Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-04, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. mai 2009síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 [ Nr. 84 - 4. mai 2009 ] Toppliðini halda slóðina Tey fýra ovastu vunnu aftur í Premier League, og spenningurin um meistaraheitið er varðveittur Fótbóltur Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Bæði heimaliðið, Middlesbrough og Manchester United høvdu nógv at spæla fyri, tó í hvør sínum enda á stigatalvuni í Premier League, tá tey møttust á Riverside Leikvøllinum. Manchester United vann dystin 2-0, støðan í hálvleikinum var 1-0. Jeremie Aliadiere hjá Middlesbrough hevði ein stóran málmøguleika tíðliga í dystinum, men Ben Foster í United-málinum bjargaði meistarliga. Stutt eftir hetta gav verjan hjá Middlesbrough Ryan Giggs gott pláss. Walisiski veteranurin takkaði fyri við at senda bóltin hart í netið við einum góðum vinstrabeinssparki. Middlesbrough royndi at trýsta, men verjan hjá United stóð væl. Stutt aftaná steðgin fall sigursmálið. Koreanarin, Ji-Sung Park endaði eitt gott álop við at seta bóltin hegnisliga í netið til 2-0. Ímóti dystarenda hevði United nógvar møguleikar til at økja um leiðsluna, men tað bleiv við tey tvey málini. Liverpool vann 3-0 á Newcastle heima, og heldur áfram við at trýsta Manchester United, men í teimum síðstu fýra dystunum hevur Manchester United ráð at tapa ein og spæla ein javnan, um Liverpool vinnur teir tríggjar dystirnar, teir hava eftir. Fult til Chelsea og Arsenal Chelsea spælir enn fyri sínum møguleika, hóast hann minkar fyri hvørt umfar. Tað hevur eisini týdning at gerast nummar tvey, um fyrsta plássið gleppur, tí tað gevur beinleiðis atgongd til bólkaspælið í Champions League komandi kappingarár, og tí ræður um hjá Chelsea at halda fast. Chelsea legði hart út ímóti Fulham, og longu í fyrsta minuttinum hevði Anelka lagt teir á odda. Men longu í fjórða minutti javnaði Erik Nevland fyri Fulham. Lìtil løta gekk, og so legði Malouda Chelsea á odda aftur. Í seinna hálvleiki staðfesti Didier Drogba sigurin hjá Chelsea. Nicklas Bendtner royndist Arsenal góður leygardagin. Danin hevur fingið nógv oman yvir seg, tí hann hevur brent so nógvar málmøguleikar, men við tveimum málum ímóti Portsmouth á útivølli, var hann ein avgerandi faktorur í 3-0 sigrinum hjá Arsenal. Sunderland, Blackburn, Middlesbrough, Newcastle og West Bromwich taptu øll í botninum hetta vikuskiftið. Botnstríðið harðnar alsamt, og mong viðhaldsfólk bíta negl um lagnuna hjá liðunum.   Møguleikarnir fyri at bjarga sær sætið í Premier League renna út hjá Newcastle Fótbóltur Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Newcastle vann heldur ikki hesaferð. Ígjár tapti New­ castle 3-0 á Anfield Road Leikvøllinum í Liverpool. Støðan í hálvleikinum var 2-0. Yossi Benayoun, Dirk Kuyt og Lucas Leiva tryggjaðu Liverpool sigur­ in. Alan Shearer hevur mangan bjargað Newcastle á vøllinum, men sama kann ikki sigast um hansara avrik uttanfyri vøllin. Alan Shear­ er var vónbrotin aftaná dystin ímóti Liverpool. - Eg eri sera vónsvikin um at hava tapt hendan dystin. Eg eri eisini harmur um mátan vit taptu dystin. Eftir mínum tykki var fyrsta málið hjá Liverpool offside, men teir vóru tað betri liðið, og høvdu sigurin uppi­ bornan. Teir kundu vunnið enn meiri. Tað er ikki hesin dysturin, sum skal bjarga okkum, men teir næstu dystirnir fara at bjarga okk­ um, segði ein troyst­arfullur Alan Shearer við BBC aftaná dystin. Alan Shearer ásannaði eisini, at verjuspælið hjá Newcastle var langt frá tí, sum hann kundi ynska av liðnum. Niðurflyt­ingar­ stríðið er tætt, og málmunur kann vera avgerandi á seinasta leikdegi í Premier League. Trýr uppá sigur Newcastle hevur Middles­ brough á heimavølli kom­ andi. Talan er bæði um arvafíggindar, og um tvey lið sum liggja undir niður­ flytingarstrikuni. – Eg havi dreingirnar til venjing, og eg havi sæð teir gjørt sítt besta ímóti Port­ smouth, og tað gevur mær vónir um, at vit kunnu sigra á Middlesbrough, um vit skapa líka nógvar mál­ møguleikar, sum vit gjørdu ímóti Portsmouth. Shearer var eisini vón­ brotin um, at Joey Barton fekk tað reyða kortið, og at hann fær leikbann, nú tá hópurin hjá Newcastle hevur brúk fyri øllum monnum. – Eg bað hann um at vera sissaðan, tá hann skuldi taka tey tungu tøkini á vøllinum, men hann gjørdi eina vitleysa takkling, og hevði uppiborið at vera vístur av vøllinum. Tað snýr seg um at halda høvdið kalt í 90 minuttir, og ikki bara í 75 minuttir, undirstrikaði Alan Shearer. Shearer var harmur um, at liðið ikki gjørdi meiri fyri teir 3.500 útiáskoðarnar sum vóru komnir allan vegin úr Newcastle fyri at stuðla liðnum. – Tey eru sonn við­halds­ fólk. Tey rýma ikki frá okkum í hesum ringu tíðunum. Shearer megnar ikki at venda gongdini Hóast status sum ein tann besti spælari hjá Newcastle nakrantíð, so hevur Alan Shearer ikki megnað at lyft felagið upp um niðurflytingarstrikuna. Og nú eru bara fýra dystir eftir Mynd: Polfoto/AP Úrslit, Premier League Leygardagin Middlesbrough-Manchester Utd 0-2 Portsmouth-Arsenal 0-3 Stoke-West Ham 0-1 Tottenham-WBA 1-0 Wigan-Bolton 0-0 Chelsea-Fulham 3-1 Manchester City-Blackburn 3-1 Sunnudagin Liverpool-Newcastle 3-0 Sunderland-Everton 0-2 Mánadagin Aston Villa-Hull Ferguson: Chelsea vinnur á Barca Venjarin hjá Manchester United roknar við, at Chelsea mikukvøldið fer at senda Barcelona út úr Champions League kappingini. Fyrri dysturin millum liðini endaði 0- 0, og seinni dysturin verður í London. - Eg eri vísur í, at Chelsea fer víðari. Enskur fótbóltur er í løtuni sterkari enn tann spanski, sigur Alex Ferguson við enskar miðlar. Claus spældi eina løtu Blackpool vann seinasta dystin í næstbestu ensku fótbóltsdeildini leygardagin. Blackpool spældi á útivølli ímóti Swansea og vann 1-0. Claus Bech Jørgensen spældi við seinastu fimm minuttirnar av dystinum. Blackpool endaði kappingina sum nummar 16 av 24 liðum í deildini. Blackpool fekk 56 stig fyri teir 46 dystirnar.