týsdagur 5. mai 2009síða 12
‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12 tíðindi
Nr. 85 - 5. mai 2009
Avbjóðingin eftir
neo-liberlastiska
gallaveitsluna verður
nú at seta vanliga
føroyingin í fokus,
segði Jóannes Eides-
gaard, formaður
Javnaðarfloksins á
fyrsta maidagshaldi
á Tvøroyri fríggja-
kvøldið
Fyrsti mai
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Vit mugu seta fokus á
okkara fólk.
Tað var boðskapurin hjá
Jóannesi Eidesgaard, for-
manni í Javnaðarflokkinum
á fyrsta maidagshaldinum,
sum flokkurin skipaði fyri
á hugnaliga Seglloftinum á
Tvøroyri fríggjakvøldið.
Jóannes Eidesgaard vísti
á, at seinastu 20 árini hava
vit upplivað eina tíð, har
liberalisman trein inn á
pallin.
- Henda nýggja liberalis-
man, sum verður kallað
neo-liberalisman, gjørdi tað
til gott latín, at tey fáu og
stóru skuldu gera sær dælt
av
fólksins
ognum
og
tænastum.
Hon
kroysti
solidaritetin til viks, og
samanhaldið í samfelagnum
varð avloyst av søkini hjá
teimum stóru og sterku.
- Einskiljingar, útlisiter-
ingar,
vinningsbýti
og
profittmaksimering gjørdist
loysunarorðini. Nøkur fá
tóku yvir almenna leik-
pallin, meðan øll hini meira
ella minni settu seg sum
áskoðarar.
Hann vísti á, at serliga
síðani aldarskiftið hava vit
upplivað
eina
náðileysa
kapprenning eftir skjótt-
vunnum ríkidømi, sum ikki
bygdi á framleiðslu og
arbeiði, men á smartar
loysnir og spekulasjónir á
keypsskálunum runt um í
heiminum.
Hetta var ein náðileys
jagstran
eftir
løttum
vinningum, har grammleiki
var høvuðseyðkennið.
- Óløgini frá neo-liberal-
ismuni hava nú skolað inn
yvir heimin, og nú tað
dregur útaftur, letur til, at
øll hini eiga upptakið.
Rokningin fyri gildið hjá
teimum fáu hevur altíð havt
lyndi til at verða send øllum
hinum, sum ikki vóru við í
gildinum. Eitt annað eyð-
kenni er gjarna tað, at tey,
sum skúmaðu róman, fram-
vegis sita við rómastampin.
Vanliga føroyingin
í fokus
Jóannes Eidesgaard stað-
festi, at tað verður ein
avbjóðing at møta fíggjar-
keppuni, hóast uppgávan í
dag er heilt øðrvísi enn hon
var í kreppuni í nítiárunum.
- Fyri smáum tjúgu árum
síðani tóku vit upp eftir
politiskt,
vinnuligt
og
umsitingarlig dugnaloysi í
áttatiárunum.
Hann segði, at tað hevði
ikki minst kostað arbeiðara-
rørsluni dýrt.
Men í dag verður politiska
avbjóðingin
eftir
neo-
liberlastiska gallaveitsluna
at seta vanliga føroyingin í
fokus.
- Vit mugu seta fokus á
okkara fólk. Vit mugu
syrgja fyri, at so fá sum
gjørligt gerast arbeiðsleys,
og vit mugu syrgja fyri, at
so fá sum gjørligt taka
avgerð um at flyta úr Før-
oyum. Vit mugu við tiltøk-
um syrgja fyri, at grund-
raksturin í samfelagnum til
heilsuverk,
útbúgvingar-
verk og almannaverk verður
so óskalaður, sum gjørligt.
Formaðurin
í
Javnað-
arflokkinum og landsstýris-
maðurin í fíggjarmálum
staðfesti, at hetta eiga vit at
gera, hóast tað merkir, at
vit í eina tíð koma at dragast
við hall á almennu rokn-
skapunum.
Verja tey góðu
virðini
Hann heitti eisini á fólk um
ikki at falla í fátt.
- Vit hava eitt samfelag,
sum er væl fyri og tað er
ikki minst teimum sam-
haldsføstu
skipanunum,
fyri at takka, sum politikarar
hava uppbygt og styrkt
saman við pørtunum á
arbeiðsmarknaðinum. Her
hugsaði hann serliga um
ALS, sum nú kann bjóða
munandi hægri útgjald, og
sum í dag eigur á leið 700
milliónir á bók.
- Men harumframt er
landskassin væl fyri við
rímiliga góðum gjaldføri og
ongari skuld. Men ikki
minst hava vit eitt land, sum
eigur eitt gott og dugnaligt
fólk, segði Jóannes Eides-
gaard.
- Sostatt er málið nú at
verja tey góðu virðini í
samfelagnum, segði for-
maður
Javnaðarfloksins.
Og hann legði afturat:
- Hesi góðu virði eru tit,
fólkið.
Verja tey góðu virðini
Rættiliga nógv fólk var samankomið á Seglloftinum á Tvøroyri fríggjakvøldið, eisini fólk
norðaneftir
Jóannes Eidesgaard segði
í fyrstu maidagsrøðu síni
á Tvøroyri, at vit skulu
ikki falla í fátt, tí føroyska
samfelagið er væl brynjað at
taka eina kreppu
Faroe Petroleum fingið leitiloyvi í Barentshavinum
Faroe Petroleum boðar frá, at felagið, í sambandi við 20. norska útbjóðingarumfar, hevur fingið tillutað sítt fyrsta leitiloyvi í norska partinum av
Barentshavinum. Nýggja loyvið, sum fevnir um eitt økið uppá góðar 900 km2, er á blokkunum 7224/7, 8 og 11. Fleiri leitimið eru á loyvinum,
sum eisini er nær við leitiloyvir, har kolvetni eru funnin. Faroe Petroleum eigur 20% av loyvinum, British Gas, ið er fyristøðufelag, eigur 40%,
Statoil eigur 20% og Wintershall 20%. Sambært verkætlanini skulu feløgini skjóta 3D seismikk yvir loyvið, og um 3 ár skal støða takast til, um
borast skal á loyvinum. Faroe Petroleum hevur í fleiri ár havt ætlanir um at fáa loyvir í Bartnshavinum, og felagið fegnast um, at tað nú er
eydnast at fáa loyvi saman við leitifeløgum, ið bæði hava førleika og royndir at bora í Barentshavinum.