týsdagur 5. mai 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 85 - 5. mai 2009
21
Skráin fyri Bátafestivalinum 9. mai 2009
Kl. 12.00 Hoppiborgir, Rodeo-tarvur
Kl. 12.30 Bátar savnast í Skálafirði
Kl. 13 30 Seta kós ímóti Toftum
Kl. 14.00 Pylsuvognurin letur upp
Kl. 14.00 Sølumessa letur upp
Kl. 14.30 Føroya Harmonikufelag spælir
við bátahylin
Kl. 15.00 Móttøka í "Oyrahavnini" á
Toftum
Kl. 15.00 Bàtafelagið er vertur fyri
borðhaldi v/ suppu við meira
í matarhøllini hjá Faroe
Seafood (Nyki)
Kl. 15.00 Mc-felagið kemur við motor-
súkklum á festivaløkið
Kl. 15.15 Matstovan letur upp í
tjaldinum
Kl. 16.00 Søla av "festivalbúffum" v/
grønmeti og sós
Kl. 16.00 Sámal Ravnsfjall undirheldur á
festivaløkinum
Kl. 18.00 Hallur Joensen & Co
undirhalda á festivaløkinum
Kl. 18.00 Fyrilestur um Fiskamarknað
Føroya v/ Jens Chr. Olsen í
matstovuni hjá Faroe Seafood
Kl. 18.30 Fyrilestur um HÚK-skipanina v/
Knud Simonsen í matstovuni
hjá Faroe Seafood
Kl. 19.30 Skemtitekning verður seld á
meksikanskari uppboðssølu á
festivaløkinum, hesaferð
manna kvinnurnar ”bátin”
Kl. 21.00 Martin Joensen undirheldur á
festivaløkinum
Kl. 23.00 Stórur dansur í tjaldinum við
”contrykonginum” Halli
Joensen v/ tónleikabólki
Kl. 02.30 Drigið verður um lutaseðlar
drúgvur. Tí er vanligt, at
summir bátar antin liggja
og damla úti á vánni ella
sigla sær ein lítlan túr,
kanska suður á Garðsenda,
meðan bíðað verður eftir
teimum, ið eftir eru.
- Tað er umráðandi, at
fólk, sum ætla sær at síggja
bátarnar stevna inn í havn-
ina, vita, nær tann løtan er,
leggur hann aftrat.
Hava stórt tjald
Bátafelagið hevur keypt
sær eitt stórt tjald, 12 x 30
metrar, sum annað árið á
rað verður karmur um ein
stóran part av tiltøkunum,
sum verða á festivaløkin-
um.
- Dúkarnir og konstruk-
tiónin tola í prinsippinum
30 m/sek., men í so nógvum
vindi er neyðugt, at tað
tjaldið verður tjóðrað fast
við góðum heftum.
Í ár verður gólv lagt
niður yvir betongið í tjald-
inum, so tað verður hugna-
ligari og bleytari at fara út á
dansigólvið.
Høgni vísir á, at veð ur-
ván irnar
fyri
festivalin
leyg ardagin eru hampiliga
góðar, og hann vónar eisini,
at veðrið verður uppaftur
blíðari, enn hann sigur.
- Enn eru nakrir dagar
eftir til leygardagin, og nú
hava vit havt ruskut veður í
fleiri dagar. Tí kunnu vit
bara vóna, at líkindini verða
góð, tá leygardagurin kem-
ur, sigur hann.
Á skránni fyri festivalin,
sum eisini er prentað í blað-
num í dag, eru eitt nú
hoppi borgir og rodeo-tarv-
ur, sum børn og onnur
kunnu royna seg á.
Tíðliga
leygardagin
seinnapart letur ein av -
mark að sølumessa upp, og
tá verður eisini høvi hjá
fólki at keypa sær pylsur í
pylsuvogni og breyð og
ann að at mata sær við í
tjald inum.
Høgni sigur, at umframt
at MC-felagið kemur á
festivaløkið við nógvum
motorsúklum, koma eisini
fleiri húsvognar á økið.
- Longu klokkan 16
leygardagin
kunnu
fólk
keypa sær teir vælumtóktu
festival-búffarnar við grøn-
meti og sós, sigur hann.
Fyrilestrar og
tónleikaundirhald
Tríggir
tónleikarar
fara
eisini
at
undirhalda
á
festivaløkinum leygardagin
og leygarkvøldið.
Klokkan 16 fer Sámal
Ravnsfjall á pall, klokkan
18 verður tað Hallur Joen-
sen við sínum bólki, og
klokkan 21 fer Martin Joen-
sen á pallin.
Umframt hesi tiltøk, sum
saman við skránni annars
kunnu savna væl av fólki,
verða eisini tveir áhuga-
verdir fyrilestrar í matar-
høllini hjá Faroe Seafood.
Hin fyrri, sum byrjar
klokkan 18, verður um
Fiskamarknað Føroya, og
her verður tað stjórin og
toftamaðurin,
Jens
Chr.
Olsen, sum fer at kunna um
virksemið.
Klokkan 18.30 fer Knud
Simonsen at greiða frá
sonevndu
Húk-skipanini,
og hesin fyrilesturin verður
eisini í matarhøllini hjá
Faroe Seafood.
Høgni
W.
Høgnesen
sigur, at eitt, sum plagar at
hava stóran áhuga á festi-
valinum, er afturvendandi
tiltakið við eini skemti-
tekning, sum ímyndar fólk í
økinum.
- Skipað verður soleiðis
fyri meksikanskari upp-
boðs sølu av hesi tekning,
sum hesaferð er av nøkrum
kendum kvinnum í økinum.
Sum vanligt er, eru tær í
einum báti.
Uppboðssølan
byrjar
leygardagin klokkan 19.30.
Í fjør var Bill Justinussen
uppsøluhaldari, og árið fyri
var uppsøluhaldarin Tor-
bjørn
Jacobsen,
báðir
nú ver andi løgtingsmenn.
Enn er ikki greitt, hvør
uppboðssøluhaldari verður
í ár.
Formaðurin í Bátafelag-
num sigur, at fyri hvørt
boð, sum verður latið, rind-
ar bjóðarin 50 krónur, og tá
tað so líður móti endanum,
rinda bjóðarar 100 krónur
fyri hvørt boðið.
- Vit hava soleiðis fingið
millum 13.000 og 18.000
krónur inn fyri hesa tekning,
leggur hann aftrat.
Stórdansur í tjaldi
Stóra brakið á bátafesti-
valinum er stór dansurin,
sum verður í tjaldinum og
byrjar klokkan 23 leygar-
kvøldið. Tá fer contry-
kongurin, Hallur Joensen,
við sínum bólki at skipa
fyri góðum dansi, sum
plag ar at verða væl vitj-
aður.
Høgni
W.
Høgnesen
sigur, at nógv og stór tøk
skulu takast fyri, at alt skal
koma undir land til eitt slíkt
tiltak, og hann er vegna
Bátafelagið í Nes kommunu
sera fegin um allan tann
stuðul, sum tiltakið hevur
fingið, bæði frá kommunu
og fólkinum í økinum.
- Uttan stóra hjálp og
góðan stuðul hevði hetta
slett ikki borið til. Nú vóna
vit øll, at vit fáa ein góðan
og væleydnaðan bátafestival
leygardagin, sigur hann.
»… veðurútlitini eru hampilig. Hann sigur
minkandi vind og turt. Nú má antin bera ella
bresta, tí bátafestivalurin í Vestmanna verður
longu leygardagin eftir…«
(Høgni W. Høgnesen, formaður í Bátafelagnum)
»... stóra brakið á bátafestivalinum er
stórdansurin, sum verður í tjaldinum. Tá fer
contrykongurin, Hallur Joensen, við sínum bólki
at skipa fyri góðum dansi...«
(Høgni W. Høgnesen)