mánadagur 4. mai 2009síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 84 - 4. mai 2009
31
Leygarkvøldið 2. mai 2009 legði
listamaðurin
Janus
Kamban
árarnar inn 95 ára gamal.
Janus Kamban var seinasti
umboðsmaður fyri fyrsta føroyska
ættarliðið av myndlistafólkum,
sum tóku heim við sær hetta í før
oyskum høpi nýggja listarliga økið
eftir kríggið. Sum rættir slóðarar
góvu teir við margfeldi sínum eitt
íkast til, at tað kyknaði upp eitt
medvit um virði av hesari listagrein
og týdning hennara fyri tann
føroyska listarliga samleikan.
Listafelagið var longu sett á
stovn undir krígnum, meðan teir
enn búleikaðust í Keypmannahavn,
og seinni kom tann vanabundna
Ólavsøkuframsýningin til, eins og
Janus Kamban saman við Ingolf
av Reyni og Jack Kampmann settu
á
stovn
fyrsta
føroyska
listaskúlan.
Janus Kamban hevur við list síni
givið
sítt
íkast
við
fleiri
týdningarmiklum
skreyt
búgvingararbeiðum. Grafisku verk
hansara hava eitt tíðarleyst einfeldi,
sum enn í dag eru fyrimyndarlig.
“Stramma” skapið á høggmyndini
lyftir gerandismyndevnið upp í ein
annan heim. Við kærleika og við
eyga
fyri
vakurleikan
í
gerandisdegnum og virksemi hjá
vanligum menniskjum hevjar
hann hesi evni til stóra list.
Sum
listafólk
hevur
Janus
Kamban útint almikið. Eisini sum
menniskja, har hann ikki einans
hugsaði um sína egnu list, men
altíð hevur hjálpt og stuðlað øðrum
listafólkum í einsliga arbeiði teirra.
Á Listasavni Føroya hevur Janus
Kamban sett sær djúp spor.
Hugburður hansara til listina og
fatan hansara av at vera listafólk
eyðkennir eisini í dag virki á lista
savninum. Hann var vegvísari, so
listin kundi verða til gleði fyri
mong og ikki bara fyri tey fáu, fyri
ein avmarkaðan skara.
Við hesum orðum takka vit
Janusi Kamban fyri trúfesti og
lýsa frið yvir minni hansara.
Listasavn Føroya
Helgi Fossádal, stjóri
Janus Kamban farin
Janus Kamban, myndahøggari og grafikari - *10. september 1913 - 2. Maj
2009
Mynd: Listasavn Føroya
Orð og myndir: Sonni
Jacobsen
Fyri umleið 15 árum síðan
lat Savnið 40 – 45 aftur, og
dreymurin um krígssavn í
Føroyum varð slóktur í
mong ár. Onkur roynd hev
ur verið gjørd at birt lív í
aftur, men til fánýtis – til í
dag.
Leygardagin 2. mai 2009
lat nýggja Krígssavnið upp
fyri fyrstu ferð. Dúgliga
hevur verið arbeitt við at
fáa alt klárt til stóra dagin
og í seinastuni eru næturnar
brúktar eisini. Men alt
klappaði og var klárt, tá
klokkan var 14 leygardagin
og hátíðarhaldið byrjaði.
Eini 300 - 400 fólk, vóru
møtt upp og Sørvágs Tón
leikarafelag setti serligan
dám á løtuna við teirra
vakra hornblástri.
Eftir
at
hornorkestrið
hevði spælt, helt Karl Jóhan
Nielsen, formaður í nevnd
ini fyri Krígssavnið, røðu.
Karl Jóhan takkaði kommun
unum í Vágum fyri fíggj
arligan stuðul. Hann takkaði
eisini Løgtinginum fyri, at
tey við stórum meirluta sam
tyktu, at seta savnið á fíggj
arlógina, tóat lógartekninsk
ir trupulleikar gera, at Ment
amálaráðið sigur seg ikki
ført fyri, at rinda út stuðul.
Hann vónaði at endin varð
tann, at løgtingsins vilji varð
framdur í hesum máli.
Karl Jóhan nevndi eisini,
at tíverri er tað so, at savnið
ikki hevur fingið almenna
góðkenning og tessvegna
ikki hevur fingið umleið 70
lutir frá Savninum 40 – 45,
ið liggja á Fornminnissavn
inum. Og hann kom eisini
inn á bygningin omanfyri
flogvøllin, sum nevnd og
felag
fyri
Krígssavnið
ynskja sær til endaligt savns
høli. Og vónaði, at nýliga
samtyktin um at friða jarð
føst minni frá stríðsárunum
fór at føra til, at savnið fekk
hesi høli. Tí verandi høli eru
longu nú ov lítil, ikki minst,
tá hugsa verður um Bigg
Lorry lastbilin, stóra vatn
flúgvara boyðu og stóra
minu frá krígnum, sum savn
ið ikki eigur høli til. Bigg
Lorrarin fær kortini fyribils
loyvi at standa inni í hølum
hjá Vága kommunu.
Síðan segði Martin Næs
frá mentamálarðanum nøk
ur orð. Hann segði, at
arbeitt verður við at tryggja
krígssavninum
almenna
góðkenning so løgtingsstuð
ul kann latast. Og roknaði
við, at hetta mál skjótt verð
ur loyst. Hann slóð eisini
fast, at hetta er “okkara
krígssavn” í Føroyum.
Aftaná klipti Martin Næs
snórin av til Krígssavnið,
og varð hetta gjørt beint utt
anfyri inngongdina til sjálvt
savnið. Fólk streymaðu síð
an inn at síggja savnið, með
an onnur fingu sær okkurt
undir góman av tí ymsa,
sett varð fram til tað sama.
Tað sýntist og hoyrdist á
fólki, at tey vóru sera væl
nøgd við savnið, uppseting
og teir mongu lutir, ið longu
eru savnaðir.
Føroyar fingið nýtt krígssavn
Dagurin
4. mai. Florianus,
deyður umleið ár 300.
Rómverskur
heryvirmaður og
embætismaður.
Florianus royndi at
bjarga kristnum fólki, ið
vórðu forfylgd, men
hann varð sjálvur tikin
og fyribeindur.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í
álmanakkanum, 2. broytta útgáva
2008)
nøvn
Bigg Lorry - Bedford lastvognurin frá 1941, sum bretska
hersetingarvaldið fekk til Føroya undir krígnum
Stórur áhugi var fyri framsýningini
Karl Jóhan Nielsen, formaður í nevndini fyri Krígssavnið, og
Andras Mortensen, stjóri á Føroya Fornminnissavni
Framsýningin er skipað við bæði myndum og lutum frá krígnum
Tey vitjandi skrivaðu í gestabókina
Nýggja Krígssavnið er á Leitisvegi 58 í Miðvági, har sum Bónus og Kunningarstovan halda til