Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-04, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. mai 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 [ Nr. 84 - 4. mai 2009 ] Kennir einki til Kaka-søgur Venjarin hjá Manchester United kennir einki til søgurnar um, at felagið ætlar at keypa brasilska stórspælaran Kaka frá AC Milan í summar. - Hvat var tað, Manchester City bjóðaði? Ein milliard krónur? Heldur tú, at vit hava hug at brúka so nógvar pengar upp á ein spælara, segði Ferguson í samrøðu við SkySports um vikuskiftið. Mourinho vil keypa úr Onglandi Venjarin hjá Inter, Jose Mourniho, liggur fram við at keypa enska landsliðsspælaran Jermaine Jenas úr Tottenham. Mourinho royndi at keypa Jenas í fjørsummar, men tað eydnaðist ikki, men nú ætlar Mourinho at gera eina roynd afturat. Og eisini Jenas veit um áhugan úr Italia. - Tú leggur sjálvandi merki til tað, tá eitt felag sum Inter sigur seg verða áhugað, sigur Jenas við News Of The World. Hóast tað ikki sást í fyrra hálvleiki, at ÍF spældi við einum manni minni, valdi Jón Simonsen, venjari, at flyta sítt lið langt aftur á vøllin frá byrjan í seinna hálvleiki. KÍ hevði bóltin, men vóru als ikki vandamiklir, tá fuglfirðingar vardu og stríddu seg til trý stig FÓTBÓLTUR Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Jón Simonsen stendur og veittr­ar við ørmunum á síðu­linjuni. Hann og leik­ar­ ar­nir hava verið trýstir í seinna hálvleiki, men fram­ vegis er líkt til, at stigini verða verandi í Fuglafirði. Hann stendur spyrjandi. Fimm minuttir eru leiktir aft­urat vanligu leiktíðini. Frá venjarabonkinum rópar hann aftur á Rúna Gaardbo. Nú má verða liðugt. Og tað er tað eisini. Eftir áhaldandi trýst frá klaksvíkingum, sum als ikki vóru vanda­ mikl­ir, allan seinna hálvleik, kann hann frøast um triðja sig­urin upp í slag. Fólk hava funnist at, men nú sær væl betri út. ÍF er um at koma fyri seg. Við einum manni í undir­ tali og sera verjukendum út­gangs­støði í seinna hálv­ leiki, eydnaðist tað í gjár fuglfirðingum at fáa fult, tá KÍ vitjaði. Og tað frøast tey um í Fuglafirði. Byrjaðu væl Klaksvíkingar eru í tungum sjógvi. Eli Simonsen og Heðin á Lakjuni eru millum teir sjey á skaðalistanum, og tað hava teir illa ráð til í Klaksvík. Jan Andreasen spældi í gjár á miðvøllinum. Hóast hann ikki gjørdi nógv um seg, merktist týdningurin av honum og hansara drúgvu royndum. Hann valdi oftast røttu loysningar og gav tryggleika til ungu John Hammer og Erland B. Danielsen, sum eisini vóru á miðvøllinum. ÍF var meira á bóltinum fyrstu løtuna. Serliga tóktust vongverjarnir hjá KÍ – Rudolf Eliasen og Steffan Kalsø – ikki til reið­ ar, og fleiri ferðir eydnaðist heima­lið­num at sleppa ígjøgn­um í borðunum. Tað var eisini eftir líknandi støðu, at fuglfirðingar løgdu seg á odda. Andy Olsen slapp til baklinjuna í vinstru, áðrenn hann sendi í høvd­ið á Balazs Sinkó, sum stýrdi bóltinum framvið Jákupi Mikkelsen í mál­ inum. Frank Poulsen noyddist tíðliga í fyrra hálvleiki av vøllinum við skaða. Verju­ leikarin Áki Petersen loysti hann av, og hóast Fritleif í Lambanum síðan noyddist á miðvøllin, órógvaði tað ikki. Eliasen útvístur Men tað vendi skjótt. Góðar fimm minuttir eftir leiðs­lu­ málið var Adrian Strauss spæld­ur einsamallur við mál­verjan. Við rørslum, sum minti ikki sørt um enska Peter Crouch, slapp hann ikki reiðuliga frá Bartali Eliasen, sum rendi KÍ-framherjan um koll í brots­teiginum. Reytt kort til Eliasen fyri neyðbremsu og brotsspark til gestirnar. Úr ellivu metrum misnýtti Jákup Mikkelsen, tá hann sendi í stólpan og út. Um tað merkti hansara spæl er ikki til at siga, tí hann var ongantíð í dystinum settur undir trýst. Málverjin var sjálvsagt argur um misnýtta brotssparkið, men tað sást ikki, tá hann – sum hann oftast er – kølin og róligur fann sær aftur vegin í brots­ teigin á hinari hálvuni. Seinastu løtuna av fyrra hálvleiki sást tað ikki, at fuglfirðingar spældu við 10 monnum. Men eftir steðgin var øðrvísi. Jón Simonsen flutti sínar leikarar einar 15-20 metrar longur aftur á vøllin. Við Andy Olsen sum fremsta mann, royndi heimaliðið at binda um heilan fingur og verja fyri á egnari hálvu. Teir lótu klaksvíkingum bólt­in, og tað gjørdu teir púra rætt. Tí einastu atsóknirnar, sum klaksvíkingar høvdu í seinna hálvleiki, vóru tvær frísparksroyndir frá Tórði Lervig. Dysturin líktist ein­ ari miseydnaðari venjing, har álopið skuldi leypa á verj­una allatíðina. Alt ov lítið hugflog var í fram­ rættaða spælinum, og ongan­tíð royndu gestirnir nýggjar og óvæntaðar loysn­ir. Men sanniliga eiga fugl­firðingar eisini rós fyri væl skipaða verjupartin. Heimaliðið syrgdi fyri, at leik­ferðin var drigin munandi niður. ÍF vann fyri triðju ferð upp í slag, og í Klaksvík gongur einki. Nógvu skaðarnir merkjast sera væl á vøllinum, men tað hjálpir lítið at gremja seg um ymiskt, sum ikki er til at broyta. ÍF-KÍ 1-0 (1-0): Verjukendir fuglfirðingar valdu rætt Fuglfirðingar vórðu kroystir í verjustøðu, tá teir tíðliga í dystinum mistu Bartal Eliasen, men kortini megnaði liðið at halda fast um leiðsluna Mynd: Álvur Haraldsen KÍ ÍF Tað trygga eydnaðist Tað var ein týðiliga fegin Jón Simonsen, sum Sosial­ urin hitti eftir dystin. Venj­ ar­in og leikararnir vóru und­ir trýsti í seinna hálv­ leiki, men tað eydnaðist fugl­firðingum at binda um heil­an fingur. - Hetta var frálíkt. Tað er sjálv­andi torført at standa á síðu­linjuni í tílíkum løtum. Men vit høvdu sigurin uppi­ bornan. Tað merktist ikki í fyrra hálv­leiki, at tit fingu Bartal Eliasen útvístan. Satsar tú ikki við at flyta liðið aftur á vøllin frá byrjan eftir hvíld­ ina? - Jú, tað er møguligt. Men vit hava spælt tríggjar dystir eftir einari viku, og tað merkist. Vit kundu roynt okk­um í meira fram­rættað­ um útgangsstøði, men tað hevði kostað nógva orku móti endanum. Vit valdu tað trygga og tað eydnaðist, sig­ur Jón Simonsen, sum stað­festir, at í Fuglafirði hava teir ikki broytt venjing­ ar­ætlan eftir keðiligu úr­tøk­ una fyrstu umførini. -uni Als ikki nøktandi - Vit eiga at fáa meira burtur úr í dag. Tórður Lervig stóð fyri vandamiklastu atsóknunum hjá klaksvíkingum í seinna hálvleiki, tá hann í tveimum førum var um at lumpa Andras Gango eftir bein­ leiðis fríspark. Og fram­ herj­in, sum var innskiftur tíðliga í seinna hálvleiki, var harmur um, at tað ikki eydn­aðist. - Vit hava ov lítið hugflog. Áki Petersen, Poul Ennigarð og Jan Ellingsgaard, sum vóru í verjuni hjá teimum, eru allir vælvaksnir leikarar, men allíkavæl velja vit oftast at senda bóltin í høvdið á teimum. Vit skuldu flutt okkum betri í teirra hálvu og fingið teir at renna, men tað er lætt at siga aft­ aná, staðfestir Tórður Lervig. Í Klaksvík saknast tey fram­vegis eftir fyrsta sigr­ inum í 2009. Hvat skal broyt­ast? - Einki. Allir eru fúsir til venjing og til reiðar at stríðast. -uni