týsdagur 5. mai 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 85 - 5. mai 2009
Kristeligt Dagblad gott ár
Árið í fjør royndist væl hjá danska blaðnum Kristeligt Dagblad. Eftir skatt var avlopið 1,9
millión krónur. Í roknskapinum sæst, at tað mesta av árinum minkaði blaðsølan, men at
gongdin vendi stutt fyri árslok. Sagt verður, at hendan gongdin hevur hildið fram higartil í
ár, og at tað dagliga upplagið liggur um 26.000 bløð nú. Harafturat fekk heimasíðan hjá
blaðnum nógvar lesarar afturat í
fjør, so vitjaninar vóru meiri enn 60
prosent fleiri enn árið fyri.
Umsetningurin hjá Kristeligt
Dagblad í fjør var 95 milliónir
krónur.
Strongdir prestar
Tað eru ikki bara stjórar, sjálvstøðug vinnurekandi og onnur
vinnulívs- ella handilsfólk, sum arbeiða meiri enn 40 tímar um
vikuna, og sum av og á kenna seg strongd. Tí sambært einari kanning,
sum danska kringvarpið hevur gjørt, líða prestarnir á oynni Bornholm
eisini av strongd. Í kanningini siga næstan 90 prosent av prestunum
har, at nakrar ferðir um árið kenna teir seg strongdar og útbrendar.
Teir somu prestarnir siga eisini, at teir arbeiða meiri enn 40 tímar um
vikuna. 47 prosent av prestunum á Bornholm siga, at teir hava
umhugsað at fáa sær annað starv.
Í einum opnum
brævi í bløðunum
í vikuskiftinum
vístu nakrar bóka
klubba konur á tað
margháttliga við, at
landsstýrismaðurin
í javnstøðumálum
ikki gongur undan í
stríðnum fyri javn
støðu, tá hann velur
fýra mannfólk í
nevndina hjá almenna
partafelagnum
Atlantic Airways
Javnstøða
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Tað er mangt sum bendir á,
at hóast ein meiriluti av
teim um, sum ganga í mið-
námsskúla eru kvinnur, so
kunnu tær spara sær ómak-
in. Tí tær verða ongan tíð
skikkaðar at fáa sess í
nevndum, har teir jonglera
við millónum.
Hetta má vera niður-
støðan, eftir at hava prátað
við nakrar kvinnur, sum
eina ferð um mánaðin hitt-
ast í sonevnda Bóka klubba-
num, fyri at práta um bøkur,
tær hava lisið, men eisini
um politikk, javnstøðumál
og onnur samfelags viður-
skifti.
Tá Jóhan Dahl, lands-
stýris maður í vinnu- og
javn støðumálum,
herfyri
valdi fýra mannfólk, og
onki konufolk, í nevndina
fyri almenna partafelagið
Atlantic
Airways,
varð
ov boðið í Bókaklubbanum.
Tær kendu seg snøgt sagt
so provokeraðar, at tær
gjørdu av at senda lands-
stýris manninum eitt opið
bræv, sum eisini varð sent
bløð unum.
- Tað er so lætt at brokka
seg heima og fyri hvørji
aðr ari. Her var talan um
eina
somikið
groteska
støðu, at vit samdust um, at
gera vart við okkara ónøgd
al ment, sigur Katrin Gaard,
fulltrúi, sum eisini var hon,
sum setti gongd á málið við
at senda hinum í Bóka-
klubba num ein teldupost.
Hinar loftaðu bóltinum og
skjótt varð brævið orðað og
sent avstað.
Sakna grundgeving
Í sambandi við nevndar
valið í Atlantic Airways
vilja vit hervið heita á teg
(Jóhan Dahl, red.) um at
koma við eini grundgeving
fyri, hví eingin kvinna var
millum tey umboðini, sum
tú vegna Føroya Landsstýri
hevur valt í nevndina.
Við Sosialin greiða tær
frá, at endamálið við brævi-
num er, at fáa at vita, hví
landsstýrismaðurin
í
javnstøðumálum bara valdi
mann fólk í nevndina: hvørj-
ir førleikar nevndarlimirnir
skuldu hava, og hvat hann
ítøkiliga gjørdi fyri at finna
skikkaðar kvinnur - antin
her á landi ella uttanlands.
Margit Stórá, fulltrúi og
sjúkrarøktarfrøðingur: Vit
vita ikki, um tað eru skikk-
að ar kvinnur. Men vit
krevja í minsta lag at fáa at
vita hvørji kriterii valt varð
út frá, áðrenn farið varð út
at leita eftir nevndarlimum.
Ann Damgaard, cand.
merc.dat: Ja, hvussu hevur
man leitað, og hvat hevur
man gjørt fyri at finna
kvinn ur? Tað kundi eg
hugs að mær at vita.
Óluvá Zachariasen, tíð-
inda kvinna og sam skip ari:
Eg vil vita hvørja út búg v-
ing, persónligar egin leikar
og royndir hann vil hava?
Skal eg keypa argu mentið
um, at ongin skikkað kvinna
var, so má eg vita hetta.
Førleikar ella kyn
Tá tú í útvarpinum tann 24.
apríl vart spurdur um, hví
ongin kvinna var millum
tykkara umboð í nevndini
hjá
Atlantic
Airways,
svaraði tú, at tit høvdu
konsentrerað tykkum um at
velja tey best kvalifiseraðu
fólkini i hasa nevndina.
Vit hoyrdu svarið, men
skilja als ikki grundgev
ingina. Og tí spyrja vit:
Hvat eru tað fyri kvali fika
tiónir, sum umboðini hjá
Lands stýrinum í nevndini
hjá Atlantic Airways hava,
sum ongin kvinna í landi
num (ella í øllum heiminum)
hev ur?
Ann Damgaard: Tað er
hetta afturvendandi ”Hokus
Pokus” orðið kvalifikatiónir,
sum steðgar øllum orða-
skifti. At tað skulu vera før-
leikar og ikki kyn, sum eru
avgerandi. Við altíð at velja
mannfólk, sigur tú, at menn
generelt eru klókari enn
kvinnur.
Katrin Gaard: Eg eri
eisini vónbrotin av, at lands-
stýrismaðurin enn ikki sig-
ur seg hava spurt nakra
kvinnu. Hevði hann so av
illum sagt, at hann hevur
spurt sjey kvinnur, men
ong in hevði hug.
Margit Stórá: Tað skulu
sjálvandi ikki bara vera
kvinnur fyri at vera kvinnur.
Men vit eru sannførdar um,
at tað eru skikkaðar kvinnur
til nevndina í Atlantic Air-
ways. Eg spyrji bara: hví
eru teir, sum eru valdir,
betri skikkaðir enn ein
kvinna?
Tað almenna
gongur undan
Serliga tí Vinnumálaráðið,
og harvið tú sjálvur, umsitur
javnstøðulógina og javn
støðu mál, sum skal tryggja
javn rættindi millum kyn
ini… Hendan atferðin.. má
metast at vera í stríð við
andan í grein 8 í javn
støðulógini,
har
allar
nevnd ir, ráð, umboð og
líkn andi, sum fyrisitingar
vald ið útnevnir, skulu vera
javnt samansettar av báðum
kyn unum.
Hóast tær í Bóka klubb-
anum vita, at Atlantic Air-
ways er eitt privat felag, og
tí ikki um fatað av regl unum
um kyns býtið í javnstøðu-
lógini, halda tær í minsta
lagi, at Jóhan Dahl, lands-
stýris maður í javnstøðu-
mál um, eigur at ganga á
odda í stríð num fyri javn-
støðu.
Katrin Gaard: Tá lands-
stýrið velur umboð í eina
privata nevnd, eigur tað
sjálvandi at taka javn-
støðuatlit. Eitt og hvørt
lands stýrisfólk
hevur
skyldu til at taka javn støðu-
atlit, tí tað umboðar fólkið.
Og landsstýrismaðurin hev-
ur um nakar eina skerpaða
skyldu!
Jenny
Kingbo,
cand.
scient.pol: Um ikki politik-
ar arnir praktisera lógina,
hvør skal so gera tað? Ein
kann heldur ikki vera lands-
stýrisfólk
í
kring varps-
málum og ikki rinda kring-
varps gjald.. ella í skatta-
mál um, og ikki rinda skatt.
So hetta er eitt ómetaliga
vána ligt signal at senda út
frá tí almenna, tí hví skulu
privatar
vinnulívsnevndir
taka javnstøðuatlit, tá tað
al menna ikki ger tað?
Hallbera
West,
cand.
scient.pol og ráðgevi: Ein
kann ikki siga, at hann for-
valtar hetta økið á fullgóðan
hátt, tá hann júst er lands-
stýrsmaður í javnstøðu mál-
um. Saman bera vit til dømis
við Svøríki hevur Gøran
Persson alment sagt seg
vera feministur. Har er tað
als ikki stovureint ikki at
vera feministur.
Margit Stórá: Og so hevur
hann ferðast land og ríki
runt við javnstøðuboðskapi-
num saman við javn støðu-
nevndini. Tað hongur snøgt
sagt ikki saman.
Óluvá Zachariasen: Tá
hetta landsstýrið varð skip-
að, varð sagt, at man ongan-
tíð aftur fór at tora at skipað
eitt landsstýri við ongari
kvinnu. Men tað er eftir øll-
um at døma í lagi í sambandi
við nevndarval.
Jenny Kingbo: Tað er
eisini láturligt, tá hann sig-
ur, at næstu ferð verða tað
kanska fýra kvinnur, tí tað
hevði heldur ikki verið
javn støða. Og so hesi løgni
retorikkurin, har hann líka-
sum ger gjøldur við málin-
um. Sum um at vit kvinnur
vóru børn: "bíða nú, slappa
nú av.. tú sleppur við næstu
ferð". Hesin hugburðurin er
rættiliga provokerandi.
Hallbera West: Hetta er
tann typiska ”Rip, Rap og
Nakrar teirra í Bókaklubbanum. Aftast f. v.: Ann
Damgaard, cand.merc.dat; Jenny Kingbo, cand.scient.
pol; Katrin Gaard, fulltrúi. Niðast f.v.: Margit Stórá,
fulltrúi og sjúkrarøktarfrøðingur; Óluvá Zachariasen,
tíðindakvinna og samskipari, og Hallbera Fríða West,
cand.scient.pol og ráðgevi
Feministar øtast
av Jóhan Dahl