Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-05, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. mai 2009síða 30

‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 85 - 5. mai 2009 Við 60 tvangskravdum milliónum hevur Kringvarpið úr at gera við at køva Rás2 S íðani nýggja leiðslan í Kringvarpinum tók við, hevur alment fíggjaða útvarps­ støðin verið fyri eini miðvísari kommercialisering. Við Gallup­ kanningum og øðrum góðum parametrum er nógv lagt fyri í royndunum at tekkjast mest møguligum lurtarum. At sendi­ flatan í størst møguligan mun vendir sær til ein so breiðan lurtaraskara sum gjørligt, samstundis sum best umtóktu sendingarnar eru lagdar júst har, sum flestu lýsararvilja plasera sínar lýsingarkrónur. Var talan um eina privata rás, sum kappaðist á jøvnum føti við aðrar aktørar á marknað­ inum, so var einki at siga til hetta. Viljin og evni at skapa áhugavert fjølmiðlatilfar og har við at verða eitt aktiv hjá lýsar­ unum er ein veruleiki, sum allir privatir miðlar – bløð sum útvarpsrásir – liva í hvønn dag. Men talan er ikki um eina privata rás. Talan er um alment varp, sum – íroknað spæliinn­ tøkur, ókeypis sendinet, íløgu­ stuðul og tvangskravt lurtara­ og hyggjaragjald – hevur á leið 60.000.000 krónur í kassanum, tá árið byrjar. Og sum við hes­ um byrjunargjaldinum í ryggi­ num fer beinleiðis út í kapping við privatu aktørarnar á marknaðinum. Avrita skránna úr Vágsbotni Í hálvgum desperatu royndun­ um at vaksa um áhugan fyri lýsingakrónum er Kringvarpið spakuliga eisini farið í holt við at kopiera mest sum alt, sum fer fram hjá handilisga kapp­ ingarneytanum í Vágsbotni. Frálíku seinnapartssending­ arnar vórðu fluttar til fyrra­ part, so tær kundu gerast bein­ leiðis kappingarneyti hjá ymsu morgunsendingunum á Rás2. Aftur fyri varð Elis fluttur til seinnapart, har Rás2 hevur sína ynskiløtu. Morgunlestur hevur ikki verið á Rás2 sein­ astu tíðina, so sjálvandi mátti endursendingin av hesum burt­ ur av sendiflatuni í Sortudíki. Vandin var jú, at kjarnulurtar­ in hjá hesum kanska ikki akkurát matchaði lurtara­ profilinum, sum lýsarar vilja hava. So tað mátti eisini broytast. Tað líktist heldur ikki nøkr­ um sum helst, at fólkini í Vágs­ botni vóru somikið djørv og nøsk, at tey í fjør fóru at senda 3. hálvleik, har tikið varð sam­ anum dagsins umfar í fremstu fótbóltsdeildini. Hvørja líktorn vit tá traðkaðu á, vita vit enn ikki, men í øllum førum var ein avleiðing, at alment fíggjaða Kringvarpið nú longdi “bóltin”, soleiðis at hesin strekti seg væl og virðiliga fram við teimum báðu fyrstu hálvleikunum og inn í tann triðja. Og í gjár bar fullkomuliga av. Hóast tað hevði verið ynskiligt, so hevur Kringvarpið havt sínar trupulleikar við at dekka alla Vodafone­deildina, tá dystir skulu spælast fleiri dagar og fleiri klokkuslett. Live­frásagnir frá fótbólti hevur leingi verið nakað, sum vit á Rás2 hava havt í tonkunum, og óteljandi lurtaraáheitanir hava eisini skundað undir hesar tankar. Sunnudagin bar so til at senda, tá AB valdi at flyta sín dyst til klokkan 17, og royndin eydnaðist somikið væl, at vit longu í gjáramorgunin valdu at taka av møguleikanum, nú eingin frásøgn var frá dystinum í Sarpugerði. Í øllum førum ikki sambært skránni hjá Kringvarpinum. Men tað skuldi koma. Sum skilst fekk Miðladeildin í Sortu­ díki eina áheitan frá ítróttar­ redaktiónini longu sunnudagin, men tá umsitingarliga viðgerðin av hesum var liðug eina ferð mánadagin, var tokið mest sum koyrt ­ við Rás2 umborð. Og tað bar jú slettis ikki til. Hóast Kringvarpið fekk at vita, at Rás2 sendi frá dystinum. Og hóast hetta innibar, at Kring­ varpið ikki kundi brúka vanliga frásøgubúrið við vøllin, so skuldi frásagnin partú í luftina. Jazzurin varð tikin av skránni, og ein bussur leigaður, so útvarpsfólkini kundu hýsast. Tí hetta mátti Rás2 ikki vera einsamøll um. Í so máta vigaði tað lítið, at almenna Kring­ varpið, sum allir føroyingar gjalda sín part til, eisini kundi valt at viðvirka til fjølbroytni í miðlamyndini. Fjølbroytni er jú serstakliga órelevant, tá tú held­ ur kanst nýta skattaborgarans pening til at køva handilsligar kappingarneytar. Og sum prikkurin yvir tí so væl kenda i’num vóru greiðu boðini til redaktiónirnar, at tað ikki mátti nevnast við einum orði, at Rás2 sendi frá dystinum. Uppmerksomu redaktiónirnar í Sortudíki og í Vørðsluni, haðani Dagur og vika og 3­2 vórðu send, nevndu annars trúfastar sum altíð, at Útvarpið hjá Kringvarpinum sendi frá dystinum. Men longur enn tað sama rakk viljin til fremja upplýsing so ikki. Upp­ lýsing tænir jú ikki nøkrum endamáli, tá hon kann vera kappingarneytanum at frama. Fair Play Takka verið teimum framúr fólkum, sum vit hava hava í Miðlahúsinum, vilja, treiskni og knallhørðum arbeiði hava vit framvegis eina privata útvarps­ støð, sum er til reiðar at taka upp kappingina við Kringvarpið innan útvarpsøkið. Og frá byrjan hava vit lagt dent á, at vit vilja virka til at økja um fjølbroytnið á markn­ aðinum. Júst tí vit ikki sóu nakað endamál í at skapa eina klóning av kringvarpsskránni, men heldur vildu skapa okkara egna útboð. Undir vanligum umstøðum vildi hetta viðført økt fjøl­ broytni á marknaðinum, har tilboðini til lurtaran altíð eru fleiri og fram um alt eisini ymisk. Og bar almenna Kring­ varpið seg at sum public service stovnur, so vildi hetta heldur ikki verið nakar trupulleiki. Trupulleikin kemur, tá tær treytir, sum fylgja við almenna startkapitalinum verða ofraðar á handilsliga kappingaraltarinum. Ummøbleringin av sendiflatuni, økti innsatsurin at tekkjast lýsar­ um og strembanin eftir at køva aðrar aktørar á marknaðinum ber við sær, at Kringvarpið í dag er við til at einsrætta lurtaratilboðini heldur enn at lata privatar aktørar økja um fjølbroytni. Lurtarin kann í dag velja millum fyrrapartssending á Rás2 ella ctrl+e í Kringvarpi­ num, millum ynskiløtu og tit skriva vit spæla. Og nú eisini millum fótbóltsfrásagnir á Rás2 ella í Kringvarpinum. Alt hetta í royndunum at køva kapping­ ina á marknaðinum. At økja um lýsingarinntøkurnar hjá Kring­ varpinum, og harvið skrykkja botnin undan tilverugrundar­ lagnum hjá privatum miðlum. Varð hetta gjørt í reellari kapping, høvdu vit ongar sum helst trupulleikar havt av hesum. Men tá tað verður framt av kappingarneyta, sum hevur fyrimun upp á 60 milliónir krónur, er okkurt logandi galið. Fair Play var vónandi galdandi innan fyri hvítu strikurnar í Sarpugerði í gjár. Uttan fyri var hugtakið í øllum førum strikað. Public – ikki service Ein partur av almennu skylduni hjá Kringvarpinum er eisini at framleiða smalar sendingar til ein avmarkaðan lurtaraskara, sum ikki av sær sjálvum skapar bestu fortreytir fyri lýsinga­ streyminum. Uttan at niðurgera hvørki Jazz ella føroyskar sangir, so vóru sendingar við hesum innihaldi klokkurein dømi úr mánadagsskránni. Men hesar sendingar vórðu fluttar til miðja nátt, tí Rás2 mátti so ikki standa einsamøll við eini fót­ bóltsfrásøgn. Diversitin, fjøl­ broytni og valmøguleikan hjá lurtarunum legði almenna varpið líka í. Roknað í prosent­ um fylla smølu sendingarnar væl tað sama, um tær verða sendar klokkan 19 ella 24, so innan tjúkku múrarnar í Sortu­ díki livir Public Service hugtak­ ið helst framvegis sítt góða lív. Fyri okkum uttanfyri er tann spurningurin meira ivingar­ samur. Public – Ja, um public merkir at tekkjast flest møguligum í kappingini um lýsarakrónur og royndunum at køva onnur. Service­ Nei! Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009? Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli Public Service – fyri hvønn Tíðargreinin tíðargreinin Jákup Mørk Ítróttarredaktørur í Miðlahúsinum Tá Rás2 hevði gjørt av at senda beinleiðis frá dystinum í Sarpugerði, skuldi Útvarpið partú gera tað sama. Kosta hvat tað kosta vildi Mynd: Álvur Haraldsen