mánadagur 4. mai 2009síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 84 - 4. mai 2009
Andlát og jarðarferðir
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Kistan við Jákupi Niel
sen úr Vestmanna fer
úr kappellinum á Lands
sjúkrahúsinum kl. 18.
mánakvøldið.
Jarðar
ferðin verður týsdagin
kl. 14. Tey ið vilja lata
blómur
ella
krans,
kunnu ístaðin lata eina
peningagávu til Vest
manna Kirkju. Konta í
peningastovnunum.
Kristianna
Kjærbo,
ættað úr Sumba, búsit
andi í Havn, andaðist á
Landssjúkrahúsinum
leygardagin,
57
ára
gomul. Farið verður úr
Landssjúkrahúskapellin
um, mánakvøldið kl.
20. Jarðarferðin verður
úr Ebenezer, týsdagin
kl. 14. Tey, sum ynskja
at minnast Kristionnu,
kunnu lata eina gávu til
Zarepta. Konta í peninga
stovnunum.
Fríggjadagin
1.
mai
andaðist Erik Lund
Eriksen, úr Havn, 64
ára gamal.
Bruno
Antonisen,
Herslev í Danmark,
andaðist í gjár, 1.mai,
69 ára gamal. Jarðar
ferðin, sum verður úr
Filadelfia í Gøtu, verður
lýst seinni.
Andlát og jarðarferðir
Tøkk
Vit takka øllum teimum, ið sýndu samkenslu og
hjálptu, tá okkara góða mamma, vermamma,
omma og langomma
Hanna Absalonsen
Klaksvík
andaðist og varð jarðað.
Tøkk fyri vøkur orð í kapellinum, í Betesda
og á grøvini.
Tøkk fyri blómur, kransar og gávur til Akurin.
Tøkk til tey, ið hjálptu til jarðarferðina og fylgdu
henni til seinasta hvíldarstað.
Tøkk til starvsfólk á Norðoya Ellis-og Vistarheimi, ið
góvu henni umsorgan.
Vegna familjuna
Mikkjal, Elmar og Anna
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á ymsan
hátt sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá okkara kæri
sonur, drongur, pápi, beiggi og svágur
Jógvan Páll Egholm
so brádliga bleiv tikin frá okkum.
Tøkk til Jógvan Fríðriksson, bisp, fyri troystarrík orð
heima og til jarðarferðina.
Tøkk til sangarar, berarar, kirkjutænarar og gravarar.
Tøkk til tykkum, sum vóru so vinarlig at taka
tykkum av ervinum.
Tøkk fyri blómur og kransar og til tykkum øll, sum
fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Foreldur, genta, børn og systkin við familju
Løgið samanfall. Fyrstu ferð eg var
saman við Martini og kom at kenna
hann, var fyri meira enn tríati árum
síðani úti á Kirkju í Fugloy, har vit
høvdu møti. Sálomon Joensen var um
tað mundið prestur á Viðareiði, og
prædikaði hann hendan dagin í
kirkjuni á Kirkju. Meg minnist so væl,
at prædikuteksturin var Jóhannes
evangelium kp. 16.16-24: ”Um lítla
stund, og tit síggja meg ikki longur, og
aftur um lítla stund, tá skulu tit síggja
meg ...”
Seinasta sunnudag fylgdi eg Mart
ini til hansara seinasta hvíldarstað,
og í kirkjuni var prædikuteksturin
hin sami sum úti á Kirkju: ”Um lítla
stund, og tit síggja meg ikki longur,
...”
Vónin um ævinleikan, sum liggur í
hesum teksti, var eisini ein undirtóni
í øllum talum, sum Martin helt. Hann
talaði títt um tey, sum trúføst høvdu
gingið vegin, og sum nú eru heima í
teimum ævigu búðstøðum. Minnist
serliga, tá ið hann plagdi sessast við
urguna og sang norska sangin við
niðurlagnum
De venter, de venter i himmelens
stad,
de venter, de venter bag portenes
rad
ja, hjemgangde venner og englenes
tal,
de venter på mig i den himmelske
hall.
Martin var føddur á Tvøroyri í 1930.
Han starvaðist nøkur ár í Havn sum
slaktari hjá Otto Reinart. Eisini
hevur hann verið til skips og eitt
skifti læraravikarur. Martin var bæði
á Haslev háskúla og Børkop bíbliu
skúla. Í 1962 giftist hann við Danu
Hansen á Nesi, tey fingu seks børn,
eitt teirra doyði pinkulítið.
Hansara lívsstarv má tó sigast vera
trúboðaragerningurin. Virkisøki hans
ara í Indre Missión var Norðoyggjar
frá 1972 til 78 og síðani í Suðuroynni
inntil hann fór frá sum løntur med
arbeiðari í 1989. Men fyri tað helt
hann fram at gera trúboðaragerning.
Sera virkin var hann á hesum øki. Við
stórari frímóð og við trúfesti vitjaði
hann bygdir kring landið at hava møtir
– og ikki minst gjørdi hann nógv
burtur úr at hyggja inn á gólvið hjá
fólki. Hann hevði fingið fatur í, hvat
ein trúboðaragerningur er, tí legði
hann seg ikki eftir bara at koma har,
sum nógv fólk kom saman, nei, hann
gjørdi ongan mun á smærri og størri
bygdum, kundi hava missiónsviku á
plássum, hvar tað bara vóru 2-3 hús
og har hvørki var kirkja ella missi
ónshús; eitt nú norðuri í Múla og á
Hamri í Froðba, sum neyvan nakar
annar hevði gjørt. Tá hevði hann
møtini annaðhvørt í skúlanum ella í
stovuni í húsunum, har hann búði.
Sum starvsfelagar høvdu Martin
eg eg tætt samband við hvønn annan,
tosaðu ofta saman í telefon og ferð
aðust saman til møtir. Ofta ynskti eg
mær, at hava ein part av tí frímóð,
sum hann hevði. Martin og Dana
vóru altíð sera blíð at koma til. Ofta
havi eg verið til hús hjá teimum,
bæði á Selheyggi, á Nesi og ikki
minst á Tvøroyri.
Martin talaði ofta um ta royndu
trúnna, at her í lívinum sleppa vit
ikki undan at fara gjøgnum trongdir
og tað svára, eisini at sjúka er ein
partur av tí, sum lagt verður á
okkum. Sjálvur slapp hann heldur
ikki undan. Á eini ferð saman við
konu síni í Svøríki, har tey vitjaðu
dóttir teirra, varð hann brádliga hart
raktur av sjúku, sum gjørdi, at hann
hvørki kundi tosa ella ganga longur.
Tað gjørdi mær sera ilt at síggja
hann hava tað so, hann, sum altíð so
kvikliga rann bæði úti og inni, og so
við eitt gerast óhjálpin og ikki longur
kunna tosa. Tað mundi eisini kennast
honum sjálvum svárt, at skula sita í
átta ár, og ikki kunna luttaka í einari
samrøðu. Kortini var hann smílandi
tær ferðir eg vitjaði hann, og tá ið eg
minti hann á okkurt, vit høvdu havt
saman gjøgnum tíðina. Martin var
lættur av lyndi og skemtingarsamur,
og tú keddi teg ikki, at vera saman
við honum.
Nú hevur hann so fingið frið og er
fluttur yvir um til teirra, hann ofta
talaði um. Men best av øllum, at hann
til hin stóra uppreisnardag, nú kann
hvílir í hondum hansara, ið hann her
á foldum setti sína trúgv á.
Hin alvaldi troysti teg, Dana, og
familju tína, og styrki tykkum í
døgunum, sum koma
Friður veri við minninum um vin
og starvsfelag mín, Martin Hammer,
trúboðara
John
Martin Hammer farin
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu okkum
samkenslu, tá góða mamma, vermamma, omma,
langomma og olduromma okkara
Alice Joensen
andaðist og varð jarðað.
Takk fyri blómur og kransar. Takk fyri peningagávu
til ungdómsdeildina hjá B36.
Takk fyri hjálp til jarðarferðina og ervið.
Takk til tykkum øll, sum fylgdu henni til hennara
seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Gunvi, Daniel og Margit
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at okkara elskaði maður, pápi, verpápi og abbi
Erik Lund Eriksen
andaðist fríggjadagin 1. mai, 64 ára gamal.
Kistan fer úr Landssjúkrahúskapellinum
týsdagin kl. 18.00.
Jarðarferðin verður úr Ebenezer mikudagin kl. 13.00.
Fyri tey avvarðandi
Gunnvør, Høgni, Maiken og Sverri við familjum
Tey, ið vilja minnast Erik, kunnu ístaðin lata eina gávu til
frítíðararbeiðið í Ebenezer, konta í Eik.