týsdagur 5. mai 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
vinnan
Nr. 85 - 5. mai 2009
- Nógv og stór tøk
skulu takast fyri, at
eitt slíkt tiltak skal
gerast veruleiki. Vit
eru sera fegin um
allan tann stuðul,
sum tiltakið hevur
fingið, bæði frá
kommunu og fólki í
økinum. Uttan hesa
hjálp og stuðul hevði
hetta slett ikki borið
til. Nú vóna vit øll,
at vit fáa ein góðan
og væleydnaðan
bátafestival
leygardagin,
sigur Høgni W.
Høgnesen, formaður
í Bátafelagnum í Nes
kommunu
TofTir
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Hetta er fimta árið á rað, at
Bátafelagið í Nes kommunu
bjóðar til bátafestival.
Tiltakið gjørdist veruleiki,
eftir at fólk hin 13. mars
fyri fimm árum síðan tóku
stig til at stovna eitt báta
felag í kommununi.
Stovningarfundurin varð
hildin í eldrasambýlinum
Vest urskini á Toftum og
flestu teirra, sum vórðu
vald í fyrstu nevndina, hava
sitið í nevndini síðan.
Felagið er mannað við
fimm nevndarlimum, um
framt
tveimum
tiltaks
limum, men bæði limir og
tiltakslimir virka sum ein
eind og møta á fundi.
Formaður øll árini hevur
verið og er framvegis Høgni
W. Høgnesen og næst for
maðurin,
Rúni
Hansen,
hevur eisini verið hin sami
øll árini. Høgni Hansen
kom í fyrstu nevndina sum
kassameistari, og hann røk
ir framvegis hesa uppgávu.
Øll eru heima, nú ársins
fyrsti bátafestivalur verður
á Toftum leygardagin uttan
næstformaðurin, sum er til
skips.
Av teimum, sum vóru við
í fyrstu nevndini, men sum
ikki eru við meira, eru Tór
unn F. Gaardbo og Regin
Debes. Í teirra stað eru
komin Borgar Hansen og
Haldur Gaardbo.
Veksandi undirtøka
Upprunaliga skuldi báta
festivalurin á Toftum vera
hildin seinasta leygardag,
men av tí, at veðurvánirnar
ikki vóru nakað serligar,
gjørdi nevndin í góðari tíð
av at útseta festivalin í eina
viku, soleiðis at hann í stað
in verður leygardagin kom
andi.
Veðurútlitini eru hampi
lig. Hann sigur minkandi
vind og turt. Nú má antin
bera ella bresta, tí báta festi
valurin í Vestmanna verður
longu
leygardagin
eftir,
sigur Høgni W. Høgnesen,
sum annars vónar, at veð
urgudarnir fara at skikka
sær hampiliga væl leygar
dagin.
Hann vísir á, at undirtøkan
fyri bátafestivalinum á Toft
um hevur verið veksandi
øll árini síðan byrjan.
Fyrsta árið vóru einir
3040 bátar við, og síðan er
talið bara vaksið, til tað í
fjør vóru einir 7080 bátar
og manningar, sum tóku
lut.
Høgni W. Høgnesen sigur
seg vóna, at talið av bátum
í ár fer at tátta í 100.
Bátarnir møta í Skála
firði leygardagin klokkan
12.30, og klokkan 13.30
verður kósin sett úteftir
Skálafjørðinum og út á
Toftir.
Hann vísir á, at skipanin
á Toftum verður hon, at
eingin bátur fer inn í báta
hylin í Oyrunum fyrr enn
klokkan 15, tá móttøka
verður við harmoniku tón
leiki, suppu og onkrum
øðrum leskandi í matstovuni
hjá Faroe Seafood.
Harmonikuleikarar byrja
at spæla í Oyrunum, nakað
áðrenn bátarnir stevna inn í
hylin.
Høgni vísir á, at summir
bátar sigla skjótari enn
aðrir, og teinurin úr Skála
firði og út á Toftir er ikki so
Bátafestivalar
sum osa av hugna
- Fyrsta árið vóru einir 30-40 bátar við, og síðan er talið bara vaksið, til tað í fjør vóru einir 70-80 bátar og manningar, sum tóku lut, sigur Høgni W. Høgnesen, sum vónar, at talið av bátum í ár fer
at tátta í 100
Mynd: Vilmund Jacobsen
ES kann læra av Íslandi
Tá tað snýr seg um at umsita fiskastovnarnar, kann
Evropasamveldið læra av íslendingum og nýsælendingum.
Tað heldur í hvussu er bretska tíðarritið The Economist, sum
í síni seinastu útgávu umrøður ta sokallaðu Grønubók hjá
ES um felags fiskivinnupolitikkin hjá samveldinum. The
Economist skrivar, at tað er neyðugt við djúptøknum
tiltøkum, um tað skal bera til at bjarga fiskivinnuni í ES og
harvið tilverugrundarlagnum hjá fiskimonnunum. Í greinini
verður nevnt, at danir, niðurlendingar og spaniumenn halda,
at fiskivinnupolitikkurin skal tillagast marknaðinum, men at
hesum eru fransmenn og írar ímóti.
Við snellu eftir makreli
Gongst sum ætlað kunnu íslendingar fáa ein nýggjan
fiskiskap í teirra annars so umfatandi og fjølbroyttu
fiskivinnu. Teir næstu mánaðirnar fara nakrir
útróðrarmenn á Suðurlandinum at vita, um tað kann loysa
seg fíggjarliga at fiska makrel við snellu. Royndir eru
gjørdar tey bæði seinastu árini, og tær hepnaðust so mikið
væl, at seinasta summar veiddu nakrir bátar 7.600 tons av
makreli. Ein av útróðrarmonnunum sigur sambært Vísi, at
alt bendir á, at hesin veiðiháttur kann loysa seg
fíggjarliga, men at arbeitt verður við at menna útgerðina.
Makrelurin verður heilfrystur ella royktur.