týsdagur 5. mai 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 85 - 5. mai 2009
Samanbera vit tíðar
skeiðið frá byrjanini
av verandi fiskiárið
til í dag við sama
tíðarskeið seinasta
fiskiár, so eru til
samans 1.488 dagar
færri nýttir. Hetta tal
nærkast mongdini av
døgum, ið eru færri í
verandi fiskiárið. Tað
talið er 2.125 dagar
tilsamans
Fiskidagar
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Hyggja vit at, hvussu nógvir
vanligir fiskidagar eru nýtt
ir av skipabólkunum undir
fiskidagaskipanini. Bólkun
um: 2, partrolarar, 3, línu
skip, 4A, før millum 15 og
40 bruttotons, 4B, før mill
um 40 og 110 bruttotons og
4T, trolarar. So kunnu vit út
frá tølum hjá Fiskiveiði
eftirlitinum finna fram til,
at til samans 1.488 dagar
færri eru nýttir frá 1.
septembur 2008 til í dag, í
mun til sama tíðarskeið
seinasta fiskiár.
Útfrá hesum tølum, kann
eisini staðfestast, at tað er
sera lítil møguleiki fyri, at
allir fiskidagarnir í ár verða
nýttir, hóast tað til samans
eru 2.125 dagar færri.
Hetta samlaða tal varð
skert frá 13.795 dagar til
11.670 dagar.
Partrolarar
Hyggja vit at partrolarunum.
Bólki 2, so er greitt, at hesin
bólkur hevur nýtt 709 dagar
færri í tíðarskeiðinum í ár í
mun til í fjør.
Dagarnir eru í hesum bólki
skerdir við 515 døgum, og
Viberg Sørensen, formaður í
Reiðarafelagnum, er sann
førdur um, at henda skerjing
av døgum ikki fer at hava
nakra ávirkan á fiskiskapin í
verandi fiskiárið.
– Tað er ikki meira enn
tað loysir seg at loysa, og tí
hava nøkur av skipunum lig
ið heilt nógv. Somuleiðis
hevur oljuprísurin fram til
fyri kortum havt eina stóra
ávirkan, so tað sigur seg
sjálvt, at skipini ikki hava
fingið so nógv burturúr, sig
ur Viberg Sørensen.
Somuleiðis tekur hann
partrolararnar í Klaksvík,
sum eru farnir undir hamar
an, og partrolarar í Suðuroy
fram sum dømir um skip, ið
hava ligið leingi.
Línuskip
Taka vit allan bólk 3, so hava
línuskipini nýtt 283 dagar
færri í verandi fiskiárið sam
anborið við sama tíðarskeið í
seinasta fiskiárið.
Dagarnir eru skerdir við
382 døgum, og stóri trupul
leikin hjá línuskipunum hev
ur verið, at tað hevur verið
sera torført at manna línu
skipini, tí fólkið umborð
hevur bert fingið minstuløn.
– Vit hava veitt nógv
meira á djúpum vatni, har
dagarnir telja minni, sam
stundis, sum vit hava verið
meira undir Íslandi. Tað er
ein orsøk til færri dagar, sig
ur Jóhannes M. Olsen, for
maður í felagnum línuskip.
Hann staðfestir tó, at
aðrir faktorar eisini hava
gjørt seg galdandi.
– Til tíðir hava vit havt
trupult við at manna skipini.
Oktoburmánaður var eitt
langt ódnarveður, skipini
vórðu løgd fyrr í desembur
og fóru seinni avstað í janu
ar, tí prísurin var so ringur,
staðfestir
formaðurin
í
felagnum línuskip.
Samstundis greiðir hann
frá, at manningin í stóran
mun hevur fingið minstuløn,
og tí hevur verið torført at
manna skipini, so tað hevur
verið torført við línuskipum
í ár.
Eisini er greitt, at felagið
línuskip í fer við eina ætlan,
sum tað fer at leggja fyri
landsstýrið.
Tó er Jóhannes M. Olsen
sannførdur um, at tað ikki
ber til at skerja dagarnar
meira, tí tað eru nógv skip,
ið fara at mangla dagar,
hóast tað er vist, at ikki øll
skipini nýta sínar dagar.
– Men tað týdningarmesta
av øllum er at vit ikki missa
mótið í flotanum, tí skulu
vit hava ein møguleika, so
mugu vit bara díkja á, sigur
formaðurin í felagnum línu
skip.
Útróðarbátar
Í bólkunum 4A og 4B, sum
eru størru útróðrarbátarnir,
eru nýttu dagarnir 102 og 7
dagar færri enn sama tíðar
skeið í fjør. Bólkur 4B, hev
ur sostatt nýtt umleið sama
tal av døgum sum í fjør.
Líka sum við øllum hin
um bólkunum eru dagarnir
skornir niður, tað eru 420
og 372 dagar.
Auðunn Konráðsson, for
maður í meginfelag útróðr
armanna, metir, at tað er
torført at greiða frá, hví teir
hava nýtt færri dagar, men
hann staðfestir, at tað ikki
skal so nógv til, áðrenn 100
dagar, ikki verða nýttir.
– Tað skal ikki nógv til at
broyta talið. Bara ein bátur
er, sum ikki er í drift, so eru
70 dagar, ið ikki verða nýtt
ir, greiðir hann frá.
Hann greiðir tó frá, at tað
ikki stendur nakað serligt
til hjá útróðrarbátunum.
– Prísurin er so øgiliga
ringur, so tað sigur seg
sjálvt, at tað er torført. Tó
metir hann, at mann til
heystar finnur útav, hvønn
veg tað ber við prísinum.
Trolbátar
Í bólkinum har nýttu dagar
nir eru minkaðir mest er hjá
trolbátunum, sum hava nýtt
387 dagar færri í verandi
tíðarskeiðið í mun til tíðar
skeiðið í fjør.
Teir eru farnir frá 983
brúktum døgum frá 1.
septembur 2007 til 4. mai í
fjør til 596 dagar í sama tíð
arskeið í 2008 og í ár.
Theodor Poulsen, formað
ur í felagnum trolbátar,
greiðir frá, at tríggir bátar
hava ligið øgiliga nógv, og
ein teirra er longu seldur til
Ný Sælands. Somuleiðis
hevur fiskiskapurin verið
øgiliga smáligur, samstund
is, sum hann harmast veðrið
í januarmánaði.
Hann staðfestir saman
við hinum, at prísirnir hava
verið sera lágir, og saman
við oljuprísunum, sum teir
vóru, hevði tað við sær, at
tað ofta ikki loysti seg at
loysa.
– Mann kann illa siga
annað, enn at vit eru góðir
við stovnarnar, staðfestir
Theodor Poulsen.
Hinvegin skal vitað heilt
illa við, áðrenn manningin
við trolbátum fær minstuløn,
tí teir eru so fáir. Men onk
untíð hevur lønin ligið um
minstuløn.
Men um eitt ár, roknar
Theodor Poulsen við at
streymurin vendur.
– Seinast tað vildi heilt
illa við, vendi tað nógv
skjótari enn fiskifrøðingar
nir søgdu, og tað vóna vit
verður aftur hesaferð, stað
festir formaðurin í felagnum
trolbátar.
kidagar færri í ár
Munandi færri dagar nýttir
Tølini eru nýttir fiskidagar í tíðarskeiðinum 1. septembur 2007 til 4. mai 2008 og í
tíðarskeiðinum 1. septembur 2008 til 4. mai 2009
Kelda til tøl: Fiskiveiðieftirlitið
Nýtir dagar í ár
Nýttir dagar í fjør
Munur
Dagar tilsamans í ár
Bólkur 2
2.600
3.309
709
4.639
Bólkur 3
1.756
2.039
283
3.057
Bólkur 4A
317
419
102
1.033
Bólkur 4B
865
872
7
1.579
Bólkur 4T
596
983
387
1.362
Kann elva til sosiala kreppu
Fíggjarmálaráðharrar í evrulondunum ávara nú um, at búskaparkreppan og
kreppan á fíggjarmarknaðinum kunnu elva til eina sosiala kreppu í Evropa.
Ráðharrarnir hildu fund í Bruxelles í gjár, og aftan á fundin segði fíggjar
málaráðharrin í Luksenburg, JeanClaude Juncker, at vit eru mitt í einari
búskaparligari og fíggjarligari kreppu og á veg ímóti einari sosialari kreppu.
Juncker, sum er formaður hjá fíggjarmálaráðharrunum í evrulondunum, bað
arbeiðsgevarar drála sum longst við at koyra fólk úr arbeiði. ESnevndin
hevur mett, at 8,5 milliónir evropear fara at missa arbeiði í 2009 og 2010, og
at arbeiðsloysið í evrulondunum kjemur upp í 11,5 prosent.
Hækkar vinnuskattin
Í USA hevur Barrack Obama, forseti, sett sær fyri at tetta
nøkur hol í skattalógini, sum vinufyritøkur hava verið
dugnaligar at gjørt sær dælt av. Samstundis ætlar hann at
styrkja skattaeftirlitið vog at leggja størri dent á at kanna
skattaviðurskifti. Útrokningar hjá umsitingini vísa sambært
AP, at hesi tiltøk fara at geva ríkiskassanum 210 milliardir
dollarar afturat í skattainntøku tey næstu tíggju árini. Eitt av
tiltøkunum hjá stjórnini er at forða fyri, at amerikonsk
vinnu og handilsvirkir flyta pening til onnur lond, har
skatturin er minni enn í USA.