Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-05, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. mai 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 85 - 5. mai 2009 Auðunn Konráðsson, formaður í Meginfelag Útróðrarmanna, Viberg Sørensen, formaður í Reiðarafelagnum, og aðrir eru allir harmir um verandi gongd, men vænta at um eitt ár, er rákið vent Brúkt 1.488 fisk Framsýning í Ribarhúsi Fríggjadagin 1. mai 2009 kl. 14. 00 lat ein framsýning upp í Gallarí Ribarhús í Fuglafiðri. Tað eru børnini í dagstovninum, sum vísa fram ymiskt, sum tey hava gjørt av barnagarðs-ítrivi síðani á sumri í 2008. Endamálið við framsýningini er at varpa ljós á tað sum børnini gera av handaligum í gerandisdegnum í dagstovninum. Dagstovnurin hevur havt slíkar framsýningar annað hvørt ár síðani 2004, og er hendan listaframsýning sostatt triðja framsýningin í røðini. Framsýningin hevur opið, tá ið handilin í Ribarhúsið er opin gerandisdagar frá kl. 15.00 – 17.30. Sunnudagin 10. mai er opið frá kl. 14.00 – 17.00. Framsýningin er opin til og við 13. mai 2009. Øll ið eru áhugað, eru vælkomin at vitja framsýningina. Harman sigur nei Harriet Harman, sum er næstformaður í bretska Arbeiðaraflokkin- um, avsannar, at hon hevur ætlanir um at taka við sum formaður, soleiðis sum bretskir fjølmiðlar hava sagt í seinastuni. Í samrøðu við BBC í gjár segði hon, at tíðindini eru ikki sonn, og at hon kundi als ikki ímyndað sær formansstarvið í Arbeiðaraflokkinum ella starvið sum bretskur forsætisráðharri. Blaðið Daily Telegraph vildi herfyri vera við, at Harriet Harman hevði teskað nøkrum vinfólkum í oyrað, at hon ætlaði sær at stilla upp ímóti Gordon Brown, floksformanni og forsætisráðharra. Men við BBC segði hon, at hon hevur lovað at stuðla Gordon Brown, og at tað fer hon framhaldandi at gera.