Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-05, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. mai 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 85 - 5. mai 2009 Vápnahvíld í klønum tráð Ógvusligir bardagar í útnyrðingspartinum av Pakistan benda á, at vápnahvíldaravtalan millum pakistonsku stjórnina teir víðgongdu islamistarnar hongur í einum ógvuliga klønum tráð. Altjóða tíðindastovurnar skriva, at islamistar søktu at stjórnarhermonnum nógvastaðni í Swat-dalinum, og at fleiri bygningar vórðu lagdir í oyði. Bardagarnir vóru serliga harðir í býnum Mingora, sum er høvuðsbýur í Swat. Ein talsmaður fyri stjórnarherin sigur, at tað eru islamistarnir, sum hava brotið vápnahvíldaravtaluna, og at herurin tí tekur neyðug stig, sum hann orðførdi seg. Hópdráp var uppgerð Tað var ikki ein yvirgangsatsókn, tá vápnaðir menn lupu á eina brúdleypsveitslu har eysturi í Turkalandi í gjár. Ikki færri enn 44 fólk, teirra millum fleiri kvinnur og børn, lótu lív. Turkiski innanríkisráðharrin, Besir Atalay, sigur, at løgreglan hevur tikið átta fólk, sum verða sett í samband við tilburðin. Sambært ráðharranum var álopið ikki yvirgangur, men liður í einum stríði millum tveir lokalar ættarbólkar. Turkiskir fjølmiðlar hava víst á, at fleiri skyldmenn hjá brúðurini og brúðgóminum hava verið við í bardøgum við kurdiska felagsskapin PKK, men innanríkisráðharrin sigur, at álopsmenninir vóru ikki kurdar. Sosialurin hevur roynt at fáa Jóhan Dahl, lands­ stýrsmann, í tal um hetta málið, men tað hevur ikki eydnast. Men beint áðrenn evstamark kom eitt skriv frá Jóhan Dahl, sum vit prenta burturúr her. Alt svarið kemur í blaðið í morgin, og verður lagt út á Internetsosialin seinnapartin. Svar til opið bræv um nevndarval í Atlantic Airways Nevndin fyri Atlantic Airways var trupul at samanseta Eg umsiti javnstøðumál og eri tí upptikin av, at javnstøða valdar í nevndunum, eg havi skyldu at velja. Tað var ikki javnstøða í nevndini, sum var fyri Atlantic Airways, og eydnaðist tað tíverri heldur ikki hesu ferð. Valið av nevndini fyri Atlantic Airways var av ymsum orsøkum sera trupul, har atlit skuldu takast til fleiri áhugamál og viðurskiftir. Tó skal eg standa við ábyrgdina, eg havi av, at tað ikki eydnaðist at fáa javnstøðu í nevndina. Hetta verður tó eitt atlit, sum fer at liggja frammarlaga eina aðru ferð. Yvirskipað sæð hevði eg í huganum, at nevndin skuldi vera sett saman soleiðis, at hon á ein effektivan og frameftirlítandi hátt er før fyri at taka sær av sínum leiðsluuppgávum - herundir strategisku uppgávunum og eftirlitsuppgávunum – og samstundis vera ein konstruktivur og skikkaður sparringspartnari fyri stjórnina. Samstundis er umráðandi, at nevndin altíð tekur avgerðir óheft av seráhugamálum. Í mun til virksemið hjá Atlantic Airways og til tær avbjóðingar, sum felagið hevur fyri framman, havi eg lagt dent á hesar førleikar: a) Royndir at reka vinnuvirksemi b) Royndir at reka vinnuvirksemi innan vinnugreinina (flogferðslu) c) Vitan um felagið (P/F Atlantic Airways) d) Vitan um evropeiska flogferðslumarknaðin e) Royndir at virka á liberaliseraða evropeiska flogferðslumarknaðinum f) Royndir við altjóða vinnuvirksemi annars g) Búskaparligan og fíggjarligan førleika h) Førleika innan strategiska leiðslu i) Royndir við nevndararbeiði Jóhan Dahl, landsstýrismaður Rup effektin" har mannfólk velja onnur mannfólk, sum líkjast teimum sjálvum. Tað er eitt kent fyribrigdi innan privatar vinnulívsnevndir, har tað er sera torført hjá kvinnum at koma uppí. Og eftir øllum at døma eisini í Atlantic Airways. Katrin Gaard: Tað er ikki løgið, at vit mangla útbúnar kvinnur í Føroyum. Sleppa tær framat, so er tað í ólønt- um nevndum, ella sum starvsfólkaumboð. Ann Damgaard: Tað almenna átti heldur at gingið á odda og eggja til javnstøðu í øllum tættum í samfelagnum. Til dømis at sett nøkur ítøkilig javn- støðupolitisk mál, eins og tað hevur eydnast so væl í fólkaheilsumálum. Tøgnmentan fekk mønusting Málið um nevndarvalið í Atlantic Airways gjørdist fyrsta málið, sum Bóka- klubb in alment tók upp. Men eftir øllum at døma ikki tað síðsta. Tí, sum tær siga: Um ongin ger vart við seg, so vilja tær gera tað! Í hesum málinum eru tær eisini vónbrotnar av, at tey, sum áttu at talað at, og møguliga at tikið málið upp, onki hava gjørt. Her vísa tær til Javnstøðunevnd- ina, politik ar ar, løgmann, kvinnu feløg og fakfeløg. Men sum heild eru tær eisini troyttar av føroysku tøgnmentanini, har fólk heldur tala at í bindi klubb- anum ella heima, í staðin fyri at standa fram alment og á røttum stað. Eis ini hóast fleiri teirra starvast innan almennu fyri sit ing- ina, ið sum kunnugt ikki hevur siðvenju at eiga virknastu kjakararnir í landinum. - Vit hava allar upplivað fólk í almennu fyrisitingini, sum hava verið sett upp á pláss, tá tey hava úttalað seg um eitt mál. Tað er sjálv andi lættari at gera tað saman. Í hesum førinum er tað politiska avgerðin, sum vit fílast á, og ikki persónin Jóhan Dahl, siga tær, og leggja dent á, at tað er sum privatpersónar, at tær úttala seg í Bókaklubbanum. - Og vit vóna, at tað verða fleiri, sum taka táttin upp og fara at úttala seg um evni, sum tey halda hevur týdning her í landinum, sigur Katrin Gaard. TÍÐINDASKRIV Nýggir nevndarlimir í Atlantic Airways 24. apríl 2009 Á aðalfundinum hjá Atlantic Airways á Hotel Vágum hósdagin 23. apríl varð nevndin víðkað við einum nevndarlimi, og tríggir nýggir nevndarlimir vórðu valdir. Bjarni Askham Bjarnason, Kaj Johannesen og Jens Wittrup Willumsen vórðu nývaldir, og Petur Eiriksson varð afturvaldur. Úr nevndini fór nevndarformaðurin, Christian Andreassen. Dagin fyri aðalfundin tók eisini næstformaðurin, Eyðfinnur Jacobsen, seg aftur. Nevndin varð víðkað við einum aðalfundarvaldum limi eftir ynski frá størsta partaeigaranum í felagnum, Vinnumálaráðnum, so teir nú eru fýra í tali. Starvsfólkini velja tvey umboð, og tey eru Verna Rasmussen og Ingi S. Joensen. Nevndin skipaði seg eftir aðalfundin við Bjarna Askham Bjarnason sum formanni og Kaj Johannesen sum næstformanni.