týsdagur 5. mai 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vinnan
Vinnu- og handilstíðindi í Sosialinum
...títt vinnublað
N
ú bátafestivalurin á Toftum, sum tann
fyrsta summarstevnan verður her 09.
mai, helt onkur fyri, at nú fast samband
verður millum flestu oyggjar, verður ikki
grundarlag fyri at hava bátastevnur og tílíkt.
Viðkomandi helt, at nú kunnu fólk bara seta
seg í bilin og koyra til slíkar stevnur.
Og tað er partvíst rætt.
Nýggj samferðsluætlan er gjørd fyri alt
landið, har nógvir tunlar skulu gerast, so
einaferð í framtíðini kann koyrast - um ikki úr
Fugloy – so av Viðareiði til Sumbiar.
Vit øll fegnast um, at samferðslukervið verður
útbygt.
Kortini er og verður havið altíð ein stórur
partur av okkara samleika, og føroyingar koma
altíð at hava alsk til havið og tað at sigla.
Eyðvitað er, at fólk í framtíðini koma at hava
minni og minni brúk fyri báti til ferðing, tá
koyrast kann í næstan hvønn krók í landinum.
Tað er júst her, at bátafestivalar og aðrar tílíkar
stevnur kring landið - meira enn nakrantíð - ikki
mugu detta niðurfyri.
Hetta er nevniliga eitt gott høvið hjá øllum,
sum eiga bát, at leggja árar í sjógv, seta segl
ella starta motorar, fáa havnamerkini yvir eitt,
og seta hvør øðrum stevnu í tí elementi, sum
okkara forfedrar - í størri mun enn í dag - livdu
av og høvdu so stóra virðing fyri.
Hjartaliga vælkomin til Toftir leygardagin.
Símin Johannesen,
borgarstjóri
Borgarstjórin bjóðar
væl komin til bátafestival