Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-05, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. mai 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 vinnan Nr. 85 - 5. mai 2009 Met hjá ConocoPhillips Norska dóttirfelagið hjá ConnocoPhilips, ConocoPhillips Norge, hevur ongantíð havt eitt so stórt tal á niðastu linju í rakstrarroknskapinum sum í fjør. Rakstrarinntøkurnar vóru næstan 39 milliardir norskar krónur, og avlopið bleiv góðar sjey milliardir. Í báðum førum er talan um met, skrivar Aftenbladet. Í frágreiðingini til roknskapin verður sagt, at framleiðslan í 2008 var 75,8 milliónir tunnur ella 207.000 tunnur um samdøgrið. Steinar Våge, stjóri í Connoco Philips Norway, sigur í viðmerking til roknskapin, at úrslitið er sjálvandi merkt av, at prísurin á olju og gassi var søguliga góður í fjør. Týskarar keypa minni Samstundis sum arbeiðsloysið í Týsklandi veksur, minkar sølan í handlunum kring landið. Ein nýggj uppgerð vísir, at í fyrsta ársfjórðingi var sølan í handlunum 3,2 prosent minni enn í sama tíðarskeiði í fjør. Minkingin frá februar til mars var júst eitt prosent, og tað var meiri, enn búskaparfrøðingar høvdu ræntað, skrivar DPA. Í mars keyptiu týskarar trý prosent minni mat, drykkjuvørur og tubbak enn í sama mánaði í fjør. Búskaparfrøðingar halda, at gongdin í Týsklandi kann fáa evropeiska miðbankan til at lækka rentuna uppaftur meiri, enn hann longu hevur gjørt. Tann týski búskapurin er tann størsti í evruøkinum. Hjá Pidda – einasti Samkeyp-handil í økinum Joan Mikkelsen sigur, at tey eru væl nøgd við undirtøkuna, sum Kaféin í Hópinum hevur fingið. - Her kemur væl av fólki, og væl verður selt út av húsinum. Tað eru ikki bara fólk í Nes kommunu sum keypa, men eisini fólk aðrastaðni, sigur hon TofTir Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Hálvan august í fjør læt Kaféin í Hópinum á Toftum upp. Tað vóru tær báðar systr arnar, Susan Johanne­ sen og Joan Mikkelsen, sum fóru í holt við at reka kafé á Toftum. Í stuttum kunnu vit siga, at tær byrjaðu við teimum “løttu” rættunum – rund­ stykkjum, toast, pitabreyði og sonevndum ciabatta­ breyði við høsnarunga, salat og karrydressingi. Tað var tó skjótt, at systrarnar sóu, at hetta fór at gerast ov lítið, um grundarlag skuldi vera fyri kaféini. Øktu um útboðið – Seint í fjør fóru vit tí eisini at bjóða allan vanligan grill­ mat, eitt nú kips, burg arar, høsnarungar og fisk & kips. Haraftrat kunnu vit bjóða vaflur við ísi og ís kakao, sum fólki dámar væl. Joan Mikkelsen sigur, at tá tey øktu um útboðið í desember, fingu tær eisini meira at gera, og tað fór at ganga betri. Tær eru tríggjar, sum skiftast um at arbeiða í kaféini og umframt Joan og Susan, arbeiðir eisini Leila á Argjum hjá teimum. – Tað kallast, at ein er til arbeiðis í senn, men ofta er so mikið at gera, at tvær noyðast at vera til arbeiðis, sigur Joan. Hon vísir á, at tær í byrj­ anini royndu ymiskar upp­ latingartíðir, men tað vísir seg, at mest er at gera út á dagin og um kvøldarnar. Tí er kaféin nú opin burturav hvønn dag í viku frá klokkan 17­23. Hálvt skeinkiloyvi Tá løgreglan fyri út við ein­ um ári síðan sendi eina um sókn frá Kaféini í Hóp­ inum um hálvt skeinkiloyvi til ummælis hjá Nes komm­ unu, tók eingin í bygdar­ ráð num undir við hesum. Øll atkvøddu ímóti uttan borgarstjórin, Símun Jo ­ hannesen, sum atkvøddi blankt. Men í dag hevur kaféin kortini fingið sítt hálva skeinkiloyvi, tó at bygda­ ráð ið ongantíð hevur við­ mælt. Joan vísir á, at skeinki­ loyvið, sum loyvisnevndin hevur givið teimum, er dag­ fest 6. mars í ár, og nú hava tey loyvi at skeinkja øl og vín í tímunum frá klokkan 11 á morgni til 23 á kvøldi. Spurd, um tey hava havt meira at gera, síðan tey fóru at skeinkja, sigur Joan, at tey í øllum førum ikki hava havt minni at gera. – Hóast vit hava loyvi at skeinkja frá klokkan 11 á morgni, lata vit sum er ikki dyrnar upp fyrr enn klokkan 17, leggur hon aftrat. Leygardagin komandi, nú bátafestivalur verður á Toftum, er ætlanin tó at hava opið frá klokkan 11. Fólk hugna sær Joan sigur, at tey eru væl nøgd við undirtøkuna, sum Kaféin í Hópinum hevur fingið. – Her kemur væl av fólki, og væl verður selt út av hús inum. Hon sigur, at tað ikki bara eru fólk í Nes kommunu sum keypa, men eisini fólk aðrastaðni, og tá er tað ser­ liga grillmaturin, tey koma aftur. Fólk keypa heim við, og tað eru eisini tey, sum koma innar at seta seg at eta og soleiðis kunnu njóta ta tæn­ astu, sum Kaféin í Hópinum hevur. – Vit hava nøkur pláss í stovuhæddini, har diskurin er, og vit hava eisini nøkur pláss uppi á loftinum. Joan sigur, at ungdómur situr og spælir kort ella yatsy, og tá áhugaverdir fót­ bóltsdystir eru í sjónvarp­ inum, plaga tey at vísa dystirnar á flatskermi. Automat niðanfyri Niðanfyri í bygninginum hava tey søtmetis­og soda­ vatnsmaskinu, har keypast kann um kvøldarnar og næturnar, tá alt annars er stongt. – Maskinan hevur fingið góða undirtøku, og tað er ikki sjáldan, at hon næstan er tóm sunnumorgnar, sigur Joan Mikkelsen. TofTir Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Á Toftum er einasti Sam­ keyp­handil í økinum. Tað er matvøruhandilin Hjá Pidda, sum Kristian Suni Haraldsen, vanliga róptur Bassi, eigur og rekur. Hjá Pidda hevur opið hvønn dag í viku frá klokk­ an 9­22, leygardagur írokn­ aður. Vanliga eru einar fýra kvinn ur knýttar at handlin­ um í senn, men arbeitt verð­ ur ymiskar og forskotnar tíðir gjøgnum tann langa dagin. Samlaða talið av fólki, sum arbeiða í handlinum gjøgnum eina viku, er tó væl størri, tí leygardagar er vanligt, at ungar gentur eisini traðka til. Hjá Pidda er nútímans matvøruhandil, sum hvørja viku hevur góð Samkeyp­ tilboð. – Fólk í økinum eru ófør at keypa hjá okkum, men vit síggja eisini væl av fólki, sum leita úr øðrum økjum og higar at keypa, siga tey Hjá Pidda. Kristian Suni Haraldsen hevur eisini vistir, sum tað verður rópt. Hetta er provi­ antering til skip, og prov­ ianteringsgoymsla er á Kambsdali. Nógv skip og bátar vitja á Toftum millum ár og dag, nú Fiskamarknaður Føroyar hevur sína høvuðsstøð her. Tí er provianteringsbilur­ in hjá Bassa ikki nakar fremmandur “gestur” í Nes kommunu. Hjá Pidda hevur opið hvønn gerandisdag í viku frá klokkan 9-22 Mynd: Vilmund Jacobsen Byrjaðu við løttum rættum – nú hava tey eisini tað váta Upprunaliga eru hetta eini sethús, sum nú eru riggaði til kafé. Fólk kunnu sita í stovuhæddini, og nøkur pláss eru eisini á loftinum Mynd: Vilmund Jacobsen Tað eru tær tríggjar, systrarnar Susan og Joan og Leila á Argjum, sum standa fyri tænastuni í Kaféini í Hópinum á Toftum Mynd: Vilmund Jacobsen