mánadagur 4. mai 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 84 - 4. mai 2009
Hvussu við
skúladeplinum
á Marknagili?
Tað er ikki eiti á prosjektum, ið verða drigin upp úr
"gandahattinum", sum politikararnir hava atgongd til
(eg sigi "gandahattur", tí eingin veit av nøkrum fyrr
enn eitt posjekt knappliga er har - uttan at vera partur
av einari "sjónligari" ætlan - men tað er kanska eisini
meiningin). Skúladepilin Í Marknagili hevur verið
uppi at venda pínliga ofta, men nú er loksins avgerð
tikin um, at hann skal byggjast.
5 mió. kr. eru settar av til at rullistarta hetta
burturvilsta prosjekt, sum er mett til at kosta uml.
400 mió. kr. Men knappliga kemur tunnilin norður
um Fjall upp úr gandahattinum, fær eina pengajáttan
at byrja við í ár á nakrar mió. kr., og síðan heilar 70
mió. kr. játtað til næsta ár.
Hvat er játtað til Skúladepilin næsta ár? Ikki ein
króna. Vit vita sostatt ikki um Skúladepilin verður
lagdur á ís í nøkur ár, um nú kreppan versnar - vit eru
von við, at skúlaprosjektið fær nøkur jalig orð á veg
niður í frystiboksina. Skúladepilin skal byggjast, tað
er játtað, men nær?
"Gandahatturin"
Tað síðsta, ið varð drigið upp úr gandahattinum, tað
var ein ítróttarhøll til Sandoynna.
"HVAT!?" siga øll - eisini tíðindamaðurin í
útvarpinum - hvar kom hatta frá, og hví? Hetta eiga
lokalu kommunurnar at gjalda fyri. Hava sandoyingar
veruliga einki áræði til at arbeiða fyri hesum? Hvar
er B71 í hesum samanhangi? Hava teir ikki ungt fólk
og raskar venjarar og leiðarar, til at hjálpa til við
hesum? Er tað soleiðis; vit skulu bera okkum at
framyvir; skriva biddarabræv (ella hvat nú enn er
gjørt) til fíggjarmálaráharran, sum síðani følir eftir,
hvat hann kann draga upp úr gandahattinum?
Um landið skal fíggja hesa ítróttarhøll - sum er
steinur oman á byrðu eftir tunnilin norður um Fjall -
hvussu verður við pengum til skúladepilin? Hvør
trygd er fyri, at skúladepilin verður gjørdur innan
rímiliga tíð, t.d. stendur liðugur um eini 5 ár? Vit,
sum hava áhuga í sømiligum sømdum og lærdóm til
ungdóm, eftirlýsa eina framskygta langtíðarætlan við
skilagóðum raðfestingum.
Eg veit væl, at raðfesting og langtíðarætlanir eru
hugtøk, sum eru at lesa og hoyra allastaðni í løtuni,
og gott tað sama, tí tað tykist sum um okkara
politikarar eru tunghoyrdir og seintfatandi. Eg meini
bara: teir vita, hvussu illa stendur til allastaðni, og
teir venda avlíkavæl 90° ella enntá 180° hvørja ferð,
teir hava verið vístir á gongda leið av einum
samfelagsfrøðingi, búskaparfrøðingi ella øðrum
serfrøðingi. Tískil er tað neyðugt at endurtaka hesi
tídningarmiklu hugtøk, raðfesting og langtíðarætlanir,
ferð aftan á ferð - sum Cato í senatinum í Roma - fyri
at fáa hesar tungu politikarar at vísa hesum
týdningarmiklu mannagongdum ans.
Hósvík
Dávid
Isfeld
“Syngjandi fuglur, sum
hátt yvir fløtur boðar um
summarsins signaðu
løtur...” (Poul F. Joensen
týddi).
Livst so spyrst, tí
summarsins løtur vóru
signaðar um ártúsund
skiftið av landsins umboðs
fólki, og alt føroyafólk
skuldi hava møguleika fyri
at síggja heimin við egnu
eygum. Tignirnar úr
Tinganesi lækkaðu skattin
til frama fyri hvørjum
pengapungi, og bankarnir
tóku skjótt undir við
hesum sera skemtiliga
leiki, tí pengarnir vuksu
hóast alt á trøunum, so tað
var bara at taka so nógv
einum lysti. Vit takkaðu øll
gávumildu monnunum fyri
blíðskapin og settu okkum
væl til rættis í flogfarið.
Flogtúrurin
Bæði flogskipari og stýri
maður, saman við vøkru
flogternunum, bjóðaðu
føroyafólki umborð á
skjóttgangandi fuglin. Tað
var ikki heilt greitt, í
hvørja ætt flúgvarin skuldi
flúgva, tí flogskipari og
manning kundu ikki semj
ast um tað, men ferða
fólkið skuldi ikki stúra:
upp, upp, upp skuldu tey
fara. Og flogskiparin helt
síni vísdómsorð. Stálfugl
urin lyftist spakuliga í
dýrdini, og ferðafólkini
byrjaðu at kenna á sær, at
snútin gekk støðugt upp
eftir. Men ferðin var ikki
nóg skjót fyri summi av
ferðafólkunum, og tey
funnu útav, at tað bar til at
geara við pengunum, tvs.
um ein lánti 100.000. kr.
kundi hann geara peng
arnar tíggju ferðir.
Viðkomandi kundi gerast
millióningur frá degi til
dags, ella enn betri: hann
kundi skriva milliónina á
roknskapin hjá fyritøkuni,
tí um hann gearaði peng
arnar hjá fyritøkuni, kundi
hann gerast tíggjutals
millióningur uppá ein dag!
Henda hugburðsbroyting
smittaði sum sót gjøgnum
luftskipanina, so flogskip
ari og manning noyddust at
seta ferðina upp.
Cockpit
Í cockpittinum var semja
um, at flogskiparin skuldi
flúgva í einari hægri hædd,
tí rúsurin sum ferðafólkið
fekk, kundi gerast alt
avgerandi, um tey valdu
somu flogmanning aftur
ella ikki. Hvussu tey
skuldu røkka hægru hædd
ina var tó eingin semja um.
Flogskiparin hevði eina
meining, meðan stýri
menninir og tornið eina
aðra. Tó hoyrdist okkurt
himprandi ljóð, at flogfarið
ikki var egnað til at flúgva
hægri uppi, tí trýstið
gjørdist ov stórt og
órealistiskt, men tað
køvdist av málageipanini
úr cockpittinum. Flog
skiparin gjørdi tað, sum
hann var valdur til, og
leiðin gekk upp, upp, upp.
Veðurvánirnar
Veðrið í høgu hæddini var
vakurt, og hugdi ferða
fólkið út gjøgnum vind
eygað, var eingin endi á
bjørtu útlitunum. Gull og
bláir gimsteinar vóru at
síggja, og varðveitti flog
farið skilaleysu hækking
ina, kundi dýrgriparnir
gerast privatogn. Men
brádliga kom ein harður
turbulensur úr Amerika, og
vend kom í holuna. Skjótt
gangandi snútin byrjaði at
ganga niðureftir, og ferða
fólkið hugdi bangið at
hvørjum øðrum. Hvat var
hatta fyri nakað? Yvir
natúrliga atmosferan, sum
trúði, at alt læt seg gera,
hvarv. Ferðin undan brekku
gekk harðliga fyri seg, og
summi av ferðafólkunum
mistu bæði arbeiði og
pengar, tí tey høvdu gloymt
veruleikan burtur og lótu
seg lokka av gulli og
grønum skógum. Men
røddin á flogskiparanum
hoyrdist úr hátalaranum,
og boðini vóru ikki siss
andi: motorurin var farin
og flogfarið manglaði olju.
Manningin var tó vand til
slíkar støður, so ferða
fólkini skuldu bara taka tað
við ró, og røddin hvarv
aftur. Ella tað trúði flog
skiparin. Mikrofonin var
tendrað, og ferðafólkini
hoyrdu, hvussu svár støðan
veruliga var. “Kreppa,
arbeiðsloysi, skerjingar.”
Hvørki flogskipari,
stýrimenn ella torn kundu
semjast um, hvussu tey
skuldu loysa trupulleikan,
tí har fanst eingin felags
loysn. Manningin hugsaði
bara um seg sjálva, og hvat
var best fyri seg og sítt
ferðafólk. Meiningarnar
vóru ymiskar millum alla
manningina, og ferðafólkið
hoyrdi, hvussu fólkið í
cockpittinum bardist fyri tí
einstaka. Tískil broyttist
hugnaligi hugburðurin, og
ferðafólkini byrjaðu at
verja einstøku persónarnar,
ið høvdu ábyrgd av
flogfarinum.
Ábyrgd
Men hyggur ferðafólkið út
gjøgnum vindeyga, síggja
tey, at skínandi gimstein
arnir eru horvnir, og tey
gráu og illfýsnu skýggini
gapa eftir teimum. Flog
manningin hevur ábyrgdina
av, at flogfarið kemur so
snikkaleyst gjøgnum
turbulensin sum møguligt,
og tað merkir, at álitis
fólkini draga somu línu.
Varðveitir manningin
fjølbroytta og ymiska
hugburðin, draga teir ikki
bara seg sjálvar, men alt
ferðafólkið, í dapra og
myrka tíðarholið. Tískil
áttu teir at lagt alla sína
orku - ístaðin fyri at brúka
tíðina uppá banalitetir og
privatmál - í at rætta
róðrið uppaftur. Manningin
er vald av føroyafólki, og
tískil áttu álitisfólkini at
verið nóg búgvin til at
handfara álvarsama málið.
Men trupulleikin liggur
kanska eins nógv á krøv
unum, sum verða sett til
flogfólkið, tí um tey ikki
hava nóg góða útbúgving
til at flúgva, eru tey ikki
egnaði til tað. Tað er ein
erlig sak. Vit mugu tó vísa
ábyrgdarfólkunum álit og
vóna, at tey megna at
broyta støðuna, uttan at tað
ávirkar ungdómin. Sama
hvat og ikki, neyðloysnir
eru aldri hugaligar, og
onkur verður altíð noyddur
at gjalda fyri sparsomu
hondina. Men vit hava
tíðina á okkara síðu, og
einasta, sum verður kravt
av flogmanningini, er at
teir taka sær um reiggj og
arbeiða saman. Er tað eitt
ovurstórt krav? Eitt er tó
vist, tað hjálpir ikki at sita
hendur í favn og rópa:
- S.O.S. Turbulensur
hevur rakt flogfarið, hvat
gera vit nú?
Til heystar verður
strandfaraskipið Másin 50
ár. Vit, ið reguliga ferðast
við hesum skipi, hava í
longri tíð vónað at sloppið
undan at 'hátíðarhalda'
føðingardagin. Gleðin var
tískil stór, tá Ritan um
páskirnar varð roynd sum
alternativ til Másan - at
royndin hepnaðist sera væl,
birti sanna optimismu um,
at nú fór okkurt positivt at
henda á farleiðini.
Tess størri er vónbrotið
nú, ið tað frættist, at
fremsti kandidatur sum
avloysari til Másan er ein
glastrevjaútróðarbátur úr
Vági.
Báturin hevur verið ein
royndartúr á leiðini uttan
ferðafólk ella farm, og
tekningar av neyðugu
umbyggingini til
ferðafólkaskip fyriliggja.
Tað undrar almikið, at
ætlanirnar eru komnar so
langt ávegis, uttan at
brúkarin á farleiðini er
tikin við upp á ráð
yvirhøvur. Gamaní hevur
manningin á Másanum
mett um hendan útróðar
bátin, men manningin á
Másanum er IKKI brúkarin
á leiðini. Brúkarin er
svínoyingar, fugloyingar og
onnur ferðandi á leiðini -
og brúkarin krevur at verða
tikin við upp á ráð, fyri at
ein nøktandi tørvslýsing
kann verða gjørd, áðrenn
nøkur avgerð um annað
skip verður tikin. Másin er
týðilig tala um at skip á
hesi farleið verða ikki skift
út í heilum. Tá tað endiliga
hendir, er avgerandi
neyðugt, at man tryggjar
sær, at brúkarin fær tað, ið
tørvur er á. Annars kann
lættliga henda, at talan
verður um afturstig, ið
fullkomuliga hevði køvt
hesa longu niðurpíndu
farleið.
Mín áheitan er tískil, at
svínoyingar, fugloyingar og
ferðandi annars verða
eftirspurd!
Annars undrar tað meg
stórliga, hvar Klaksvíkar
Kommuna og løgtings
limirnir úr Norðoyggjum
eru í hesum máli.
Jógvan
Horn
hanus@mess.fo
Hanus
Samró
Brúkarin, ið hvarv
S.O.S. Turbulensur hevur rakt
flogfarið, hvat gera vit nú?