Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-05, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. mai 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindi Nr. 85 - 5. mai 2009 Ótálmaða spekula­ tiónin við fiskiloyv­ um er ein bumba undir føroyska samfelagnum og tað hevur ongantíð verið meiri neyðugt enn nú at steðga henni, segði Bergur Dam á fyrsta maidagshaldi á Tvøroyri Fyrsti mai Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Tað hevur ongantíð verið meiri neyðugt enn tað er nú at seta ein fiskidagabanka á stovn. Tað staðfesti Bergur Dam á fyrsta maidagshaldið á Tvøroyri fríggjakvøldið. Hann hevur verið næst- formaður í flokkinum í fleiri ár og hann kunngjørdi, at høvuðsmálið hjá flokki- num at berjast fyri ta næstu tíðina, eigur at vera at fáa ein fiskidagabanka settan á stovn. - Tað hevur ongantíð verið meiri neyðugt enn nú, staðfesti hann í sama andadrátti. Bergur Dam segði, at ótálmaða spekulatiónin við fiskirættindum er ein bumba undir samfelagnum. Fiskirættindi, sum eru fingin fyri einki, eru blivin virðismikil handilsvøra, tí tann, sum keypir, skal eisini betala fyri væntaðan vinn- ing tey næstu nógvu árini. Og tey, sum selja, taka mangan peningin úr vinnuni og seta hann í handils- bygningar, oljufeløg, hotel og annað. - Tað er ein bløðra, sum hol er komið á og sum kann bresta nær sum helst og avleiðingarnar fyri okkara samfelag kunnu gerast verri enn avleiðingarnar av búskaparligu kreppuni. Hann segði, at verður ein fiskidagabanki settur á stovn, skal tann, sum keypir fiskirættindi, ikki rinda einum privatum fyri tann vinning, hann kann vænta sær tey næstu árini, men einans eitt kappingarjavn- andi avgjald til tað almenna. Myrk skíggj fyri framman Fyrrverandi næstformað- urin í Javnaðarflokkinum vísti á, at myrk skýggj eru fyri framman við stórum avbjóðingum, har sam- haldsfesti og samanhald er loysunarorðini. Tað ringasta við eini kreppu, er ikki, at virki og bankar fara av knóranum, tí tað javnar seg aftur. Tann stóri sorgarleikurin við kreppuni í nítiárunum er ikki rættaður enn og verður tað helst ongantíð og hann er teir túsundtals føroy- ingarnir, sum rýmdu av landinum, so at vit mistu tað mesta av einum ættarliðið. Tað er hetta, sum havast skal í huga, tá ið krepputiltøk verða sett í verk. Hann sigur, at vit hava møguleikan at sleppa burtur úr kreppuni, spurningurin er meiri um vit hava politiskan vilja, dirvi og víðskygni. Tað ber ikki til at spara seg burtur úr kreppuni, tí tað ger hana enn djúpari, legði hann afturat. Bergur Dam vísti sam- stundis á, at vit mugu ikki hava nóg mikið við okkum sjálvi og skal mannaættin yvirliva 21. øld við krígs- hóttanum, veðurlagsbroyt- ingum, fátækradømi og bú- skaparkreppum, verður neyð- ugt við altjóða solidariteti. - Stættarstríðið í okkara tíð, er at tryggja, at mannaættin yvirlivir, segði Bergur Dam. Spekulatiónin við fiskiloyvum ein bumba undir samfelagnum Summi javnaðarfólk reisa seg upp, tá ið tey syngja internationala Hol er farið á bløðruna og hon kann bresta nær sum helst, segði Bergur Dam í røðu síni á fyrsta maidagshaldi á Tvøroyri fríggjakvøldið Skal kosta at koyra við píkum Stendur tað til Umhvørvisstovuna, skal tað í framtíðini kosta, um tú velur at koyra við píkadekkum. - Endamálið við einum píkaavgjaldið er at fáa fólk at lata vera við at koyra óneyðugt við píkum. Tá verða tað einans tey, sum hava serligan tørv, sum koyra við píkum. - Tað skilagóða við einum slíkum píkaavgjaldi hevði verið, at tað eru tey, sum nýta píkadekk, sum gjalda fyri óneyðuga vegaslitið og øktu útreiðslurnar hjá heilsuverkinum. - Tí tekur Umhvørvisstovan undir við at seta í gildið eitt serligt nýtslugjald fyri píkadekk, verður skrivað á heimasíðuni hjá stovninum. Bilar, sum koyra við píkadekkum, slíta vegirnar. Vegstøvið dálkar luftina og er skaðiligt hjá fólki at anda í seg. Kanningar vísa, at neyðugt er at minka nøgdina av partiklum í luftini so nógv sum gjørligt, tí sjálvt smáar nøgdir av partiklum í luftini hava skaðiliga ávirkan á heilsu okkara.