Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-04, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. mai 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 [ Nr. 84 - 4. mai 2009 ] Svendborg fekk stig móti oddaliðnum Uppflyting er ikki longur stóra samtaluevnið í Svendborg. Liðið, við Julian Johnsson sum liðskipara, hevur vunnið sær fá stig seinastu vikurnar. Men í gjár legðist eitt av slagnum afturat hinum. Svendborg spældi í dag javnleik á útivølli móti oddaliðnum í 2. division vest, FC Fyn. Úrslitið gjørdist 1-1. Svendborg er í løtuni seks stig frá uppflyting. Sjey dystir resta í av kappingarárinum. Kerr sá Frem tapa Brian Kerr var millum áskoðararnar í Herfølge, tá Frem við Jón Róa Jacobsen á liðnum vitjaði sunnudagin. Men tað var nú ikki tann besti dysturin hjá Frem, sum føroyski landsliðsvenjarin hevði valt sær. Lasse Kronborg skeyt tvey mál, triðja málið skeyt Roberto Saraiva. Herfølge er nú á odda í næstbestu fótbóltsdeildini við 52 stigum. Frem er nummar 10 við 28 stigum. Tapið í dag, var tað fyrsta hjá Frem, síðani kappingin byrjaði aftur, aftaná vetrarsteðgin. Sera skuffaður – Eg eri sera skuffaður, at vit missa sigurin so seint í dystinum. Men teir pressaðu væl, sam­ stundis sum vit høvdu hug at leggja okkum long­ur aftur, tá vit vóru komnir framum, sigur Johan Petur á Stongum, sum við einum drøni av einum langskoti legði 07 Vestur á odda 2-1. Hann ásannar, at lík­ indini at spæla ikki vóru tey bestu í vindinum: – At so nógvur vindur var, var sjálvandi keðiligt fyri spælið, og tað vísti seg eisini, at tað liðið, sum hevði vindin undan, fekk flestar kjansir. Í fyrra hálvleiki, tá vit høvdu mótvind, royndu vit bara at dekka upp, og tíbetur stóð Trygvi væl í málinum, tá harðast leik­ aði á. Johan Petur sigur, at ætlanin hjá teimum í 07 Vestur var at fáa trý stig, men at tað eina stig­ið helst er nakað, hann kann liva við, hó­ast súrt er at missa sig­urin á stokkinum. hil Ikki ónøgdur Nikolaj Eriksen, sum tveir minuttir fyri tíð tryggjaði AB javnleikin, var sum vera man fegin, tá dysturin ímóti 07 Vest­ ur var av, tí í ein hálvan tíma sá AB út til at vera á veg ímóti einum tapi. – Vit høvdu sjálvandi ynskt at fingið trý stig, og so hevði tað eisini sæð ordiliga gott út hjá okkum. Men sum tað gekk í seinna hálvleiki, kunnu vit ikki vera ónøgd­ir við eitt stig, sigur danski framherjin. – Nú var sjálvandi nógv­ur vindur, sum gjør­ di tað torført at fáa spæl­ ið at koyra, men vit áttu at verið so mikið van­ir við vindin, at vit skuldu spælt bet­ur, enn vit gjør­ du í fyrra hálv­leiki. Tá vit í seinna fingu bóltin nið­ur á jørð­ina, gekk eis­ ini nógv bet­ur, staðfestir Niko­laj Eriksen. hil Argjamenn mundu vera best nøgdir við at fáa stig, tá 07 Vestur var á vitjan í gjár, tí vágamenn vóru á odda til bara tveir minuttir vóru eftir. Men tað hevði týdning fyri báðar partar at fáa stig í dystinum, sum var nógv ávirkaður av vindinum inni í Vika FÓTBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Longu undan dystinum var greitt, at møguleikin var størri fyri flúgvandi enn flót­ andi fótbóltsspæli, tí so mik­ ið av vindi var oman úr Havn­ ar­dali, at skjótt kundi vera at missa bóltin, var ikki spælt við skili og uttan at senda bóltin ov nógv upp í loft. Fyri steðgin var 07 Vestur heilt klárt klókara liðið, tí vágamenn hildu bóltin niðri á jørðini, meðan teir í AB høvdu í so góðan hug at gyppa og senda bóltin upp í loft. Men hóast 07 Vestur dugdi betur at spæla, var tað AB, sum fekk teir størstu møgu­­leik­arnar í fyrra hálvleiki. Danski framherjin, Niko­ laj Eriksen, hevði fyrst tveir skallarar, og síðani høvdu bæði Rasmus Nielsen og Jón­ as Stenberg góðar skot­ royndir, harav onnur noyddi Trygva Askham í 07 Vestur- málinum út í fulla longd. Í hinum endanum var meira smá­­ligt, hóast 07 Vestur brúkti skil og royndi at spæla, og tað einasta var eitt millum ting millum skot og innleg frá Milan Pejcic, sum AB- málverjin, Heðin Stenberg, ikki fekk trupulleikar av. Lívligt korter Líkindini vóru tey somu eftir steðgin, tá tað vísti seg, at AB fekk betur skil á spælið, nú vindurin var ímóti, samstundis sum 07 Vestur ikki í eins stóran mun fall í grøvina, at senda langar og høgar bóltar av­stað í vindinum, so eingin kundi fáa fatur í teimum. Mest lívliga løtan var fyrsta korterið, tá eisini trý av teimum fýra málunum í dystinum komu. AB var fyrra liðið at fáa hol á, og tað var tann lívligi Kenneth Jacobsen, ið reikaði nógv um allan vøllin í gjár, sum var á rætta staðnum, tá fimm minuttir vóru farnir, og so var 1-0 til AB. Men argjamenn fingu nóg illa armarnar niður, áðr­ enn 07 Vestur svaraði aftur ein góðan minutt seinni. Tór Ingar Akselsen fekk bólt­in nakað úti í høgru síðu og skjeyt so væl, at bólt­urin umvegis aftaru stong fleyg í málið, uttan at Heðin Stenberg fekk gjørt nakað við tað. Og hóast AB royndi at manna seg uppaftur, fekk 07 Vestur eisini lagt seg á odda, tá eitt korter var farið. Jens Erik Rasmussen sá í fyrsta umfari út til at taka ferðina av einum skjótálopi, men vísti seg tó at hava eina ætlan, tí hann legði bóltin væl fyri føturnar á Johan Peturi á Stongum, sum kom rennandi frameftir og mitt fyri smekkaði til frá brots­ teig­armarkinum, so gest­ir­ nir nú vóru á odda 2-1. Í evstu løtu Hóast AB spældi nógv skila­ betri ímóti vindinum í seinna hálvleiki og væl megn­aði at koma fram á vøll­in, hevði 07 Vestur und­an vindinum í øll­ um førum tveir góðar møgu­ leikar at gera dystin lidn­an og fáa lagt sjógv ímill­um seg og AB. Bæði Jens Erik og ser­ liga Hendrik Rub­ek­sen brendu góðar møguleikar. Tíðin gekk undan hjá AB, sum royndi at styrkja um álops­spælið við einari út­­skift­ ­ing fyri og aðrari eft­ir, og tveir minuttir fyri tíð gav tað eisini úrslit. Kenneth Jac­ob­ sen sendi bóltin inn­fyri úr høgru síðu, og fyrst royndi inn­skifti Liam Killa seg við skoti, sum tó ikki bar á mál. Verjan hjá 07 Vest­ur fekk tó ikki ruddað burt­ur, og brád­ liga stóð Niko­laj Eriksen ley­ s­­ur og kundi skjóta for­loys­­ andi málið fyri AB til 2-2. At dysturin sostatt endaði við javnleiki, mundi saman­ lagt vera á einari leið, tí hó­ast 07 Vestur sæð yvir all­an dyst­ in var skilabetra liðið, so menti AB seg so hvørt og legði at enda nokk so stórt trýst á. Hinvegin kundi 07 Vest­ur farið avstað við trim­ um stigum, var neyvleikin har, tá brúk var fyri tí mitt í seinna hálvleiki. AB-07 Vestur 2-2 (0-0): Eingin vinnari í vindinum 07 Vestur AB Veðurlíkindi spældu ikki við liðunum á Argjum, men eftir førimuni royndu liðini at fáa glið á spælið í til tíðir undirhaldandi dystinum Mynd: Álvur Haraldsen