mánadagur 4. mai 2009síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Nr. 84 - 4. mai 2009
Landsverk, Tinghúsvegur 5,
Postsmoga 78, 110 Tórshavn
Tel. 340 800, Faks 340 801,
lv@lv.fo, www.landsverk.fo
Dagføring av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni,
5. byggistig
Arbeiðini verða boðin út í niðanfyri
nevndu arbeiðstøkum:
1. Stórarbeiðstøka
a) Jørðarbeiði
b) Betongarbeiði
c) Stálarbeiði
d) Timburarbeiði
e) Snikkaraarbeiði
f) Gólvarbeiði
g) Málaraarbeiði
h) Múraraarbeiði
2. HVS-arbeiðstøka
3. El-arbeiðstøka
Møguleiki er eisini fyri at bjóða uppá
arbeiðið í høvuðsarbeiðstøku.
Arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um:
- Gera tilbygning til mikrobiologi
- Gera dagføringar av rúmum, ið verða
nýtt til mikrobiologi v.m.
Arbeiðið skal gerast í tíðarskeiðinum
1. juli – 1. desember 2009
Lisitatiónin verður hjá Landsverki,
Tinghúsvegi 5, FO-110 Tórshavn
Mánadagin 25. mai 2009, kl. 14.00.
Útbjóðingartilfarið kann bíleggjast frá
mánadegi 04. mai 2009, við at venda
sær til:
Landsverk
Tinghúsvegur 5
Postsmoga 78
FO-110 Tórshavn
lv@lv.fo
Útbjóðingartilfarið verður útflýggjað
móti einum veðhaldi til støddar
kr. 5.000, ið verður at flyta á konto nr.
134.228.4 í Eik.
Veðhaldið verður afturgoldið, um
útbjóðingartilfarið er aftursent óskalað í
seinasta lagi eina viku eftir lisitatiónina,
t.e. 1. juni 2009.
ÚTBJÓÐING
Við hesum verður arbeiðið at dagføra mikrobiologi v.m. á Heilsufrøðiligu
Starvsstovuni, boðið út í almennari lisitatión.
Landsverk er stovnur undir Innlendismálaráðnum og hevur um hendi vega- og havnamyndugleika-
uppgávur og byggiharrauppgávur. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur
landsvegir, havnir, bygningar og flogvøllir, herundir tyrlupallar.
Daprar persónligar
lívsroyndir hava givið
í blástur til nýggju
tvífløguna »Lívsins
tunga vetrarmyrkur«
hjá Øssurin
Johannesen
Tónleikur
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Dapra huglagið rennur sum
eitt tema gjøgnum improvi
seraðu
kompositiónirnar
hjá Øssuri Johannesen á
nýggju fløguni »Lívsins
tunga vetrarmyrkur«, har
hann sjálvur spælir øll ljóð
førini
Tann skapandi tilgongdin
tey tvey kvøldini, tónleik
urin varð tikin upp, var heilt
nátúrlig. Tí er heldur onki
tilgjørt, leitað ella pátikið
yvir
tónleikinum,
sigur
Øssur Johannesen.
- Tónleikurin streymaði
heilt
nátúrliga
gjøgnum
meg og varð tikin upp í hes
um líki. Hendan tvífløgan
er eitt nátúrligt framhald av
mær, av míni tónlistarligu
ferð gjøgnum lívið og tí, eg
havi skapt frammanundan.
Hon inniheldur mína sál og
anda og mínar persónligu
lívsupplivingar, sigur Øssur
Johannesen.
Rasmus Rasmussen hev
ur lagt ljóðlandsløg og
trummuforrit afturat tón
leikinum, eins og hann eis
ini hevur tikið upp og ljóð
blandað fløguna.
Í fløguhúsanum eru lit
myndir av málningum eftir
Øssur Johannesen.
Tað er plátufelagið Tutl,
sum gevur tvífløguna »Lív
sins tunga vetrarmyrkur«
út.
Daprir tónar frá
Øssuri Johannesen
Øssur Johannesen spælir
sjálvur øll ljóðførini á nýggju
fløguni
Í morgin verður
høvi at hoyra har
monikutónar í
Norðurlandahúsinum
tá norska harmoniku
liðið Lista Trekk
spillklubb fer á pall í
Klingruni
Tónleikur
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Norska Lista Trekkspill
klubb er ikki eitt heilt
vanligt harmonikulið, men
líkist meir einum liði av
spælimonnum, tí ljóðførini
eru so nógv og ymisk.
Harmonikur,
"2-rader",
gittar, bass, fiólir og vaski
brett kann nevnast.
Bólkurin byrjaði at spæla
í 1996. Teir koma saman
hvørja viku at venja og hava
sum frálíður fingið eina
breiða lagaskrá. Teir eru
nógv umbidnir at spæla á
suðurlandinum í Noregi og
hava eisini verið uttanlanda,
m.a. í Skotlandi, Svøríki og
Danmark og spælt.
Teir vóru við til at stovna
Nordsjøfestivalen í 1999,
sum hevur verið í Farsund á
hvørjum ári síðan. Sum tað
sæst á heimasíðuni hjá
Nordsjøfestivalinum: www.
nordsjofestivalen.no,
er
hetta voksið til eitt stórt
tiltak, har tónleikarar úr
nógvum
londum
koma
saman. Millum annað vóru
Spælimenninir úr Føroyum
við í 2004.
Teir hava givið út 2
fløgur: Listavalsen í 2002
og Listaleiken í 2007.
14 av teimum 25 spæl
ararnum í Lista Trekkspill
klubb er við á Føroya
ferðini
Harmonikutónar
í Norðurlandahúsinum
Lista Trekkspillklubb verða at hoyra í Klingruni
í Norðurlandahúsinum í morgin klokkan 16