Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-05, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. mai 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 85 - 5. mai 2009 Á fundi hóskvøldið samtykti Tórshavnar býráð at játta einari umsókn frá Café Nat­ úr um byggiloyvi til úticafe og roykirúm BÝRÁÐSFUNDUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Café Natúr skal nú hava úti­ veitan. Felagið hevur søkt býráðið um loyvi at byggja ein tilbygning suðureftir móti Kongabrúnni, sum fyri ein part skal hýsa útiveiting. Eisini hevur Café Natúr søkt um at sleppa at gera eina girðing framvið Áar­ vegnum. Málið hevur verið fyri í Teknisku nevnd, har upp­ runaliga umsóknin varð við­ gjørd. Henda umfataði nógv víðari girðing, men eftir áheitan varð umsóknin broytt so girðing bert skal verða fram við Áarvegnum. Dentur er lagdur á, at gamla býarmyndin, sum Café Natúr er, ikki verður broytt, og ætlanin er, at meg­ inparturin av tilbyggingini verður gjørd úr glasi. Í viðgerðini í Teknisku deild var dentur lagdur á, at tað er óheppi, um fólk á veg oman á ella niðan frá Konga­ brúnni skulu tvingast inn á eitt skeinkistað, og tí varð mælt til, at greiður skilnaður skal vera ímillum. Tekniska nevnd mælti tí frá at loyva girðing á økin­ um, eisini við teirri grund­ geving, at fólk, sum ganga á koyribreytini, lættliga kunnu stíga inn á gongubreytina. Á býráðsfundinum hós­ kvøldið samtykti býráðið tó, at ganga umsóknini frá Café Natúr á møti. Málið skal tó fyri aftur í umhvørvisnevndini, tekn­ isku nevnd og í byggi­ og býarskipanarnevndini, sum endaliga skal staðfesta leigusáttmálan, sum loyvir Café Natúr at gera útiveiting og roykirúm oman móti Kongabrúnni. Café Natúr byggir út Dentur verður lagdur á, at útsjóndin á gomlu býarmyndini ikki verður broytt av útbygg­ ingini. Tað er Magnus Hansen, arkitektur, sum hevur teknað uppíbyggingina Persónliga miðið eg eftir, at spakin verður settur í í ár. Tað, vit hava brúk fyri, er ein góð, bílig og skjót loysn, og eg kann sláa fast, at talan verður ikki um vinnandi uppskotið, tí tað hava vit als ikki ráð til í hesum tíðum, sigur Heðin Mortensen ELLISHEIM Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Byggingin av einum ellis­ og røktarheimi yviri við Strond er langt frá slept. Tvørtur ímóti sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, at tað ongan tíð hastar meiri enn nú. ­ Tørvurin á einum røktar­ heimi er akuttur, og tað er mítt avgjørda mál, at bygg­ ingin skal standa liðug inn­ an eitt ár, sigur Heðin Mort­ ensen. Hann sigur, at fleiri arki­ tektar og verkfrøðingar hava bjóða seg fram, og at býráðið tí hevur fleiri ymisk­ ar verkætlanir at velja ímill­ um. Tað stendur kortini greitt, at vinnandi projektið, sum ein donsk fyritøka átti, ikki verður til veruleika. ­ Tað var ein ógvuliga flott og væl gjøgnumarbeidd verkætlan, men hon kostaði eisini nógv. Einar 50­60 milliónir til 24 fólk, og tað letur seg als ikki gera í hes­ um tíðum, og tí verður tann verkætlanin ikki veruleiki á hesum sinni, sigur Heðin Mortensen. Tað, sum brúk er fyri nú, er besta, bíligasta og ikki minst skjótasta loysnin. ­ Mín persónliga meting er, at longri tíð enn eitt ár kann ikki góðtakast, tí tað hevur skund at fáa hesa byggingina frá hondini, sig­ ur Heðin Mortensen. Árið er skjótt hálvrunnið, men borgarstjórin miðar ímóti, at spakin verður sett­ ur í sum skjótast og undir øllum umstøðum í ár. ­ Pengar eru ikki settir av til hesa byggingina, men fíggingin er kortini klár. Tal­ an er bara um eina politiska avgerð, sigur Heðin Morten­ sen. Útbyggja Nærverkið Borgarstjórin í Havn heldur annars, at tað rætta hevði verið at útbygt Nærverkið, so fólk kunnu verða heima sum longst. ­ Allar kanningar vísa, at fólk ynskja at verða verandi heima sum longst. Og tað er ov vánaligt, at Nærverkið ikki kann útbyggjast soleið­ is, at hetta letur seg gera. Eg hugsi, at Rósa bað um sjey milliónir, men fekk bert tríggjar, og tað líkist ongum, sigur Heðin Mort­ ensen. Hann vísir á, at talan ikki bara er um kostnaðin av at byggja røktar­ og ellisheim, men raksturin kemur eisini afturat. Hetta er kortini enn ein landsuppgáva og ikki ein kommunal, og tí er lítið hjá Tórshavnar kommunu at gera við tað. Men borgarstjórin ætlar so ikki at liggja á latu síðu, tá tað um røktar­ og ellis­ heim umræður. ­ Vit hava fingið fleiri upp­ skot inn um eldramiðdepilin yviri við Strond, og vit fara nú at gjøgnumganga hesi uppskotini og velja tða besta, bíligassta og skjótasta burtur úr. Vit hava fingið uppskot úr Danmark, Íslandi og her heima úr Føroyum, og tað eru fleiri at velja ímill­ um. Nú ræður um at bera skjótt at, tí tørvurin er stórur á røktarheimsplássum, sigur Heðin Mortensen. Tað næsta, sum nú hendir, er at býráðið fer at seta seg niður og taka eitt prát við tey, sum eru komin við loys­ num á økinum, og sum nevnt verður spakin settur í í ár, stendur tað til borgar­ stjóran. ­ Vit kunnu ikki bíða, tí tað hevur skund at fáa hjálpt upp á stóra tørvin á eldraøk­ inum, sigur Heðin Morten­ sen, borgarstjóri. Eitt av uppskotunum til røktar­ og ellisheim yviri við Strond er tað hjá Magnus Hansen. Tað kann byggjast fyri minni enn helvtarprís av tí uppskotinum, sum vann arkitektakappingina um røktarheim yviri við Strond Røktarheim innan eitt ár Vilja hava hálva milliard úr bankapakkanum Eik Banki brynjar seg til at søkja um at fáa 550 milliónir í sonevndum hybridum kjarnukapitali. ­ Upphæddin vil styrkja útlánsvirksemi bankans og skal annars síggjast í ljósinum av útreiðslum, ið standast av Bankapakka I, ið tyngja solvensin. Beinleiðis kostnaðurin fyri luttøku í Bankapakka I er 134 mió kr. Afturat hesum veitir bankin trygd fyri tapum í øðrum bankum uppá 179 mió kr. Sosatt kann samlaði kostnaðurin fyri Bankapakka I gerast 313 mió kr., skrivar bankin á heimasíðu sínari. Roknskapurin hjá Eik Banka fyri fyrsta ársfjórðing í ár er júst kunngjørdur, og vísir hesin eitt hall upp á 36,5 mió kr. ­ Útlitini hjá Eik fyri restina av árinum eru broytt nakað í mun til tað, bankin boðaði frá í sambandi við ársroknskapin fyri 2008. Inntøkurnar frá rentum og ómaksgjøldum gerast ætlandi uml. 30 mió kr. minni enn væntað, meðan útreiðslurnar til starvsfólk og umsiting væntandi fara at halda. Samstundis fer Bankapakki II at tyngja úrslitið í ár við góðum 20 mió kr., soleiðis, at úrslitið áðrenn virðisjavnan, niðurskrivingar og skatt fyri alt árið væntandi gerst uml. 300 mió kr. móti upprunaligu metingini uppá 350 mió kr., skrivar bankin á heimasíðuni.