mánadagur 4. mai 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
[ Nr. 84 - 4. mai 2009 ]
Helgi Dam
Ziska tryggur
Grand Prix
Vinnari 2009
IM Helgi Dam Ziska
gjørdist sera tryggur
Grand Prix vinnari í
talvi 2008/09
Talv
Jóanis Nielsen
joanis@post.olivant.fo
Hetta varð staðfest í
Grand Prix Finaluni í
dag, tá 10. og seinasta
Grand Prix kappingin í
hesum umfarinum varð
telvað í hølum Havnar
Telvingarfelags.
Kappingin er skipað
soleiðis, at 5 tær bestu
kappingarnar
verða
taldar saman til tess at
finna samlaða vinnaran.
Tá drigið varð saman
um, var Helgi eirinda
leysur - vann dagsins
kapping - og vann saml
aðu kappingina við heili
34 Grand Prix stigum,
eittans stig frá fullum
stigatali. Talan gjørdist
um samanlagt 4 sigrar
og eitt deilt 1. pláss, sæð
yvir 5 tær bestu kapp
ingarnar.
Kappingin var sera
hørð um 2. og 3. plássið.
Finalan var avgerandi
fyri, hvørt tað gjørdist
Finnbjørn Vang ella John
Rødgaard sum vunnu 2.
plássið
í
kappingini.
Hóast enn ein javnleik í
móti Helga í grand prix
høpi, snávaði Finnbjørn
í
hesi
orrustuni,
tá
feðgarnir úr Sandavági,
Torkil Nielsen og Rógvi
E.
Nielsen,
steðgaðu
jaligu gongdini. IM John
Rødgaard gjørdist harvið
nr. 2 - eitt úrslit av einari
sera góðari Grand Prix
orrustu 2008/09.
Grand Prix enda
støða (5 tær bestu
kappingarnar av 10):
IM Helgi Dam Ziska
34,0 GP
IM John Rødgaard
25,5
Finnbjørn Vang
24,2
Rógvi E. Nielsen
23,7
Torkil Nielsen
20,3
B68 vísti seg at spæla
upp til oddaliðið
og favorittarnar úr
Runavík, sum vóru
bæði undir og omaná,
og í evstu løtu vóru
um reppið at missa øll
stigini
Fótbóltur
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Tað er so mangt, sum ikki
er, sum tað hevur verið.
Søgur vilja vera við, at tað
var ikki við mýkindum, tá
ið toftamenn og innanmenn
fyrstu árini tókust í fótbólti
– bæði á og kring vøllin!
At tað eisini er nógv
broytt í grannauppgerðini á
eystara
armi
á
Skála
fjørðinum varð undirstrikað,
tá ið NSÍ í gjár hevði vitjan
av B68. Tað var polerað og
friðarligt, og serliga í 1.
hálvleiki bar tað heilt lítið
brá av grannauppgerð. Í
teimum plaga tað eitt nú at
vera tættar eftiransingar,
eirindarleyst stríð í nær
dystunum og kapprenning
eisini um teir bóltarnar,
sum tað tykist vónleyst at
fáa fatur á.
Orsøkirnar til broytingina
munnu vera fleiri. Inntil
fyri ikki so ógvuliga nógv
um
árum
síðani
vóru
bygdirnar meiri ella minni
avmarkað samfeløg, sum
so at siga livdu av sær
sjálvum, og sum ikki høvdu
so nógv brúk fyri grann
unum ella ofta rættari: sum
ikki høvdu hug at samstarva
so nógv við grannarnar, ið
jú
eisini
vóru
argastu
kappingarneytarnir á so
mongum økjum.
Nú er øðrvísi. Mann
ingarnar í grannauppgerðini
við Løkin vóru undirstriking
av, hvussu nógv og væl
samantvinnaðar
relatión
irnar eru á so nógvum
økjum. Á báðum liðunum
vóru spælarar, sum áður
hava roynt seg á mót
støðuliðnum, á báðum lið
unum vóru spælarar, sum
áður hava verið liðfelagar í
øðrum felag (Skála), og so
eru tað fleiri, sum hava
verið ella eru arbeiðsfelagar
ella skúlafelagar.
Sjálvandi
verður
ikki
hugsað
so
nógv
um
sovorðið, tá ið spælararnir
standa andlit til andlit á
vøllinum, men kortini hevur
hetta ávirkan á, hvussu
leikur fer fram.
Ikki tyndgir
Sum gongdin hevur verið
tey fyrstu umførini, so
kundi ikki roknast við
øðrum, enn at heimaliðið
var favorittur. Men serliga í
1. hálvleiki tóktist tað
torført hjá Jan Inga Petersen,
sum inntil hetta kapp
ingarárið bara hevði um
boðað barndómsfelagið á
Svangaskarði, og gulu lið
felagar hansara at framala
flótandi samanspælið, sum
seinastu
vikurnar
hevur
borið NSÍ fram á odda
plássið.
Bara eina ferð var tað í 1.
hálvleiki um reppið, at
heimaliðið fekk mál. Stutt
undan
steðginum
var
toppskjúttin Karoly Pote
mkin, sum annars hevði
verið rættuliga væl inn
pakkaður, spældur leysur í
brotsteiginum, men Vlada
Filipovic í B68 málinum
var árvakin.
Toftamenn
tóktust
á
ongan hátt tyngdir av, at
grannarnir, sum teir hesa
ferð vitjaðu, høvdu fingið
so mikið góða úrtøku burtur
úr
fýra
teimum
fyrstu
umførunum, at teir vóru
oddalið.
Í yvirtíðini í 1. hálvleiki
legði B68 seg á odda. Øssur
Hansen vísti fleiri ferðir í
deyðbóltsstøðum
góða
bóltførleikan, og hesa ferð
var miðvallarin Ndende
hægstur, tá ið hann við
høvdinum stýrdi bóltin í
málið.
Fyrra
partin
av
2.
hálvleiki
skrúvaði
NSÍ
ferðina upp, og tá ið tað
restaðu
tjúgu
minuttir
høvdu teir skorað tvey mál,
og harvið tóktust teir vera á
sigurskós og harvið á veg
ímóti fullari úrtøku og
styrktum oddasessi.
Í fyrra førinum skoraði
Karoly Potemkin, tá ið hann
var fyrstur á, eftir at Vlada
Filipovic hevði roynt at
beina innleggi frá Boga
Løkin burtur.
Í seinna førinum vóru
hesir báðir – Bogi Løkin og
Karoly Potemkin – við í
uppspælinum, sum endaði
við, at miðvallarin Jústinus
R. Hansen, sum var á veg
ímóti útskifting, við fínum
skoti sendi bóltin í málið.
Tað bar við sær, at hann
fekk høvi at vera eina løtu
eyka á vøllinum.
NSÍ leiðslan var avleiðing
av yvirvág, men toftamenn
megnaðu at koma aftur í
aftur. Bill Jacobsen framdi
tvær skjótar útskiftingar, og
B68 bæði stríddi og spældi
seg til eitt stig. Innskifti Óli
Olsen, sum hevur lítlar og
ongar
royndir
í
bestu
deildini, var púra óimpon
eraður, og hann vísti seg at
hava gott máltev. Fyrst
javnaði hann til 2-2, tá ið
hann var fyrstur á returbólti,
eftir at fyrrverandi NSÍ
spælarin ,Debus Danielsen,
hevði roynt seg úr høgru,
og Meinhard Joensen hevði
hálvbjargað.
Og so var tað um reppið,
at Óli Olsen í evstu løtu
skoraði sigursmálið, men á
sjálvari málstrikuni varð
bólturin
steðgaður,
og
harvið samdust grannarnir
um eitt stig í part.
B68
NSÍ
NSÍ-B68 2-2 (0-1):
Grannarnir semjast væl
Toftamenn vóru undirtippaðir, men tað eydnaðist teimum kortini at toga eitt stig við sær um Svangaskarð
Mynd: Álvur Haraldsen
Ronaldo hugsar ikki um Real
Áhaldandi søgur hava sett Cristiano Ronaldo í samband við Real
Madrid, og í fjør var eftir øllum at døma nær við, at Ronaldo fór
úr Manchester United og til Real Madrid. Men Ronaldo segði í
gjár við Sunday Mirror, at hann ætlar sær ikki til Real Madrid at
spæla. - Hasin dreymurin er deyður. Nú droymi eg bara um
Manchester United og um vinna Champions League við liðnum,
sigur Ronaldo.
Ramos viðurkennir
yvirmaktina
Barcelona setti um vikuskiftið Real Madrid so dyggiliga upp á
pláss í sponsku fótbóltskappingini, og venjarin hjá Real
Madrid viðurkennir, at hansara lið megnar ikki at taka
Barcelona í ár. - Barcelona er á einum hægri stigi enn vit. Vit
vóru noyddir at satsa, eftir at vit vóru komnir afturum, og tað
hevði so við sær, at vit taptu so nógv, sigur Ramos. Dysturin
endaði við 6-2 sigri til Barcelona.