Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-05, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. mai 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 tíðindi Nr. 85 - 5. mai 2009 Picasso í Fuglafirði Sangleikur – Picasso kemur í morgin í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. 4. flokkur í Fugla­ fjarðar skúla hevur síðani februar vant sangleikin: Picasso kemur í morgin, sum Frits Johannesen hevur skrivað og tónsett. Hetta snýr seg um Picasso, sum kemur at vitja børnini í 4. flokki. Tey tosa um, hvar frá hann er ættaður, hvussu hann sær út, um hann er giftur ella leysagiftur, málningar hansara og um málningarnar, sum børnini sjálvi hava málað. Eisini verða yrkingarnar at hoyra í leikinum: Tað brenna túsund ljós í kvøld, sum Hans A. Djurhuus hevur gjørt, og Eyðun á Lakjuni hevur smíðað, Sá eg bros av sama yrkjara, og sum Jógvan á Lakjuni hevur gjørt lagið til. Jógvan á Lakjuni hevur klaverfylgisspælið. Rørslu-ár, rørslu- dagar, rørslu-vikur, úti-vikur ítróttar- nátt, set bilin, gang í kirkju, gang á møti, statt upp og gakk, tak teg saman, o. s. fr. RØRSLA Dávur Winther Hetta eru setningar og her­ róp, sum í hesum døgum vera havd á lofti, uttan tó at hava fingurin á lofti. Kveikj­ andi fundir eru kring alt landið, har tað við kunning av ymiskum slagi verður eggjað fólki til at røra seg meir. Blóðtrýst, byrjandi sukur­ sjúkur, strongd, betri orka, at kenna seg betri sálarliga og kroppsliga og mikið meira er endamálið við rørsluátakinum. Eisini verða færri innleggingar av ymiskum slagi vegna eina størri rørslu millum fólk. At barnagarðar, skúlaung­ dómar, arbeiðspláss og eldrasambýlir eisini taka hetta upp er umráðandi, tí fylgiskjúkurnar eru nógvar í nútíðarsamfelagnum, har tað at sita stillur er ein »dygd«. Og tó vísir tað seg, at rørsla og likamsvirkni, eru eisini eitt størri mál hjá fleiri í nevndu bólkum. Fyri at vísa rørsluárinum sóma og vera við til at stuðla fólki víða hvar, stovn­ um og virkjum í, at tað er skilagott at røra seg, vóru Kaj Leo Johannesen, løg­ maður, og Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í heilsumálum, við í Suðuroy í gjárkvøldið á nýggja og flotta miðnámsskúlanum til eitt kunningarátak um rørsl­ uárið 2009. Ja, talan er um eina almenna fundarrøð kring landið um rørslu, sum held­ ur fram í kvøld á Svanga­ skarði á Toftum og miku­ kvøldið vesturi í Vágum. Eitt líknandi átak verður eis­ ini í Fuglafirði hóskvøldið. Annars hava slík kvøld verið í heilsubýnum Klaks­ vík og á Sandi áður. Skráin í Hovi mánakvøld­ ið var: Vælkomin – Kaj Leo Johannesen, løgmaður og Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í heilsumálum bjóða vælkomin Hvussu nógv røra vit okkum í Føroyum? – Pál Weihe, formaður, Fólkaheilsuráðið Hvat ítróttafeløgini kunnu gera? – Finn Johannesen ÍSF Býarskipan og rørsla – Dávur Winther, mentanarleiðari, Klaksvíkar Kommuna Eldri og rørsla – Nærverkið Rørsla á arbeiðsplássinum – Hákun Djurhuus, stjóri, SEV Rørsla hjá børnum og ungum í skúlum – Óli Jákup Joensen varaskúlastjóri Rørsla hjá børnum á dagstovnum – Jacob Skaaning, pedagogur Kjak um, hvat kann gerast á staðnum Tað var væl av fóki til til­ takið í Hovi, har fólk eisini sluppu at røra seg undir leiðslu av klaksvíkinginum Finni Johannesen frá Vilt, sum býr í Suðuroy. Tað eru Fólkaheilsuráðið og ÍSF, sum saman við landsstýrismanninum í heilsumálum, ið eru stigtak­ arar til rundferðina. Henda sama skráin verður á Svangaskarði í kvøld, men tá er tað Johan Dahl, lands­ stýrismaður í vinnumálum og mikukvøldið Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum, sum eru við ­ hetta so, at tá ið rundferðin er liðug, hava øll landstýrisfólkini verið við. Rørslufundur í Suðuroy Vit seta bilin og ganga Sum ein liður í rørsluárinum 2009 fer Fólkaheilsuráðið at skipa fyri eini viku í mai, har øll sum koyra til arbeiðis, skulu seta bilin og í staðin ganga. Talan er um dagar­ nar frá 25. til 31. mai. Fólk skulu ganga til ar­ beiðis, ganga frá arbeiði, ganga í skúla, ganga til handils, ganga til ítrótt, ganga til bingo... ja, seta bilin og ganga (ella súkkla…). Fyrimunirnir eru nógvir. Fyrst og fremst er tað ein vinningur frá einum heilsu­ sjónarmiði, um fólk seta bilin og røra seg í staðin. Men sanniliga eisini frá einum umhvørvis­ og sparisjónarhorni: eingin bensinosur og bíligari hjá fólki. Tað er eisini hugaligari at ganga, tá ið øll onnur gera tað. Tað verður meira lív í gøtunum, tryggari og friðarligari. Ætlandi skulu ØLL vera við í hesum tiltaki: Tey ið hava stutt til arbeiðis, tey ið hava langt til arbeiðis og eisini tey, ið koma av bygd, kunnu annaðhvørt taka bussin ella seta bilin langt frá arbeiðsplássinum og síðani ganga. Við hesum brævi biðja vit tykkum um at eggja starvsfólki á tínum arbeiðsplássi til at seta bilin. Um hetta tiltakið skal eydnast, mugu allar fyritøk­ ur í Føroyum luttaka og royna at eggja sínum starvs­ fólki til at seta bilin og heldur fara til gongu. Hetta kann gerast hvør sær, men eisini hevði verið stuttligt um fyritøkan í felag við starvsfólki skipaði fyri kappingum, útferðum ella onkrum heilt øðrum ­ tit avgerða púra sjálvi hvussu tit leggja útivikuna til rættis. Fólkaheilsuráðið vil við hesum maili heita á tykkum og starvsfólk tykkara um at taka undir við hesum tiltaki. Vit ringja ein av komandi døgunum til tykkara, at frætta meir um hvussu tit ætla at skipa tiltakið á tykkara fyritøku. Síðan VR­Bilar góvust á nýggjárinum, hava Renault einki umboð havt í Føroy­ um. Herfyri settu Renault Danmark seg í samband við Berg Motors um at umboða teirra bilar. Stjórin í Berg Motors, Jóhannes Berg, sigur, at í løtuni eru samráðingar mill­ um partarnar, men eingin avgerð er tikin enn. Spurdur um hví Berg Motors hava fleiri nýggjar Renault bilar standandi í J. Paturssonar­ gøtu sigur hann, at teir eru bidnir um at hava hesar 18 bilarnar í varðveitslu fyri Renault Danmark. Renault bilar hava verið umboðaðir í Føroyum í mong ár. John W.Thomsen í Klaksvík seldi Renault í 60­ unum, eitt skfti var Valdemar Lützen umboð fyri Renault, í sambandi við at teir vóru franskt konsulát í Føroyum, síðan hava Ivan Johansen, Brøður Petersen og VR­ Bilar selt Renault. Renault er ein av elstu bilverksmiðjum í heiminum, stovnað í 1899 í Fraklandi. Renault er høvuðspartaeig­ ari í Nissan Motor Com­ pany, sum er triðstørsti jap­ anski bilframleiðari. Í dag eru nógvir Renault og Niss­ an bygdir yvir somu platt­ formar. Renault eiga eisini rumensku Dacia bilverks­ miðjuna. mg Berg Motors samráðast við Renault Nýggir bilar hjá Renault Danmark í varðveitslu hjá Berg Motors Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í heilsumálum, og Kaj Leo Johannesen, løgmaður. Báðir ídnir rørslumenn á hvør sín hátt: Hans Pauli sum landsstýrismaður og Kaj Leo sum ítróttarmaður