mánadagur 4. mai 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
[ Nr. 84 - 4. mai 2009 ]
Ov tungir
Hóast nøgdsemið ikki alla staðni var eins stórt í HB-skiftirúminum, so noktaði
venjarin, Sámal Erik Hentze, at sveiggja seg upp til tað heilt stóra, tá hann eftir dystin
gjørdi sínar viðmerkingar um teir 90 minuttirnar, sum hann hevði verið vitni til.
- Eg haldi, at vit tóktust nakað tungir í spælinum, og tað kemst helst av, at hetta var
triði dysturin seinastu vikuna. Vit byrja sera væl, men vit megna ikki at halda ferðini
uppi á spælinum, og vit skulu hava ferð á bóltinum, um vit skulu vera vandamiklir,
segði Sámal Erik Hentze.
Men kunnu tit vera nøgdir við javnleik í einum dysti, har tey flestu høvdu tykkum
sum greiðar favorittar?
- Tá tú ert aftanfyri, so er tað positivt, at tú hóast alt megnar at fáa javnleik. Tað er
positivt fyri okkum, at vit klára at koma afturíaftur, og tað er tað, sum vit kunnu
brúka hendan dystin til. Hvør er favorittur, tími eg ikki at gera nakra viðmerking til.
Eg haldi kappingina vera somikið javna, at tað er vónleyst at tosa um favorittar. Og í
so máta mugu vit bara royna at gera okkara, tá vit eru á vøllinum, segði Sámal Erik
Hentze.
-mørk
HB hevði fyri steðgin
allar møguleikar at
avgera grannauppgerð
ina í Havn. Men tá
alt kom til alt mundu
reyðu favorittarnir
vera betur nøgd ir um
javnleikin
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tvær málgevandi horna
sparksstøður bjargaðu HB
eitt stig í grannauppgerðini
móti B36 sunnudagin.
Ein javnleikur var annars
ikki
tað,
sum
HB-
viðhaldsfólkini høvdu sett
sær fyri undan dystarbyrjan,
og fyrsta hálva tíman ella
so var heldur einki, sum
bendi á, at HB ikki skuldi
taka sær av stigunum á
degnum.
Snøgt sagt, so var klassa
munur á báðum liðunum
hesa longu løtuna. B36
hevið valt eitt varisligt
útgangsstøði, sum bar við
sær, at teir lógu djúpt á
egnari hálvu og bíðaðu eftir
møguleikanum at kontra.
Stóri trupulleikin í hesum
var tó, at HB hevði alt ov
gott tamarhald á sínum
pasningsspæli.
Bólturin
ferðaðist skjótt runt á B36-
hálvuni, og ofta restaðu
ofta
bara
sentimetrar,
áðrenn avgerandi møgu
leikin kom. Og tá hesin
loksins kom, hevði Tróndur
Vatnhamar
eina
framúr
refleksbjarging, tá Fróði
Benjaminsen høgdi til úr
fýra metrum.
Lønina fekk HB tó, tá
fyrri hálvleikur var hálv
runnin. Hornasparksinnlegg
ferðaðist inn í málteigin, og
har var Fróði Clementsen
óheppin og beindi bóltin inn
um strikuna.
Mistu ferðina
Sum tað so ofta er sæð fyrr,
so gav málið tó baksláttur
hjá HB.
Um tað var harða dyst
arskráin við triðja dystinum
í
eina
viku,
ella
um
spælararnir bara góvu sær
sjálvum loyvi til at taka sær
av løttum, skal vera ósagt.
Men næsta lítla tíman misti
HB fullkomuliga takið á
dystinum, sum teir annars
høvdu havt í pottinum.
1-1 málið var eisini úrslit
av hesum. Í fyrstu atløgu
fekk Sam Malson bæði tíð
og pláss, so hann kundi
royna seg við skoti. Símun
Rógvi var ikki nóg ansin, tá
hann pareraði skotið beint
út í spæl heldur enn út til
horna, og so var eingin
HB’ari eins vakin sum
Brima Koroma, sum var
fyrstur á og potaði í netið til
javnleik.
Og tað skuldi blíva enn
verri hjá HB. Hóast teir
framvegis vóru liðið, sum
hevði bóltin meira, so var
tað nú alt meira B36, sum
setti dagsskránna. Tíðliga í
seinna hálvleiki fall revs
ingin eisini, tá rangstøðu
fellan
kiksaði
uppi
á
miðjum vølli.
Róaldur Jacobsen hevði
kanska ikki sín besta dyst
fyri B36, men hann var
ískaldur, tá fyrst setti Hans
á Lag av við knappari
vending, og so fekk Símun
Rógvi Hansen bert nortið
við bóltin, sum kortini
ferðaðist í meskarnar.
Elsti maður bjargaði
At tað kortini eydnaðist HB
at koma aftur, vísti hóast
alt, at tað búgva sterkar
dygdir í liðnum.
B36 hevði annars nakrar
støður afturat, sum kundu
givið mál av sær, tá teir
kontraðu móti alt meira
satsandi mótstøðuni. Men
teir komu ikki stórt nærri
enn einum næstan-sjálv
máli, tá Mortan úr Hørg
akkurát megnaði at skreiða
bóltin upp um egið mál og
til hornaspark.
Í hinum endanum hevði
HB framvegis ilt við at
skapa sær opnar møguleikar,
men tíggju minuttir undan
leikloki fingu teir lønina.
Enn einaferð var horna
sparksstøðu lykilin. Hans á
Lag var kanska elstur á
vøllinum, men hann var
eisini hægstur við handara
stólpa, tá Rasmus Nolsøe
sendi innfyri, og so var Lag
á Hans at stúta í mest sum
manntóma málið, tá Trónd
ur Vatnhamar gleið í síni
roynd at koma úr málinum.
Og so var HB kortini
heilt nær við at skora
sigursmálið í yvirtíðini.
Fróði Benjaminsen slapp at
standa púra blankur í brots
teiginum, tá eingin tordi at
tackla, men við eini fram
úrskarandi bjarging fekk
Tróndur Vatnhamar parera
royndini frá HB-liðskipar
anum, sum saman við
liðfeløgunum mátti taka til
takkar við einum stigi.
Og tað var nú ikki tað,
sum HB hevði sett nøsina
upp eftir á degnum. Men
givið at teir stóran part av
seinna hálvleiki vóru aftan
fyri
við
einum
málið,
mundu teir kortini vera teir,
sum vóru best nøgdir við
javnleikin.
HB
B36
B36-HB 2-2 (1-1):
Favorittarnir betur nøgdir
Veteranurin hjá HB og elsti maður á vøllinum tryggjaði HB eitt stig, tá hann tíggju minuttir
undan leiklokti stútaði hornaspark í netið
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir
Harmaðist hornaspørkini
Mikkjal Thomassen, B36-venjari, var ikki serliga væl nøgdur um, at hansara menn
tvær ferðir lótu HB skora eftir hornasparksstøður.
- Hatta var nakað, sum vit høvdu brúkt nógva tíð upp á í vikuni. Vit vita, at teir eru
vandamiklir við hornaspark. Ikki minst tá Rasmus sparkar úr høgru. Og vit høvdu
gjørt greiðar avtalur um, hvussu vit skuldu dekka upp, og hvussu allir menn skuldu
flyta seg í slíkum støðum, men kortini skora teir, og so er tað keðiligt at taka til takkar
við javnleikinum, helt Mikkjal Thomassen.
Merkir hesin javnleikurin, at B36 hóast alt er til reiðar at spæla við í dystinum móti
teimum bestu?
- Vit fara ikki at rópa hart um, at vit skulu vera nummar eitt ella tvey. Tað hava vit
umstøður til í løtuni. Men vit hava ein góðan hóp, sum kanska ikki er so breiður og
dýrur sum hjá fleiri av hinum liðunum. Og vit vilja arbeiða knallhart fyri at fáa so
góð úrslit, sum tað ber til at fáa. Men vit ætla okkum altso ikki at skapa nakað trýst
móti okkum sjálvum við at rópa hart um nakran málsetning, staðfestir B36-
venjarin.
-mørk
Cannavaro til Juventus
Líkt er til, at italski verjuspælarin Fabio Cannavaro
skiftir til Juventus at spæla í summar. Cannavaro er
sáttmálabundin í Real Madrid, í gjár var Cannavaro
heima í Italia fyri at verða kannaður lækna, áðrenn
sáttmáli verður gjørdur við Juventus. Cannavaro skifti
frá júst Juventus til Real Madrid í 2006, og nú gongur
leiðin eftir øllum at døma heimaftur.
Birmingham aftur
í Premier League
Seinasta umfar var í næstbestu ensku fótbóltsdeildini um
vikuskiftið. Birmingham hevði truplan útidyst ímóti Reading,
og liðið, sum vann dystin í dag, flutti upp í Premier League.
Birmingham legði seg á odda 2-0, men so minkaði Reading
um munin. Hóast trýst frá Reading seinastu løtuna, so helt.