týsdagur 5. mai 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
tíðindi
Nr. 85 - 5. mai 2009
Í sambandi við 75
ára føðingardagin
hjá Jóhan Hendriki
W. Poulsen koma
hansara orða bókar
sendingar nú í
bók, har fólk eisini
hava høvi at senda
málfrøðinginum eina
heilsan
Mál
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
20. juni í ár verður Jóhan
Hendrik W. Poulsen 75 ár. Í
hes um
sambandi
gevur
Sprot in
út
heiðurs ritið
Orða bók in, har allar tær
orða bókar send ing ar, hann
hevði í Út varpi Føroya árini
1969-1993 við heit inum
Orða bókin, eru savnaðar.
Fremst í bókini verður
prent aður ein kvøðulisti,
har fólk kunnu senda Jóhan
Hendriki eina heilsan.
12.000 nýggj orð
og merkingar
Tað er Anfinnur Johansen,
lektari á Føroya máls deild-
ini, ið leggur Orðabókina
til rættis. Hann greiðir frá,
at høvuðsendamálið við
Orðabókini í útvarpinum
var at koma á tal við fólk
úti um alt landið um orð og
orðafelli, sum savnið til
føroyska orðabók á Føroya-
málsdeildini ikki var nóg
væl statt við. a
- Upplýsingarnar, sum
fólk komu við, gjørdu tað
ómeta liga nógv lættari hjá
okk um, sum tá arbeiddu
við nýggju Móðurmáls-
orða bókini - eisini tí lýs-
ing ar nar og dømini, sum
fólk
góvu,
ofta
vóru
ógvuliga beinrakin. Úrslitið
av sendingunum var, at
heili 12.000 orð og merk-
ingar komu afturat, sum
ongan tíð fyrr høvdu verið
skriv að upp nakrastaðni,
sigur Anfinnur Johansen.
Sum dømi nevnir hann,
at vit í daga hava heili 60
uppskrivað orð fyri kalva.
Annars er sum heild talan
um orð frá øllum lívsins
viðurskiftum, líka frá fjall-
gongu og útróðri til seyða -
røkt og vanligt gerandis lív.
Anfinnur Johansen dylur
ikki yvir, at tað hevur tikið
drúgva tíð at savna tilfarið
frá orðabókar send ingunum
til hesa bóka útgávuna.
- Talan var jú um 198
send ingar, sum hvør vardi
ein hálvan tíma, tað vil siga
tað sama sum fýra samdøgur
av orða- og merkingarpráti.
Jóhan Hendrik W. Poulsen
hevði smáar kladdur til
hvørja sending, sum sjálv-
sagt hava gjørt hetta arbeið-
ið lættari, men tað hevur
verið sera tíðarkrevjandi at
skriva
tær
inn,
sigur
An finnur Johansen.
Nýggja Orðabókin telur
ikki færri enn 630.000 orð
og heili 1000 blaðsíður.
Harumframt
verður
ein
kvøðulisti prentaður fremst
í bókini, har fólk kunnu fáa
sítt navn við og á tann hátt
vera við til at heiðra Jóhan
Hendriki W. Poulsen á 75.
ára
føðingardegnum
og
ogna
sær
bókina
fyri
serprís.
Fjaldir orðagripir
Í skrivi frá forlagnum
Sprotanum í sambandi við
útgávuna verður víst á, at
vit hava altíð átt tey fólk,
sum hava havt yndi av at
sita undir og lofta tí, tey
hava hoyrt av góðum og
nýtum orðum. Tann fyrsti
var Jens Chr. Svabo, sum
fyri stívliga tveimum øldum
síðan fekk tað hepna hug-
skot at skriva upp orð til
føroyska
orðabók,
sum
hann hevði í hyggju at gera.
Tey, sum kanska minnast
orða bókarsendingarnar,
munnu eisini minnast, at
tað í mongum sendingum
vóru tikin fram orð frá
Svabo at spyrja um. Ofta
vóru hetta orð, sum eingin
eftir hansara dag hevði
loftað av manna munni, og
ikki so sjáldan svaraðu fólk
aftur, at hetta enn var væl
kent orð í teirri ella teirri
bygdini.
Men eisini mong, mong
onnur hava verið við í mikla
savningararbeiðinum
ígjøgn um ár ini, og tann
ans ur, sum fólk kring alt
land ið sýndu hesum inn-
savn ing ar arbeiði,
hevur
havt
alstóran
týdning.
Ásann ast má, at tað er
merk is vert, at tað framvegis
skuldu vera nógv av før-
oysk um upprunaorðum á
manna tungu, sum enn ikki
vóru upp skrivað.
Minnisvarði
Úr at kalla hvørji bygd í
Før oyum vóru tað fólk,
enntá fleiri, sum skrivaðu
til Orðabókina øll tey árini,
hon var send. Fleiri teirra
eru ikki millum okkum
long ur, men við eini tílíkari
út gávu kunnu vit reisa
teim um og øllum, sum hava
sent Orðabókini tilfar, ein
minnis varða.
Eyðkent fyri meginpartin
av hesum heimildarfólkum
er, at tey hava lítlan skúla-
gang, men við teirri ómeta-
ligu vitan um dagsins viður-
skifti bæði á sjógvi og landi
hava tey verið við til at
bjarga nógvum av tí sið-
søguliga mentanararvi, ið
tey numu av forfedrum sín-
um. Við at fáa alt hetta tilfar
á prent kunnu bæði eldri og
komandi ættarlið fáa lut í
allari hesari vitan um ment-
anar- og siðsøgu okkara
gjøgn um øldir, og Sprotin
vil við hesi útgávu eisini
heiðra Jóhan Hendrik W.
Poulsen, sum legði allar
send ingar nar til rættis, á 75
ára føðingardegi hansara.
Heilsan til »Orðabókina«
Send eina heilsan
Tey, ið hava hug at ogna sær bókina og koma á
kvøðu listan til Jóhan Hendrik W. Poulsen, skulu í
seinasta lagi 15.05.2009 gjalda 400 krónur á konto í
Eik, konto nummar 9181-144 626 8 við upplýsingum
um navn og bústað ella fara inn á heimasíðu
Sprotans.
Anfinnur Johansen, lektari á Føroyamálsdeildini, leggur heiðursritið til Jóhan Hendrik W. Poulsen til rættis
Mynd: Jens K. Vang
John er nýggjur formaður
Nevndin í Norðoya Sparikassa hevur skipað seg eftir aðalfundin, sum var síðsta
mánakvøld. John P. Danielsen er nýggjur nevndarformaður í Norðoya Sparikassa. John er
nývaldur í nevndini, og hann loysir Óla Marner Christiansen av í formanssessinum. Óli
Marner boðaði á aðalfundinum frá, at hann tók seg úr nevndini. Nývaldur næstformaður
er Jóannes Hansen. Hann tekur við eftir Finn Kjølbro. Í nevndini fyri Norðoya Sparikassa
eru John P. Danielsen, formaður, Jóannes Hansen, næstformaður, Páll Klettskarð, Finn
Kjølbro, Erling Petersen, Jóhanna á Tjaldrafløtti, Julianna Thomsen, Gurðið Lava Olsen
og Eyðun Nolsøe. Erling Petersen og Jóhanna á Tjaldrafløtti vórðu afturvald á
aðalfundinum síðsta mánakvøld, tá ið John P. Danielsen varð nývaldur í nevndina, og nú
er John vorðin nevndarformaður