Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-04, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. mai 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 [ Nr. 84 - 4. mai 2009 ] Hans Jørgen leikbannaður Tað eydnaðist ikki hjá Víkingi at fáa leikbannið hjá Hans Jørgini Djurhuus strikað. Hans Jørgin fekk reytt kort, tá hann rendi HB-venjaran um koll í miðvikuuppgerðini hjá Víkingi, og ta dómaraavgerðina vóru víkingarnir alt annað enn nøgdir um. Tí varð kæra send til FSF um málið, men eftir øllum at døma er hendan avvíst, tí sambært Jógvan Martini Olsen, venjara, hevur Víkingur fingið boð um, at Hans Jørgin Djurhuus fær leikbann í ein dyst. Fimti dysturin er í kvøld Seinasti dysturin hetta umfarið av Vodafone-deildini er í Sarpugerði í kvøld, har Víkingur tekur ímóti EB/ Streymi. Bæði liðini teljast millum teirra, sum vilja vera við heilt frammi í oddinum í ár, men við ávíkavist sjey og seks stigum eru ráðini ikki til at missa so øgiliga nógv afturat. Tí er lítil ivi um, at talan verður um tvey lið, sum vilja geva nógv fyri at ogna sær stigini í kvøld, og tað plagar vanliga at borga fyri góðum undirhaldi. Til samans hava 109 bátar meldað seg til komandi kappróðrarár. Tær 109 manningarnar eru hesar 5-mannafør gentur 1 Blikur 2 Drekin 3 Erla Kongsdóttir 4 Falkur 5 Fípan fagra 6 Firvaldur 7 Frúgvin 8 Havfrúgvin 9 Hvassi 10 Jalluri 11 Junkarin 12 Kollur 13 Ørnin 14 Ritan 15 Royndin Fríða 16 Sandingur 17 Sílið 18 Spógvin 19 Strípan 20 Svanur 21 Tambar 22 Teistin 23 Tekla 24 Tjaldrið 5-mannafør kvinnur 1 Blikur 2 Drekin 3 Erla Kongsdóttir 4 Fípan fagra 5 Frúgvin 6 Havfrúgvin 7 Hvassi 8 Jallurin 9 Katla 10 Kollur 11 Ritan 12 Sandingur 13 Sílið 14 Strípan 15 Tambar 16 Teistin 17 Tekla 18 Tjaldrið 5-mannafør dreingir 1 Blikur 2 Drekin 3 Fípan Fagra 4 Firvaldur 5 Jallurin 6 Junkarin 7 Katla 8 Kollur 9 Ørnin 10 Ritan 11 Royndin Fríða 12 Sandingur 13 Sílið 14 Spógvin 15 Strípan 16 Tambar 17 Teistin 18 Tekla 19 Tjaldrið 6-mannafør kvinnur 1 Lómur 2 Gongurólvur 3 Hvessingur 4 Jarnbardur 5 Kollfirðingur 6 Páll Fangi 7 Riddarin 8 Romvlvs 9 Skúgvur 10 Smyril 11 Sólmundur 12 Sundabáturin 6-mannafør menn 1 Lómur 2 Árnafjarðabáturin 3 Bismarck 4 Fortuna 5 Gongurólvur 6 Hósvíkingur 7 Hvessingur 8 Jarnbardur 9 Kollfirðingur 10 Páll Fangi 11 Riddarin 12 Rodni 13 Romvlvs 14 Skúgvur 15 Smyril 16 Sólmundur 17 Strálan 18 Sundabáturin 19 Tvørabáturin 8-mannafør 1 Argjabáturin 2 Árnfirðingur 3 Heiðabáturin 4 Knørrur 5 Kvívíkingur 6 Nevið Reyða 7 Ørvur 8 Toftaregin 10-mannafør 1 Eysturoyingur 2 Havnarbáturin 3 Hoyvíkingur 4 Klaksvíkingur 5 Nólsoyingur 6 Ormurin Langi (Róðrarfelagið Knørrur) 7 Ormurin Langi (Vágs Kappróðrar-­ felag) 8 Skálabáturin 9 Vábingur Fyri Miðlahúsið var tað ein stór løta, tá dysturin á Argjum varð sendur bein­leiðis á Rás2. Men størsti vinnarin mundi kortini vera fót­ bólturin Ítróttarklumman Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Við vanda fyri at koma und­ir ákæru fyri nalva­skoð­ an mugu vit kortini stað­ festa, at talan var um sera stolta løtu fyri alt kon­sept­ið kring Miðlahúsið, tá rødd­in hjá Hilmari Jan Hansen rungaði runt landið við beinleiðis frásøgn frá dyst­ inum millum AB og 07 Vest­ur sunnudagin. Hetta var nevnliga fyrsta ferð­in, at beinleiðis útvarp­ ing frá føroyskari ítróttar­ hending varð send á aðrari rás enn teirri almennu. Møguleikin fyri hesum er sum so beint yvir 10 ára gamal, tí fríggjadagin í farnu viku vóru júst 10 ár síð­ani, at táverandi Atlantic Radio fyri fyrstu ferð sendi sínar bylgjur út á FM 102. Nýstovnaða rásin royndi seg eisini við frásagnum fyrstu tíðina, men øll loyvi hes­um viðvíkjandi vóru ikki í rættlag, og tí varð tann tátturin líka sum kvald­ ur í føðingini. Síðani Sosialurin fyri hálv­um øðrum ári síðani keypti Rás2, hevur ítrótturin fylt sín náttúrliga part av sendi­flatuni. Bæði sum náttúr­ligur partur av tíð­ inda­partinum og sum inni­ hald í sjálvstøðugum send­ ing­um. Ikki minst hevur profileringin verið stór í triðja hálvleiki, sum byrjaði í fjør, og har ljóskastarin fyri tað nógva hevur peigg­ jað móti fremstu fót­bólts­ deildini. Og tað kanska í ov stóran mun vildi onkur sagt. At senda beinleiðis hevur alla tíðina verið nakað, sum vit hava sæð sum ein upp­ lagdan møguleika í heusm, men fram til í gjár var hetta meira ein vón og ein dreym­ u­r. Betraða tøknin, ágrýtnu starvs­fólkini og møguleikin at avgreiða dystir klokkan 17 sunnudag lótu tó av ál­vara upp fyri møgu­ leikanum, og so var  sum maðurin segði  bara at fara ígongd. Amerikumenn plaga at siga, at einastu skotini, sum ikki kiksa, eru tey, sum tú ongan tíð roynir. Hesa ferð sat skotið í øllum førum rættiliga væl, og longu nú eru vit í ferð við at eftirmeta og fyrireika næsta stigið, so vónandi verða tilboðini til lurtararnar enn betri og fjølbroyttari í framtíðini. Fyrst og fremst til frama fyri ítróttin. Søguskriving á Rás2 Magnus Jákupsson vann ikki færri enn 19 gullmerki, tá stór svimjikapping var í Klaksvík Svimjing Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo 14 ára gamli havnar­ drongurin var nógv mest vinn­andi svimjarin í Klak­ svík. Hann vann allar kapp­ing­ arnar sum hann tók lut í í Klaksvík – 16 persónligar og 3 stafettir íalt 19 gull­ medaljir – eitt satt bragd, sum bara heilt fáir svimjarar áður hava megnað undan hon­um. Magnus hevur hesi árini hann hevur svomið, mest gjørt seg galdandi í rygg­ svinj­ing. Hóast við rygg sum sergrein, hevur hann mið­víst arbeitt við at men­ na hinar greinarnar eisini. Hesa kappingina vísti tað seg, at tað var tað sama um hann um hann svam langt ella stutt 50 frí, 200 bringu ella 800 frí – hann vann, tað sum var at vinna. Hann vann í Klaksvík 19 gull og svam seg til 9 per­ són­ligum met. Hann hevur í dag 2 bestu tíðir í danska kongaríkinum 50 rygg við tíðini 28.8 og 100 rygg við tíðini 1.00.68. Somu­leiðis hevur hann 3 pláss í 200 rygg við 2.15.35 og fleiri aðrar góðar plas­er­ ingar. 19 ferðir gull til Magnus Magnus Jákupsson fær her handað eitt av sínum 19 gullmerkjum 109 bátar kappast um FM