Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-04, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. mai 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 [ Nr. 84 - 4. mai 2009 ] SAMBAND jákup mørk jakup@sosialurin.fo tlf. 341800 ítróttur Hóast eingin av rennarunum megnaði kravtíðina til Oyggjaleikir, gjørd­ist talan um eina vælmannaða og spennandi kapping í hálvum maraton leygardagin RENNING Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Eitt sindur meira enn bert føroyameistaraheitið stóð upp á spæl, tá føroya­meist­ ara­kappingin í hálvum mara­ton var í Havn ley­gard­ agin, tí hetta var eisini sein­ asti møguleikin hjá rennar­ unum at klára kravtíðina til Oyggja­leikirnar á Álandi um smáar tveir mánaðir. Men tað skuldi vísa seg, at vindurin var so nógvur, at eingin var í nánd av at sleppa til Álands. Hjá monnum var Guttorm Sørensen, sum hevur vunnið óteljandi kappingar av hesum slagnum, eisini tann, ið vísti seg at eiga mest í sær. Hann vann við tíð­ini ein tími, 17 minuttir og átta sekund, sum var hálv­antriðja minutt frá krav­tíðini. Gudmundur Joensen og Guttorm fylgdust megin­ partin av teininum, sum var fimm umfør millum Café Natúr og tyrlupallin yviri við Strond, men síðstu tríggj­ar kilometrarnar setti Gutt­orm spurtin inn og vann við einum lítlum hálv­um minutti. Andrias Hansen, sum er sterkari, tá talan er um heilt mara­ton, megnaði ikki fylgja við teimum báðum fremstu, og somu lagnu fekk Sam Vang, sum nokk so tíðliga hevði hug at dragna. Nýggjur vinnari Hjá kvinnunum hendu ymsar broytingar á leiðini. Árna Helmsdal, sum var føroyameistari í fjør, var leingi einsamøll á odda, men miðskeiðis á leiðini hevði hon hug at missa ferð­ina, og hesum gjørdu hinar sær dælt av. Borgny Mohr Nielsen vann seg fram á Árnu eina løtu, men fór síðani framum og helt oddastøðuna allan vegin, so hon vann og gjørdist føroyameistari við tíðini ein tími, 43 minuttir og seks sekund. Eisini Ann Thomsen megnaði at fáa Árnu aftur og at yvirhálað, og við síni bestu tíð nakran­ tíð kom Ann á mál ein lítlan minutt eftir vinnaran, og ikki fyrr enn tríggjar minutt­ir seinni var Árna Helms­dal á málstrikuni sum triðbesta kvinnan hesa ferð. Ikki færri enn 45 rennarar stillaðu upp til start, og sum skilst, er tað helst tað mesta nakrantíð í hesi kappingini. Føroyameistari í hálvum maraton var Borgny Mohr Nielsen, sum bara hevur runnið í tvey ár og flaggdagin var við í síni fyrstu kapping nakrantíð RENNING Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Tá tær ymsu kappingarnar í renning eru, síggjast ofta tey somu andlitini aftur. Men hesa ferð var ein broyt­ing hjá kvinnunum, tí tá avtornaði, var tað ein spildur­nýggjur rennari, sum endaði fremst av øll­ um. – Eg havi einki at saman­ bera við, tí hetta er fyrstu ferð, eg renni eitt hálvt maraton. Og tá eg var við í flagg­dags­renn­ingini fyri einari viku síðani, var tað fyrstu ferð nakrantíð, at eg var við í einari kapping, sig­ur Borgny Mohr Niels­ en, sum enntá vann kapp­ ing­ina leygardagin rætti­ liga sannførandi. – Tað eru ikki meira enn tvey ár síðani, at eg byrjaði at renna, so hetta er alt spildur­nýtt fyri mær. Eg skuldi bara gjøgnumføra tað, og eg hevði ikki droymt um, at eg skuldi standa sum vinnari her. Tað var ta einu ferðina, tá eg fekk mær vatn, at onkur segði við meg, at eg tá var fremst av kvinnunum, so eg visti ikki eingong av tí sjálv. Næst­fremsti rennarin var Ann Thomsen, sum hev­ur runnið í fleiri ár, men hon var kortini væl nøgd við úrslitið og renn­ ing­ina. – Eg hevði mína bestu tíð nakran­tíð, so tað var fínasta slag. Men tað var nokk so torført at renna í dag, tí mótvindurin var so nógv­ur. Tað var ræðuliga tungt at renna heimaftur hvørja ferð, men tíbetur var tað deiliga slætt at renna, sigur silvurvinnarin leygardagin. Guttorm Sørensen royndi at seta ferðina upp, tá teinurin var hálvrunnin, men tað rakk kortini ikki til ein ferðaseðil til Álands um smáar tveir mánaðir RENNING Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Tá kappast verður í renning á hálva maratonteininum, endar tað sum oftast við, at Guttorm Sørensen stendur sum vinnari, og hann hevur vunnið eitt ótal av føroyameistaraheitum á hesum teini. So var eisini hesa ferð. – Eg rokni við, at tað vóru royndirnar, sum gjørdu munin. Fyri at royna at klára kravtíðina, avtalaðu vit at fylgjast fyrstu 10 kilometrarnar og renna teir undir 35 minuttir, men tá tíðin var 40 sekund yvir 35 minuttir, valdi eg at seta meira ferð á, greiðir Guttorm Sørensen frá. Gudmund Joensen er ikki rennari burturav, men ger mest vart við seg í triatlon, so hann var stak nøgdur við at vinna silvur leygardagin. – Hetta er mítt fyrsta hálva maraton nakrantíð, so eg var rættiliga moyrur, tá Guttorm setti meira ferð á ímóti endanum, sigur Gudmundur, sum slett ikki rann við fyri at koma til oyggjaleikirnar, tí júst tá við í kappingini um danska meistaraheitið í triatlon. Móður eftir maraton Andrias Hansen var hinvegin ikki serliga væl nøgdur við sítt triðjapláss, tí tá hálvt maraton var á nýggjárinum, vann hann við einari tíð, sum var tveir minuttir betri enn vinnaratíðin leygardagin. – Eg skuldi verið betri fyri nú, men vindurin gjørdi sítt, umframt at eg framvegis merki í beinunum, at eg herfyri rann maraton í París, sigur Andrias, sum eftir at hava hugsað seg um, kortini sigur seg vera nøgdan við triðjaplássið. Eitt sindur av fokus var á Sam Vang, sum gjørdist nummar fýra, tí hann satsaði uppá at koma til Oyggjaleikirnar á Álandi sum rennari, samstundis sum hann frammanundan er úttikin til leikirnar í judo. – Veðrið var sum so fínt, men vindurin var so mikið nógvur, at eg helst var ov lættur til at fáa gjørt meg galdandi. Men nú eri eg fegin um, at eg umvegis judo havi eitt atgongumerki til Álands, staðfesti Sam Vang, sum í judo skal royna seg í lættasta vektbólkinum, ÷60 kilo. Spennandi hálvt maraton Borgny vann fyrstu ferð Guttorm vinnur altíð Borgny Mohr Nielsen kundi saktans smílast, tí hóast hon ongantíð fyrr hevði runnið hálvt maraton, gjørdist hon føroyameistari Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir Guttorm Sørensen vann sannførandi kappingina hjá monnum Mynd: Álvur Haraldsen Ikki færri enn 45 rennarar vóru við í føroyameistarakapping í hálvum maraton, sum var í Havn leygardagin Mynd: Álvur Haraldsen