skuldi
sita á beinkinum á besta
liðnum, sum er á triðja
plássinum í superliguni.
– Christian Høgni er ein
spennandi spælari, sum
torir at royna frameftir. Ta
løtuna, sum hann hesa ferð
var á vøllinum, fekk hann
ikki høvi at vísa so nógv.
Verjan hjá OB var sera tøtt,
men vit ivast ikki í, at vit í
framtíðini kunnu fáa gagn
av Christian Høgna, sigur
stjórin í Esbjerg, Niels Erik
Søndergaard, sum í síni tíð
var ein góður miðvallari í
Esbjerg.
Á bronsukós
Fótbólturin í Esbjerg hevur
rættuligan
undanvind.
4.869 áskoðarar sóu teirra
lið vinna 2–0 á OB, sum
ikki hevði Johan B. Hansen
á liðnum og á beinkinum.
Svenski Christian Karls-
son, sum í summar kom til
Esbjerg, setti hol á longu í
7. minutti, og so var tað, at
Henrik Nielsen staðfesti.
Síðani Esberg fyrr í
summar legði rygg til
stórtap á heimavølli ímóti
Brøndby, hevur tað bara
gingið rætta vegin.
Christian Høgni Jacob-
sen hevur síðani summ-
arsteðgin vant við besta
Esbjerg liðnum. Hann hev-
ur verið roknaður millum
profilarnar á seriuliðnum.
At hann nú er komin á
besta liðið, er ein partur av
málinum, sum hann setti
sær, tá Christian Høgni eftir
lokna handilsskúla útbúgv-
ing á Kambsdali í summar
fór til Danmarkar. Næsta
málið er at gerast fastur
maður á liðnum. Um tað
eydnast,
og
Christian
Høgni fer at skora mál, so
er ikki óvist, at hin parturin
av málinum kann gerast
veruleiki. Hann er at verða
seldur til okkurt stórt felag
í Europa.
Christian Høgni er bara
21 árra gamal, so hann
eigur nógv góð fótbóltsár á.
Sætti í superliguni
Christian Høgni Jacobsen
er fimti føroyski spælarin,
sum hevur roynt seg í
superliguni. Hinir spælar-
arnir eru Jan Allan Müller
og Óli Johannesen, sum
hava spælt í AGF, Jákup
Mikkelsen, sum í fjør vann
DM við Herfølge og Todi
Jónsson, sum í summar
vann DM við FCK. Johan
B. Hansen var í fjør fleiri
ferðir á superligu liðnum
hjá OB.
Superligan er bara tíggju
ára gomul. Frammanundan
kallaðist besta deildin í
Danmark 1. deild. Tveir
føroyskir fótbóltsspælarar
royndu seg har. Henrik
Thomsen spældi fyrst í
áttati árunum við B93, og
Abraham Løkin (tá var
eftirnavnið Hansen) var
mitt í áttati árunum á besta
liðnum hjá OB.
Molde styrkti um
fjórða plássið og er
á veg í europeiskan
fótbólt
NOREG
Jóannes Hansen
Tað er framvegis ógreitt,
um Jákup Mikkelsen fer
at taka av tilboðnum,
sum hann hevur um
framhaldandi at spæla í
Molde.
Sunnudagin var triði
síðsta umfarið í tippu-
liguni á skránni, og
Jákup Mikkelsen gjørdi
góða reklamu fyri sær
sjálvum. Molde var á
vitjan hjá Stabæk. Einki
mál fór ígjøgnum hjá
føroyska landsliðsmál-
verjanum. Molde skor-
aði eina ferð, og harvið
styrktu teir um sína
støðu á fjórða plássin-
um, sum ber atgongd til
UEFA Cup kappingina
við sær.
Molde skoraði í 26.
minutti. Bernt Hulsker
var leysur, og hálv-
fluktaði framvið Stabæk
málverjanum.
Í 2. hálvleiki trýsti
heimaliðið heilt nógv.
Men teir fingu ikki bólt-
in inn um Jákup Mikk-
elsen. Tættast við vóru
teir, tá teir sendu frí-
spark í tvørtræið.
Komandi
sunnudag
skal Molde spæla á
heimavølli ímóti Brann
úr Bergen, sum leingi
var við í toppinum, men
sum nú er dragnað eitt
sindur. Hjá Molde kom
tað sunnudagin illa við,
at tríggir av lyklaspæl-
arunum fingu gult kort
og verða leikbannaðir
komandi sunnudag.
Rosenborg eina ferð
afturat
Í toppinum hevur Lille-
strøm leingi verið stór
hóttan ímóti Rosenborg,
sum nógvu tey seinnu
árini hevur verið suve-
rent í Noregi. Men nú
bendir alt á, at Rosen-
borg fer at endurvinna
meistaraskapin. Tað ber
ikki til at siga annað,
enn at teir í Tróndheimi
–
vinarbýnum
hjá
Klaksvíkini! – eru ófør-
ir, tí teir stríðast í
Europa Cup fyri meist-
aralið samstundis, sum
teir stríðast fyri at end-
urvinna NM.
Í síðstu viku kom Ros-
enborg
hópin
nærri
meistaraskapinum. Týs-
kvøldið megnaði Lille-
strøm
bara
3–3
á
heimavølli ímóti Odd,
og leygardagin vann
Rosenborg 2–1 á útivølli
ímóti Lillestrøm.
Kurt Mørkøre er farin
úr Klaksvík og aftur til
Sogndal. Men hann var
ikki á vøllinum sunnu-
dagin. Sogndal, sum er
komið
undan
øllum
vanda fyri niðurflyting,
hevði vitjan av botnlið-
num Bryne. Sogndal var
á odda 1–0 í 1. hálvleiki,
men í 2. hálvleiki kiks-
aði tað púrasta. Bryne
vann 4–1 og lyfti seg
harvið burtur av tveim-
um
teimum
aftastu
plássunum, sum bera
beinleiðis niðurflyting
við sær.
Føroyski landsliðs-
maðurin tiltuskaði
Hull eitt brotsspark,
og ein mótstøðumað-
ur varð rikin av
vøllinum fyri at
hevna seg ímóti
Juliani
ONGLAND
Jóannes Hansen
Hull City styrkti leygar-
dagin um sína støðu á
næstfremsta
plássinum.
Teir vunnu á heimavølli
1–0 ímóti Torquay, men tað
var tepurt. Einasta málið
kom í 73. minutti. Tað
skoraði
írin
Michael
Reddy. Hann var akkurát
komin á vøllin. Tá hann
setti fótin undir innleggið
úr høgru var tað bara onnur
ferðin, at hann takti bóltin.
Undan steðginum var tað
sera órudduligt og lítið
samanhangandi. Men eftir
hvíldina fekk Hull betri tak
á spælinum, og teir vóru
leikliga greitt omaná. Besta
møguleikan fingu teir við
brotssparki, men skotið hjá
Kevin Dearden var so
mikið jánkasligt, at mál-
verjin ikki hevði trupul-
leikar at verja fyri.
Julian Johnsson var á
Hull miðvøllinum allar 90
minuttirnar, og hann var
rættuliga eyðsýndur. Tá
dómarin
bríkslaði
fyri
brotssparki, var tað tí, at
Julian, sum var komin úr
høgru og inn í brotsteigin
við bóltinum, varð feldur.
Síðstu løtuna royndu
gestirnir at javna. Teir
komu ikki til serligar
møguleikar, og tað mundi
vera ábending um mátt-
loysi, tá Gary Brabin í
síðstu løtu fekk reyða
kortið. Tað fekk hann fyri
at smekka ælbogan í and-
litið á Juliani Johnsson.
Jákup helt
púra tætt
Brøndby og AaB vóru
partar í sera
undirhaldandi
toppdysti, har bara
málini restaðu
SUPERLIGAN
Jóannes Hansen
Málini eru mest týðandi
parturin av undirhaldinum í
fótbólti, er ofta at hoyra.
Sjálvandi er tað rætt, at
málini eru krúnan á fót-
bóltsundirhaldinum. Men
at tað væl ber til at vera
vitni til gott fótbóltsundir-
hald, sjálvt um málini ikki
eru har, var sunnudagin eitt
gott dømi um í superliguni.
21.025 áskoðarar vóru í
Brøndby
seinnapartin
sunnudagin. Toppdysturin
millum Brøndby og AaB
endaði málleysur, men tað
var sera lívligt og undir-
haldandi.
AaB var omaná í 1. hálv-
leiki, og eftir steðgin var
heimaliðið omaná. Fleiri
upplagdir málmøguleikar
vóru. Tann størsta fekk
toppskjúttin
hjá
AaB,
Indrek Zelinski. Hann var
púra blankur fyri málinum,
tá flatt innlegg kom úr
høgru. Men ólukkutíð fyri
toppskjúttan og AaB, so
rakti hann bóltin so mikið
skeivt, at bólturin úr fýra
metrum og púra opnum
máli fór omanfyri tvør-
træið.
Eingin Todi
FCK var í Silkeborg. Todi
Jónsson og Heine Fer-
nandez restaðu, tí teir
framvegis eru skaddir. Tað
er ivasamt, um tað fer at
eydnast álopsmonnunum at
verða tøkir, tá FCK hós-
kvøldið á heimavølli fer at
spæla í UEFA Cup ímóti
Ajax úr Amsterdam.
Í Silkeborg stóð nógv á
hjá FCK. Teir spældu við
tíggju monnum í ein tíma.
Thomas
Røll,
sum
í
summar kom frá Silkeborg,
varð rikin av vøllinum fyri
býttisliga hevnisøku. Kort-
ini eydnaðist tað FCK at
fáa øll stigini. Teir vunnu
1–0, og tað var Zuma, sum
í 73. minutti skoraði málið.
Talan var um hornaspark,
sum varð snittað til handara
stólpan.
FCK arnir vóru hepnir at
fáa øll stigini. Ikki tí teir
ikki spældu eins væl og
betri enn Silkeborg, men tí
teir hóast alt vóru tíggju á
vøllinum størsta partin av
tíðini. Tíggju minuttir eftir
at Thomas Røll varð rikin
av vøllinum átti FCK mál-
verjin, Magnus Kihlstedt,
at sæð reytt. Hann rendi inn
í mótstøðumenn, sum var
leysur uttanfyri brotsteigin,
men dómarin metti, at talan
var ikki um meiri enn brot,
sum skuldi sektast við gula
kortinum.
Lyngby farið í fisk
Higartil hevur tað eydnast
Lyngby venjaranum og
spælarunum at spæla væl
og stríðast, sjálvt um tað
stendur sera illa til fíggj-
arliga. Felagið er um at fara
av knóranum, og tað er
óvist, hvar heimavøllurin
hjá Lyngby skal vera í
framtíðini.
Men hesa ferð gekk illa.
FCM fór til hús við øllum.
Eftir lítlum hálvum tíma
hevði
Morten
Skoubo
skorað trý mál, og FCM
vann 4–1.
AGF spældi ikki so galið,
men tað var um reppið, at
teir taptu á heimavølli ímóti
AB. Fimm minuttir undan
leikloki eydnaðist tað AGF
at javna til 1–1.
I gjárkvøldið skuldu Vi-
borg og Vejle spæla síðsta
dystin í hesum umfarinum.
Christian Høgni í superliguni
Julian var sera eyðsýndur
Málleyst og samstundis
undirhaldandi
C
M
Y
K
20