mánadagur 4. mai 2009síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26 tíðindi
Nr. 84 - 4. mai 2009
Eitt heldur illfýsið
orðaskifti hevur
tikið seg upp um
eitt nýtt føroyskt
yrkingasavn, har ein
ummælari ávarar
móti at stuðla slíkum
fúlum, pedofilum og
svínskum lesnaði á
føroyskum
Yrkingasavn
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
»Jahve kemur aftur - úr
døprum tonkum og svørtum
vónloysi« er heitið á nýggj
um yrkingasavni hjá Agnari
Artúvertin.
Saman
við
savninum hevur yrkjarin
sent út eina ávaring móti, at
konufólk fáa fatur á út
gávuni. Sambært Agnari
Artúvertin fara tær nevni
liga ikki at tola at lesa óvan
liga sterku og bersøgnu
yrkingarnar í savninum.
Pedofilt svínarí
Tann fyrsti at argast inn á
savnið var tó eitt mannfólk.
Í umrøðu av savninum á
Vágaportalinum fær rithøv
undurin og tíðindamaðurin
Ólavur í Beiti nevniliga
vaml av tilsipingunum í
yrkingunum til pedofili og
blóðskemd.
Umrøðuna
savnar Ólavur í Beiti undir
yvirskriftini »Ein barna
lokkari bekennir kulør«
Í aftursvari í Oyggja
tíðindum
vísir
yrkjarin
Agnar Artúvertin á, at
gamaní kann brotið, sum
Ólavur í Beiti sipar til, tulk
ast pedofilt - men tað merk
ir ikki tað sama sum at
yrkjarin er pedofilur, men
harafturímóti at røddin í
savninum brúkar pedofili at
fáa sín boðskap fram.
Hóast Ólavur í Beiti er
tilvitaður um, at sterku orð
ingarnar kanska eru ein
máti hjá yrkjaranum at ger
ast kendur, kann tað ikki
umbera hetta sjúka og
skitna søluátakið eftir hans
ara tykki.
- Sjálvur fari eg heldur
ikki at geva honum nakað
viðmæli, men eitt mótmæli
og ávaring um ikki at stuðla
slíkum fúlum, pedofilum
og svínskum lesnaði á før
oyskum, skrivar Ólavur í
Beiti.
Ússaligt
Yrkjarin Agnar Artúvertin
heldur tað hinvegin vera
órímiligt, at ummælarin
grundar sína niðurstøðu á
einstøk, leysrivin brot í
savninum.
- Tað, at Ólavur í Beiti
tekur eina reglu úr mínum
yrkingasavni
og
brúkar
hana móti mínum persóni,
er sera ússaligur framferð
arháttur, tá ein ætlar at sorla
ein annan niður, skrivar
harmi yrkjarin.
»Jahve kemur aftur - úr
døprum tonkum og svørtum
vónloysi« er 50 blaðsíður
og er at fáa í bókhandlum
kring landið. Tað er forlagið
Gwendalyn, sum gevur út.
Savnið hevur yrkjarin
ognað løgmanni.
Ein gamal Waagstein
málningur varð nú
um dagarnar funnin í
eini bingju í Klaksvík,
sum kom Danmark.
Málningurin verð
ur nú seldur á upp
boðssølu
Funnið
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Tey gjørdust ikki sørt bilsin
í handlinum Gamal og Nýtt
í Klaksvík, tá tey nú ein
dagin funnu ein gamlan
Waagstein málning í eini
bingju, sum kom úr Dan
mark
Málningurin eftir kenda
listamannin Jógvan Waag
stein er frá 1937, og kom
hann undan kavi í eini
bingju, sum Danmissión
hevði sent handlinum Gam
alt og Nýtt í Klaksvík, veit
heimasíðan hjá Norðlýs
inum at siga.
Undangongumaður
Hvussu málningurin eftir
Waagstein er komin í bingj
una, vita tey í handlinum
ikki, men tey vísa á, at Dan
missión ofta tømir íbúðir
og sethús eftir deyðsbúgv,
og helst er hesin málningurin
á henda hátt endaður í
Klaksvík.
Málningurin,
sum
er
69x40
sentimetrar
við
rammu, sýnir royndarstøð
ina í Hoyvík, har Fornminn
issavnið er nú, við Glyvurs
nesi í baksýni.
Jógvan Waagstein (1879-
1949) var ein av undan
gongumonnunum
í
før
oyskari myndlist. Ofta bera
hansara málningar brá av
franskari impressionismu,
har málarin fer út í nátturuna
at leita upp vøkur útsýni.
Við málningum eftir Waag
stein og hansara nýskapandi
javnaldrum, sóðu føroyingar
á fyrsta sinni listarligar lýs
ingar av sínum egna lands
lag, sum gjørdist megintema
í føroyskari myndlist í 20.
øld.
Á uppboðssølu
Norðlýsið boðar frá, at um
onkur hevur hug at geva eitt
boð uppá málningin, so ber
til at støkka inn á gólvið í
Gamalt og Nýtt, har máln
ingurin
verður
sýndur
fram.
Eisini ber til at senda eitt
boð yvir teldupostin til
Norðlýsið, sum síðani verð
ur sent víðari til Gamalt og
Nýtt.
Teldupostadressan er
nordpres@olivant.fo
Minstaboð er 16.000
krónur
Heiðurskonsert
fyri Hugh Watkins
7. mai verður heiðurskonsert fyri bretska
Hugh Watkins, sum undirvísti í tónleiki í
Føroyum í 70’unum og nú vitjar aftur
Konsert
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Nú skjótt 30 ár síðani hann fór úr Føroyum, vitjar
eldhugaði bretski tónleikarin Hugh Watkins aftur.
Uttan iva vekir vitjanin minnir hjá mongum, sum
nú eisini fáa høvi at heiðra ensku hornhetjuna.
Vakti áhuga
Hugh Watkins kom seinast í 70'unum til eitt 3
mánaðar vikariat í Klaksvík at taka sær av
Klaksvíkar Hornorkestri, tí orkesturleiðari teirra
var burturstaddur hettar tíðarskeiðið.
Tá summarið kom og teir 3 mánaðarnir vóru
farnir, flutti Hugh til Havnar.
Hann tók upp samband við Tórshavnar Komm
unuskúla og Eysturskúlan og bjóðaði seg fram at
undirvísa í blásiljóðførum. Hann vakti skjótt
tónleikaáhugan hjá børnunum, og skjótt vóru
skúlaorkestur á báðum skúlunum. Fleiri av teimum
sum byrjaðu at spæla hjá Hugh Watkins spæla enn,
bæði sum yrkistónleikarar og áhugatónleikarar,
fleiri starvast eisini í dag sum tónleikalærarar í
Føroya Musikkskúla.
Umframt at arbeiða í skúlum hevði hann eisini
virknan leiklut í orkestrunum í býnum, Har
moniorkstrinum GHM og Havnar Hornorkestri.
Har arbeiddi hann serliga við at fáa ungdóms
orkestur settan á stovn, so tilgongdin til vaksnu
orkestrini skuldi verða so góð sum gjørligt. Seinni
fór hann leiðina til Suðuroyar og var við til at stovnað
Tvøroyrar Hornorkestur í 1978.
Týdning fyri tónleikalívið
Hugh Watkins var sera ágrýtin tónleikalærari, hann
undirvísti í øllum blásiljóðførum og fekk eina rúgva
av børnum og ungum at spæla. Hettar sást eisini
aftur í orkestrunum, tí tey mentu seg nógv og talið
av spælararum øktist munandi.
Seinast í 70’ unum var eingin skipað tónleikafrálæra,
so tað hevði stóran týdning fyri tónleikalívið at ein
maður við dirvi og orku sum fáur, fór í gongd við
hettar arbeiðið.
Enn tann dag í dag eru nógv fólk í Føroyum sum
minnast henda gávuríka og ídna mannin, og er tað
tí sera forvitnisligt hjá mongum at fáa vitjan av
honum, nú skjótt 30 ár eftir at hann fór úr
Føroyum.
Í sambandi við vitjanina verður heiðurskonsert
fyri Hugh Watkins hósdagin 7.mai kl. 20:00 í
Læraraskúlahøllini.
Nýtt yrkingasavn argar
Gamal Waagstein málningur
funnin í bingju
Enn veit ongin
við vissu, hvussu
hesin málingurin
eftir listamannin
J. Waagstein er
endaður í eini
bingju, sum
Danmissión
hevur sent til
Klaksvíkar
Nýggja yrkingasavni hjá Agnari Artúvertin hevur
fingið ilt í rithøvundan og tíðindamannin Ólavur
í Beiti, sum ávarar móti slíkum svínskum og
pedofilum lesnaði
Mong minnast uttan iva ídna tónleika
læraran Hugh Watkins, sum nú vitjar
aftur í Føroyum