mánadagur 4. mai 2009síða 32
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 84 - 4. mai 2009
Fallið
Tann amerikanska stjórnin og
Bush, tann endurføddi kristni,
vóru, tá ið farið varð undir at
pína fólk, fyri einum stórum
moralskum falli. Men einum
slíkum falli kann fáur liva við, og
tá ið nútíðar lond, eym um sítt
umdømi, falla á henda hátt,
verður barnið altíð umdoypt.
Eins og píning í Sovjetsamveld
inum bleiv rópt “fysiskt trýst”,
varð hon í USA undir Bush rópt
“enhanced methods” (økt
framferð). At USA framdi
píning, varð váttað av ICRC
(Altjóða nevndini hjá Reyða
Krossi) í eini frágreiðing frá
2007. Henda píning fataði um
m.a.:
at nokta fanganum svøvn við
dagalongum áhaldandi larmi
at noyða fangan at vera
naknan í dagar
at sláa og sparka fangan
at noyða fangan at standa
uppi í tímar
at (látast at) kvala fangan í
vatni
at tvinga fangan at standa í
tímar og dagar í køldum vatni
at noyða fangan at vera leingi
í kulda
at stongja fangan inni í
trongum kassum
Eg havi roynt at geva eina
hóming av hesum torturi við orð
um, sum tola at koma á prent, og
at loypa tað mest vamlisliga og
ræðuliga um. Men nevnt kann
vera, at tað er rættiliga vanligt at
heingja fangan eftir skøvning
unum upp undir eitt loft og seta
streym til pallin, hann stendur á,
so hann sparkar pallin til viks og
verður hangandi – í tímar.
Tortursins útveitan
Maðurin, sum setti ígjøgnum, at
USA skuldi fara undir hesa
framferð og soleiðis kunna
flokkast saman við “óndum”
ríkjum sum Sovjetsamveldinum
ella Irak, var varaforsetin Dick
Cheney. Maðurin, sum skapti tað
løgfrøðiliga grundarlagið undir
píningini, var David Addington.
Men ábyrgdina fyri, at “Harrans
minstu” hereftir skuldu verða
viðfarin sum dýr, hevði tann
endurføddi George W. Bush.
Teimum, sum vilja vita meira
um alt hetta, kann eg vísa til
bókina The Dark Side eftir ta
amerikonsku blaðkvinnuna Jane
Mayer. Eg fari her at umrøða ein
serligan tátt í hesum nýggja
amerikanska píningarpolitikk
inum, nevniliga tað, sum verður
rópt rendition, t.e. hetta at
“útveita” ella útlisitera píningina.
Men latum okkum hoyra málið í
Bush eina ferð enn:
Vit lata ikki fólk upp í
hendurnar á londum, sum
fremja píning.
Eg meini tað. Skulu vit ikki
trúgva eini útsøgn, sum kemur
frá sjálvari idealmyndini hjá
mongum í tí kristna heiminum?
Nei, tað skulu vit ikki. Bush
segði ósatt og visti, at hann segði
ósatt. Longu tann 8. januar 2002
gjørdi George W. Bush av at
avtaka ta serligu Geneve-
samtyktina, sum vardi fangar.
Hereftir vóru øll handtikin, sek
ella ósek, hermenn ella sivilfólk,
“unlawful combatants”.
Tá einglar verða til djór
Men fyri at sleppa undan
óhepnum avleiðingum, eitt nú
klagum ella pínligum spurning
um, í eins egna húsi, varð gjørt
av at flyta fangar, sum skuldu
pínast, til lond sum Egyptaland,
Sýria, Jordan, Marokko,
Uzbekistan og Afghanistan.
Ein tann fyrsti, sum smakkaði
hesa “útveiting” var sambært
Jane Mayer Al Qaeda-limurin
Ibn al-Shaykh al-Libi. Hann varð
handtikin av pakistanum tann 19.
desember 2001, latin ameriku
monnum, og FBI hevði við
vanligari avhoyring fingið hann
væl á glið, tá CIA legði upp í.
Ein CIA-yvirmaður kom brest
andi inn í avhoyringarrúmið og
“You´re going to Egypt!” he
yelled. “And while you´re
there, I´m going to find your
mother and fuck her!”
(Mayer s 106)
Eg vóni ikki, at hetta orðalagið
hevur eyðkent tey bønarmøti,
saman við Bush, sum einstakir
føringar altráir hava leitað til.
Men henda mentan og hetta
orðalag var ein frukt av tí nýggja
politikkinum hjá Bush og
Cheney.
Heima hjá okkum, har ein
nýggj analfabetisma nú breiðir
seg og seyrar spakuliga út í allar
samfelagsins krókar – uttan at
eitt einasta vakið eyga blunkar -
er ikki óvanligt at síggja tað
stolta heitið humanistur brúkt
hálvavegna sum illbøn. Eg fari
her at endurgeva ein av hesum
humanistum, tann kristna franska
essayistin Michel de Montaigne
(1533-92). Hann sigur í sínum
essay Um royndir, um menniskj
uni, at
í staðin fyri at skapa seg um
til einglar, skapa tey seg um
til dýr.
og lýsir við hesum fyndugu
orðum tað moralska fallið hjá tí
neokonservativu amerikonsku
stjórnini.
Hørð mótstøða
Um Al-Libi er at siga, at hann
bleiv píndur so illa, at hann at
enda var fúsur at siga, hvat tað
skuldi vera. Hóast hann púra
einki visti um nakað samband
millum Al Qaeda og Saddam
Hussein, bleiv hann við píning av
egyptum tvingaður til at vátta, at
eitt slíkt samband var. Hansara
“vitnisburður” var sjávt støðið
undir avgerðini um at fara í
kríggj við Irak. Og m.a. sum ein
avleiðing av hesum kríggi standa
Taleban nú til at vinna í
Afghanistan. Um Al-Libi siga
óváttað tíðindir, at hann doyði,
grivin livandi úti í oyðimørkini.
Tá var hann farin av vitinum.
Tað skal sigast, tí demokratiska
USA til verju, at mótstøðan,
bæði ímóti at pína fangar og at
útlisitera fangapíning, var stór.
Royndir FBI-yvirmenn sum Jack
Cloonan og Daniel Coleman
vóru hart ímóti píning og útveit
an og vístu m.a. á, at slík fram
ferð ikki gav myndugleikunum
stórvegis av veruligari vitan um
terrorismu og ofta villeiddi teir.
Uttanríkisráðharri Colin Powell
var eisini ímóti píning, men var
við undirlutan í tvídráttinum við
Cheney og Bush. Eisini kendir
republikanarar mæltu hvassliga
ímóti at torturera fólk.
Ein kanadiskur
hampamaður
Lagnan hjá tí kanadiska verk
frøðinginum Maher Arrar er eitt
dømi um, hvørjar avleiðingar
fyribrigdið rendition kundi fáa
fyri vanlig hampafólk. Arrar var
ættaður úr Sýria, fluttur til
Kanada sum tannáringur, hevði
prógv frá McGill lærda háskúla,
var 34 ár, giftur og hevði tvey
smá børn. Kona hansara eitur
Monica Mazigh. Hann var á
heimferð úr Tunis, har hann
hevði verið og ferðast, og
flogfarið steðgaði í John F.
Kennedy floghavnini í New York.
Har varð hann handtikin tann 26.
september 2002 og fyrst hildin
fangi í 13 dagar.
Ein morgunin klokkan trý bleiv
Maher Arrar leinkjaður og
koyrdur til New Jersey. Haðani
varð hann førdur í flogfari fyrst
til Washington, D.C., og flogin
víðari til Bangor í Maine, víðari
til Rom í Italia og haðani til
Miðeystur. Haðani hann sat,
kundi hann á einum lítlum
skíggja eygleiða rutuna hjá
flogfarinum. Hann visti, at Sýria
er tiltikið fyri at pína fangar, og
tá ið hann sá, at leiðin gekk móti
Miðeystri, kom ræðsla á hann.
Hann bønaði teir í flogfarinum
um ikki at senda seg til Sýria,
men einki hjálpti.
“Alla tíðina,” segði hann,
“hugsaði eg, at eg varð
fluttur út at blíva píndur. Á
Gud, hugsaði eg, hvussu skal
eg sleppa undan tí?” (Mayer
s 130).
Maher Arrar varð fyrst førdur til
Amman í Jordan. Tíggju tímar
seinni varð hann koyrdur til
Sýria. Í ein dag varð hann
avhoyrdur og hóttur, og so fóru
menn at sláa hann:
Teir slóu hann á hendurnar
umaftur og umaftur við
tveytumma tjúkkum
elektriskum leidningum og
stongdu hann inni í eini
sprekku (“slot”), ið var sum
eitt fólk til støddar, niðri í
einum vindeygaleysum kliva
Jesuspápi og hansara minstu
Um tvídráttin millum kristindóm og politikk
Viðmerking
Hanus Kamban
Jane Mayer hevur
skrivað virðislønta
bók um ta píning,
sum Bush-stjórnin
setti í verk
II. SERLIGAR METODUR