Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-04, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. mai 2009síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Leygarkvøldið var finalan av Ársins Songrødd hildin á Kambsdali, og 15 ára gamla Birita Poulsen bleiv kosin Ársins Son­ grødd 2009 Nú er Ársins Songrødd fun­ nin. Seinasta umfarið var hildið leygarkvøldið í høllini á Kambs­ dali, og gjørdist tað 15 ára gamla Birita Poulsen, ið fór avstað við sigrinum. - Eg hevði als ikki væntað at vun­ nið. Eg haldi, at Alvilda var sera góð og at størsta kappingin var ímillum okkum báðar, sigur Birita. Nógvir ungdómar hava roynt seg í undanumførunum, sum hava verið kring landið seinastu vikurnar, og tvey tey bestu frá øl­ lum undanumførunum kapp­aðust leygarkvøldið, tá ið dómararnir staðfestu, at Birita Poulsen var tann besta. - Sum heild haldi eg, at fram­ førslurnar vóru sera góðar, og at støðið á luttakarunum var óg­ vuliga javnt, sigur Birita Poulsen. 10.000 krónur og við Múrin Vinnarin av Ársins Songrødd fær 10.000 krónur og fær møguleikan at framføra á festivalinum við Múrin. Sostatt er greitt, at Birita Poulsen verður at síggja á pallinum í Kirkjubø í summar. - Eg gleði meg ótrúliga nógv at sleppa at framføra við Múrin. Tað er stórt í mínum hugaheimi, sigur Birita. Spurd um, hvat hon fer at nýta peningin til, sigur Birita soleiðis. - Eg fari at goyma teir til eg skal á AFS í Spania, sigur hon. Festivalurin við Múrin verður ikki einasti høvið føroyingar fáa at hoyra nýggju songrøddina, tí í morgunsendingini hjá Rás2 týsmorgunin 5. mai, fer unga songkvinnan at syngja beinleiðis fyri lurtarunum. Finalan eitt ordans brak Umframt sjálva kappingina, var eisini nógv annað á skránni. Vælumtókti Páll Finnur Páll sangarin, Finnur Jensen, var eisini til staðar, og undirhelt hann áhoyrarunum eftir kappingina. Eisini var ein mótaframsýning á skránni. Tað var undirklæd­ nahandilin SIRI, ið skipaði fyri framsýningini, og millum model­ lirnar var Connie Brockie, sum í næstum verður at síggja í donsku sjónvarpsrøðini Paradise Hotel. Birita Poulsen er Ársins Songrødd 2009 Birita Poulsen er Ársins Songrødd 2009 Bert 15 ára gomul megnaði Birita Poulsen at ogna sær heitið sum Ársins Songrødd 2009 Connie Brockie verður skjótt at síg­ gja á skíggjanum í vælumtóktu donsku sendirøðini Paradise Hotel, og hon var eisini ímillum model­ lirnar, sum vístu fram undirklæði í høllini á Kambsdali Nógv ung fólk vóru í Høllini á Kambsdali, tá ið endab­ resturin av Ársins Son­ grødd var leygarkvøldið. Páll Finnur Páll sangarin, Finnur Jensen, trein á pallin eftir at vinnarin av kappingini var funnin