Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-04, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. mai 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 84 - 4. mai 2009 15 Mentan og trivnaður ongan góðan í býráðssamgonguni Sitandi samgonga valdi á býráðsfundinum mikukvøldið at geva fleiri trivnaðartilboðum í Klaksvík mønustingin. Eri sera ivasom í, um hetta veruliga var ein spurningur um sparingar, sum meirilutin førdi fram. Eri bangin fyri, at tað heldur snýr seg um eina vantandi fatan av, hvønn týdning mentan og trivnaður hevur fyri ein bý sum Klaksvík. Í peningi snúi tað seg um: Tónlistaskúlin 100 t.kr, ið merkja eina skerjing á 200 t.kr, tí skúlin fær somu upphædd í landsstuðli. Fyri Sodnhúsið snúi tað seg um 150 tkr, ið vísa seg ikki at verða spard, tí at flytingin út í Húsið og tað at seta verandi høli í upprunastand, koma at kosta eini 2-300 t. krónur. Fyri Atlantis var upphæddin 100 t.kr, sum merkir, at peningur bert er til at gjalda lán og onki til rakstur. Tilsamans snúi tað seg um 350 t.kr, ein upphædd, ið minnilutin væl og virðiliga kundi vísa á bar til at útvega, um bert viljin var tilstaðar. Føgur orð Varaborgarstjórin sigur í bløðunum, at tað er umráðandi at mentanin blómar í Klaksvík. Hetta eru føgur orð, ið hann so dyggiliga longu hevur prógvað, at hann als ikki meinar. Um hann meinar nakað við hesi orð, so mugu tey merkja, at Tónlistaskúlin og Atlantis ikki eru tað slagið av mentan, ið hann ætlar at fjálga um. Veruleikin er tann, at varaborgarstjórin ætlar at privatisera Atlantis, og tað átti hann opið at fortalt klaksvíkingum. Veruleikin er eisini tann, at hann hevur umhugsað at stongja Tónlistaskúlan í 2 ár og síðan opna hann aftur. Við hesi samgonguni verður Klaksvíkin enn fátækari mentunnarliga, enn hon longu er. Børn og ung Innan Virkishúsið fyri ung og Atlantis kom at virka sum tað ger í dag, høvdu vit stórar trupulleikar við ungdóminum í Klaksvík. Tey hildu til í skýlinum um kvøldarnar og ofta vóru rúsevnir uppií. Hesin trupulleiki er nógv minkaður, um ikki horvin síðani. Vóni ikki, at vit fara at síggja hetta aftur, nú tey ungu ikki fara at hava hesi tilboð. Virkishúsið er skræddaraseymað til ung, nú skulu tey aktiverast í eini tómari høll (Dávavirkinum), og er tað stórt spell. Eg var ein av teimum, ið var sera errin av at Klaksvíkin hevði eitt ungdómshús, har tey ungu lærdu at finna sítt pláss í einum fólkaræðisligum samfelag. Vánalig stýring Jógvan Skorðheim førir eisini fram, at hetta er ein avleiðing av, at man setir ov nógv tiltøk í verk í góðum tíðum, uttan at hugsa um, hvussu tey skulu halda fram í vánaligum tíðum. Øll hesi tiltøk: Sodnhúsið, Virkishúsið fyri ung og Atlantis vóru sett á stovn, meðan Javnaðarflokkurin var í samgongu í býráðnum frá 2000 – 2004. Hesi árini niðurguldu vit skuldina hjá Klaksvíkar kommunu, so hon fór frá umleið 140 mió niður á góðar 60 milliónir, og tí høvdu vit ráð at seta hesi tiltøk í verk. Eftir hetta kom ein samgonga til, sum borgarstjórin, ið Jógvan Skorðheim nú hevur valt, var partur av. Henda samgonga setti alt ov nógv ting í verk, og hevur Jógvan Skorðheim óiva rætt í, at tey ikki hugsaðu yvirskipað fíggjarliga. Men tað er sami flokkur, sum Jógvan Skorðheim, hóast tilboð um aðra samgongu, valdi at seta sítt álit á. Landsins leiðsla vil eftir øllum at døma heldur stýra eftir meginregluni ”gita heldur enn vita”, og eru boðini til ambitiøsan ung­ dóm ”Hvat við at tit flyta?” Á heysti 2005 setti ABC- samgongan 150 alment lønt fólk í gongd við verkætlanina Visjón 2015. Ein ambitiøs verkætlan at gera Føroyar eitt av heim­ sins fremstu samfeløgum í ár 2015. Eftir tvey ára arbeiði komu hesi klóku fólk til eitt úrslit, og nógv bleiv gjørt burtur úr, tá hetta bleiv lagt fram á torgum, prenti og á alnetin­ um. Eftir eina vakra inn­ gang eru fyrstu orðini í Visjónini: “Góðar útbúgvingar á øllum stigum tryggja føroyingum møguleikan fyri lívslanga læring. Tað er grundvøllurin undir okkara arbeiðsmarknaði og kappingarføri – og tískil okkara búskapi.” Løgtingið hevur sett í bakgear Ein skuldi trúð, at tá tað aftur er sama samgongan, sum bílegði Visjóns- arbeiðið, sum stýrir í dag - “Visjóns-løgmaðurin” umsitur enntá fíggjarmál – fór útbúgving veruliga at blíva uppraðfest í hesum døgum. Men hvat hendir? Best umtókta útbúgvingin á Fróðskaparsetrinum, Søgu- og Samfelags­deild­ in, verður fyribils løgd lamin. Eftir greiðu niðurstøðuna í Visjón 2015 og eitt fleiri ára langt kjak - og aðrar dýrt goldnar almennar kanningar - um skeivt kyn- og aldursbýti, har aftur er staðfest, at hægri útbúgv­ ingar er ein høvuðsorsøk til fráflytingina, er ikki vilji til at halda lív í eini deild, sum vit megnaðu at fáa upp at koyra undir kreppuni í 1990’unum. Føroyar flyta seg ikki frameftir; vit standa ikki í stað; løgtingið hevur sett í bakgear. Lyftini tit hava givið okkum Við einum ungum nýstovn­ aðum Miðnámsflokki í val­ dystinum minnast vit øll, hvussu somu fólk, sum í dag stýra, kappaðust at geva gylt lyftir um útbúgv­ ing í valdystinum. Fyrsta samgongan, ið bleiv skipað eftir valið, CHE-samgongan, hevði eisini hesa orðing í sam­ gonguskjalinum: “Skal føroyska sam­ felagið mennast, fráflyt­ing­ in steðgast og búskapurin vaksa, er neyðugt at rað­ festa útbúgving heilt frá fólkaskúla fram til uni­ versitet.[..] Neyðug játtan verður givin til at seta í verk útbúgvingartilboð, sum eru klár at seta í verk á Fróðskaparsetri Føroya”. Tá ABC tók yvir, tók hon yvir gyltu lyftini: “Grundstøðið undir ein­ um væl virkandi samfelag er ein góð útbúgving­ar­ skipan, og tí verður alstórur dentur lagdur á útbúgving frá barnagarði til hægri lestur. Menningin av Fróðskaparsetri Føroya heldur fram, soleiðis at setrið fær betri hølis-, undirvísingar- og gransk­ ingarumstøður og fleiri útbúgvingartilboð”. Hetta eru lyftini, sitandi løgtingslimir hava givið okkum og restini av Føroya fólki, og sum teir, eftir øllum at døma uttan at skammast, bróta í dag. Hvørji eru vit Vit eru 28 fulltíðarlesandi á Søgu- og Samfelags­ deildini, sum hava lisið har seinastu trý árini, og sum í summar fáa BA-prógv. Harafturat eru 7 stak­les­ andi. Hesi árini hava verið góð og lærurík, men fyri fleiri okkara hevur tað tó lagt seg eitt myrkt skýggj yvir dagin vit hava sæð fram til hesi trý árini. Fleiri okkara høvdu hugsað sær at fingið vegleiðing í einari Master-útbúgving eftir summarfrítíðina. Men tann møguleikin er nú tikin frá okkum, og harvið er møgu­ leikin at fáa eitt fast starv eisini munandi skerdur. Øll vit, sum verða BA í summar, eru dømi um, at Søgu- og Samfelagsdeildin heldur ung fólk í landinum. Frá Setursskrivstovuni vita vit, at stórur áhugi er millum ein nýggjan bólk av ungum at sleppa inn á deildina. Saman vit teimum av okkum, sum kundu hugsað sær at fingið vegleiðing í at blíva Master, tosa vit um eini 50 ung fólk. Men verður politikkurin, ið samgongan ætlar at fremja, veruleiki, muga hesi leita sær av landinum. 6 av okkum eru úr Norð­ oyggjum, 5 úr Eysturoynni, 3 úr Suðuroynni, 2 úr Vágoynni, 3 úr Norður­ streymoynni og 16 úr Suðurstreymoynni. Fyri okkum, ið hava tikið eina útbúgving, meðan vit hava búð í útjaðaranum, er tað sera ørkymlandi at hoyra politikarar gera hetta til eitt mál um útjaðara móti mið­ staði. Fyri okkum hevur tað ikki verið ómøguligt at ferðast til miðstaðin til frálæru, vit hava trivist væl, og týdningarmiklast av øllum so eru vit livandi dømi um, at Søgu- og Samfelagsdeildin gevur ungum í útjaðaranum møguleika at taka eina hægri útbúgving. 18 okkara eru konufólk, og eru vit sostatt eisini dømi um, at Søgu- og Samfelagsdeildin er eitt amboð móti skeiva kynsbýtinum í Føroyum. 14 okkara hava børn. Fyri okkum hevur tað verið ótrúligt at hava møguleikan at taka eina hægri útbúgving í Føroyum. Vit eru prógv um, at Søgu og Samfelagsdeildin er ein møguleiki hjá mammum og pápum at fáa eina hægri útbúgving, meðan børnini eru í tí kæra heimliga umhvørvinum. Skula vit vita ella gita? Hartil kemur, at talan er um einasta lærda háskúlan í heiminum, ið granskar føroyska søgu og samfelag. Ongin annar ger tað fyri okkum. Sum Javnað­ar­ flokkurin, sum í dag um­ situr fíggjar- og útbúgv­ ingarmál, so vakurt sigur tað á síni heimasíðu: “Í løtuni er alt ov lítil grundleggjandi vísinda­ ligur kunnleiki um sam­ felagið. Tí er mangan trupult at taka politiskar avgerðir bygdar á vitan. Hetta skal broytast við víðfevndari samfelags­ gransking.” Ella sum sloganið hjá løgmanni so væl ljóðar: “Vit skula vita, ikki gita.” Sambært landsins leiðslu sjálvari er Søgu- og Sam­ felagsdeildin sostatt ein fyritreyt fyri væl riknum politikki í Føroyum. 20 ára arbeiði og 50 ungdómar onki verdir Hóast allar hesar dygdir hevur samgongan tó lagt Søgu- og Samfelags­deild­ ina fyribils lamna. Fyri okkum, ið hava børn, makar, hús - ella bara heilt einfalt trívast í Føroyum, er hetta at kalla ein sorgarleikur. Orsøkin til hesa syrgiligu støðu er, at árliga játtanin røkkur ikki til, tí politiski myndugleikin í fleiri ár hevur boðað Setrinum frá, at Setrið skal bjóða fleiri útbúgvingar út. At fyrireika hesar útbúgvingar hevur sjálvsagt kostað, og er tað gjørt út frá lyftum um størri játtan. Men enn eina ferð bróta politikararnir síni lyfti, og er syrgiligi sannleikin, at tað er orsakað av ov stórum fram­tíðarætlanum, at vit eru endað 20 ár aftur í fortíðini. Støðan kundi verið bjargað, um Setrið fekk eina eykajáttan. Men frá samgonguni eru boðini, at ongin eykajáttan skal gev­ ast. Fyri ikki nógv meir pening enn prísin á einum flottum bili hevði veru­ leikin verið ein heilt annar. Men nei, fyri hesa upp­ hæddina í 2009 er vert er leggja eina 20 ára langa verkætlan lamna og biðja hálvthundrað ungdómar, sum helst vilja taka eina útbúgving í Føroyum, fara av landinum. Vit spyrja – og hesir spurningar eru vendir til allar floksformenninar í samgonguni: Hvør er visjónin í 2009? Kenna tit tykkum als ikki bundnar av teimum lyftum, tit hava givið okkum og restini av Føroya fólki? RAÐFESTIÐ ÚTBÙGVING! Nú tað er aktuelt í løgtinginum at broyta nevndaruppskotið og flyta tunnilsgerðina úr Gerðum til Ánirnar, so mugu tit løgtingsfólk av álvara hugsa tykkum um, hvat er best og rættast, tí givið er, at tað beinanvegin verður neyðugt at gera níggjan veg úr Gerðum - undir Kjølinum og norður til ætlaðu tunlarnar. Tí, fyri tað fyrsta, so verður Ánauppskotið ein nógv dýrari loysn upp á sikt, og fyri tað næsta, so koma vit í somu støðu sum Lorvíkingar við ferðslutrupulleikum, og í somu støðu sum Viðingar í samband við koyrivandan! Tí øll minnast vit omanlopið undir Kjølinum sum kundi kostað mannalív, - fyri ikki at tala um allan kavan sum liggur har um veturin, við møguligum omanlopi. Eitt er púra vist, og tað er, at tað verður dýrt at gera tann vegin, og hann verður eisini rættiliga dýrur at halda viðlíka, - alt hetta talar fyri, at loysnin í Gerðum er tann besta - og nógv tann bíligara í longdini, og tað eru av sonnum góð argumentir, og tí eigur tað uppskotið um tunnilsgerð úr Gerðum at verða samtykt, hóast eitt sindur dýrari, - Níggir breiðir tunlar koma eisini at geva eina nógv størri økta ferðslu ígjógnum Klaksvíkina, - og tað kann als ikki góðtakast, hvørki av borgarunum ella Klaksvíkar Býráð. So góðu Løgtingsfólk - latið nú logikkin og fornuftina ráða, - so vera trupulleikanir loystir beinanvegin, - við eini skilagóðari samtykt! býráðslimur fyri Javnaðarflokkinum Eyðgunn Samuelsen Hvør-Visjón 2009? Lesandi á Søgu- og Samfelagsdeildini Tunlarnir norður um fjall og Føroya Løgting Klaksvík Kári Kjelnæs