Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-04, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. mai 2009síða 33

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 84 - 4. mai 2009 33 undir jørðini – hansara klivi var nummar 2 – sum, segði hann, var sum at verða grivin livandi í eini líkkistu. (Mayer s 131). Arrar segði seg vera sakleysan, men, píndur, var hann at enda til reiðar at siga hvat ið kravdist av honum: “Tú gevur bara upp,” segði hann. “Tú verður sum eitt kríatúr.” (Mayer s 131). Rottur og kakkulakkar Í Sýria varð Arrar síðani settur inn í eitt tað ræðuligasta fongslið í heiminum, kent sum Far- Filastin, í Damaskus vanliga rópt Grøvin og viðhvørt, ivaleyst tí tað er so kalt og slavið, saman­ líknað við eitt ísfjall. Tað er sett saman av einum katakombu­ kendum vevnaði undir jørðini, av ørsmáum klivum við ongari luft og ongum ljósi, hvør til víddar, sum ein menniskjaarmur er langur. Í klivunum íðir í rottum og kakkulakkum, og gjøgnum ristir í erva míga kettur niður yvir fangarnar. Úr sínum kliva hoyrdi Arrar fólk skríggja av pínu. Tey ræðu­ ligastu skríggini, segði hann, komu frá konufólkum, sum vórðu sligin, meðan børn teirra ýldu. At enda fór Arrar at skríggja sum ein vitleysur og sláa høvdið ímóti múrinum. Henda viðferð, segði hann seinni, var so ótolandi, at tú gloymir ta mjólk, tú seyg úr bróstunum á móður tíni. (Mayer s 133). Men Arrar, sum kundi verið deyður - kanska grivin livandi í sýriskum kyksendi - var so heppin at hava eina konu, sum fór til verka og tvingaði ta kanadisku stjórnina at taka hansara mál upp. Hann varð leyslatin tann 5. oktober 2003, eftir at hava sitið í myrkastovu í tíggju mánar, uttan ákæru. Ein kanadisk kanning reinsaði hann fyri minsta vet av sambandi við terroristar. Av tí at Kanada hevði medábyrgd av hansara handtøku, fekk hann frá tí kanadisku stjórnini 10.5 milliónir dollarar sum endurgjald fyri skaðan. Men úr USA kom hvørki ein umbering tíansheldur nakað endurgjald. Tú missir tína sál Sum eg longu havi víst á, vísa royndir, at píning – tað, sum summir føroyskir politikarar kalla “serligar metodur” – gevur lítla og onga virðismikla upp­ lýsing. Hinvegin kunnu tær skeivu upplýsingar, sum pínd fólk føla seg tvingað at uppfinna, vera til stóran skaða, og hava í USA kostað mannalív í túsunda­ tali. Uppaftur verri er tað moralska fall, sum er teimum fyri, sum fremja ella góðtaka “serligar metodur”. Daniel Coleman orðar tað á henda fynduga hátt: Brutalization doesn´t work. We know that. Besides, you lose your soul. (Mayer s 119) Men tað, sum kanska hevur mest týdning, er tann ávirkan, slík framferð hevur á heimin og serliga á lond við einaræði. Tá ið heimsins fremstu, kristnu lond ganga á odda í tí at handtaka, jagstra og pína ósekar borgarar, og tá ið slík lond enntá avtaka tær konventiónir, sum skulu verja fólk, eitt nú í eini krígsstøðu, hvørja grund hava tá tjóðir og ríkir, sum ongantíð hava kent til fólkaræði, til at hevja seg upp á eitt hægri stig? Bæði Egyptaland, Sudan og Zimbabwe hava rættvísgjørt sín harðskap við at vísa til tað amerikanska fyridømið. Uzbekistan Dyggan vitnisburð um henda vanda fáa vit, um vit hyggja at einum landi sum Uzbekistan. Hetta land gjørdist stutt eftir tann 11. september til eitt serligt amerikanskt vinarland, sum fekk bæði pengar og moralska vælvild úr Washington. Hetta broytti á ongan hátt støðuna í landinum, og forsetin har, tann korrupti fyrrverandi sovjett-trúgvi búravnurin Islam Karimov, helt ótálmaður fram at útpína sítt fólk peningaliga og at jagstra og myrða demokratiskar minnilutar og eisini eitt nú fólk í Jehova Vitnum. Kanska minnast summi tann 13. mai 2005, tá ið herlið hjá Karimov fóru at skjóta við tungvápnum eftir eini mannfjøld við 20.000 demokratiskum mótmælis­ fólkum í Andijan og drópu meira enn 600. Ikki øll doyðu straks. Tey særdu vóru ... liggjandi alla náttina á Cholpan torginum við hvørki vatni ella læknaligari hjálp. Morgunin eftir fóru hermenn gjøgnum mannamúgvuna og skutu tey, sum enn vóru á lívi, við stuttari frástøðu (“at point-blank range”) í høvdið. (Murray s 365). Islan Karimov má hava onkra serliga sjarmu, tí millum hansara vinir taldust fyri nøkrum árum síðani bæði George W. Bush og fyrrverandi ísraelski politikarin Ariel Sharon. Og rætt skal vera rætt, hesin garpurin tykist, ið hvussu so er hvat viðvíkir atburði móti sínum næsta, at hava slóðað fyri heilt nýggjum leiðum. Ein av teimum monnum, sum gjørdist fangi hjá hansara løgreglu, æt Avazov. Um hansara lagnu upplýsir Craig Murray, fyrrver­ andi enskur sendimaður í Uzbekistan í bók síni Murder in Samarkand, at tann patologiska deildin á Glasgow lærda háskúla hevði orðað eina stutta, men detaljeraða frágreiðing um sínar kanningar (av eini fotomynd av líkinum). Ofrið (t.e. Avazov) var deytt av at vera koyrt niður í kókandi vætu. Hetta var ikki skolan, men søkking (“immersion”), tí rundan um bringu og yvirarmar var eitt klárt flóðmerki (“tidemark”), og undir tí var líkið skáldað við 100 prosentum. Áðrenn hann var kókaður til deyðis, vóru neglirnar skræddar leysar ... (Murray s 27). Krossvegurin Kanska hevur lesarin nú fingið eina hóming av, hvussu tað kann gangast “hinum minstu”, og sostatt eisini Jesuspápa sjálvum, tá teirra lagna – og hansara - endar í hondunum á hugprúðum nýkristnum forsetum, og tá teirra einasta verja er politikarar, burturi sum her hjá okkum, ið hugtiknir halda uppá, at USA hevur rætt at brúka “serligar metodur”. Skuldi onkur sett spurnartekin við ta gudfrøðiligu próvgrund­ anina undir hesi grein - at javnaðartekin kann setast millum “hini minstu” og Kristus - fari eg at vísa teimum til Matteusar Evangelium, kapittul 25. Um ein roynir at fara meira analytiskt inn í tey mál, sum her, við ítøkiligum dømum úr nútíðar politiska veruleika, er nomið við, er tann krossvegur, tann einstaka samvitskan stendur á, altíð tví­ drátturin millum moral og politikk, næstakærleika og vald. Eingin kann í hesi samvitsku­ støðu tæna tveimum harrum, og gloym aldri at revsa tínar vinir. Freistingin til at akta valdsins myndugleika, grimd og óndskap - veri tey blonk og glæsilig, veri tey umboðað av Nazi-Týsklandi, Sovjetsamveldinum, USA, Guatemala, Chile, Iran, Irak, Ísrael ella londum í Afrika og Asia - er sterk. Men er tað ikki merkiligt, at alment kendir kross- og kristmenn, eisini heima hjá okkum – tá ið valið stendur millum Jesuspápa og tann Mótmannin, hvørs higartil mest kendi avatarur á fold var Adolf Hitler – við ósvitandi tevi at kalla altíð leita hin seinna upp og gerast hansara amboð og lýdnu tegnar – í stríðnum móti honum, sum ikki hevði tað stað, sum hann kundi “halla høvur sítt” at? Ja – er tað ikki makaleyst? Orð at enda Til seinast fari eg at venda aftur til mín góða vin Jim Kerr. Eg veit ikki, um hann var sam­ kyndur, og tað er mær eisini so óendiliga líka mikið. Tað sum hevur týdning er, at morðið á henda mann – eitt av Guds bestu børnum á hesi jørð - var ein avleiðing av niðrandi og niðursetandi hugsan og orðum. Tey, sum her heima vilja hava rætt til at brúka samkomu, prædikustól ella talarapall til at tosa “niðursetandi” um sín næsta, fari eg at minna á, at mær vitandi hevur Kristus ongantíð sagt eitt einasta orð um tey homoseksu­ ellu. Men hann hevur sagt hesi orð: far og sel alla ogn tína og gev teimum fátæku Hesi meistarans orð eru greið, mínir harrar, og teimum ber ikki til – um tit so eita Jógvan á Lakjuni, Bill Justinussen, Jenis av Rana ella Svenning av Lofti - at skáka sær undan. Tey eru vend beinleiðis til tykkara. Gerið so væl og gerið eftir hesum boðum Kristusar, til lítar og út í æsir. Og latið samkynd og onnur hampafólk hava frið. Bókmentir Jane Mayer: The Dark Side. The Inside Story of how the War on Terror Turned into a War on American Values. Doubleday 2008. Craig Murray: Murder in Samarkand. A British Ambassador´s Controversial Defiance of Tyranny in the War on Terror. Mainstream Publishing 2006. Ilan Pappe: The Ethnic Cleansing of Palestine. Oneworld 2006. Kanadiski verkfrøðingurin Maher Arrar. Amerikanska stjórnin læt Arrar handtaka og sendi hann til Sýria at verða píndan. Hann varð seinni reinsaður, men fekk hvørki umbering ella endurgjald. Islam Karimov var, sum sæst á myndini, hjartavinur hjá Bush. Ein av hansara “serligu metodum” var at lata fólk kóka livandi