týsdagur 5. mai 2009síða 29
‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 85 - 5. mai 2009
29
Andlát og jarðarferðir
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Katrin Nicolaisen, Vest
manna, ættað av Torla
brúgv í Haldórsvík and
aðist á Eldrasambylinum
í Vestmanna sunnudagin
3. mai, 93 ára gomul.
Signi Nielsen, ættað úr
Leirvík, andaðist á Ellis
heimium í Havn sunnu
dagin 3. mai, 90 ára gom
ul. Jarðarferðin verður úr
Vesturkirkjuni
miku
dagin 6. mai kl. 12.
Erik Lund Eriksen úr
Havn andaðist fríggja
dagin 1. mai, 64 ára
gamal. Kistan fer úr
Landssjúkrahúskapellin
um týsdagin kl. 18. Jarð
arferðin verður úr Eben
ezer mikudagin kl. 13.
Andlát og jarðarferðir
Leygardagin 28. februar
2009 andaðist mamma
okkara 84 ára gomul. Ein
megnar
kvinna.
Hevði
saman við pápanum uppalt
okkum 7 systkin, sum øll
komu væl avstað.
Pápin var sjómaður, fór
avstað um várarnar og
kom aftur um heystið, so
tað var mamman sum
syrgdi fyri, at eplini komu
í jørðina og grasið bleiv til
hoyggj.
Vit høvdu kúgv, og gekk
mamman saman við øðr
um konum til neytar. Fari
var frá húsum tíðliga á
morgni við 3 og 4 dyllum
á rygginum og varð aftur
fari avstað um kvøldið.
Tað vóru nokk ikki altíð
løtt spor, men viljin dreiv
verkið. Tann dagligdagurin
er ein farin tíð.
Mammu dámdi væl at
hava síni rundan um seg,
og tann sum hevur búð og
verið inni har, hevur kent
hennara fjálgu hendur. Hon
spardi seg ikki at hjálpa,
hvar og nær tað var.
Ommu og langommu
børn hevði hon nógv, og
stóran áhuga hevði hon
fyri, hvussu teimum gekst.
Mamman
og
pápin
høvdu sett sítt álit á Jesus,
og gjørdu tey sítt til at vísa
øllum sínum á Hann.
Pápin doyði í 1994 og ein
sonur teirra í 1996. Hetta
var tungt hjá mammuni.
Friður verið við minnunum
um pápan og Sommer.
Eftir at hava sitið einkja
í 12 ár, møtti mamman
Magnus Paula Johannesen
úr Vestmanna. Tey giftust
og fingu 4 góð ár saman.
Leygarmorgunin,
sum
mamman andaðist seinna
partin, var ein dagur sum
vit børn, ommubørn og
familja annars, sum vóru
tilstaðar, upplivdu sum nak
að heilt serligt. Mamman
var púra klár og segði
okkum, at nú fór hon at
fara heim til Harran og bað
hon heilsa ommubørnun
um, sum ikki vóru har, at
hon nú fór heim til Jesus
pápan. At uppliva, at hon
sá inn í dýrdina, og óttaleys
legði eyguni saman og
sovnaði,
gjørdi
annars
tungu løtuna, heilt serliga.
Góða mamman, nú hev
ur tú lagt árarnar inn, og
nú hvíla tínar troyttu hend
ur. Takk fyri alt.
Dóttir tín Sanna
Minningarorð um mammu mína
Ketty Kjærbo
f. 27. mai 1924, d. 28. februar 2009
25 ára starvsdagur
Í dag 5. mai hevur Daisi
Petersen arbeitt sum
skrivstovukvinna í 25 ár
hjá elfelagnum SEV í
Klaksvík.
Mynd frá ”Realskúlaframsýningini
191666”, sum Jórunn Dánjalsdóttir
skipaði fyri í Kommunuskúlanum í
Havn í 2007. Myndin er tikin fyri 45
árum síðan, í 1964. Realskúlanæmingar
eru til fráfaringarnátturða inni hjá
Frøken Cohr, lærara, sum búði í hús
unum við síðuna av realskúlabygning
inum.
Á myndini eru f.v.: Vigga Cohr
(Frøken Cohr), Torfinn Hansen, Dag
bjartur Johansen, Herluf Lützen,
Eivind Dalsgaard og Lis Djurhuus.
Um onkur hevur hug at ogna sær
hesa mynd, er viðkomandi vælkomin
at venda sær til Jórunn Dánjalsdóttir á
telefon: 226024 (mynd nr. 483).
Myndaeigari: Jógvan Christiansen
Realskúlanæmingar í 1964
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum ið sýdnu okkum
samkenslu, tá okkara elskaða mamma, vermamma,
omma, langomma og kona
Ketty Kjærbo
Skopun
andaðist og varð jarðað.
Takk fyri góð orð og sangir í Kapellinum
og í Betania.
Takk til øll sum hjálptu til við ervinum og
jarðarferðini.
Takk fyr blómur, kransar og gávur til Betania.
Takk til tykkum øll, sum fylgdu henni til hennara
seinasta hvíldarstað.
Blíðar heilsanir
Børnini við familju og Magnus Pauli
Tøkk
Hjartans takk til tykkum mongu, sum
mintust meg á 80 ára føðingardegnum.
Harrin signi tykkum øll.
Kærar heilsanir
Heinina Joensen, Sandavágur
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at
Janus Kamban
myndahøggari
Tórshavn
andaðist á Landssjúkrahúsinum
leygardagin 2. mai, 95 ára gamal.
Bønarhald verður í Landssjúkrahúskapellinum
mikukvøldið kl. 18.00
Jarðarferðin verður úr Havnar Kirkju
hósdagin kl. 13.00.
Dagurin
5. mai. Gotthard, deyður í 1038. Hann var abbati og
biskupur í Hildesheim. Týskt navn, samansett av
orðunum fyri Gud og harður.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta