týsdagur 5. mai 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 85 - 5. mai 2009
Føroya felag móti
Krabbameini fyllir
30 ár, og hevur valt at
dagføra sín samleika.
Harafturat fer felagið
undir nýggja átakið
»Føroyar móti
Krabba«, ið er ein stór
landsinnsavning, ið
verður 31. oktober 2009
Krabbamein
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Í mong ár hevur felagið
borið navnið á mannamunni.
Tó hevur navnið ongantíð
verið staðfest - fyrr enn nú.
Talan er um Føroya Felag
móti Krabbameini, ið nú
eftir 30 ár á baki broytir
samleika og navn. Nýggja
navnið er nú Krabbameins-
felagið.
Tó er talan ikki bert um
navnabroyting. Felagið hev-
ur valt at dagføra allan sín
samleika við nýggjum bú-
merki, nýggjum grafiskum
samleika, nýggjari heima-
síðu og nýggja navninum.
Tað er Sendistovan, ið
hevur ment nýggja sam-
leikan saman við Krabba-
meinsfelagnum.
Íblástur úti og heima
-
Íblásturin
til
nýggja
samleikan er eitt bland
millum
serføroyskt
og
útlendskt. Føroyski íblást-
urin kemur frá heldini, sum
eisini var partur av gamla
búmerkinum. Heldin er eitt
gamalt føroyskt amboð, ið
var nýtt í hoyna. Súm-
bolikkurin er, at heldin er
samlandi og verjir tað, ið
hon ber, sigur Krabba-
meinsfelagið.
Tey siga eisini, at kagað
hevur verið út í heim, og at
sniðgevarnir hava finnið
íblástur
í
universellum
súmbolikki, ið eru at kenna
frá øðrum búmerkjum, ið
hava við krabbamein at gera.
Eisini teknið fyri óendaligt
og sloyfan eru partur av
búmerkinum, og súmbolisera
tey ævinleikan.
- Nýggja búmerkið er ein
variatión av áðurnevndu
heldini,
tekninum
fyri
óendaligt og sloyfuni, sum
vit
kenna
frá
heilsu-
frøðiligum
súmbolikki,
sigur Krabbameinsfelagið.
Eisini
litirnir
hava
súmbolikk, og siga tey í
Krabbameinsfelagnum, at
búmerkið hevur eina gongd,
sum byrjar við myrkabláum
liti, og endar í einum heilt
ljósum liti. Hetta súm-
boliserar, st stríðið móti
krabbameini kann vinnast,
og harvið er vón fyri
framman.
- Litirnir á heldini eru í
einum lillaðlittum universi,
meðan skriftin er blá. Hetta
gevur eitt bland millum tað
kvinnuliga og mannliga,
sigur Krabbameinsfelagið.
Krabbameinsfelagið klart til kríggj
Reyði Krossur harmast mismun
Reyði Krossur heldur, at afghanar og hermenn hjá teimum útlendsku deildunum í Afghanistan skulu hava
somu atgongd til at fáa viðgerð á hernaðarsjúkrahúsunum í landinum. Viðmerkingin kemur, eftir at ein
talsmaður fyri donsku deildirnar í Afghanistan hevur sagt, at viðgerðin á hernaðarsjúkrahúsunum er ymisk, alt
eftir hvør sjúklingurin er. Anders Ladekarl, sum er aðalskrivari hjá danska Reyða Krossi, fegnast um, at
afghanar fáa viðgerð á teimum útlendsku hernaðarsjúkrahúsunum, men hann sigur tað vera skeivt, at teir
útlendsku hermenninir verða tiknir fram um teir afghonsku í viðgerðini.
Krabbameinsfelagið
setur nú veruliga ferð
á í stríðnum móti
krabbameini. Saman
við Kringvarp Føroya
og Norðurlandahúsi
num skipa tey fyri
Landsinnsavning
31. oktober
Krabbamein
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Í samband við at Krabba-
meinsfelagið hevur fingið
nýggjan samleika, setur
felagið eisini ferð á stríðið
móti krabbameini. Krabba-
meinsfelagið hevur, saman
við Kringvarp Føroya og
Norðurlandahúsinum, tikið
stig til eina landsumfatandi
innsavning til frama fyri trý
høvuðsumráðir, ið felagið
metir átrokandi og viðkom-
andi at raðfesta.
Tey økini eru Fyribyrging
og Upplýsing, Gransking
og sjúklingastuðul.
Felagið sigur, at samstarv
er fingið í lag við Kringvarp
Føroya um at senda bein-
leiðis frá tiltakinum, og at
sendingin verður eitt væl
umhugsað
bland
av
redaktionellum tilfari um
krabbamein,
søgum
úr
veruliga lívinum, tónlistar-
ligum og listarligum inn-
sløgum, uppboðssølu og
kappingum, práti úr salinum
og so uppsamling av inn-
komna stuðlinum.
- Hetta er eitt gott høvi
hjá føroyskum fyritøkum at
taka lut í og stuðla tí
áhaldandi arbeiðnum fyri at
fyribyrgja krabbamein í
Føroyum. Á hvørjum ári
fáa umleið 200 føroyingar
staðfest krabbamein, og
umleið helvtin tapir dystin
móti
krabbanum,
sigur
Krabbameinsfelagið.
Eisini kundu tey avdúka,
at tey longu hava fingið
nøkur stór nøvn at taka lut á
stuðulstiltakinum.
- Vit kunnu longu nú
avdúka, at vit hava fingið
Føroya
Symfoniorkestur,
Vígdis Hentze Olsen og
Martin Joensen at vera
partur av stóra tiltakinum í
31. oktober.
Krabbagalla í
Norðurlandahúsinum
Relevansurin í einum
slíkum tiltaki er
stórur. Hetta er eitt
evni, ið viðkemur
okkum øllum, hetta
er inni í privatsferuni
hjá øllum, og tí
eigur Kringvarpið
at vera við, sigur
Herluf Sørensen,
programmleiðari
Krabbamein
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Kringvarp Føroyar verður
ein
týðandi
partur
av
innsavningartiltakinum,
ið
verður í Norðurlandahúsin-
um
31.
oktober
2009.
Tiltakið skal nevniliga varp-
ast út beinleiðis í fýra tímar.
Kringvarp Føroyar hevur
áður verið við í fleiri
innsavningartiltøkum,
eitt
nú í tá Tsunamiin var og til
Kosovo.
- Og fólk eftirlýsa ofta,
hví Kringvarp Føroya ikki
er við í nøkrum slíkum
oftari. Men nú kunnu vit so
vera við í hesum, og eg
haldi at Kringvarpið eigur
at vera við í einum slíkum
stuðulstiltaki. Relevansurin
í tí er stórur, og hetta er
øgiliga nær at næstan øllum
menniksjum. Vit hava øll
onkran, ið er ávirkaður av
hesum, og hetta er inni í
privatsferuni hjá fólki. Hetta
hevur absolutt almennan
áhuga, og tí haldi eg at
Kringvarpið eigur at vera
við í hesum, sigur Herluf
Sørensen, programmleiðari
í Kringvarp Føroya.
Kringvarpið eigur at vera við
Programmleiðarin í Kringvarp Føroya, Herluf Sørensen, er
sannførdur um at Kringvarpið ikki bara eigur, men skal vera
við í einum slíkum innsavningartiltaki
Mynd: Jens Kristian Vang
Fólkini úr Sendistovuni hyggja at, meðan nýggi samleikin hjá
Krabbameinsfelagnum, sum tey hava sniðgivið, verður sýndur
fram fyri fyrstu ferð
Mynd: Jens Kristian Vang
Urd Johannsen, projektsamskipari í Norðurlandahúsinum, greiðir frá tiltakinum Føroyar móti
Krabba, ið verður í Norðurlandahúsinum 31. oktober 2009
Mynd: Jens Kristian Vang